Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mai 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

anska stjórnin stingur nú fer- ovingar í bakið Danska stjórnin roynir við síni nýggju stødutakan í hvala- málinum at knokkroyta ein minniluta í danska ríkinum. Hetta høvdu teir ikki torað, vóru fóroyingar brúnir ella gulir, tí tá hevði Danmark fingið umheimin upp á nakkan sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður við Sosialin, nú danska stjórnin hevur valt at ganga móti fóroyingum í hvalamálinum. Danski umhvørvismålarådharrin Svend Auken stingur ein minniluta í danska rikinum í ryggin, tá hann nú ger av at atkvøda móti føroyskum áhugamálum sigur Tummas Arabo Føroyar verða ikki um- boðaðar á ársfundinum hjá IWC, altjóða hvalafelags- skapinum, sum heldur fund í Mexico komandi dagarnar. Orsøkin er tann, at danska stjórnin heilt óvæntað hevur avgjørt fult og heilt at taka undir við einum fronskum uppskoti um at friða hval við An- tarktis. Eitt uppskot, sum upp á longri sikt, kann koma okkum føroyingum aftur um brekku. Tummas Arabo sigur, at danska stjórnin full- komiliga ógrundað nú er farin at renna ørindi fyri Greenpeace-hugsjónir i grindamålinum og harvið eisini at stinga føroyingar - ein minniluta í danska ríkinum - knívin í bakið. Hetta sigur hann, nú danska stjórnin hevur av- gjørt at taka undir við einum uppskoti um at friða allan hval í einum øki við Antarktis. Hetta kann fáa avleiðingar fyri grindadråpid í Føroyum - um ikki nú so upp á longri sikt. Tummas Arabo sigur, at broytta danska stødan er heilt órímulig og ósaklig. Høvdu danir so sagt seg kunnað taka undir við eini kassalíknandi friðing, soleiðis sum vit kenna tað frá fiskiskapinum við td. Føroyar, so kundi ein betur skilt stóðu teirra. Men við at gloypa einum fronskum uppskoti rátt leggja teir í veruleikanum botn til eina gongd, har havdjór verða friðað, uttan at stovnarnir tó eru hóttir. Og tað fer so at hava ta avleiðing, at tey, sum á skynsaman hátt troyta tilfeingi í havinum, verða forðað í tí. Knottin inn á danir Tummas Arabo er sera knottin inn á danir. Hann heldur tað vera sera løgid av dønum at vísa minni- lutum kring allan heimin ans, tá teir ikki klára og vilja hetta innan fyri sítt egna ríki. -Við hesi stóðu hava teir stungið okkum knívin í bakið, einki minni. Landsstýrismaðurin sigur, at danir sjálvandi áttu at latið vera við at atkvølt, um teir ikki vilja atkvøda ímóti einum slíkum upp- skoti. Seinast slíkt mál var fyri í altjóða felagsskapi fingu føroyingar danir til ikki at atkvøda. Tað er hesa stóðu teir nú hava broytt. Tummas Arabo ber ótta fyri, at ein slík donsk stødutakan saman við ødr- um fer at hava við sær, at onnur gki seinni fara at verða friðað - uttan at tað hevur nakað við hóttar stovnar at gera. Akvarium -Tað endar við, at før- oyingar fara at liva í einum akvarium, áðrenn vit vita av tí. Og hetta kunnu vit m.a. takka døn- um fyri. Landsstýrismaðurin sigur, at grundsjónarmiðið hjá okkum er, at ein skal kunna brúka havsins til- feingi upp á ein for- svarliga máta uttan mun til um tað er ein hvalur, ein toskur ella ein kópur. -Hetta uppskotið, sum danir nú vilja stuðla, brýtir við hetta prinsippið, og tað kunnu vit als íkki góðtaka. Alla staðni á jørdini, har havsins tilfeingi kann troytast á forsvarligna hátt, skal hetta lata seg gera. So skjótt tað verður pilkað við hetta princippið rullar lavinan og endin verður tann, at tað verða teir fanatisku umhvørvisfel- agsskapirnir, sum stýra rikidøminum í havinum. Vit føroyingar verða taparar. Upp á fyrispurning um landsstýrið hevur gjørt donsku stjórnini sjónarmið síni nóg greitt sigur Tummas Arabo, at hetta er gjørt væl og virðiliga, og hevur stjórnin eisini higartil tikið undir við føroyska kravinum og hevur latið vera við at atkvøtt. Hetta tekur danski um- hvørvismålarådharrin, Svend Auken nú og broyt- ir í síðstu løtu. Knúska ein minniluta -Eg havi ikki orð fyri hesi kúvending dana í grinda- málinum. Tað teir gera er í veruleikanum at traðka niður á ein minniluta, sum eitur føroyingar. Hetta høvdu teir neyvan torað at gjørt, um talan var grønlendingar ella annan minniluta. Trupulleiki okkara er tann, at vit eru hvít. Vit eru lutvíst væl útbúgvin og vit tosa eisini danskt. Nú skulu danir prógva, at vit eru býttir og ódugnaligir. Her hava teir ein minniluta, sum teir skulu knokkroyta. Høvdu føroyingar havt ein annan húðlit, td. verið brúnir ella gulir, so hevði danska stjórnin ikki torað at gjørt okkum nakran mein, tí tá høvdu teir fingið umheimin móti sær. Talan er um eitt so mikið stórt álitisbrot mill- um føroyskar og danskar myndugleikar, at Tummas Arabo heldur, at vit føroyingar nú mugu royna at finna okkum aðrar sam- arbeiðspartnarar og nevnir hann m.a. norðmenn og annars Namco-samstarvið. Danir vita einki um føroyingar Hann heldur, at henda stødutakanin hjá dønum í grindamálinum vísir betur enn nakrantíð, at danir hava als ikki kenslu av ella føling við, hvat fyrigongur í Føroyum. Og tíanverri er tað so, at danski javnaðarflokkurin stendur á odda, tá tað snýr seg um at ganga ímóti okkara ynskjum. Tá var tað meira mansevni í Uffe Ellemenn-Jensen, fyrr- verandi uttanríkisráðharra, sum tvgrturímóti royndi at stuðla okkum í eitt nú hvalamálinum. jan