hósdagur 19. mai 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 93—19. MAI 1994
Lasse Klein um nýval:
Umhugsar støduna
Fråfarni tingformadurin hevur ikki gjørt av, hvar hansara fram-
tíðar politiski vigvøllur verður, men hann hevur ikki mist vónina
um at fáa innivist onkunstaðni
Lasse Klein er at hitta í
Túnaggtu í Saltangará í hes-
um døgum. Hann hevur
bókhaldsvirki og hevur ok-
kurt at tríva í, hóast politiski
áhugin ikki er burtur so-
leiðis med alla.
Í politikki kann alt
henda, og Lasse Klein er
ikki beinleiðis ovfarin av, at
nýval nú er útskrivað.
Hann hevur fingið nógvar
viðmerkingar í sambandi
við at hann fór úr sjálv-
stýrisflokkinum, og heldur
sjálvur, at tær flestu hava
verið positi var.
- Tad er bert nøkur fá fólk,
sum taka undir við hinum
partinum í sjálvstýris flokk-
inum, sigur Lasse Klein.
Tey flestu góðtaka ikki tað,
sum er farið fram viðvíkj-
andi skattauppskoti mín-
um, sigur Lasse Klein.
- Tað er eindømi, at ein
samd skattanevnd tekur
undir við einum uppskoti,
fyri síðani at havna ti í tingi-
num. Hetta er brot á demo-
kratisku skipanina.
Tíðindablaðið (571)
Demi um dóm fyri
órættvísa viðferð
Lasse Klein vil ikki gera
viðmerkingar til, hvønn
flokk han vil stilla upp fyri
til komandi Jløgtingsval.
Hann umhugsar enn stødu-
na.
- Kann hugsast, at tú still-
ar upp í Sjálvstýrisflokki-
num?
- Valfeløgini um landið
eru ikki fegin um tað, sum
er farið fram í seinastuni,
men eg havi ongar við-
merkingar til, hvønn flokk
eg fari at stilla upp fyri.
- Kanst tú bara vaska
talvuna reina, og so stilla
upp aftur av nýggjum í tín-
um flokki?
- Tað er ikki nógvar lógir
og reglur, sum viðgerða slík
mál.-
Eitt fordømi er í Tjóð-
veldisflokkinum, har trigg-
ir limir vóru koyrdir úr
flokkinum. Teir mótmæltu
og fingu dóm fyri, at teir
høvdu fingið órættvísa við-
ferð, og sluppu tf inn aftur í
flokkin.
- Hvat fekk tú burturúr at
fara úr flokkinum?
-Eg tók meg burtur úr
tingbólkinum, men seinni
eri eg koyrdur úr flokki-
num.
- Brotið millum meg og
Sjålvstyrisflokkin kom í
størstu rembingartíð sum
vit nakrantíð hava verið í.
Snidålop
- Eg kundi ikki góðtaka, at
ein samgonga ikki virðir
meirlutavagerðir, og hetta
var tí ein roynd at kollrenna
politisku skipan okkara.
Sjálvstýrisflokkurin gjørði
einki fyri at forða fyri ein-
um sniðálopi á demokratiið.
- Fyri meg persónliga
kom hetta sum ein skelkur,
tí eg havi í øllum mínum
politiska arbeiði roynt at
forða fyri "avtalaðum" po-
litiskum leiki sum undir-
grava demokratiid. Stødan
gjørdist eitt skot fyri bógv-
in, tá sjálvt landsstýri/sam-
gonga framdi avtalað spæl,
við hjálp frá mínum flokki.
- Var tað rætt av tær at
gera móti pensionistunum,
sum tú hevði játtað at
hjálpa?
Uppskotini fevndi ikki
bert um pensionistar, men
fleiri samfelagsbólkar. Vert
er at viðmerkja, at tað íkki
bert var Lasse Klein, sum
stóð aftan fyri uppskotið,
men ein samd skattanevnd.
- Eg haldi, at nú skulu
pensionistarnir sjálvir fáa
høvi at svara hesum, við
valatkvøðum sínum. sigur
Lasse Klein.
Hann sigur um komandi
leiklut sín í valstríðnum, at
so vítt hann veit, so skulu
vallistarnir = verða inni í
seinasta lagi tríggjar vikur
fyri valið.
