hósdagur 19. mai 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Borgarligt stýri er
Nr. 93 — 19. MA! 1994
storsta hóttanin
Ikki minst móti fakfeløgunum, sum tí eiga at hugsa seg væl um,
áðrenn tey gera av at stilla upp sigur Tummas Arabo,
landsstýrismaður
-Stilla fakfeløgini sjålvi
upp til valid, so er tad
sjålvandi teirra val. Vit
hava eitt demokratiskt
samfelag. Men eg kann
siga so mikid við eitt nu
fiskimannafelagið, nú
hava vit klandrast um
dagstudning, at koma
sambandsflokkurin og
fólkaflokkurin til valdið,
Vitumvæla...
ALLAR
SKROKKSKAÐAR
og gera allar
smærri sum storri
LAKERINGAR
| verða givin |
TIL 56989 - 51002
JOHAN HENDRIK MOHR
700 Klaksvik
BETHEL —
so fer minstalønin nidur å
15.000 kr. og null meira.
Tað er eg rættiliga vísir í.
So eg ivist ikki i, at koma
teir borgarligu framat so
slakta teir rættindini og
trygdina hjá fiskimonnum
Teir fara eisini at lóggeva
lønirnar nidur.
Fólkaflokkurin hevur
tríggjar boðskapir. Minni
toll og minni skatt. Tað
hevur hann altíð havt í síni
skrá og altíð hevur hann
gjørt beint øvugt, tá hann
er komin til. Nú hevur
hann fingið ein boðskap
aftrat, og tað er
lønarnidurskurdur við lóg.
Sjálvur haldi eg, at hann
fer ikki at sleppa hesum
boðskapinum eins og hin-
um.
Tummas Arabo heldur
ti størsta vandan eftir eitt
komandi val vera, at vit
fáa eitt reint borgarligt
stýri. -Uttan mun til
hvussu stødan hevur verið
millum javnaðarflokkin
og fakfeløgini, so veit
tann vanligi
fakfelagslimurin, at
javnaðarflokkurin alla
tíðina roynir at verja
áhugamál hansara. Eg skal
tó viðganga, at vit hava ,
verið noyddir til at bakka *
í vælferðarsamfelagnum.
VÁGUR
Samfelagsstevnan
byrjar
friggjakvøldid 20.5., kl. 21
vidbønarmøti
Leygardagin
kl. 10 uppbyggingarmøti og
kl. 20 evangeliskt møti.
Hvitusunnud.
kl. 15 uppbyggingarmøti og
kl. 20 evangeliskt møti.
2. hvitusunnud. kl. 10 uppbyggingarmøti,
kl. 15 uppbyggingarmøti og
kl. 20 evangeliskt møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir.
Samkoman i Bethel
flokkurin vil
Men vit eru hóast alt tann
flokkur, sum bakkar
minst, tá tað snýr seg um
lónmóttakaran og fak-
feløgini
Eg rokni tí við, at besta
bod hjå fakfelagslimum
hóast alt må vera
adarflokkurin
Tummas Arabo
javn
sigur
Danir avgjerdir
-Nú eru tað fleiri, sum
halda, at javnaðarflokk-
urin er gingin ov langt á
sjålvstyrisleid, og orsøkin
til at tey nú velja sam-
bandið er tann, at hesin
steðga
gongdini á sjálvstýrisleið!
-Tað er ikki ein spurn-
ingur um, hvat vit í
Føroyum vilja ella ikki, tå
hugsað verður um eitt nú
umsitingina her á landi.
Danir trýsta eitt umsit-
ingarligt sjálvstýri inn á
okkum, eingin ivi skal
vera um tað. Teir vilja
vera leysir av okkum
umsitingarliga.
Tummas Arabo við-
gongur, at vit hava ikki
verið nummar eitt til at
umsita tað vit hava
yvirtikið, men tað er
greitt, at danir vilja trýsta
okkum til yvirtøkur, og
tað fara teir so sanniliga
eisini at gera við
sambandinum á odda. Vit
fáa rætt og slætt greið boð
frå dønum, at tå vit fáa ein
blokk frá teimum, so má
tað vera okkara egna
ábyrgd og skylda at
umsita hann.
Vandar lúra
Landsstýrismaðurin
heldur fyri, at hóast tað
enn ikki er avgjørt at hava
nýval, so ber longu nú til
at siga, hverjar avleiðing-
arnar vera fáa sambandið
og fólkaflokkurin valdið:
-Fyri tað fyrsta fara teir
at leggja eftir lønmåt-
takarunum. Teir fara at
taka allar trygdarskipanir
burtur ella oyðileggja tær.
