hósdagur 19. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 93 — 19. MAI 1994
Størsti vandin:
Gjogvin millum
fakfeløgini og
Javnarflokkin
Fara fakfeløgini at taka atkvød-
z
ur frå Javnadarflokkinum i
hvørjum einstøkum valdømi, VÁ
hevur hin føroyska arbeiðara- gr”
rórslan lítið vunnið, heldur
Frank Davidsen
-Tað kann gott vera, at fak-
feløgini eru misnøgd við
Javnaðarflokkin um eitt og
annað, og tað skulu tey
sjálvandi eisini hava loyvi
til, men eisini tey mugu
ásanna hvussu trupul viður-
skiftini hava lagað seg hesi
seinastu árini, og at hesi
hava darvað alt vanligt
politiskt arbeiði. Hendir nú
tað, at fakfelggini fara at
stilla upp móti eitt nú Jav-
naðarflokkinum í hvgrjum
valdømi er í hvussu er eitt
vist. Borgarligu flokkarnir
fáa ágóðan, og tá hevur
samlaða føroyska arbeið-
ararørslan lítið vunnið.
Hetta sigur Frank David-
sen, javnadarløgtingsmad-
ur í Vágum.
Frank Davidsen heldur, at
eitt val í juli er helst óheppið
tá hugsað verður um fritid-
ina og at mong eru burturi,
men politiskt heldur hann
tað vera líka frægt at taka
valið nú.
Stóð við ábyrgd
Frank Davidsen heldur
størstu vandamálini í dag
vera stóra arbeiðsloysið og
fólkaflytingina av landin-
um.
-Lat bert onnur geva Jav-
naðarflokkinum skyldina
fyri bæði eitt og annað. Men
hugsast skal eisini um, at
kreppan byrjaði ikki við
Javnaðarflokkinum. Hon
gongur aftur í tey ár, flokk-
urin onga ávirkan hevði á
politikkin. Men hóast tað
Í MOTOROLA
450
900
FARTELEFONIR
Storno
Handan A6 - Tórshavn
Tlf. 14414 - Fax. 18045
tykist sum tað er Javnadar-
flokkurin, sum nú fær
skyldina fyri alt ilt.
Frank Davidsen minnir á,
at tað hevur altíð verið júst
Javnaðarflokkurin, = sum
hevur staðið við ábyrgd, tá
aðrir eru lopnir frá.
Alt lá lamið
Vágatingmaðurin heldur, at
serliga truplu umstødurnar
viðvíkjandi bankunum
komu sera óvart á politik-
aramar og at hesi viður-
skiftini hava tikið nógva tíð
og orku í politiska arbeið-
inum. Ikki minst hava tær
alt annað enn skilagóðu
treytir frá donsku stjórnini
verið sum eitt haft fyri
politiskt arbeiði í Føroyum,
sum fyri ein stóran part
hava lat samfelagið lamið.
Loypur ikki frá
Spurdur um Frank David-
sen verður millum valevni
Javnaðarfloksins hesaferð
aftur sigur hann, at nú var
hetta fyrsta valskeið hans-
ara, so vil felagið stilla hann
Vágafólk valdu meg inn,
og skal eg úr aftur
tinginum skulu vágafólk
eisini fáa møguleika til at
velja meg út aftur, sigur
Frank Davidsen, sum
hevur verið tingmaður
síðani 1990.
Mynd: Kalmar
upp aftur, tekur hann helst
av.
-Tær veljarakanningar,
sum enn eru gjørdar boða
ikki frá góðum, og ti haldi
eg tað vera skeivt nú at
stinga halan millum beinini.
Eg var valdur við nógvum
atkvødum á ting, og skal eg
útaftur, skal tað vera so, at
vágafólk skulu fáa loyvi til
at velja meg út aftur, sigur
Frank Davidsen. tór.-
-Nú var eingin annar møgu-
leiki enn val í úrtíð, ti Sjålv-
stýrisflokkurin tordi ikki at
vera við meira. Tað var í
samband við nógv umtal-
aðu skattauppskotini hjá
m.ø. Lassa Klein, at lands-
stýrið mælti úl at gera
generellan skattalætta til
allar tær lægstu inntøkur-
nar, men tað vildi Sjálv-
styrisflokkurin als íkki
hoyra talan um.
