fríggjadagur 20. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lønarlækking
vid Sam-
bandinum
STØDAN i føroyska samfelag-
num er ålvarsom, og líkt er til, at
hon kann gerast upp aftur meira
álvarsom. Hetta kundu fólk, sum
hugsa samfelagsliga og politiskt,
staðfesta týskveldið framman
fyri sjónvarpsskíggjan.
EFTIR veljarakanningunum
fær sambandsflokkurin sløk 40
prosent av atkvødunum, og einki
er at ivast í, at flokkurin fer at
skipa samgongu eftir valið.
Kanska einsamallur.
HVØNN politikk hevur so sam-
bandsflokkurin at bjóða? Og hev-
ur flokkurin synt ta åbyrgd i hes-
um valskeiði, sum nú er farið at
halla, at fólk kunnu taka undir
við hesum flokki í stórum tali?
Svarið er eitt NEI.
SAMBANDSFLOKKURIN
hevur ikki stungið nakran poli-
tikk út í kortið, sum kann beta
nakað munabetri um ringu sam-
felagsstøduna — støðuna hjá fólki
og landi. Tí er tað óivað fyrstu
ferð, at ein flokkur fer at vinna
eitt val, uttan at hava nakran
politikk.
TVEY mál hevur flokkurin tikið
fram ferð eftir ferð. Spurningur-
in um limaskap í Evropeiska
Samveldinum og spurningin at
lækka kostnadarstigid. Og hetta
sló formaður floksins fast aftur í
kjaksendingini í sjónvarpinum
týskveldið.
FLOKKURIN hevur áður víst á,
at hann fer ikki at seta lønirnar
niður við lóg, sum fólkaflokkurin
ætlar at gera. Men hetta málið lá
so frammarlaga í framløgu Ed-
mund Joensens hetta kveldið, at
hesum ynski fólkafloksins fer
sambandsflokkurin helst at
gloypa fyri at kunna skipa eina
borgarliga samgongu.
TEY flestu kunnu verða samd
um, at kostnaðarstigið má og
skal lækkast. Hetta hevur Sosi-
alurin víst á mangan. Men tað
skal gerast við at effektivisera
arbeiði og framleiðslu og tað skal
gerast við dugnabetri leiðslum.
Bíligari tænastum og minni
kapitalkostnaði.
MEN lenarlækking er eingin
loysn. Hon er eitt álvarsamt inn-
triv í tann demokratiska og væl
skipaða arbeiðsmarknaðin, og
hon fer at fáa slíkar avleiðingar
fyri samfelagið, sum vit slettis
ikki kunnu hugsa okkum.
TÍ sigur javnaðarflokkurin og tí
siga fakfeløgini korta nei til at
lækka lønir við lóg.
VIÐVÍKJANDI hinum spurn-
inginum, um sambandsflokkur-
in hevur sýnt ábyrgd, sum ger
hann so vælumtóktan, so er bara
at siga, at álvarsligar banka-
kreppur hava skolað yvir før-
oyska samfelagid. Fyri at bjarga
bankunum gjørdi landsstyrid
avtalur vid danir. Men vert er at
geva gætur, at sambandsflokk-
urin hevur stungid halan millum
beinini, tå løgtingid skuldi góð-
taka avtalurnar.
SJÅLVANDI er tað nógv i av-
talunum, sum er herskin kostur
og okkurt kundu vit kanska havt
sloppið undan, men skal tú læna,
so mást tú eisini ganga undir
treytir? Høvdu Edmund & Co.
klárað tað betur?
TEY flestu munnu ivast! Og
hevði tað verið liviligari um 500
ella 1000 fólk afturat høvdu verið
blakað út í arbeiðsloysi? Neyvan!
Tad hevdi verið meira at goldið til
ALS og fólkaflytingin hevði ikki
verið minni. Tí halda vit ikki, at
sambandsflokkurin er nakað
sum helst alternativ — í hvussu 80
er ikki eitt alternativ, sum kann
beta støduna hjá hart kroysta
føroyinginum.
TAD er tvingandi neydugt at
lækka skattatrystid nakad og
gera meira fyri at fáa fleiri fólk-
um arbeiði. Men politikkur sam-
bandsfloksins fer at tveita upp
aftur fleiri út í arbeiðsloysi og tað
verður ikki lættari at liva, tá
royndin hjá teimum borgarligu
at lækka lønirnar skal roynast.
sosialurin
Størsta justitsmord i føroyskari rættarsøgu
nakrantíð, um Dalstrolararnir skifta eigara
ella verða seldir av landinum
Lat meg beinanvegin gera
heilt greitt, at bæði løgting
og landsstýrisfólk, harvið
eisini undirritaði, eiga at
taka í egnan barm áðrenn
tey sáða minsta iva um tað
arbeiði, ið landsgrannskoð-
arin hevur greitt úr hondum
og sjálvur ivist eg onga løtu
í, at hann til eina og hverja
tíð kann standa við tað,
hann hevur ført fram.
Tá tað er sagt, so má eg
viðganga, at tá hann erfyri
tók tvey skip burtur úr
heildini og gav teimum eina
so nágreiniliga viðgerð, at
saneringin av skipunum or-
sakað hesum varð steðgað,
tá metti undirritaði at tað
var ein rættuligur farri av
dómsvaldadámi og í minni
mun ein grannskoðarafrá-
greiðing, ið stóð eftir tá ein
hevði lisið júst tað pettið av
frágreiðingini, ið snúði seg
Eigararnir av umrøddu 7
þátum hava alment boðað |
frå, at einki er krógvað eins |
og øll neyðug skjól hava
verið tøk hjá umsitingini, |
eisini tå umsitingin jåttadi
tann stuðul, ið varð veittur |
frá fyrstan tíð av. Tað kann í
tí tykjast løgið, at sama um-
siting nú heitir á eigararnar
um upplýsingar, sum tey
sjálvi hava havt um hendi
alla tíðina og sum tey tóku 7
stóðu út frá í sambandi við
tær játtanir, veittar vórðu tá
hesir bátarnir vórðu bygdir.
Eingin ákæra er reist í
sambandi við málið, og enn
minni er nakar dømdur, tí er
tað heilt óskiljandi, at bát-
unum er noktað sanering.
Tá ein harafturat er vit-
andi um, at kassakreditturin
var positivur, eins og fleiri
milliónir stóðu á bók í bank-
Framhald á síðu 3