Harnæst fara teir at minka
um almenna sektorin við
kanska 1000 fólkum og
hetta fer serliga at ganga
út yvir Havnina.
Síðani vilja teir fáa
okkum inn í ES, og harvið
vilja teir avreiða undir-
grundina. Eg eri sann-
førdur um, at oljan kemur,
og tá hon kemur, tá vilja
nakrir fáir fáa ágóðan.
Kemur javnaðarflokkurin
at sita í Tinganesi eftir
valið eisini, so vilja vit
tryggja, at allur ágóðin
kemur til tey nógvu og
ikki til nøkur útvald. Eg
síggi oljuna sum ein
stóran vanda, koma hesir
menn út í Tinganesi, tí tá
verður oljuágóðin býttur
millum nøkur få, og tey
nógvu standa við
sviðusoð
Nei til reiðarapolitik
Hvat fiskirikidøminum
viðvíkur, so vilja teir
borgarligu í Tinganesi
lítið annað gera enn at
renna grindi fyri reiðarar,
nakað, sum gjørt er
Sambandið
er ullint
-Sambandsflokkurin er ein
ullintur flokkur. Eingin
veit, hvat hann vil. Og
hann veit heldur íkki
sjálvur, hvat hann vil.
Fyrst siga teir seg vilja
gera alt fyri at fáa okkum
upp í ES. Síðani sigur
formaður floksins frá í
sjónvarpssending týs-
kveldið, at hann kortini
ikki vil inn í ES, uttan ein
félkaatkvøda er hildin
fyrst.
Og soleiðis kundi verið
hildið fram sigur Tummas
Arabo, landsstýrismaður,
sum fylgdi fyrstu veruligu
valsendingini í sjónvarp-
inum tyskvøldid. Hann
vísir á, at tá sambands-
flokkurin sigur, at hann
hevur loysnir her og nú,
so er tað ikki rætt, tí tað
finst eingin skjót loysn
upp á kreppuna. Tað er
hart arbeiði, sum skal
gerast og ein skal tora at
taka ópoppulerar avgerðir
og halda fast við tey mál,
tú hevur sett tær.
Tíðindablaðið (ST)
seinastu 20 árini. Eg havi
so steðgað
ørindagongd og sagt
kortanei til at reka ein
politikk, sum er dikteraður
av reiðarum. Fiskivinnu-
politikkurin vit hava lagt
út við eigur at haldast. Vit
eiga at broyta fiskiveidu-
hesi
-Men hví fær sambandið
tá so stóra undirtøku í
veljarakanningunum?
-Tað má koma av av
ónggdini við verandi
landsstýri. Fólk trúgva
kanska, at sambandið
stendur fyri tí trygga og
hevur meira álit í
Danmark, og at flokkurin
tískil hevði fingið betri
úrslit í samráðingunum
við danir enn verandi
stýri. Men tað er bara ikki
rætt. Vit hava arbeitt
saman við bæði teimum
konservativu og vinstra í
Danmark. Tann fyrsta
avtalan, sum gjørd var 6.
oktober 1992 varð gjørd
við eina danska borgarliga
stjórn og veruleikin er
tann, at arbeiðið hjá
Maritu Petersen løgmanni
síðani hevur verið at fylla
henda avtalukarm út.
-Men hvat megnar
Edmund Joensen sum
hetta landsstýrið ikki hev-
ur kunnað í samráðingum
við danir?
-Tað er ein góður
spurningur. Eg meti, at
lógina nakað aftrat, so-
leiðis at hon kemur at
virka betri. Málið má
vera, at vit byggja
fiskistovnarnar uppaftur
sigur Tummas Arabo.
jan
hann fyri tað vanliga
fólkið kann minni enn vit
kunna.
-Men hvussu ber tað so
til, at júst sambandið fær
so góða undirtóku millum
veljararnar?
-Ja tað kundi eg gott
hugsað mær at vitað. Tey
vera í hvussu er
vónsvikin, um tey vænta
sær meira av
sambandinum enn av sit-
andi landsstýri.
Heimastýrið í vanda
-Skal sambandið fylgja
síni stevnu, hvat kunnu vit
so rokna við fer at henda?
-Tå kann føroyska
heimastýrið koma í vanda.
-Hvussuleiðis?
-At samfelagið koyrir
so fast, at vit verða sett
totalt undir politiska um-
siting eisini. Vit eru longu
sera bundnir av avtalunum
við danir, men tað ber so
sanniliga eisini til at blíva
uppaftur meira bundnir,
og hetta kunnu vit bera
mm