hósdagur 19. mai 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ] Nr. 93 — 19. MAI 1994 Síða 13
Atli Dam, tingmaður
Valið týðandi fyri
framtíðar samvinn-
una Danmarkar og
Feroyar millum
Hverja stóðu hevur løg-
tingsmaðurin Atli Dam til,
at nýval nú helst verður
útskrivað. Atli Dam er
eisini fólkatingsmaður.
Hann hevur hesa við-
merking:
-Tá nú komið er hartil,
at val kortini verður út-
skrivað, eiga vit at gera
okkum greitt, hvørjar upp-
gávur verða tær tyngstu
og týdningarmestu hjá
nýggja landsstýrinum at
loysa.
Sjálvur haldi eg, at tær
fremstu verða tær somu
sum sitandi samgonga
hevði sett fær fyri at fyri-
reika fram til september
mánað í ár, nevniliga sam-
ráðingarnar við Danmark
um eina betri loysn av
fíggjarligu trupulleikunum
vit eru í, og her fyrst og
fremst skapan av um-
stóðum fyri eini víðari
menning av fiskivinnu
okkara og her serliga
betur viðgerð og
marknadarføring av tí
tilfeingi vit ráða yvir sigur
Atli Dam og heldur fram:
Rikidømi má ikki
skvættlast burt
-Tryggjan av einum rá-
evnispolitikki og lóggávu
viðvíkjandi undirgrundini,
sum forðar fyri, at møgu-
ligt rikidømi verður
skvættla& burtur, men
kemur øllum sam-
felagnum og framtíð
føroyinga til góða.
SKANDINAVISK TALE
ÍSLENDSKT MÁL
ENGLISH SPOKEN
DEUTSHE SPRACHE
Útvegan av teim am-
boðum til búskaparliga
stýring, sum kollsiglingin
av bankunum endaliga
avdúkaði at okkum tørv-
aði, herundir serliga
“kredittformidlingina" og
fíggjarligt eftirlit, annað-
hvørt sjålvstødugt í sam-
vinnu við landsbankan
ella í neyvari samvinnu
við danska
fíggjareftirlitið, so vit ikki
einaferð enn verða tiknir á
bóli, tí vit ikki hava somu
vitan sum menn
hinumegin borðið, ella tí
umsitingarliga skipan
okkara ikki nóg týðliga
hevur ta vitan, sum ger
okkum før fyri at seta
fyribyrgjandi tiltøk í verk.
Peningaskipanin
Atli Dam sigur víðari, at
eitt týðandi mál er at
tryggja, at tann ogn, sum
Føroya fólk nú hevur sett í
peningaskipan okkara
verður verðandi fólksins
ogn og tá peningastovn-
arnir aftur gerast sterkir
og partabrøvini hækka í
virði og eginpeningurin
veksur, gevur ágóða til
tann landskassa, sum tá
kann linka skattatrystid á
hin hart kroysta borgaran.
-Hóast tað var spell, at
samgongan, nú vit hava
uppfylt nærum gll krgv frá
danskari síðu, bæði rímu-
lig og órímulig, ikki slapp
at samráðast um eina
endaliga og verdugari av-
talu, so er rætt, nú við-
urskiftini eru blivin sum
tey eru, at taka valið
skjótast gjørligt og nýta
valstríðið til at gera greitt,
at tað serliga er framtíðin í
samvinnu við danir, eitt
nýtt løgting skal leggja til
rættis.
Atli Dam ivast ikki í, at
tað er givið, at munandi
broytingar fara at verða
gjørdar, og týðandi er ti at
fáa fram, hvat teir ymsu
flokkarnir hugsa á hesum
øki og sýna, hvør hevur
frægasta handalagið í hesi
stóðu.
Sambandsflokkurin
-Ivist ikki í, at her kemur
at koma fram gamli sann-
leikin um, at sambands-
flokkurin er eins lítið
skikkaður og hann fyrr
hevur verið. Kanska ser-
liga tí hann er so trekur at
taka ábyrgd, tað eru jú
bert fýra á síðani, at hann
stakk halan millum beinini
aftaná eitt krákuár í Tinga-
nesi.
Sjálvstýrisflokkurin,
sum mest tosar um taktikk
og einki hevur gjørt annað
enn spælt eitt taktiskt spæl
síðani stjórnuskotið beint
uppundir seinasta val,
hevur nú loksins avdúkað
seg og prógvað, at tær at-
kvødurnar ikki kunnu
nýtast til nakað. Hesin
flokkur, sum talar so nógv -
um trúvirði, hevur spælt
sær sítt av hondum.
Javnaðarflokkurin
verður í tryggjanini av
skipaðum viðurskiftum
við danir drúgvastur og
sum verja móti eini
óavmarkaðari borgarligari
ránsveiðu í lønarnidur-
skurðsins halga navni
nærum einsamallur at
verja sigur Atli Dam í við-
merkingini.
jan
til/úr NOREGI/DANMØRK
Ring til:
DANNY TRANSPORT
Tlf. 19192 - 89192 - 84100
Vit hava eisini flytikassar!
578999.
ADUC -keitsotan
Láarvegur 14 - Tórshavn-- Tlf. 15828 - Fax 15893
”ARBEIDSHANDSKAR
til ølt endamál — bæði á sjógvi og landi
Eliaskirkjan,
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 elta 031-
Vesterbrotorv 49
Íbúð í Gladsaxe
Par vid ongum børnum ynskir 2 verilsis
íbúð (helst møblerada) í Gladsaxe
kommunu — frá aug. 94. Prísur kr.
3.000 við øllum. Skriva til: Sosialurin,
Box 76, 110 Tórshavn, undir
Bill. mrk. 1036
Lækna exam.
kosmetologur
M. Heinasonarg. 29 |}
Tif. 19118
Tysdagin 24. mai 94
letur upp
VIÐGERÐARSTOVAN
í Magnus Heinasonargetu 29
(har handilin VOGUE heldur til)
UPP-
LATINGAR TI LBOD
galdandi alla vikuna
Andlitsviðgerð
van. prísur 300,-
i
3
Aðrar viðgerðir:
Acne - Lita vippur & brýr — Brúðar
make-up o.a.
Taki eisini skemm-
andi hårvøkstur -
og skalt tú út eitt
kvald-komsoinná
gólvið og fá
make-up lagdan
fyri BERT 40, -
Mánad.-hósdag |
kl. 9.00—17.30
Fríggjadag:
kl. 9.00—19.00
Leygardag:
kl. 9.00—14.00