mikudagur 18. mai 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 92 — 18. MAI 1994 Tíðindablaðið ES
Lesarabrøv |
…- — Tr
Eyðmýkjandi at vera javnaðarfólk
Javnaðarfólk takka Lassa
Klein fyri at tú >byder ty-
rannerne trods«, Lasse, og
verjir demokratiid.
Takk, Lasse Klein, fyri at
tú greitt vísir at tú hevur so
breiðan rygg, at tú ikki víkir
f tí, sum hevur so stóran
týdning manna millum.
Til javnaðarflokkin er
bara at siga, at tað er eyð-
mýkjandi at vera javnaðar-
fólk í Føroyum í dag — og at
hava fylgt politiska stýrin-
um hjá javnaðarflokkinum
fram igjøgnum øll tey
mongu árini síðan pensión-
irnar sóu dagsins ljós her á
landi við javnaðarfloksins
hjálp.
Tí er tað sárt og eyðmýkj-
andi í dag at vera vitni til
hvussu núsitandi javnaðar-
umboð floksins hagreiða
hetta >hjartamál< javnaðar-
floksins.
Tí, eitt stórt vónbrot er, at
floksleiðslan hjá javnaðar-
flokkinum ikki sær tað sum
sína skyldu at grípa inn nú.
Men at floksleiðslan tig-
andi letur hetta um seg
ganga og tigandi letur nú-
verandi umboð floksins
niðurbróta og niðurgera alt
tað, sum javnaðarflokkurin
byggir á í politisku stevnu-
skrá síni er ræðandi.
Hetta málið, sum Lasse
Klein nú verður politiskt
krossfestur fyri at vilja
fremja, er jú hjartamál
javnaðarfloksins, pension-
istanna møguleiki fyri at
lívbjarga sær við ú lítlu
upphædd, teimum verður
úllutað og sum jú var
skattafrí. ;
Inntil Finnbogi Isakson
og tann føroyski tjóðveldis-
flokkurin undir javnaðar-
floksins poiitisku . leiðslu
aftur legði eftir pensionist-
unum við at brandskatta
olmussupensiónina.
Samstundis sum javnað-
uflokkurin melur og gapar
um samhaldsfastan eftir-
lønargrunn til pensionistar-
nar — dupultmoralur???
Hvussu kann javnadar-
flokkurin hjálpa eini vissari
kvinnu og hennara prole-
tarisku tendensum fyri at
hon sum ein geykaungi vil
tveita allar aðrar ungar út úr
sjálv at seta seg betur til
rættis í sjálvstýrisreiðrin-
um.
Skal hjartamál javnað-
arfloksins ofrast á hesum
altari???
Ella hevur javnaðar-
flokkurin gloymt, tá tað
kemur til stykkis, hvør tað,
fyri krákumánaðum síðan,
var, sum kom fram við at
kommunuskattatrýsiið
skuldi niður???
Minnist meg rætt var tað
sjálvur Finnbogi Ísakson,
leiðari av núsitandi lands-
stýri at meta.
Hvussu ber tað til, at tak-
tikkur tjóðveldismanna
ikki fær nakran til at vakna
úr dvala???
Nú standur so javnaðar-
flokkurin aftur við skittin-
um í hondunum.
Man tosar um »alle gange
tre«, so Gud viti hvat tit nú
fara at lata tykkum lokka til.
Tit hava jú spælt tjóð-
veldis einaræðismanninum
øll kort í hondina og áttu at
vita hvat tað skal føra við
sær, saman við onkrum
tjóðveldismanni í okkara
egna flokki.
Míu ráð sum javnaðar-
fólk úl mín egna flokk er,
ikki at halda áfram sum nú,
skrivið út løgtingsval nú.
Tað er tykkara plikt mót-
vegis Føroya fólki, mót-
vegis Føroya landi, og ikki
minst mótvegis javnaðar-
rørsluni her á landi.
Grundirnar til hesa áheit-
an eru fleiri, sum javnaðar-
veljarar ikki kunnu accep-
tera, og ein teirra er mangl-
andi politiska stýringin í
landinum, sum er ógvuliga
tilvildarlig.
