Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 94 — 20. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sosiaturin ' N Tað ljóðar, at Birgir Jørgensen (vinstrumegin) er á veg úr FS Vágum til TB, men hetta eru óváttað tíðindi. Hann verður so ikki við hesferð móti Torsteini Joensen og hinum úr ÍF Alneyðugt hjá TB at fáa stigini heima Tá TB 2. hvítusunnudag hittir fuglfirðingar á Sev- mýri er eingin ivi um, hvat kravið er til heimaliðið: kappingin er ung enn, men skulu teir ikki verða púra afturúr sigldir, so er neyð- ugt at fáa stig — helst bæði. Dysturin móti ÍF og so næsti heimadysturin um fjúrtan dagar, sum verður móti NSÍ, verða ógvuliga avgerandi fyri, undir hvørj- um fyritreytum aldursfor- setin skal dystast tað, ið er eftir av kappingarárinum. A Tvøroyri kenna teir seg ikki púra rendar um koll, hóast stóra tapið móti B36, sum teir meta at vera eitt gott lið. Tá sjey leikarar av liðnum í fjør eru burtur, tekur tað drúgva tíð at fóta sær, og so koma úrslit av hasum slagnum upp í mill- um. Men slíkt úrslit má ikki endurtaka seg. Tað eru glottar. Rolf Christensen, sum í fleiri ár hevur verið millum bestu málverjarnar í landinum, er komin heim eftir at hava verið til sjós, og teir rokna við, at hann fer at verja mál- ið restina av árinum. Bent Albinus hevur verið skadd- ur higartil, hann er við at verða klárur aftur, men verður neyvan við móti ÍF Í TB vilja teir ikki gera nakra viðmerking til tað, men tað ljóðar, at Birgir Jør- gensen er á veg suður aftur, og onkur fuglur hevur sung- ið um, at Jazek Burckhardt skal fáa onkran pólverja til TB. Men hvorki Birgir ella nakar pólverji verða at síggja á TB liðnum móti ÍF. Betri enn seinast Fuglfirðingar fara á Sev- mýri 2. hvítusunnudag við somu manning tøkari, sum tapti móti KÍ. Hóast tað gekk illa hjá TB móti B36, so rokna teir í ÍF avgjørt ikki við nøkrum léttum dysti. Teir minnast aftur á dystin í fjør. Tá var IF har suðuri fyrsta umfarið og tapti 3-0, so teir vóna, at tað gongur betri enn í fjør. I Fuglafirði vann IF eftir summarsteðgin 3-2. Burtursæð frå í fjør hava TB og IF ikki spælt í somu deild síðani 1988. Tá end- aði dysturin á Sevmýri mál- leysur, meðan ÍF vann 3-2 á heimavelli. -nn- Oddaliðið ikki vunnið á Svangaskarði Tríggir teir seinastu dystirnir millum B68 og B36 á Svangaskarði hava verið málleysir Synd er at siga, at talan er um beinleiðis málveitslu, tá tey bæði årstalsfeløgini, B68 og B36, dystast á Svangaskarði. Tey trý sein- astu árini er ikki eitt mál skotið á Svangaskarði, tá Æsir hevur stórt bingo í Vest- manna Annan hvítusunnudag kl. 19 skipar Bóltfelag- ið Æsir fyri einum sera stórum bingo í íróttar- høllini í Vestmanna. Endamálið við hes- um tiltakinum er at út- vega Íelagnum nakað av peningi, og verður serligur dentur lagdur á at fáa styrkt ungdóms- deild felagsins. Bæði nógvir og góðir vinningar eru á skránni, og kunnu nevnast tvær uttanlandsferðir og eini tiggju krov. Men eisini nógvir aðrir góðir vinn- ingar eru við. bj. Spennandi steypakapping Eitt av trimum felgum vinnur dómsneundarsteypið til ognar í ár Tað stendur í reglunum fyri steypakappingina i dreingjadeildini, at tað lið- ið, sum hevur vunnið oftast, tá leikt er í 10 ár, eigur steypið til ognar. Men enn hevur eingin vunnið steypið til ognar, hóast tað verður spælt um tað á 11. ári. Or- søkin er, at try feløg hava vunnið tvær ferðir i part, meðan fýra feløg hava vunnið eina ferð í part. Men eftir øllum sólar- merkjum at dóma, so verður steypið vunnið til ognar í ár. Tey trý feløgini, sum eiga tvær aktiur í part — B36, HB og KI — eru gil í semifinal- uni, og hóast — sum vit høvdu á ungdómssíðuni i gjár — VB eftir úrslitunum Kristi himmalferðardag í fjóðringsfinaluni at dóma eigur fjóðra plássið í semi- finaluni, so er nógv í sól og