Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bygdarstevnan á Strondum 2. hvítusunnudag verður bygdarstevna á Strondum. Síðan mitt í 70'unum hevur verið skipað fyri stevnu og hevur hon aloftast verið 2. hvítusunnudag. Bygdar- húsið verður karmurin um tiltøkini. Stevnan byrjar tó longu friggjakvøldid, tá tað verð- ur stevnudansur við tí væl- umtókta tónleikabólkinum >Hjarnar< og leygardagin kl. 16.00 verður stórt stevnubingo. Mánadagin — 2. hvítu- sunnudag — byrjar so stevn- an við gudstænastu í Sjóvar kirkju. Kl. 15.00 verður kappróður. Róð verður 1000 og 1500 metrar. Tátað nú er ætlanin at nýta fastan start á øllum stevnunum, vil róðrarsambandið royna henda nýggja startin á Strondum. Hetta verður so eitt høvi hjá róðrarmann- ingunum at kunna seg við henda nýggja startin og verður eitt lið í fyrireiking- unum undan fyrsta føroya- meistarakappróðrinum á Norðoyastevnu. Kl. 17.00 letur tivoli upp og tá verður eisini høvi at sleppa at skjóta. Kl. 18.00 verður togtogan millum standingar og skálamenn. Sjey mans vera áhvgrjum enda og sjálvandi erutað teir sterkastu togtog- aramir á vestursíðuni á Skálafjórðinum. Í fjør vunnu skálamenn, hóast dómarin var strandingur, men strandingar ætla ikki at hetta skal endurtaka seg í ár, tó vilja teir einki siga um hver taktikkurin verður. Kl. 18.30 verður brots- kastkapping. Her hendi tað í fjør, at Poli Hansen vann kappingina. Hetta var kanska ikki so løgið, tí Poli erroyndur brotskastskjútti á 1. deild hjá SUF, men í ár fær hann uttan iva kapping frå gðrum góðum skjúttum. Kl. 19.00 verður eisini kapprenning, og er hetta eitt nýtt tiltak. Runnið verður frá Bygdarhúsinum oman til Málingahandilin. Síðani inn eftir tí gamla bygdar- vegnum inn úl Selvindi. Her verður vent og so verð- ur runnið út eftir Ovara egi og er hesin teinurin um 2 km. Málið verður við Bygd- arhúsið. Rennararnir verða býttir upp í 4 bólkar. Mann- fólk yvir og undir 14 ár og kvinnur yvir og undir 14 ár. Køkutombola letur upp kl. 19.00. Kl. 19.30 verður sjavs- kapping og er hetta 3. árið á rad. Her er tað løgna hent, at Poul Arni Poulsen bæði í '92 og 93 gjørdist vinnari, tó saman vid tveimum ym- iskum makkarum, og eyg- leiðarar vilja vera við, at Poul Arni er stórfavorittur aftur í ar. Her skal tó við- merkjast, at fleiri nýggj sjavstalent eru komin undan kavi í vetur. Vinnararnir fáa eina grótplátu, sum Ami Ziska hevur evnað til. Plát- an er til støddar sum eitt kort, og hevur Árni graver- að eina kleyvardamu á plát- una, so nú verður spennandi at vita, hvor fer avstað við »damuni«. Sjálvandi fáa vinnararnir eina í part. Kl. 19.30 verður barna- diskotek. Kl. 20.00 verður ein tón- leikaløta í biografsalinum. Birgir, Jónsvein og Martin Joensen fara at syngja og spæla. Eisini fer Magni Poulsen at undirhalda. Birgir og Jónsvein eru vorðnir rættiliga kendir ta seinastu tíðina, hava sungið bæði í sjónvarpi og útvarpi og hava luttikið á ymsum tiltøkum kring landið. Martin er ein av okkara kendastu vísusangarum, og eru yrkingar og løg hansara longu vorðin fólkaogn. Hevur verið rættiliga virkin á tónleikagkinum — bæði saman við »Vestmonnum« og hvat egnari framleiðslu viðvíkur. Her kann m.a. nevnast »Morgun« og »Blåu í stødum«. Magni Poulsen er meira kendur sum skemtari og plagar at undirhalda á veitslum og Síða 10 Nr. 94 — 20. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sestafurin ] samkomum. Kl. 21.00 verdur snar- kapping í dart. Hetta hevur einki við 301, 501 ella Mickey Mouse at gera, men skulu luttakararnir royna at skora flest stig í 2 minuttir. Loyvt verður at royna seg fleiri ferðir. Kl. 22.30 verður høvi at koma í Bygdarhúsið at syngja. Hetta últakið >Syngið við< hevur verið á skránni í fleiri år og er rætti- liga væl dámt. Sungnir verða bæði eldri og nýggjari sangir, og verður møguliga eisini farið upp á gólv. Stevnan endar við dansi, har tónleikabólkurin >Slátt- ur< spælir. Vónandi fáa bæði bygdar- fólkið og gestirnir eina góða og áhugaverda stevnu. ÉT Folkarædi og sannføring Hvussu langt út ætla tit at vaða? Stýra tjóðveldisfólk alla staðni har tey sleppa framat? Hví skal tjóðveldisflokkurin avgera, nær ein javnadarløg- maður skal útskriva