Her skal bara nevnast
tann størsta, sum hevur rakt
so stóra fjøld av Føroya
fólki, og tað var og er ar-
beiðsloysisspurningurin og
fíggingin av arbeiðsloysis-
skipanini. Sum so greitt er
svara uppá av Poul Nyrup
Rasmussen, hvar hann sigur
seg ikki at blanda seg upp í
hvussu heimastýrið fíggjar
arbeiðsloysisskipanina,
men hevur kravt, at javnvág
er á landsins fíggjarlóg, og
tað er jú langt frá.
Sum øllum kunnugt, eis-
ini landsstýris- og løgtings-
monnum, er stórt hall á
fíggjarlógini. Og ú er
grundarlagið ella pástand-
urin um ikki at fíggja ar-
beiðsloysisskipanina yvir
fíggjarlógina eisini burtur,
tá stórt hall er framman
undan, tað sigur seg sjálvt
og ti er grundarlagið burt-
ur.
Danir hava ferð eftir ferð
kravt javnvåg, uttan at tað
hevur nervað okkara stýr-
andi, og teir siga enn, at
danir ikki skulu blanda seg
upp í føroysku fíggjarlóg-
ina, men at føroyingar sjálv-
ir skulu ráða hver ið skal
eksporterast av landinum og
hvørji ið skulu deila blokkin
og tað tilfeingi, sum annars
er at deila. Danablokkurin
gavnar mongum tjóðveldis-
monnum.
Tá Poul Nyrup Rasmus-
sen nú endeliga leggur
kortini á borðið og mót-
sigur påstandinum, sum
okkara stýrandi hava hildið
fast um, jú, so kemur Jóann-
es Eidesgaard enn einaferð í
fjølmidlarnar og roynir at
reingja sannleikan og halda
fast við ósannindini, men tá
tað so ikki longur ber til at
halda nóg fast um ósannind-
ini sum tey mongu vita
frammanundan, eru føroysk
ynski, hvat ger javnaðarum-
boðið Jóannes Eidesgaard
Nú sigur hann, at tað eru
juristarnir í landsstýrinum,
sum hava tolkað avtaluna
við danir soleiðis, at tað eru
danir, sum hava treytað sær
at fólk ikki eiga mat í munn-
in, at fólk sita í myrkri, at
fólk sita uttan hita, at fólk
gerast heimleys, at fólk
verða drivin av landinum.
Ja, orð kunnu neyvan
dekka støðuna, fólk uttan
arbeiði eru í.
Um henda stóða ikki er
vilji og politikkur javnaðar-
floksins og floksumboðum
hansara, hví fær henda
skeiva útlegging hjá jurist-
unum í Tinganesi so ikki
fylgjur fyri teir, sum hava
tolkað og mistolkað avtal-
una við danir so skeivt, men
bara fær fylgjur fyri tey
neydstøddu?
»Hælere og stjælere får
begge lige løn«. Embætis-
stýringin hevur verið Før-
oya fólki dýr, tað vita øll
frammanundan.
Hvar er tann politiska
stýringin, um hon ikki ber á
sama borð??? tíverri.
Skeiva tulkingin hevur
kostað nógva fólkaflyting,
hvers er ábyrgdin???
Fyri mær at síggja er tað
so, at javnaðarflokkurin
bara rekur javnaðarpolitikk,
tå flokkurin er í andstøðu.
Viðvíkjandi landsfundar-
samtyktini, so skal upplýs-
ast her, at tað so langt frá var
ein sameindur javnaðar-
flokkur, sum tekur undir við
tí politikki, ið førdur verður,
og ti landsfundarsamtykt,
sum gjørd var og send út.
Men harafturímóti vóru
ikki so fáar javnadarrøddir,
sum harðliga mótmæltu og
lítið dámdu umrøddu lands-
fundarsamtykt, sum als ikki
var at samanbera við fund-
arfloksins áskoðan.
Sum nevnt er grundgev-
ing mín sum javnaðarfólk
fyri at fáa løgtingsval nú
tann, at eg stúri fyri, tá man
ferð eftir ferð verður kon-
fronteraður fyri óálítandi út-
sagnum og tulkingum, sum
eitt nú hevur verið borið
fram, at samráðingar av
nýggjum við donsku stjórn-
ina ikki kundu fara fram fyrr
enn í august, tí danir ikki
vildu samráðast fyrr.