mána, sum bendir á, at teir missaplássið, og tað í staðin verður B36b, sum fær tað. VB vann dystin 3-2, men havnamenn høvdu frænir av, at har vóru onkrir våg- bingar, sum vóru ov gamlir. Tað hava teir kannað, síðani teir komu aftur til Havnar, og teir hava síðani kært til FSF, at fimm av leikarunum hjá VB vóru ov gamlir. Vágbingar hava fingið kæruna og skulu koma við sinari søgu í seinasta lagið fimm dagar eftir, og tað vil siga í morgin.. Er hald í kæruni, er neyvan nakar ivi í, at B36 verður dømt at vinna dystin, og so eru bara tey trý felggini eftir í semi- finaluni, sum hava møgu- leika at vinna steypið fyri triðju ferð og harvið til ogn- ar. Tað eru tvær semifinalur, og tann fyrra verður leikt 2. hvítusunndag. FSF hevur kastað lut, og hann fall so- leiðis, at B36a og HB dyst- ast í Gundadali, og KÍ og B36b ella VB hittast í Gundadali ella á Vágseiði. Seinnu dystirnir verða 8 juni, og finalan verður leikt 24. august. Í smådreingjadeildini er lutur eisini kastadur i kapp- ingini um Cadbury steypið. Semifinalurnar verda leikt- ar somu dagar, sum hjå dreingjunum. 2. hvítu- sunnudag hittast Skála og B36a á Skála og IF og MBJ/SÍF í Fuglafirði. Final- an hjá smádreingjunum verður eisini 24. august. Eitt nýtt navn kemur á hetta steypið í ár. Tað er bara eina ferð leikt um tað áður. Tað var í fjør, tá HB vann. -nn- hesi bædi lidini hava spælt, og tey bædi seinastu årini er heldur einki mál skotið, tå tey hava spælt í Gundadali. Vit skulu aftur til Gunda- dalsdystin í 1991 fyri at finna mál. Tá vann B36 3-0. B36 hevur ongantíð vunnið á Svangaskarði, og nú fer tað so at vísa seg, um teir eisini hesa ferð leggja vertin í, hvussu tað plagar at ganga. Men oddaliðið er eitt sindur skert til torføru upp- gávuna. Bæði vongverjin í vinstru, Bjarki Sørensen, og miðvallarslítarin Jákup Mørk sita uttanfyri leik- bannaðir, eftir at hava fing- ið trinni gul kort í part. Tá vit vóru í samband við B36 mitt í vikuni var ikki avrátt, hverjir avloysararnir vera. Men tað er einki at iv- ast í, at onkur av unglinga- leikarunum verður við í hópinum og kanska frá dystarbyrjan. Egin móti sinum egnu Fyri B68 målverjan verð- ur dysturin nakað serstakt. Hann skal standa andlit til andlit við barndómsfelagið og nógvar av gomlu liðfel- øgunum. Slík uppgáva eig- ur ivaleyst at kennast stímbrandi, og hóast Egin Høgnesen kann rokna við at fáa onkra glósandi við- merking frá floksmonnum og ødrum av nógvu havna- fólkunum, sum ætla sær inn til dystin, so verður hetta neyvan nakað, hann hugsar um, meðan leikur fer. Tað var annars um reppið, at B68 stóð uttan málverja til B36 dystin. Egin skuldi fara av landinum í grindum nú leygardagin, men teir hava broytt fráferðina til eftir dystin. B68 hevur havt tveir góðar málverjar í mong ár, men nú eru hvørki Kjartan Nesá ella Olaf Magnussen tøkir. Hin fyrri er burtur, og hin seinni gongur framvegis skaddur. Annars eru allir tofta- menninir, sum hava verið við í ár, tøkir. Eisini Ingolf Petersen, sum fór út tveir dystir upp í slag, og sum ikki var við móti EB/- Streymi. Jan Petersen hevur verið skaddur higartil í ár, men hann er so smátt farin aftur at venja. Tað ganga nakrar vikur, áðrenn hann verður klárur -nn- Dystir og domarar 1. deild menn, 2. hvitusunnudag: KI-NSI: Suni Johansen B68-B36: Herman Midjord FB-IF: Jógvan Jensen HB-EB/Streymur: Niklas á Líðarenda GI-B71: Nemus N. Djurhuus 2. deild menn, leygardagin: FS Vågar-VB: Niklas á Líðarenda Sumba-Royn: Jákup Joensen LIF-NSI: Jón Kári Frederiksen HB-KI: Jógvan Olsen B68-SI: Jón Láadal 3. deild menn, 2. hvítusunnudag: KI-LIF: NSI FS Vágar-B36: Sl IB-IF: Sumba HB-EB/Streymur: B36 GI-Skála: B68 1. deild kvinnur, 2. hvítusunnudag: Skála-EB: Herman Jacobsen VB-Sumba: Óli Jensen IF-B36: Arthur Ellingsgaard HB-KI: Birgir Sondum 5 g 8