fríggjadagur 20. mai 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 94 — 20. MAI 1994 Síða 11
Bóghvítuhvalurin
Hvalurin er ikki einans eitt av heimsins
størstu djórum, hann er eisini eitt av heim-
sins klókastu. Hesi seinastu árini hava fleir
lond stríðst við at steðga hvalaveiðu og
bjarga heimsins kempum, men hóast
visiónimar um eitt lív í frælsi, liva nógvir
hvalir í dag í fangilsi. Teirra millum bóg-
hvítuhvalurin. Men hvgnn rætt hava vit
menniskju til at halda hetta einastandandi
og klóka djórið sum fanga. Í sendingini
verður nomið við kjakið millum umhvørv-
isfólk, sum stríðast fyri frælsinum hjá bóg-
hvítuhvalinum og hinum partinum, sum
sær hvalin sum eitt lið í einum visindaligum
arbeiði.
Friggjakvøldid kl. 22.10:
Wexford: Musin
i horninum
EÐ
George Baker og Katrina Levon
Enskur sjónvarpsfilmur frá 1992.
Wexford og Burden noyðast langt út á
landið at kanna morðið á bóndan Tom
Paterlee, sum verður funnin myrdur í køk-
inum. Konufólkini í familjuni hava allar
eitt alibi, men eisini eitt motiv til at drepa
bóndan.
Leygardagin kl. 15.00:
Cowboys
Am. cowboyfilmur frá 1971. Í eini neyð-
stóðu avger rancheigarin Wil Andersen —
á
=
+ 3
sum John Wayne spælir — at biðja nakrar
stórar jassar um at hjálpa sær at reka neytini
á marknadin. Dreingirnir eru ikki royndir —
men undir leiðslu av Andersen gerast teir
skjótt til rættar menn, eisini tá teir verða
álopnir av vaksnum, professionellum búr-
kroppum.
Leygardagin kl. 17.30:
Tu stóri heimur
Hesin parturin í vísindaligu sendirgðini er
um >rúmdarskipið< Jørðina, sæð úr erva.
Luttakari: Jens Martin Knudsen frá H. C.
Ørsted Laboratoriinum. Lagt til rættis:
Jørgen Elers-Kristensen og Lars Mathia-
sen.
Leygardagin kl. 18.00:
Fótbóltsteknikkur
loddrætta ristasparkið.
Leygarkvøldid kl. 19.00;
Indiana Jones
#
Transylvania í 1918. Sum njósnari hjá teim-
um sameindu hevur Indy upplivað mangt
og hvat, men onki, ið minnir um tað, sum
honum er fyri í Transylvania, heimlandin-
um hjá Drakula, greiva. Álop hevur verið á
eina eysturríkska krígsfangalegu og allir
fangarnir eru horvnir. Samstundis ganga
leysatíðindi um ein løgnan rumenskan her-
ovasta, sum hevur byrgt seg inni á eini borg
langt inni í Transylvania.
Leygarkvøldid kl. 22.10:
Tað fyrsta stóra
tokránið
Enskur filmur frá 1978 við Sean Connery,
Donald Sutherland og Lesley-Anne Down í
Í dag gevur Henrik Larsen góð ráð um tað
* N i
Donald Sutherland, Lesley-Anne Down og
Sean Connery
høvudsleiklutunum. Michael Chrichton,
sum varð kendur fyri bókina »Jurassic
Park<, skrivaði og leikstjórnaði henda
spenningsfilmin longu í 1978. Søgan fer
fram í Onglandi í seinastu gld.
Ein gentlemantjóvur (Sean Connery)
ætlar sær at fremja tað fyrsta og størsta ránið
í søguni frá einum toki, meðan tað koyrir.
Leygarkvøldid kl. 23.50;
Søgan um
Ray Charles
Ray Charles hevur verid ein av teimum
fremstu innan amerikanskt tónleikalív tey
seinastu nógvu árini. Í sendingini hoyra vit
søguna um hansara liv, frá ti at hann var fá-
tækur og blindur barnaheimsdrongur, til
hann endaði sum ein tann besti soulmusik-
arin í Amerika. Nú er hann 61 ár og enn sum
fyrsta dagin.
Hvítusunnudag kl. 14.50;
Í stríð fyri Írland
Enskur filmur. Hendingarnar fara fram í
riddaratíðini.
Í nn
Soleiðis talaði
Elisabeth Nietzsche
1. Fødilandsins móðir
Eftir ta miseydnaðu verkætlanina í Para-
guay fór Elisabeth Nietzsche aftur til Týsk-
lands, har hon fór undir at seta seg sjálva
upp sum »tyskur mentanarpers6nleiki«.
Hetta gjørdi hon uttan nakad himpr, og alt
var loyvt, sjålvt at falsa verkini hjá ti tá 6-
kenda bróðrinum, Friedrich Nietzsche.
Candida Pryce-Jones hevur lagt til rættis
fyri BBC.
Hvitusunnudag kl. 19.55;
»Snellusymfoniin«
Íslendsk sending um útróður á Hrisey, ið er
næststørsta oyggj við Íslands strendur. Eini
280 fólk búgva á oynni, men um várið veks-
ur fólkatalið, tí tá koma fólk til oynna at
rógva út. Umleið 25 bátar rógva út frá
Hrisey um summarið.
8 (k
Tom Hulce og Elizabeth Berridge
Hvitusunnudag kl. 21.55:
Amadeus
Am. filmur frå 1984, ið Milos Forman
hevur leikstjórnað, og sum fekk fleiri
Oscar-heidurslønir, tå hann kom fram.
Filmurin er ein ødrvisi mynd av flogvitin-
um Mozarti, ið sambært Forman ikki var
nakar fínur hovkomponistur, men ein
grovur og ólátaður persónur, ið dámdi sera
væl at provokera. Eingin orkaði hann, men
øll elskaðu hansara tónleik.
Høvudsleikarar: Tom Hulce, F. Murray
Abraham, Elizabeth Berridge 0.0. Handrit:
Peter Schaffer. Leikstjórn: Milos Forman.
2. hvitusunnudag kl. 14.00;
Opera: Capriccio
eftir Richard Strauss
Richard Strauss var 78 år, tå hann skrivadi
operuna. Capriccio er ein elegant kamar-
opera um tann æviga spurningin: Hvat
hevur stórri tydning tónleikurin ella tekst-
urin? San Fransisco operan framførir og vit
hoyra: Kiri te Kanawa, Håkan Hagegaard,
Tatiana Troyanos, Simon Keenslyside,
David Kuebler og Victor Braun. Donald
Runnicles stjórnar orkestrinum.
2. hvítusunnudag kl. 17.45:
Lady Jane
Helene Bonham Carter og Gary Elwes
Enskur filmur frá 1985.
Í 1552 verður tann 16 ára gamla aðals-
frúgvin Jane Gray heilt óvæntað tveitt út í
eitt harðligt politiskt maktstríð um ta ensku
trúnuna. Gentan er púra ófyrireikað og
verjuleys móti øllum lokabrøgdum. p