Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 94 — 20. MAI 1994 Síða 17 EB/Streymur torfør- an dyst i Gundadali Samansetta liðið ur Sundalagnum hevur bert fingið tveir javnleikir á heimavelli, so tað verður helst torført móti HB, ið av álvara tykist vera á veg uppeftir Eingi hagtøl eru til taks, ið kunnu siga frá, hvussu tað áður hevur gingist í lands- kappingardysti millum HB og EB/Streym, og tað er av teirri góðu grund, at saman- setta liðið úr Sundalagnum er spildurnýtt í bestu deild- ini og enn ongantíð hevur roynt seg móti HB í avger- andi dysti á hesum stød- inum. Ti er sjálvandi torført at siga, hvør tendensurin kann vera í dystinum í Gundadali annan hvítusunnudag. Men hinvegin eru bera hagtølini higartil í ár á tann bógvin, at tað gongur rættiliga striltið hjá EB/Streymi at skapa nakað á útivelli, ið kann geva stig. Higartil hevur liðið bert fingið tvey stig í landskapp- Klaksvíkingar eru væl fyri, nú teir annan hvítu- sunnudag fyri aðri ferð í ár skulu taka móti runavík- ingum. Fyrru ferð var beint undan landskappingini, tá NSI í steypakappingini vann fyrru semifinaluna 2-1 á KÍ. Tað var fyrstu dysturin, KÍ hevði tapt á heimavelli í fleiri ár. Bæði liðini løgdu síðani út við at tapa fyrsta lands- kappingardystin, men eft- ir tað hevur gingið framá hjá KÍ, ið eit nå vann seinna semifinaludystin móti NSÍ í Runavík og nú farna vikuskiftið vann í Fuglafirði. NSÍ hevur hin- vegin tapt tveir teir síðstu landskappingardystirnar. KI hevur so líðandi tey fyrstu umførini styrkt um liðið, og eitt nú eru spæl- arar sum Jan Andreassen og John Hansen aftur at síggja. Teir vera óivað eisini við í dystinum ann- an hvítusunnudag, meðan ein av teimum spælarun- um, ið hevur havt við- ingini, og tey eru bæði fing- in fyri tveir javnleikir á heimavelli. Annars eru gestirnir full- mannaðir undan dystinum. Enn hevur Bergur Magnus- sen ikki fingið roynt seg, tí hann hevur sitið uttanfyri við skaða, men nú sær ljós- ari út, ogtað tykist ikki óhugsandi, at hann fer at royna seg í 3. deild í morg- in. Sundalagsmenn royna helst at bíða við at brúka mest roynda mannin í hóp- inum, til hann heilt er slopp- in av við skaðan, ið hevur forða honum higartil. HB-liðið er eisini full- mannað og væl fyri undan dystinum. Teir báðir — spælandi venjarin Jóannes Jakobsen og Jan Dam — hava nú roynt NSÍ fleiri ivasamar undan Kl-dystinum Elian Hansen noyðist at halda frí í tríggjar vikur, meðan Eyðun Gaardbo og Svein í Heiðunum eru iva- samir hjá NSÍ. KÍ tekur stórt sæð fulmannað ímóti gongd í síðstuni, Eyðun Klakkstein, ikki verður við. Hann fór í gjár við Smyrli til Skotlands at ferðast, og hann verður burtur í tvær vikur, so KÍ má síggja burtur frá hon- um í hvussu er tvey tey næstu umførini. Raktir av skaðum Runavíkingar eru ikki so væl fyri undan hesum dystinum, at bert ein mað- ur er ivasamur, tí hann skal út at ferðast Smærri og stórri skaðar hava longu hesi fyrstu um- førini kostað nógv hjá NSÍ, ið kanska noyðist at vera fleiri av føstu spælar- unum fyriuttan, Elian Hansen hevur júst fingið at vita, at hann skal halda seg burtur frá fót- bólti í tiggjar vikur, tí hann hevur fingið blóð- samling í annað knæið. Hann er tó ikki tann ein- asti, ið argast inn á skaðar. Tað gera Svein í Heiðun- um og Eyðun Gaardbo eisini. Svein fekk skaða í seg í síðstu dystunum, eftir at hava sitid skaddir uttan- fyri, og hóast dystarvenj- ingin kanska ikki er tann størsta enn, so tykist stevið at vera har hjá báðum, og taðer avgjørt styrkjandi fyri liðið, ið fekk spaka byrjan, men nú hevur vundið seg uppeftir. Sigfríður Clementsen, ið saktans kann styrkja um HB-álopið, hevur í nakrar vikur verið niðri á skúla, men hann kemur heim idag, og ikki er óhugsandi, at hann verður í hópinum. Eis- ini Kaj Leo Johannesen hevur hesa vikuna verið niðri iarbeidsørindum, men hann kemur heima mána- dagin, so hann eisini verður við. hj. steypadystinum móti KÍ og hevur ikki verið við síðani, men hevur kortini verið aftur og vant. Eyðun Gaardbo fekk í sama dysti tvey rivjabein brákað — í hver sínari síðu — og hetta hevur darvað spælinum. Bæði liðini hava annars hópin av orsøkum til at gera sítt besta í júst hesum dystinum. Klaksvíkingar mugu royna at