hósdagur 19. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VALIÐ kemur í summar so mik-
ið er nú púra greitt. Til hetta val
eru nógvir áhugaverðir spurn-
ingar og nógv er ivasamt, sum
var greitt til seinasta val. Nógv-
ar linjur, ið vóru klárar seinast,
eru nú kámar og ógreiðar og eyg-
leiðarar halda, at alt kann
henda. Livst so spyrst.
EIN stórur spurningur er stóða
fakfelaganna. Enn er ikki greitt,
hvort tey gera egnan flokk ella
ikki. Tó er eitt greitt og tað er, at
framstandandi fakfelagsfólk
hava mælt harðliga til at venda
eitt nú javnaðarflokkinum bak-
ið. Tað er væl skiljandi, at hesi
fólk eru beisk og ill, tí at javnað-
arflokkurin ikki megnaði at
halda sítt fremsta vallyfti um ar-
beiði til allar hendur. Lat tað so
vera, at hetta lyfti varð givið
undir heilt ødårum umsteðum í
eini tíð, hvar eingin droymdi um,
at peningakervid fór at smildrast
og vinnulívið alt fór at fara av
knóranum. Vit kundu eisini
mint á, at alt hevur verið roynt,
sum roynast kann, fyri at fáa
gongd á aftur, men hetta hevur
gingið striltið av nógvum ymisk-
um grundum. Ein grundin er
tann, at ikki minst leiðandi fak-
felagsfólk hava trúttað niður í
fólk, at eingin kann hava álit á
nøkrum her á landi, at einki bar
til, samstundis sum leiðandi ídn-
aðarmenn mæltu fólki til at
tóma bankar og peningastovnar
og flyta peningin av landinum.
Eitt undantak hevur tó formaður
Fiskimannafelagsins verið.
Hann hevur, hóast sera atfinn-
ingarsamur móti samgonguni,
gingið á odda við nýskapandi
hugsjónum og beinleiðis tiltøk-
um til tess at útvega limum í
Fiskimannafelagnum nýggj ar-
beiðspláss.
MEN sum sagt, nú mæla tey
flestu fakfelagsfólk sínum lim-
um til at venda javnadarflokkin-
um bakið. Vit skilja teirra vreiði,
men fara kortini at heita á tey
um at hugsa seg um. Hvat er tað
hesi fólk og teirra limir fáa í stað-
in? Hvønn politikk ætlar and-
stødan at reka, um hon fær makt
sum hon hevur akt? Jú, lønirnar
verða settar niður. Tað hevur
fólkaflokkurin fráboðað. Skatt-
urin á håinntøkum fer niður. Tað
hevur sami flokkur eisini fráboð-
að. Hvør kemur at gjalda hetta?
Hverjum gagnar hesin politikk-
ur? Limunum hjá føroysku fak fe-
lagsrørsluni?
SAMBANDSFLOKKURIN
hevur enn bert avdúkað ein part
av ti politikki, sum hann fer at
reka, um hann kemur í Tinga-
nes. Hann hevur boðað frá, at
hann fer at minka heilt nógv um
almenna sektorin. Hvussu kann
hetta verða gjørt? Jú, sum stød-
an er, er bert ein máti og tað er at
koyra fólk til hús. Sambands-
flokkurin hevur talað um at
skerast skulu hundraðtals milli-
ónir av fíggjarlógini beinanveg-
in. Hetta kann bert gerast við at
hundraðtals almenn starvsfólk
verða uppsegd. Hverjum gagnar
hesin politikkur?
HER kann ein og hver sjálvur
leita sær svar. Vit duga so ikki at
síggja, at hesin politikkur fer at
gagna limunum hjá føroysku
fakfeløgunum. Tverturímóti
halda vit, at feløgini koma at
sanna, at var tað ringt í Sauls tíð,
so gjørdist hvaðna verri í Dávids
tíð. Tá eisini verður havt í huga,
at sambandsflokkurin — bjarg-
ingin, id verða skal, enn ikki hev-
ur avdúkað eitt vet av tí poli-
tikki,ið verða skal, útyvir at boða
frá skerjingunum við hundrað-
tals uppsagnum sum fylgjum.
