fríggjadagur 20. mai 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 94 — 20. MAI 1994
Karaoke-
kapping
å Tvøroyri
um viku-
skiftið
„2 Move Junction« fer bæði i
kvøld og annadkvøld at skipa
fyri karaoke-sangi í
på
væl ut-
gjørda diskotekinum »Black &
White« í sambandi vid Tour "94
Hetta vikuskiftid eru
tað suðuroyingar, ið
kunnu sleppa at royna
seg við karaoke-sangi í
væl åtgjørda disko-
tekinum >Black &
White«, sum heldur til
i TB-håsinum, har eis-
ini rættiliga stórar
broytingar eru gjørd-
ar við innrætting og
gørum.
Paul Nielsen frá >2
Move Junction< sigur
við Tíðindablaðið Sos-
ialin, at higartil hevur
gingið sera væl við til-
takinum, og at luttøk-
an i ár hevur verið væl
betri enn í fjør.
— Vit hava tvey tey
fyrstu umførini hesa-
ferð havt 13 sangarar
við í Glyvra Bio og
fimm sangarar í Club
20 í Havn, og tað er
nógv meira enn í fjør,
tá vit ikki vóru í Havn.
Tá vóru bert seks sang-
arar við í Glyvra Bio,
sigur hann.
— Og nú undan um-
farinum á Tvøroyri
havalongu onkur gjørt
vart við seg, og onkur
er longu tilmeldaður,
so alt teknar fyri ein-
um góðum karaoke-
vikuskiftið í Suðuroy.
Hetta vikuskiftið er
ætlanin, at tey, sum
hava teknað seg, fáa
roynt seg á pallinum
fríggjakvgldið, meðan
sjálv kappingini verð-
ur leygarkveldið. Tað
ber eisini til at melda
seg til leygarkveldið og
vera við í kappingini.
hj.
Tíðindablaðið GQ
Cantabile í Norður-
landahúsinum í morgin
Gentukórið Cantabile, sum
skal til Skotlands at vera við
í stórari altjóða stevnu í
Aberdeen í august mánaði,
fer leygardagin kl. 17 at
hava fjøltáttaða konsert í
Norðurlandahúsinum. Tað
er stóra ungdómstónleikara-
stevnan, Aberdeen Youth
Festival, ið hevur boðið
gentukórinum hjá Paula í
Sandagerði til Skotlands at
royna seg.
Genturnar venja nú eina
rættiliga umfevnandi skrá,
ið verður framførd ymsa-
staðni í Skotlandi, og saman
við teimum fara eisini tón-
leikarar og onnur til Skot-
lands í summar.
Eitt nú er ætlanin at fram-
føra Jesus og Makedónaran
í Skotlandi, og í sambandi
við ta framførsluna verða
fleiri av frægastu tónleikar-
unum í Føroyum við — til-
samans verða tey 47 fólk.
Eyðun Sørensen hevur
umsett verkið til enskt, og
Pauli í Sandagerði er eisini í
ferð við at umskriva alt
verkið í sambandi við hetta
serstaka tiltakið.
Á ferðini í Skotlandi fer
konsertin í St. Machar
Cathedral sunnudagin 7.
august at vera høvudskon-
sertin, og sama morgun fer
føroyski sangara- og tón-
leikarahópurin at medvirka
til gudstænastu í kirkjuni.
Tað er einki minni enn ein
stórur heiður fyri Cantabile
og gll hini, ið eru við úr Før-
oyum, tí hendan gudstæn-
astan verður mett sum ein
»midja« í allari stevnuni.
Brot úr skránni
framførd í morgin
Á konsertini, sum verður í
Norðurlandahúsinum í
morgin kl. 17, fer Gentu-
kórið Cantabile saman við
tónleikarum og ødrum at
framføra brot úr skránni til
Skotlands-ferðina, og eitt
nú verður okkurt úr ensku
útgávuni av Jesusi og Make-
dónaranum at hoyra.
Men eisini okkurt heilt
annað verður á skránni. Eitt
nú fer Ársins Songrødd "94,
Gitte Wiegand, at syngja
vinnaralagið hjá sær. Hon er
ein av sangarunum í Can-
tabile. Eisini Hanus Johan-
sen, ið er við í stóra tónleika-
verkinum sum høvudsprest-
urin Kaifas, fer at syngja
okkurt av sínum egna Eisini
bólkurin Blues-Rock-Brass
fer at framføra nøkur mergj-
andi løg saman við gentun-
um og Kim Hansen fer at
spæla undir. hj.
Stor mótasýning
verður í Klaksvik
Leygarkvøldid verður stór mótasýning í Kl-høllini, har fólk eitt nú kunnu
síggja, hvørjum klæðum tey kunnu pynta seg við til Nordoyastevnuna
Mangt og hvat verður á
skránni, tá skipað verður
fyri stórari mótisýning í KÍ-
høllini leygarkvøldid kl. 20.
Umframt sjålva mótasýn-
ingina verður eisini skemt
og undirhald á skránni, so
óivað fer tiltakið at savna
nakað av fólki.
Sjálv mótasýningin er
sjálvandi høvudshendingin
hetta kveldið, og tá fara teir
flestu av mótahandlunum í
Klaksvík — Feðgar, Sama
Móti, Tára, Osla, Salong
Marjun, Baby á Barnaút-
gerð, Norðoya Skipshandil
og Hjá Skós — at sýna fram á
pallinum.
Við ødrum orðum móti
frá topp til tá, og talan er um
mótaklæði, ungdómsklæði,
barnaklæði, barnavognar,
arbeiðsklæði, skógvar og
mangt annað.
Tað er heldur ikki av til-
vild, at fyrireikararnir hava
valt at leggja hesa mótasýn-
ingina so tætt at Norðoya-
stenvnuni, ið verður næsta
vikuskiftið, tí hetta verður
eitt gott høvid hjá handlun-
um at vísa norðoyingum og
ødrum, hvussu tey frægast
kunnu síggja út og vera ílat-
in á Nordoyastevnuni, ið er
tann fyrsta stóra stevnan í
ár.
Men sum sagt er skemt og
undirhald eisini á skránni,
og tí partinum fara Hans
Hjalti Skaale, Kári Sólstein
og Jan Gardar at standa fyri.
Hans Hjalti hevur havt eitt
rættiligt gjøgnumbrot sum
undirhaldari og skemti-
sangari, og hinir bådir eru
eisini væl kendir frå Klaks-
vikar Sjónleikarfelag og
fleiri veitslum, har teir hava
undirhildið.
Fråsøgumadurin er held-
ur ikki hvør sum helst: Karl
Sofus Heimustovu, ið fer at
greiða frá, meðan mótasýn-
ingin er og annars at syrgja
fyri, at alt gongur sum tað
skal á pallinum.
hj.
Nýggjasti mótin verður á
pallinum i Kl-høllini
(Tilvildarliga vald mynd)