hevna tann steypaGsigurin í fyrru semifinaluni, samstundis sum teir saktans kunnu gera brúk av báðum stig- unum, ið kappast verður um í hesum dystinum. Tað kunnu runavíkingar eis- ini, og teir eru kanska enn meira hugaðir at fáa stig- ini, tí av átta møguligum hava teir bert fingið tvey í landskappingini higartil. Onnur motivation hjá teimum er sjálvandi atfáa hevnt steypatapið í Runa- vík, samstundis sum teir í ár hava sannað, at íkki er Ggjørligt at vinna á KÍ í Klaksvík. hj. Sandoyingar fara til Gøtu mánadagin. Teir meta GÍ at vera millum tey bestu — kanska tað besta liðið, og hóast teir sjálvir verða roknaðir millum frægaru liðini, so er tað ikki undar- ligt, at teir verða nøgdir, um teir koma til hús aftur við ødrum stignum. B71 hevur allar leikar- arnar tøkar. Pjotr Kra- kowski og Påll å Reyna- túgvu vóru småskaddir móti HB. Tá var hvíldin bara tveir dagar millum dystirnar, meðan hon hesa ferð er átta dagar, og tí verður ikki roknað við trupulleikum av skaðum. B71 hevur fýra ferðir verið i Gøtu og leikt landskappingardyst. Tær báðu fyrru ferðirnar (í 1989 og 1990) vunnu teir 2-1, meðan GI bæði í fjør og í fyrraárið vann, ávika- víst 3-0 og 1-0. Sámal við aftur Gøtumenn hava higartil bara tapt móu HB, men í Runavík fleyt spælið ikki, sum tað hevur gjørt hinar dystirnar. Høvudsorsøkin til at tað gekk meiri striltið var, at Såmal Joensen rest- aði á midvøllinum. Hann var leikbannaður, men hann verður við aftur. Spurningurin er so, hvussu pláss skal skapast fyri honum. Í Runavík av- loysti ein annar av føstu monnunum, Jóan Petur Olsen, sum var vorðin klárur aftur eftir skaða. Sí- mun Petur Justinussen hevur leikt á plássinum hjá Jóan Petur Olsen, meðan hann hevur verið skaddur. Tað hevur hann AGE Toppdysturin verður í Gøtu Tey bæði gulbláu liðini eru væl fyri megnað so væl, at hann neyvan verður fluttur í álopið, eisini tí hann og John Petersen eru ógvu- liga líkir í spælinum. Neyvan verða tær stóru broytingarnar — gjørdar, men tað kann hugsast, at Heini Heinason í álop- inum má víkja sætið fyri onkrum av teimum aftaru monnunum, t.d. Henningi Jarnskor, sum er skjótur og leiku væl har frammi seinnapartin av kapping- arárinum í fjør. Bæði GI og B71 leika vanliga í gulum troyggj- um og bláum brókum. Tað ber ikki til hesa ferð, og tá so er skal útiliðið sambært reglunum skifta í annán búna. Tí verða sandoying- arnir í reyðum troyggjum. -nn- Kristin Vestergaard, formaður i HSF: Eingin ósemja okkara millum um ISF-málið — Eg segði á aðalfundi hjá Hondbóltssambandinum herfyri, at tað stóð feløgunum púra frítt, um tey atkvøda fyri Heðini Mortensen ella Hanusi Joensen, sigur for- maðurin í HSF, Kristin Vestergaard, ið sjálvur ætlar sær at taka stóðu á aðalfundinum, hvussu hann velur Rokið og rumblið í ÍSF, nú tvinni valevni eru uppstillað til formanssessin í Ítróttar- sambandinum tykist ikki at hava lagt seg heilt, og sum hetta valstríðið, ið fleiri vilja vera við ikki bert snýr seg um bæði valevnini, harðnar alsamt, sær spenn- ingurin út til at halda sær til leygardagin 4. juni, tá aðal- fundurin í ISF verður. Kortini tykist torført at fáa fólk at leggja navn til tað, tey hava upp á hjarta í málinum, og tí er kanska eitt sindur torført hjá meiniga ítróttarmanninum at taka dagar ímillum, hvussu alt er farið fram og hvgrjum hann skal halda við. Men ein av teimum, ið vil leggjanavn til nakað, er for- maðurin í Hondbóltssam- bandinum, Kristin Vester- gaard, ið tó ikki sjálvur var við á rokmikla stjórnar- fundinum í ÍSF fríggjadag- in. — Ført hevur verið fram, at Hondbóltssambandið skal hava hálsað um í málinum, av ti at Oddvør í Nesinum, ið møtti á stjórnarfundinum sum næstformaður í HSF, hevur givið til kennar stuðul sín til Hanus Joensen, með- an tað so hevur verið sagt, at eg sum formaður havi eina aðra stóðu, sigur hann. — Til tað havi eg at siga, at eg als íkki havi alment givið til kennar, hvat av valevn- unum eg stuðli, og tað ætli eg mær heldur ikki, tí eg fari nevniliga at taka støðu á að- alfundinum hjá ÍSF. Eisini segði eg á aðalfundinum í HSF herfyri, at tað stóð fel- øgunum púra frítt, hvussu tey atkvøda. Og tað standi eg eisini við, uttan at nøkur ósemja er í Hondbóltssam- bandinum fyri tað. hj.