Tíðindablaðið (5771
Sjálvstýrisflokkurin
ræddist skattalætta
— og tí leyp hann frá avtaluni við hinar lands-
stýrisflokkarnar, sigur Henrik Old
Tað heldur Henrik Old og
leggur aftrat, at klandur
beinanvegin kom í Sjálv-
stýrisflokkin eftir deyða
Asbjørn Joensens.
-Asbjørn var førur fyri at
halda flokkinum saman, og
hann var eisini á bylgju-
longd við Lassa Klein. Men
hesa uppgávu tóktist Lasse
Klein ikki einsamallur at
megna, sigur Henrik Old.
Nú onnur taka maktina
bleiv galið.
-Tað tykist eisini løgið, at
nyggi makthavarin í
flokkinum, Helena Dam á
Neystabø sigur, at flokkur-
in vil gera upp við
áttatíárini, men vit eiga at
geva gætur, at Sjálvstýris-
flokkurin er einasti flokkur
á tingi, sum hevur verið í
landsstýrinum øll åttatiår-
ini, sigur Henrik Old.
Henrik Old harmast
annars um, at nú fer neyvan
at bera til at fremja nøkur av
teimum málum, sum annað-
hvort liggja í tinginum ella
landsstýrið hevur ætlanir
um. Millum annað skatta-
lætta til tey lægst løntu.
Haraftrat at broyta skatta-
vidurskiftini hjá siglandi, so
vandi ikki er fyri, at fleiri
teirra fara av landinum.
Henrik Old stúrir ikki so
nógv fyri framtíðini, nú
meginparturin av skipum
og virkjum eru saneraði.
-Vit hava eitt væl útbygt
samfelag, og tað sum nú er
eftir av vinnufyritøkum
skuldu staðið rættiliga
tryggar. Nú ræður um at
halda tørn so vit fáa kvinka
gongdina rætta vegin, sigur
suðuroyartingmaðurin.
tór.-
Henrik Old:
Sjálvstýrisflokkurin
kann ikki skulka sær
undan 80-unum
Mynd: Kalmar
"i
Lønarnidurskurdur vid låg loysir ongan trupulleikar,
heldur Mikkjal Sørensen, suðuroyartingmaður.
Mynd: Kalmar
Bankakrakkini
foru vid orkuni
— og ti kom mangt annað, vit kundu hugsað
okkum, at liggja á láni, sigur Mikkjal Sørensen
-Nei, eg ræðist ikki kom-
andi val, hóast eg ikki kann
siga meg nøgdan við
politiska leiklut javnaðar-
floksins í hesum valskeið-
inum. Men so skal eg eisini
skunda mær at siga, at ein
av stóru orsøkunum til, at
mangt av tí, vit høvdu sett
okkum fyri, kom at liggja á
láni eru álvarsligu banka-
kreppurnar. Hesar komu
sera óvart á okkum, og vit
vóru ikki fyrireikaði, sigur
Mikkjal Sørensen og leggur
aftrat, at júst hesi viðurskifti
hava tikid ein sera stóran
part av tíðini og orkuni frá
hesum landsstýrinum.
Lidug framleiðsla
At lova gull og skógir gera
vit avgjørt ikki, men eg
haldi tað vera umráðandi at
ávara ímóti patentloysnun-
um hjá Fólkaflokkinum og
Sambandsflokkinum um at
allir trupulleikar eru loystir,
um lønir verða settar mun-
andi nidur. Hetta loysir
ongar trupulleikar, sigur
Mikkjal Sørensen. Hann
leggur aftrat, at einasta
loysn er at bøta um okkara
råvørutilfeingi og gera
meira burturúr at viðgera
okkara fiskavøru. Tá kunnu
vit koma størstu trupul-
leikanum til lívs sum eru
fólkaflytingin og arbeiðs-
loysið.
Spurdur um Mikkjal Sør-
ensen stillar upp aftur sigur
hann, at kemur ein áheitan
frá valfelagnum, fer hann
helst at taka av.
tór.-