- So leingi fert tú ikki at
bíða við at gera av, hvønn
flokk tú stillar upp fyri?
- Eg umhugsi støðuna
hesa vikuna.
- Hevur tú góð kort í
hondini?
- Tað havi eg onga við-
merking til.
- Tú hevur ikki mist vóni-
na um at sleppa upp í part í
føroyskum politikki?
- Nei, tað er so langt frá tí,
sigur Lasse Klein.
Dagny
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður um ALS:
Uppskotið hjá
landsstýrinum |
er enn galdandi
- Heuði stýrið fyri ALS frameftir noktað at
skriva undir lánið til ALS, so høvdu vit antin
trýst tað at skriva undir, ella mælt tinginum til
at koyra stýrið frá, sigur landsstýrismaðurin í
arbeiðsmarknaðarmálum
Arbeiðsloysisskipanin
hevur livað í óvissu seinastu
mánaðirnar, av tí at kassin
er tómur, og ivasamt hevur
verið um nóg mikið var til,
hverja ferð útgjalding hevur
verið.
Seinast hevur frítíðarpen-
ingurin bjargað skipanini,
men hetta er eingin loysn
frameftir.
Høgni Joensen, formaður
í stýrinum fyri ALS, sigur
vid Sosialin, at stýrið ikki
hevur tikið stóðu til nýggju
støðuna, nú val verður út-
skrivað.
Nógv at gera
- Vit havaregluligar fundir í
styrinum, og vit hava nógv
at gera, sigur Høgni Joen-
sen.
- Hvat fara tit at gera fyri
at bjarga Arbeiðsloysis-
skipanini, nú landsstyri
hereftir fer at virka sum
starvsstjórn?
- Hetta er ein nýggj stóða,
sum vit fara at taka upp á
stýrisfundi fríggjadagin.
- Nú hevur stýrið einsa-
malt ábyrgdina av, at fólk
frameftir fáa stuðul?
- Tað ber ivaleyst til at
venda sær til Løgtingid,
sum hevur gjørt lógina,
hóast val verður útskrivað,
men annars eru fleiri møgu-
leikar, men eg veit íkki,
hvørja niðurstøðu stýrið
kemur til.
- Ein møguleiki er at tosa
við teir sosialu myndug-
leikarnar um stuðul eitt tíð-
arskeið, annar er, at stýrið
hevur heimild til at taka lán.
- Higartil hevur stýrið
sum kunnugt noktað at nýta
henda møguleikan. Um
stødan broytist hesum við-
víkjandi, ú vit fáa nýval,
veit eg ikki.
Taka steðu til lánteku
- Hetta er avgerð, sum part-
amir á arbeiðsmarknaði-
Jóannes Eidesgaard: - Tað
er upp til stýrið at taka
stóðu til låntøkuna, sum er
einasta loysnin
num í stýrinum skulu taka
stóðu til.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður, sigur, at
nú er uppskotið hjá lands-
stýrinum einasta loysnin.
- Hendir framvegis einki í
málinum um at bjarga Ar-
beiðsloysisskipanini, so er
enn ein møguleiki fyri, at
málið verður loyst.
- Hóast landsstýrið nú.
bert virkar sum starvsstjórn,
so varðveitir tað heimildina
at veðhalda fyri láninum til
ALS, um stýrið vil nýta tann
møguleikan. Hetta er ein-
asta loysn í løtuni, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Kroyrt stýrið frá
Annars upplýsir lands-
stýrismaðurin, at um stýrið
ikki var komið til eina nið-
urstødu um at bjarga ALS
nú, so hevði verið farið nið-
an í tingið við uppskoti um
at koyra stýrið frá, so onnur
fólk komu í stýrið, sum
kundu góðtaka lántøku.
- Eg veit ikki, um vit
høvdu fingið undirtøku fyri
hesum í tinginum.Nú stend-
ur tað til stýrið at gera av,
hvussu tey arbeiðsleysu
verða tryggjað stuðul fram-
eftir, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Við ødrum orðum, so er
Arbeidsloysisskipanin ikki
verri fyri, orsakad av at
nýval varð skrivað nú.
Næsti fundur í stýrinum
verður fríggjadagin.
Dagny