Núertað so, at eisini danir
hava eina fíggjarlóg, ið skal
gerast og leggjast fyri fólka-
tingið og tí fegnir vilja hava
samráðingar vid føroyingar
sum skjótast, og tí er ikki
nakað gott hugskot at biðja
um at útseta hesar samráð-
ingar, tí tað verður neyvan
g6dtikid, og hvat við loft-
ingar slagorðinum um trú-
virði???
Við tí årsliti, sum er kom-
ið fram av forhandlingun-
um hjá dønum og so okkara,
so er tað við bivandi og
nøtrandi hjarta, at somu
forhandlingsfólk einaferð
afturat fara av landinum at
svínabinda land og fólk
okkara — tað má ikki henda.
Vit mugu fáa onnur fólk
at fara í forhandlingar við
danir enn tey, sum hava
roynt seg við so syrgiligum
úrsliti, og ti er tað åbyrgd-
arleys mannagongd, av
javnaðarflokkinum at geva
eftir fyri tjóðveldisflokk-
inum og teirra tráan eftir
meira sjálvstýri, uttan skila-
góðan tanka í høvdinum, og
teirra sjúkliga tvangstanka
mótvegis ríkisfelagsskap-
inum.
Havandi í huga at ríkisfe-
lagsskapurin og harvið
blokkstuðulin er ein sera
feitur biti, sum mangur
tjóðveldismaður við stórri
gleði gloypir og mjólkar
heilt væl, tí í flestum al-
mennum størvum her á
landi sita jú vælgøddir tjóð-
veldismenn og fyri at góða
mangan alment gøddan
tjóðveldismann verður
blokkstuðulin brúktur tl,
lønir til tey alment løntu.
Fyri ikki at tala um Før-
oya samsýningina (Færð
tillæg), sum tjóðveldisfólk í
hópatali fáa í lønarposan
hvgnn mánað, og uttan at
tvangstankin mótvegis rík-
isfelagsskapinum við Dan-
mark, tá er tað stóra di-
lemma, og fyri at snúgva
sær undan at seta hetta
Færgtillæg í hálsin, hava
givið tí annað navn, sum nú
er >ískoyti<. >Ískoyti fyri
hetta og hatta, — men tað
stendur rimmarfast, at í-
skoyti undir ymiskum til-
lægsheitum er ein kom-
pensatión, eitt tillæg fyri at
vera danskur útiseti, búgv-
andi uttanlands, í okkara
føri í Føroyum, og tí átti at
havt somu ávirkan á for-
stokkað tjóðveldisfólk utt-
an jørdforbindilsi sum
amerikansk olja, men enn
hevur mær vitandi ongin
nokkso nationalur tjóð-
veldismaður noktað sær
nakað sum helst av blokk-
stuðlinum frá Danmark til
útisetar, tjóðveldismenn í
Føroyum við fleiri.
At enda fari eg at mæla til
at javnaðarflokkurin gevur
Lassa Klein eina almenna
umbering og takkar Lassa
Klein fyri at hann er so
sosialt áhugaður, at hann
verjir hjartamál javnaðar-
floksins, sum javnaðar-
flokkurin ikki sjálvur
megnar at verja. — Mangt
umskiftist á mansins ævi.
Ketty Viderø
Ringið!
- og vit skriva
(O11820
Summarbridge i Bridgehúsinum
Sunnudagin 15. mai møttu 12 pør og vóru oman fyri miðal:
1. Súsanna Dam--Gunna Hansen
2. Arne Mikkelsen-Carl Mikkelsen
193
188
3. Allan D. Christiansen-Claus Christiansen 177
4. Marjun Restorff-Arnbjørn Sivertsen
S. Niels Nielsen-Trygvi Vestergaard
6. Hans J. Petersen-Jan Petersen
173
168
166
7. Steinbjørn Zachariasen-Zakaris Joensen 165
8. Hanus Bærentsen-Fríðhild Petersen
165
Bestu 5 í summarkappingini eru hesi:
1. Carl Mikkelsen
2. Ambjørn Sivertsen
3. Ame Mikkelsen
4. Niels Nilsen
Trygvi Vestergaard
2. hvitusunnudag verdur ein parakapping, har vinningarnir verda: 1. vinningur
300 kr. i part. 2. vinningur 200 kr. i part.
Tekning á tlf. 18721 (Bridgehúsið) ella 15039 (Carl Mikkelsen) seinast tann 21.
mai. Kostnaður 50 kr.
Nevndin