hósdagur 19. mai 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 93 — 19. MAI 1994 Síða3
Býráðsskrivarin:
Lesandi í Danmark í óvissu:
Vita ikki um tey
standa á vallista
Knappliga hundrað fólk hava skrivað til Tórshavnar Kommunu
fyri at vita um tey standa á vallista, men kommunan svarar ikki
Tey ungu lesandi niðri í
Danmark hava aftur fingið
valrætt í Føroyum. Men tey
hava ikki valbæri, tað vil
síga, at tey kunnu ikki stilla
upp. Seinastu mánaðarnar
hava fleiri ung í Danmark
gingið í óvissu. Sjálvt um
føroysku myndugleikarnir
hava góðtikið, at tey sleppa
á val, so kunnu tey ikki fáa
at vita, um tey sleppa á
vallistan. Stendur tú ikki á
vallistanum, fimm vikur
fyri eitt væl, so sleppur tú
heldur ikki at velja.
Tey ungu lesandi í Dan-
mark kunnu fáa stóra á-
virkan, tá fínteljingin fer
fram aftaná løgtingsvali5
ár kunnu føroyingar,
sum lesa í Danmark, fyri
fyrstu ferð greiða atkvødu
við eitt legtingsval. Tey
eru als ikki so fá ið lesa
— Eg skrivaði eitt bræv til
fólkayvirlitið hjá Tórs-
havnar Kommunu í januar
mánað. Eg havi ikki so
frægt sum fingið bræv um
kommunan hevur móttikið
brævið. Viteru nú komin út
í mai, fimm mánaðir eru
gingnir, men enn veit eg
ikki um eg standi á val-
listanum. Hetta hendir
hóast lógin um almenna
fyrisiting greitt sigur, at eitt
bræv við eini umbøn ella
fyrispurningi, skal svarast
innan 10 dagar aftaná at
Lesandi niðri kunnu ávirka valið:
100 lesandi kunnu koma
á vallistan í Tórshavn
Tey lesandi kunnu greiða atkvødu á fólkayvirlitunum har tey
búgva ella á føroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn
niðri og sum ikki hava slit-
ið alt samband við Føroy-
ar.
Tórshavnar Kommuna
setir tey lesandi á ein ser-
stakan vallista og teir
rokna við at gott 100 fólk
koma at standa á hesum
lista.
— Tey ungu kunnu velja
almenni myndugleikin
hevur móttikið tí, sigur ein
ungur lesandi við Tíðinda-
blaðið Sosialurin.
— Vit hava fingið at vita
frá býráðnum at eini 90 fyri-
spurningar eru frá lesandi:
um tey standa á vallista.
Býráðið skal hava fund um
málið, men er ongin fundur
hildin, sigur tann lesandi.
Tey lesandi í Danmark
eru annars sera 6nøgd við at
tey ikki kunnu fáa valbæri í
Føroyum. Hetta kenna tey
um sera mannminkandi.
á fólkayvirlitinum í kom-
mununi tey búgva í ella
kunnu tey velja á føroysku
viðskiftastovuni í Keyp-
mannahavn, sigur Jens
Marius Polsen.
— Føroyingar uttanfyri
Danmark, sum hava val-
rættm kunnu greiða at-
kvødu á donsku ambas-
Tey verða javntstillaði við
brotsmenn. Tá tað snýr seg
um skatt so stendur klárt í
týðuliga, at tey lesandi eru
uttanlands bráðfengis. Men
tá tað snýr seg um at velja, so
rokna myndugleikarnir ikki
við at tey nakrantíð koma
aftur á klettarnar, halda tey
lesandi.
jústinus
sadunum ella konsolát-
unum. Skiparar ella stýri-
menn mugu fáa ein annan
umborð at vátta at teir
hava valt við brævi, ann-
ars er atkvgðan ógyldug,
sigur hann.
jústinus
Øll koma
á a listan
— Tey lesandi sum hava skrivað
til okkum, fáa øll svar og tey
koma á vallistan, sigur Jens M.
Poulsen, býráðsskrivari
Á fólkayvirlitinum hjá
Tórshavnar kommunu
liggja 96 ósvaraði brøv frå
ungum lesandi í Danmark.
Hesi brøv hava ligið í styttri
ella longri tíð, okkurt er
skrivað í januar. Øll brøvini
spyrja um tað sama, bræv-
skrivararnir vilja hava at
vita um tey eru komin á
vallistan.
Jens Marius Poulsen,
skrivari, hví hevur býráðið
ikki svara teimum ungu
lesandi?
— Tað er rætt, at vit ikki
hava svarað brøvunum enn,
men tað hendir fyrsta dagin.
Vit hava annars skrivað
eina neyva frágreiðing til
MFS, Meginfelag Føroy-
ska Stundenta, so eg skilji
ikki rættuliga hví felagið
ikki hevur borið tíðindini
víðari til limirnar, sigur
Jens Marius Poulsen.
— Tey ungu lesandi koma
á ein vallista fyri seg sjálv-
an. Hetta verður gjørt fyri at
tað skal verða lættari at
finna tey aftur, tá tey flyta
heimaftur. Tað kann hugs-
ast, at fólk sum flyta heim-
aftur ikki júst koma at
búgva í Havnini. Eitt nú
kunnu tey koma á vallista
sum búgvandi í Klaksvík og
samstundis standa á vallista
sum lesandi í Havn, sigur
Jens Marius Poulsen.
— Tað er ábyrgd teirra les-
andi at ansa eftir, at tey
koma á vallista. Hava tey
ikki fingið valkort fjúrtan
dagar áðrenn valið, so
mugu tey seta seg í sam-
band við fólkayvirlitið í
Føroyum. Tað hevur eisini
stóran týdning, at tey leggja
valkortið í brævbjálvan, tá
tey hava atkvøtt. Hetta
lættir munandi um hjá
okkum, tí alt ov nógvar
atkvødur verða vrakaðar,
orsakað av ólesiligum navni
og burðardegi, sigur Jens
M. Poulsen.
jústinus