fríggjadagur 20. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Sjónvarp Føroya | i
Tey koma aftur!
Hvi ganga ungfólk minni í kirkju enn børn
og tilkomin? Er tað tí atkirkjan er Ov stirvin,
ella er tað annað, ið ger tað. Í sendingini
verður spurningurin settur nøkrum ung-
fólkum, samstundis sum royndir kirkju-
gangarar eisini siga sína hugsan.
Sjónvarpið vitjar eisini á Handilsskúlan-
um á Kambsdali, har áhugin millum tey
ungu fyri kristindóminum er vaksandi.
Hildið verður, at døpru tíðirnar í samfe-
lagnum eru ein orsøkin.
Og hvussu síggja so framtíðarútlitini út?
Tað fáa vit eisini fleiri boð uppá.
2. hvitusunnudag kl. 21.05:
Mitt Afrika
(Out of Africa)
Amerikanskur filmur frå 1985 vid Meryl
Streep og Robert Redford í høvudsleiklut-
unum. Vit hoyra søguna um lívið hjá
danska rithøvundanum, Karen Blixen, í
Afrika, um hennara hjúnalag við svenska
Bror Blixen (Klaus Maria Brandauer) og
um hennara bardaga fyri at varðveita garðin
hjá sær í Afrika.
Filmurin fekk 7 Oscar-heidurslønir.
Handrit: Kurt Luedtke eftir Isak Dinesen
(Karen Blixen). Leikstjórn: Sydney
Pollack.
Tyskvøldid kl. 21.10:
Dóttur Brezjnev
Menn, gimsteinar og sjampagnu var tað
einasta, ið Galin Brezjnev hugsaði um. Hon
var einasta dóttur Leonid Brezjnev, forscta,
og ókrýnd prinsessa í táverandi Sovjetsam-
veldinum. Hon brúkti allar teir fyrimunir,
sum Brezjnev-navnið gav henni, men tað
navnið gjørdist eisini hennara lagna.
Tyskvøldid kl. 22.00:
Will hjørtu
Am. filmur frå 1990, sum David Lynch
hevur leikstjórnað.
Nr. 94 — 20. MAI 1994
Nicolas Cage
Søgan er um Lulu og Sailor og teirra kær-
leika, ið metir mótstøðu allastaðni, men
måtstødan eggjar bara teimum ungu til upp-
reistur — einki skal skilja tey.
Filmurin fekk Gullpálmarnar í Cannes
sum besti filur.
Filmurin er óhóskandi fyri børn.
Mikukvøldid kl. 19.00:
Jeeves og Wooster
Bertie er í holt við eina alvorliga kaving, tå
tanta Agathe sendir hann til strondina at
halda frí, ti har møtir hann Aline, sum er av
hóskandi slagi fyri ein Wooster. Men hvør
er lívbjargi? Jeeves.
Mikukveldið kl. 22.25:
Nýggir 48 tímar
Teir báðir Nick Nolte og Eddie Murphy
hava høvudsleiklutirnar í hesum filminum,
ið er framhald av filminum 48 tímar frå
1990. Tann fyrrverandi fangin Reggie og
politisturin Jack noyðast aftur at samar-
beiða, tá ein sinnissjúkur brotsmaður kem-
ur teimum báðum í vanda.
Hoskvøldid kl. 21.05:
Narko uttan revsing
f 80'årunum får Ronald Reagan, forseti i
USA, í hernað ímóti rúsevnum, men hvørki
handilin ella nýtslan eru fallin nakað serligt
av tu. Nú er hugburðurin mótvegis rús-
evnum farin at broytast, lutvís í USA, men
serliga í Europa, har nógv bendir á, at lond
sum Spania, Týskland og Holland eru í ferð
við at avkriminalisera rúsevni. Í hesi BBC-
sendingini fylgja vit seljarum, misnýtarum,
smuglarum og teimum, sum viðgera mis-
nýtarar
Framleiðsla: BBC.
—
i
i
y
+
i
hk
he
+
+
Barnasendingar í Sjónvarpi Føroya
Tíðindablaðið (ST),
TA og
- NR dg
NE 6 ;
*
åt
tak i€
3
LER Í
Li
Friggjakvøldid kl. 19.00:
Barnaløtan
Annika og Sigrún eru farnar á seiðaberg.
Munnu tær koma aftur ongul í reyv?
Í hvussu er skulu tit sleppa at síggja fiskar
og annað, sum tú kanst vera so heppin at
hitta á havsins botni. T.d. eina havfrúgv og
ein havmann. Hetta er ein framsýning, sum
børn í skúlanum á Oyrabakka hava sett upp.
Seinast vóru Tunnus og tey farin til
stroks. Í hesum partinum eru tunnurnar
komnar niðan á ein fåtbéltsvøll, og tær eru
beinanvegin til dystin fús.
Søgan í kveld er um Stínu, sum tit hittu
seinasta friggjakvøld. Hesaferð fara hon og
abbin í iødingardag hjá Gabbaranum.
Friggiakvøldid kl. 19.25:
Tá id djóraborn
verða stór
Stuttligar og læruríkar djórasendingar fyri
børn — í øllum aldri. Kettan Madison setir
sera klókar spurningar og svarini koma lætt
skiljandi og í vøkrum myndum saman við
hópin av stuttligum ljóðum. Í fyrsta parti
snýr tað seg um risastórar deparahvalir,
sum slettis ikki eru vandamiklir fyri onnur
enn fiskar, og um spælisjúkar springarar,
sum elska at arga m.a. windsurfarar.
Vit fara bæði at síggja
risastórar dreparahvalir
og spælisjúkar springarar
Dinosaurarnir
Við trimum smáum holufólkum, sum hon
hevur dresserað, vinnur Charlene talent-
kappingina í skúlanum.
Hetta er seinasti partur í hesum umfarin-
um.
Hvitusunnudag kl. 19.05:
Litli lækni
å preriuni
Óheiðurligir arbeiðstakarar, ið lova at veita
Colorado Springs vælferð og rikidømi, eru
í ferð við at oyðileggja býin. Sully fer í
hernað ímóti teimum, men tað kostar.
Høskvøldid kl. 19.00:
Bamsi og Kjuli
Bjarnirnar sova vetrarsvøvn — men Bamsi
heldur, at tað er nógv stuttligari at spæla við
sinar bestu vinir.