hósdagur 19. mai 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ) i Nr. 93 — 19. MAI 1994 Sida 7
Samanbering millum
valið i 90 og veljara-
-kanningar
i '93 og 94
LI Valid 1990
Ø Kanning 1993 (SvF)
[] Kanning 1994 (ÚF)
Grafikkur: Hilmar Jan Hansen 19940
Kanningarnar siga broyting
Síðani valid í 1990 hava fleiri veljarakanningar verið gjørdar, og stórt sæð allar bera á tann bógvin, at saman-
setingin í løgtinginum verður broytt eftir komandi løgtingsval. Men broytingarnar eru rættiliga ymiskar
Ivasamter, um valluttókan á kom-
andi løgtingsvalid verður eins
stór, og hon annars hevur verið
seinnu árini.
Síðani valið í 1990 hava verið
gjørdar fleiri veljarakanningar av
ymsum slagi, og rættiliga gjøgn-
umgangandi hevur verið, at mong
als ikki ætla sær á val ella fara á val
fyri at atkvøda blankt.
Valluttøkan tey bæði síðstu val-
ini í 1988 og 1990 var ávikavist
87,2% og 86,16%, men veljara-
kanningarnar hava víst, at tað er
ein stór fjøld av veljaraskaranum,
ið enn ikki hevur tíkið stóðu til,
hvønn tey fara at velja, og nýggj-
asta, ið Útvarp Føroya læt gera
fyrr í hesum mánaðinum, sigur
19,7% av veljaranum vera veljar-
ar, ið ætla at leggja ein blankan at-
kvødusedil í urnuna.
Onkur onnur kanning hevur eis-
ini vist, at bert annarhvør veljari
fer á val yvirhøvur.
Veljarin broytir eisini
Men tey, sum fara á val, tykjast
eisini fara at skapa ávísar broyt-
ingar.
Longu í marts 1992, tá Sjónvarp
Føroya gjørdi eina kanning, sá út
til, at bytid av løgtingsmonnum
var fyri broyting.
Tann kanningin vísti eitt nú, at
núverandi størsti flokkurin, Javn-
aðarflokkurin, hevði mist tríggjar
tinglimir, meðan Sambands-
flokkurin hevði fingið tveir meira,
enn hann hevur nú, samstundis
sum bæði Kristiligi Fólkaflokkur-
in og Midflokkurin høvdu rokið
út, meðan Hin Føroyski Flokkurin
hevði tikid sæti á tingi við tveim-
um tingmonnum.
Ein kanning, ið so aftur varð
gjørd av Sjónvarpi Føroya i sep-
tember í fjør, vísti líknandi — men
meira svingandi — broytingar nú.
Sambært teirri kanningini hevði
løgtingid aftan á eitt val tá sæð so-
leiðis út:
Fólkaflokkurin fimm tinglimir
(sjey í dag), Sambandsflokkurin
fjúrtan (seks), Javnaðarflokkurin
fýra (tíggju), Sjálvstýrisflokkurin
tríggjar (tveir/tríggjar), Tjóðveld-
isflokkurin fimm (fýra), Kristiligi
Fólkaflokkurin ongan (ein), Mið-
flokkurin ongan (ein), Sosialist-
iski Loysingarflokkurin ongan
(ongan), Hin Føroyski Flokkurin
ongan (stillar upp fyri fyrstu ferð
hesaferð).
Ovissa við kanningum
Men sum altíð, so eru kanningar
bert kanningar, og mangan hevur
taðeisini víst seg, at úrslitið gjørd-
ist eitt annað.
Og tað, sum eingin kanning fær
tikið hædd fyri, eru tey mongu, ið
als ikki hava tikið stóðu enn, um
tey fara á val yvirhøvur ella hvønn
tey fara at velja.
Men kortini hevur gjøgnum-
gangandi linjan í kanningunum
vist, at valið hesaferð kann føra
broytingar við sær, ið gera, at løg-
tingið verður gðrvísi samansett,
enn tað er í dag.
Á talvuni omanfyri kann lesarin
sjálvur samanbera, hvat tvær av
kanningunum — onnur gjørd av
Sjónvarpi Føroya í september í
fjór og hin av Útvarpi Føroya í maí
í ár — vísa, samstundis sum talvan
vísir atkvødubytid í prosentum
við valið í 1990.
hj.
Til minnis um fyrsta fólka-
fundin, ið varð hildin við
tjarnimar undir Brúnni í
tað góðan hálvan tíma at
ganga frá vegnum eystur
fyri Líðarenda. Gott og
Sandaha anum heima á slætt er at ganga. Me fundarstaður Ne ;
Sandi 2. hvítusunnudag 14. Vénandi nýta nógv høvid 5
juni 1894, skipaungmanna- ar koma á fundin.
feløgini í Sandoynni fyri
fólkafundi á sama staði nú Ungmannafeløgini '
2. hvitusunnudag 23. mai i Sandoynni x
1994 kl. 13. >
Fundurin byrjar vid guds- Es, Um tað ikki viðrar at =.
tænastu, har Jákup Reinert fara so langt til fjals, verður fo
Hansen prædikar. Síðani fundurin hildin nidri í bygd- ep 2
tala han er 6 ini og verdur hetta lyst f Ut- Á ÆÐ
Fouisen og Mads Á. Winth- varpinum. NR ER NR
er. Sungið verður úr Song- 2 0 NES ng“
bók Foroya Fólk. mm 5 IE IE" Sand >
Á kortini er sýnt, hvar SS) Sandur} -
fundarstadurin er, og tekur + an rd -