Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 94 — 20. MAI 1994 Síða7 Sjålvstyrisflokkurin av at vita: Innanhýsis klandur lemjir tingið - Innanhýsis trupulleikarnir í Sjálustýris- flokkinum eru nú orsøkin til, at alt politiskt arbeiði verður lagt lamið við tí úrsliti, at fleiri týðandi løgtingsmål detta burtur, at langfara- fiskimenn ikki fáa gjørt nýtslu av teirra demo- kratiska rætti, og at samráðingar við donsku stjórnina 17. august verða førdar av føroyskum embætismonnum, sigur Heini Johansen í sínum áliti í Rættarneundini. Vit prenta her viðmerk- ingar hansara til uppskotið um nýval Heini Johansen ásannar, at umrødan undir 1. viðgerð av hesum máli gav týðiliga ábending um, at ein meiri- luti í løgtinginum tekur undir við at nýval verður út- skrivað skjótast gjørligt, og tað merkir, at val kann verða longu í tí fyrstu vik- uni í juli mánað. Minnilutin harmastum, at valið, sum annars skuldi verða í november, verður so nógv framskundað, og at tað verður útskrivað við so stuttari freist, ið talan er um. Tað stutta skotbráið ger, at okkara langfarafiskimenn ongan møguleika fáa fyri at greiða atkvødu, og at aðrir veljarar, orsakað av summ- arfrítíðini ikki verða heima, tá valið verður hildið, og tí heldur ikki greiða atkvødu. Í løtuni liggja eini 35 til 40 mál í løgtinginum og/ ella í ymiskum løgtings- nevndum. Millum hesi eru fleiri týðandi mál, ið hava skund, sum tískil ikki tola at bíða. Eitt av hesum málum er uppskotið til nýggja stýr- isskipanarlóg. Nevndarvið- gerðirnar hava givið týði- ligar ábendingar um, at í tinginum er stórur meiriluti fyri fleiri av hesum málum, ið sostatt kundu verið sam- tykt og avgreidd, um løg- tingið slapp at arbeiða eina tíð afturat. Síðani 6. oktober í 1992 hava fleiri samráðingarum- fór verið millum donsku Umfiggingin av føroysku uttanlandsskuldin stendur frammarlaga í hesum sam- ráðingum. Eitt ógvuliga týdningarmikið samráðing- arumfar í hesi rød av sam- ráðingum verður 17. aug. í ár. Eitt løgtingsval í juli kann føra til, at eingin sam- Heini Johansen, vinstrumegin á myndini, er sera hvassorðaður í sínum viðmerkingum Mynd: Kalmar gonga er skipað, og at einki landsstýri er valt, tá hesar samráðingar verða, við tí úrsliti, at tað verða embæt- ismenn, ið koma at sita før- oysku megin samráðingar- borðið. Tað, at fleiri týðandi løg- tingsmål fella burtur, saman við vandanum fyri at før- oyskir embætismenn koma at sita við samráðingarborð- ið 17. august, setir okkum í eina sera trupla politiska stóðu. Minnilutin er samdur í, at løgtingsvalid, sum van- liga hevur verið hildið i no- vember, eigur at verða framskundað einar tveir mánaðar. Orsøkin til hesa stóðu minnilutans er, at tå hevði rúmari tíð verið hjá einum nýggjum løgtingi at viðgjórt fíggjarlógarupp- skotið, ið skal verða av- greitt fyri árslok. Orsøkin til ta sera truplu støduna, sum vit nå eru i, er eitt taktiskt politiskt spæl frå sjålvstyrisflokkinum og serstakliga frå formannin- um i tingbólkinum hjá hes- teir seinastu dagarnar hava avdúkað, at sjálvstýris- flokkurin á tingi undir ver- andi leiðslu ikki er at líta á í politiskum samstarvi. Tá2. viðgerð av løgtings- máli nr. 65: Broyting í løg- tingslóg um landsskatt og kommunuskatt, stóð á skránni til løgtingsfundin 9. mai, fekk javnaðarflokkur- in áheitan frá sjálvstýris- flokkinum um at skjóta upp, at málið, ið var framlagt av skattanevndini, har Lasse Klein úr sjålvstyrisflokkin- um er formaður, varð beint í figgjamevndina til nærri kanninga og víðari viðgerð. Tá javnaðarflokkurin ikki vildi gera eftir hesi á- heitan, var uppskot um at beina málið í figgjarnevnd- ina sett fram av einum av