fríggjadagur 20. mai 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————— ———————0——————IIIIIIN——.
Tíðindablaðið CTA Nr. 94 — 20. MAI 1994 Síða 3
Føroya Fiskavirking:
Forboð fyri
fakfelagsarbeiði
Maskinmeistarafelagið og Fóroya Fiskavirking hittast í dag at
tosa um sáttmálaviðurskifti
Síðan í heyst hava maskin-
meistarar, sum arbeiða hjá
Fiskavirking, havt sátt-
málatrupulleikar.
Fiskavirking hevur roynt
at fingið maskinmeistarar-
nar at skriva undir serligar
sáttmálar, men Maskin-
meistarafelagið hevur gjørt
vart við, at Fiskavirking er
limur í Føroya Arbeidsgev-
arafelag, sum Maskin-
meistarafelagið hevur sátt-
mála við. Fiskavirking skal
tí ikki gera nakrar aðrar
sáttmálar við maskinmeist-
aramar menn fylgja sátt-
málanum hjá Arbeiðsgev-
arafelagnum, sigur Ma-
skinmeitarafelagið.
- Tad fylgdu nakrar treytir
við sáttmálunum, sum
Fiskavirking ætlaði at gera,
og hesar treytir kunnu als
ikki góðtakast. Eitt var, at
eingin yvirtíð skuldi vera,
men haraftrat skuldu ma-
skinmeistararnir ikki hava
nakað frítíðarítriv. Teir
máttu ikki vera nevndarlim-
ir í fakfelag, hvørki løntir
ella 6løntir. Fiskavirking
skuldi kunna råda yvir teim-
um allar 24 timarnar i sam-
døgrinum, og tad ber ikki
til, sigur Eli Davidsen, for-
maður í Maskinmeistara-
felagnum.
- Eg haldi, at Fiskavirking
ger sær dælt av arbeiðsloys-
inum. Fólk eru so bangin
fyri at missa arbeiði, og tí
tora tey illa at mótmæla.
Tað er umráðandi, at fólk
venda sær til felagið, tá
slíkir spurningar stinga seg
upp, sigur Eli Davidsen.
randi
Stridast við
Fiskavirking
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag siga, at Fóroya Fiskavirking brýtur
sáttmálan
Maskinmeisatarafelagið er
ikki einasta fakfelag, sum
stríðist við Føroya Fiska-
virking.
Tað er eisini galið hjá
teimum timaløntu.
Ein partur av ósemjuni er
í sambandi við vaktarar-
beiði. Døurdatimin verður
styttur, summastaðni niður í
hálvan tíma, summastaðni
niður í 20 minuttir.
Fakfeløgini vísa til sátt-
målan, sum sigur, at døg-
urðatímin er ein tími. Styttri
enn 30 minuttir kunnu tey
ikki hava matsteðg, og tann
partin døgurdatimanum, tá
tey arbeiða, skulu tey hava
yvirtíð, men hana vilja fleiri
virki í Føroya fiskavirking
Tað er eisini galið við
sáttmálaviðurskiftunum
hjá teimum, sum vaska fyri
Føroya Fiskavirking, sigur
Ingeborg Vinther, for-
kvinna i Føroya Arbeiðara-
felag.
Føroya Arbeidarafelag
og Havnar Arbeidskvinnu-
felag hava kallad formenn-
inar og fólkini til fundar i
næstu viku.
Fer illa við
- Eg ógvist við, hvussu illa
Fiskavirking fer við fólk-
inum, út yvir ikki at halda
sáttmálan. Uppsløg verða
sett upp um, hvussu nógv
fólkið skal skera um tíman
fyri at halda timalønina.
Tað hevur Fiskavirking
ongan rætt til, tí sáttmálin
sigur einki um, hvat av-
rikast skal.
- Tað er so ringt, tí fólk
tora einki at siga longur av
ótta fyri at missa arbeiðið,
sigur Ingeborg Vinther,
sum ætlar sær at rudda upp í
øllum hesum.
Tey hava roynt at fingið
orð ástjóran í Fiskavirking,
men hann hevur ongantíð
verið at hitta.
randi
Nú verður kravt, hvussu
nógv skal skerast um
tíman fyri at halda
timalønina
Framhald av síðu 2
unum, soleiðis at teir vóru
førir fyri at svara sínar
skyldur, so hevði umrødan
eins og stødutakanin hjá
umsitingini í Tinganesi
álíkavæl tað við sær, at
bankin legði hald á tann
pening, ið skipini høvdu
siglt inn og lagt til síðis. Tað
næsta, sum hendi, var at
Skipskredittgrunnurin or-
sakað av hesum segði lánini
upp og legði bátarnar við
brestin.
Leggjast skal afturat, at
eigararnir hava rikið skip í
20-25 år og hava teir hetta
tíðarskeiðið ikki tíkið eitt 5
oyra í vinningsbýti øll hesi
árini, eins og eginpening-
urin varð goldin kontant og
teir sjálvir heftu fyri tað.
Sostatt hongur lagnan hjá
tveimum av stásiligastu og
framúr væl riknu bátunum í
einum tunnum tráði. At av-
leiðingarnar tá tað seinni
verður staðfest, at einki 6-
regluligt er farið fram, uttan
ivakomaat hava við sær eitt
tað álvarsligasta >justits-
morðið< í føroyskari rætt-
arsøgu nakrantíð, er valla
nakar ivi um. Tað í sjálvum
sær er ein sorgarleikur, men
gleppa hesi skip manning
og eigarum av hendi, tá
liggur teirra lívsverk í
skeljasori og tá gerst skaði
óbótaligur, tað bøtist ikki
aftur.
Fyri ein, ið kennir hesar
menn, sum manna og hava
átt hesar bátar, er kenslan
eins og virðingin sera stór
og tað hevur verið ómeta-
liga ringt at verið vitni til
hvussu meint tað hevur
rakt, tá fjølmiðlarnir dag og
dagliga nærum hava válkað
sær í hesum álvarsmáli.
Tað skal tí verða mín vón,
at vidurskiftini viðvíkjandi
saneringini av nevndu bát-
um koma upp á pláss, tí
saneringin er eitt mál, sum
einki hevur við hitt málið at
gera, tí er mistak gjørt sum
vísir, at útrokningarnar í
sambandi við stuðulin skulu
gevast út frå eini minni upp-
hædd enn gjørt er, so kann
tað altíð broytast.
Hvat hugsa
damurnar hjá
JOAN JAKKU...?
um MANNFOLK
— sjålvandi
ONOHYÐVA
Er nakað sum helst rætt-
vísi til, so mega hesir bátar
ikki skifta eigara, ella fara
av landinum.
Frank Davidsen
P.S. Teimum >rættvísis-
apostlum<, sum seinastu
tíðina í sannari skadafrøi,
enntá navngivnir, hava
Komið bara
og hyggið
at úrvalinum,
tær hava til
lykkara
Stan Jukku
Vågsbotnur - Tórshavn
roynt at sligið tað, ið skuldi
verða síðsti seymur í ta
kistu, sum hesir bátar
skuldu koyrast í, vil eg bert
siga: Tit koma ikki upp á
øklar á teimum, sum eiga og
manna báðar Dalstrolarar-
nar.
A DC eisøn
Låarvegur 14 - Tórshavn - Tlf. 15828 -
ARBEIÐSHANDSKAR
til øll endamál — bæði á sjógvi og landi
Fax 15893