Vit loyva okkum tí, hóast vit full-
væl vita, at hetta ikki verður væl
upptikið, at mæla fakfeløgunum
tilikki at vendajavnaðarflokkin-
um og fyri tann skuld heldur ikki
tjóðveldisflokkinum bakið. Tað
kann koma at gerast teimum ein
dýr sega og kunnu tey skjótt
missa meir fyri minni.
sosialurin
13 HIV-nositiv skrásett i Føroyum
150 ungir kapprógvarar í
aldrinum 16 til 18 ár eru nú
farnir í hernað ímóti spjað-
ingini av AIDS smittu í Før-
oyum.
Øll fimmannaførini —
gentur eins væl og dreingir
— vilja í tveimum teimum
komandi kappróðrarárun-
AIDS
— Lyklafólk,
sum geva tær eitt svar!
243
x
AIDS-ráðið
aði. Eftir hetta fara mann-
ingarnar at vera í troyggjun-
um við herrópinum á øllum
hinum stevnunum í summ-
ar, ið telja við í kappingini
um føroyameistaraskapin
fyri í ár. Í hesum sambandi
fer tað á hvørjari stevnu eis-
ini at verða skipað fyri eini
ferðaframsýning um HIV-
smittu og AIDS, sum fer at
verða sýnd í teimum hølun-
um, har ið tað á stevnunum
koma nógv fólk.
Hugskotið til at fáa tey
ungu við í bardagan ímóti,
at HIV-smittan spjaðist,
kemur frá AIDS-ráðnum,
sum hevur fingið játtað um-
leið kr. 90.000,00 frá
Landsstýrinum til enda-
málið. Ferðaframsýningin
á stevnunum verður løgd til
rættis av lyklapersónunum
hjá AIDS-ráðnum, sum eru
tilnevndir í teimum ymsu
sýslunum at upplýsa um
HIV og AIDS.
Formaðurin í AIDS-ráð-
num Anna Samuelsen sig-
ur, at ætlanin er eisini næsta
ár at lata tey ungu dystast
undir herrópinum: Saman
vit standa ímóti AIDS
vanda. Anna Samuelsen
leggur tó samstundis á-
herðslu á, at hetta ikki skal
metast sum ein ætlan at
ræða fólk — men haraftur-
um dystast undir herrópin-
um: SAMAN VIT STANDA
ÍMÓTI AIDS VANDA.
Aminningina um at ansa
eftir sær sjálvum og hvørj-
um ødrum fara bátsmann-
ingarnar fyrstu ferð at lýsa
við á Norðoyastevnu, sum
verður seinast í hesum mán-
ímóti sum ein áminning til
tey ungu um, at tey skulu
ansa eftir sær sjálvum og
hvørjum ødrum og skilja, at
AIDS má verða tikið í álv-
ara.
Í dag er kunnleiki um 13
skrásett HIV-positiv í Før-
oyum. Av hesum 13 hava 4
fingið sjúkuna AIDS — og
av hesum eru fyribils 3 deyð
av sjúkuni. Um so er at tað
eins og nógva aðrar staðir í
verðini verður ætlað, at tað
finnst ein persónur við
HIV-virus í sær fyri hvørjar
1.000 íbúgvar, so svarar
hetta til, at tað í Føroyum
kanska eru millum 30 og 35
fólk, sum eru HIV -positiv
uttan at kunnleiki er um tað.
Í Danmark vóru um árs-
skiftið skrásettir knappliga
4000 HIV-positivir tl-
burðir — og um allan heim
metir heimsheilsustovnurin
WHO, at tað fara at verða í
minsta lagi 40.000.000
HIV-smittað fólk ár 2000:
10 mill. børn, 15 mill.
kvinnur og eins nógvir
menn. Umleið 1/4 av hesum
-taðer 10 milliónir — fara tá
longu at hava sjúkutekin, ið
merkja, at tey hava fingið
AIDS.
| DINITROL góðk. verkstaður
RUSTURIN OYÐILEGGUR
| foroyska bilin
Rustur kemur inn allastaðni í bili tínum.
| Tað ger DINITROL eisini.
| Nógv væta og salt er í føroysku luftini.
Døggin, id turkað verður av rútunum um
morgunin, er eisini alla aðra staðni í bil-
| inum, '&1 litur kondensvatn um sam-
| degurið, er heilt vanligt fyri ein millum-
| flokkabil. Stutt sagt: Tað er rustveður alt
| árið í Foroyum. Ei
Viðgerðin er
roynd hjá FOM
og TI, og
hevur fingið
bestu viðmæli
| v/ Steen L. Madsen
— Tlf. 19949
AIDS-Ráðið Undir Krákugjógv 9 (Fyrr WP) + 100 Tórshavn