løgtings- val? Teir mugu hava misskilt okkurt. Mær tókti, at ikki var ivamål um, at millum javnaðarfólk í Suðurstreymi var einasta og skilabesta loysnin av nú í- komnu stødu eitt nýval. Ég fari inniliga at heita á løgmann at lesa bøkurnar hjá Henrik Zahle, bind 1-2, for- fatningslære lex speciales, kontra grundlégina. Tá eg eri vís í at húsbóndi hennara man eiga hesar bøkur. Eg eri sannførd um at løg- maður er so skilagóð, at hon sjálv — og tað óansæð hvat ráðgevarar og juristar í Nes- inum hava funnið fyri gott at tilráða — at løgmaður so sjálv, eftir at hava lisið hesar bøkur, dugir at síggja, attað sumnú fer fram, ikki letur seg gera ífylgi Zahle. Eg forvænti og vóni at Marita løgmaður er so skila- góð og vil verja fólkaræðisligu skipanina og hóast floks- apparatið jú skal virka, so at verja rættindini hjá hverjum einstøkum løgtingsmanni at atkvøda eftir sini bestu sann- føring, eisini um tað gongur mótvegis meirilutanum og fíggjarmálamanninum, og ti áttu bæði okkara og tjóðveldis- umboðið í skattanevndini at staðið fast við egnu sannføring sína — tað er fólkaræði, so ein- falt er tað. Hatta prátið vit høvdu í út- varpinum nú um dagarnar í Fimmaranum, hvar tú helt fyri viðvíkjandi spurninginum um arbeiðsloysisskipanina, hvar løgmadur segði at hon ikki hevði lisið brævi frå danska statsministaranum til fakfeløg- ini, og ti ikki kundi kom mentera tað — tað var spell — men nú vóni eg at løgmaður hevur lisið umrødda svar, og eisini hevur hoyrt Lars Thy- bjerg'sa úttalilsi hesum við- víkjandi í útvarpinum, og tekur tað til eftirtektar og rættar mis- skiljingina viðvíkjandi fígg- ingini av arbeiðsloysisskipan- ini beinanvegin. Mær er fortalt, at fundurin, sum fakfeløgini saman við set- húsafelagnum og kvinnufelag- num høvdu við løgmann og landsstyrismannin í almanna- málum, var eitt vónbrot og líkur somu stóðu, sum um ein gongur inn í ein húsavegg. Tað er skilaleyst av javn- aðarumboðunum, havandi í huga, hvat grundsjónarmið floksins, sum tit bæði umboða, eru, og skuldi neyvan spurst aftur millum manna. Vónandi er tað ein misskiljing, ið komin er í tykkaramillum, tí sjálvandi gongur javnaðarflokkurin fult og heilt inn fyri at gera alt fyri at hjálpa neyðstøddum fólki — her finnst onki hjáputur, hverki ósannindi, misskiljing- ar ella ráð, og langt minni tómir landskassar, løgmaður. Enn einaferð er spurningur- in um at prioritera og so viljin at fremja tiltøk. Politikkur er at vilja. Og flokspolitikkur er at vilja fremja nøkur samfelagsmål eftir bestu sannføring sini, til gagns fyri samfelagid og tey samfelagsbørn, ið har liva. Javnadarfloksins regi er at javnbýta, at javna allar ágóðar í samfelagnum, so øll fólk hava somu rættindi í øllum samfe- lagsvidurskiftum. Um tit bædi ikki meta tykk- um at kunna eftirkanna javn- aðarfloksins grundsjónarmið- um í demokratisku sosialism- uni, so verið í tí minsta ærlig í tykkara sjónarmiðum og poli- tikki og sigið tað greitt. Sum er vísir politikkur tykk- ara at tit andøva ímóti grund- sjónarmiðum floksins. So skilagott er um út umhugsa stóðu tykkara innan javnaðar- flokkin við nú og fyrrverandi stevnuskrá javnaðarfloksins, ið ikki eigur at standa sum skemt. Enneinaferð fari eg at heita á javnaðarflokkin um at priori tera samfelagið og ágóðan, so leiðis at hann samsvarar grundsjónarmiðunum í demo kratisku sosialismuni, ella far- ið til hús Ketty Viderø P.S. Eg fari eisini at minna á, at eftir úttalilsi frá løgmanni, so er landsstýrið samt um at tann rullandi útgjaldingin av stuðl- inum til tey arbeidstøku skal avtakast. Tí verður landsstýrið mint á, at teir hava gloymt at geva ar- beiðsloysskipanin boð um av- gerðina, sum eitt sameint landsstýri er samt um. Og vist nokk hevur lands- stýrið eisini gloymt at leggja hesa sameindu landsstýrissam- tykt fyri løgtingid, ella er hetta eisini ein misskiljing frá javn- aðarfloksins síðu??? Avgreiðslufólk Sekt verður eftir avgreiðslufólki at starvast í pakkhúsi okkara í Tórshavn. Viðkomandi skal hava royndir at koyra sleipara (trailara) og gaffiltruck. Starvstíð: 01.06.-02.09.94. Áhugaðir umsekjarar kunnu venda sær til undirritaða, áðrenn 27.05.94. P/F SMYRIL LINE Postboks 370 110 Tórshavn Att.: Jónfinn