løgtingsumbodunum hjá sjálvstýrisflokkinum. Men tað taktiska politiska spæl- ið, sum lá aftan fyri hesa royndina, hevdi ikki eydn- una við sær. Løgtingsfor- maðurin, sum eisini er valdur á ting fyri sjálvstýr- isflokkin, er heldur ikki heilt eidasørur, tá tað kemur til taktiskt politiskt spæl. Hann gjørdist sigurharrin. Men formaður sjålv- stýrisfloksins á tingi gavst ikki so. Tá løgtingsmål nr. 65 kom til atkvødugreidslu við 2. viðgerð, fekk javn- aðarflokkurin greið boð frá formanninum í tingbólki sjálvstýrisfloksins. Í hesum boðum varð sagt, at um nak- ar úr javnaðarflokkinum at- kvøddi fyri nøkrum parti av løgtingsmåli nr. 65, so var samgongan fokin. Javnað- arflokkurin stóð saman við restini av samgonguni. Hetta varð gjørt fyri at tryggja tann politiska stabilitetin. Øll uppskotini í løgtings- máli nr. 65 vórðu feld. Eftir hetta boðaði formaðurin í skattanevndini frá, at hann hevði tíkið seg úr tingbólki sjálvstýrisfloksins, og at hann somuleiðis hevdi tíkið sín stuðul til samgonguna aftur. Aftan á hetta gjørdi restin av samgonguni av tann 1. maí, at hon skuldi halda fram soleiðis, at tey týdningarmiklu málni, sum liggja í løgtinginum og í ymiskum løgtingsnevndum kundu verða avgreidd, og soleiðis at landsstýrið kundi fáa tær týdningarmiklu samráðingarnar við donsku stjórnina frá hondini. Semja var um at áseta ein valdag millum 15. september og 1. oktober. Men tað taktiska politiska spælið hjá formanninum í tingbólki sjálvstýrisflok- sins var ikki lokið við hes- um. Nú skuldi tann eftir- verandi samgongan syrgja fyri at fáa løgtingsformann- in frá. Uppskot um hetta varð felt í lógtinginum og nú var so eitt hvert annað til ráða at taka. Á fundi millum landsstýrið og umboð fyri samgonguflokkarnar á ungi tann 17. mai, fingu javnað- arflokkurin og tjóðveldis- flokkurin at vita, at sjálv- styrisflokkurin nú vildi hava val skjótast gjørligt, og at orsøkin til hesa kúvend- ing var, at síðani samgong- an misti meirilutan á tingi, varð alt tað politiska arbeið- ið merkt av taktiskum polit- iskum spæli. Minnilutin kann taka und- ir við, at tað í stóran mun er talan um taktiskt politiskt spæl, sum fyrstu ferð kom alment til sjóndar, tá sjálv- stýrisflokkurin í tíðarskeið- num frá 9. til 11. maí slapp sær av við tann løgtings- mann hjå flokkinum, sum hevur sitid longst á tingi, og tá tað ikki ber til at fáa ein meiriluta í løgtinginum at atkvøda fyri, atnýval av for- mansskapi verður sett á dagsskrånna, soleiðis at for- maðurin í sjálvstýrisflokk- inum kann sleppa av við Lassa Klein sum løgtings- formann, so er nyval til løg- tingið einasta loysnin hjá formanninum í tingbólki sjálvstýrisfloksins. Minnilutin er sannførdur um, at orsøkin til alt tad tak- tiska politiska spælid i hes- um døgum, eru innanhysis trupulleikar i sjålvstyris- flokkinum. Hesir innanhys- is trupulleikar i einum åvis- um flokki eru nú orsøkin til, at alt politiskt arbeiði verður lagt lamið við ti ursliti, at fleiri týðandi løgtingsmål detta burtur, at langfara- fiskimenn ikki fáa gjørt nýtslu av teirra demokrat- iska rætti, og at samráðing- arnar við donsku stjórnina 17. august helst verða førdar av føroyskum embætis- monnum. Í fyrstu syftu mælir minnilutin til, at løgtingsar- beiðið heldur fram, og at løgtingsvalið verður hildið ein av døgunum millum 15. september og 1. oktober. Í aðru syftu tekur minnilutin undir við uppskoti sam- bandsfloksins i løgtings- måli nr. 202. 2. hvitusunnudag letur upp FRAMSYNING vid GOMLUM LUTUM i 1Bygdarhusinum f Kunoy Bygdarfelagid Vesturskin Føroyingafelagi8 í London Nærri upplýsingar frå: Birgit Sólstein, tif. 00944816815730 Helgi Joensen, tif. 00944932829027