Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 95 — 21. MAÍ 1994 Jórgen Thomsen takkaði fyri seg, eftir at hava umboðað Javnaðarflokkin í Eysturoynni í 16 ár. Jórgen takkar fyri seg Nú eiga tey yngru at koma framat Beint ådrenn løgtings- formaðurin hóskveldið sleit tingfundin bað Jørgen Thomsen um at fåa loyvi at siga nøkur orð. Ikki fyri at halda valrødu, ella gera við- merkingar til okkurt mál, men at takka fyri tey 16 árini hann hevur sitið á tingi. Jørgen Thomsen segdi, at hann hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur, ti yngru kreftir eiga at koma framat. Hann ynskti øllum tad besta og segði seg vóna, at vit fáa eitt arbeidsført løgting, sum verður ført fyri at loysa tær álvar- somu uppgávur, sum liggja fyri framman. -Eg haldi eg kann siga, núeg fari úr tinginum, at eg ongan óvin eiga her innan tinggátt. Hvussu eg sjálvur havi verið sum tingmaður, mugu onnur dóma um, segði Jørgen Thomsen. Jørgen Thomsen er 67 åra gamalog hevur verið løgtingsmadur javnad- arfloksins i Eysturoynni sidani 1978. Figgjar- nevndarformadur hevur hann verið frå 1984 til 89 og aftur frå 1990 til 93. Jørgen Thomsen hevur eisini verið for- maður í úngbólki Javnaðarfloksins frá 1985 til 89 og frá 1990 til 93. Sum ellisfor- maður hevur Jørgen Thomsen tvær ferðir sett tingið. Tað var eftir valini í 1988 og 1990. tór.- Sethús í Vági til selu um hóskandi boð fæst. Tlf. 035 82 21 51 Tíðindablaðið (671) Kommunurnar partvíst hoyrdar en landsstýrið kann nú broyta skattaprosentini Uppskotið um at broyta lógina um kommunalar fíggjarætlanir, áseta skattaprosentið og kreppulánsgrunnin er samtykt við stórum meiriluta á tingi Nú fáa kommunurnar loyvi til at broyta sítt skattapro- sent, halda tær tað vera ráðiligt. Hetta kann annars ikki gerast mitt í árinum. Men ikki nóg mikið við tí. Nú kann eisini landsstýrið broyta skattaprosenti í kommununum um lands- stýrið heldur tað vera rætt. Hetta eru partar av upp- skotinum um broyting av lógini viðvíkjandi komm- unalum skattaprosentum o.a. sum varð samtykt í unginum hósdagin Uppskotið hevur verið til ummælis í kommununum, og hesar eru komnar við ymiskum viðmerkingum og broytingaruppskotum. Meginparturin av hesum broytingum hava lands- myndugleikarnir eftirlika, men ikki hana um, hver hevur rætt at broyta komm- unalu skattaprosentini. Ein meiriluti í Fíggjar- nevndini, sum hevur havt uppskotið til viðgerðar heldur, at eisini landsstýrið eigur át hava rætt til at broyta kommunalu skatta prosentini, men tað helt ein minniluti, sum umboðar andstæðuna á tingi, ikki Jákup Lindenskov: Men uppskotið frá meiri- lutanum varð samtykt. Minnilutin mælti í staðin ul, at tað bert skulu véra kommunurnar sjálvar, sum við góðkenning lands stýrisins, sum hava loyvi til at broyta skattaprosentini tór.- Nú verður møguleiki at broyta skattaprosentini í kommununum. Um, nær og hvar hetta verður gjórt er tó enn ógreitt Savnsmynd: Kalmar Fólk hava lyndi til at gloyma framburðin — men vilja heldur revsa Javnadarflokkin fyri tær ópopuleru avgerd- ir, flokkurin nú hevur verið noyddur at taka, heldur tingmaðurin -At vit júst nú fáa eitt val til løgtingid mugu vit so bert finna okkum í, men betri hevði verið, um tað kundi bíða til eftir summarfri- tíðina. Eg rokni tó ikki við, at so ómetaliga mong hava ráð at fara út at ferðast, men vit eiga at minnast til, at mong eru farin uttanlands at arbeiða, umframt teir mongu langfarafiskimenn- inir. Tess stytri skotbráðið er, tess truplari er hjá øllum teimum at greiða atkvødu. Tað heldur Jákup Linden- skov, og leggur aftrat, at tað er ein stórur spurningur um brævatkvødur eru har, før- oyingar eru staddir uttan- lands. Hann heldur, at her hava føroyskir myndug- leikar eina sera stóra upp- gávu nú so stutt tíð er til at hesar atkvødur skulu vera í Fyrimunur fyri andsteðuflokkarnar Jákup Lindenskov heldur, at stutta skotbráðið kemur andstøduna til góða. Atgreiða fólki frá, hví tað hevur verið og er neyðugt at taka ópopulerar avgerðir tekur tid. Lættari er hjá andstøduflokkum Teir hava ikki sítið við ábyrgd og halda seg kunna siga, at bert teir verða valdir, verður alt betri, men tað fari eg at loyva mær at ivast stórlig i, sigur Jåkup Lindenskov. Javnadartingmadurin í Suðurstreymoy sigur seg taka vánaligu forsagnirnar í veljarakanningunum í ram- asta álvara, og heldur, at Javnaðarflokkurin má leggja sera stóra orku í at greiða fólki frá, hvussu ålvarslig stødan veruliga er í landinum og hvat flokkurin heldur vera neyð- ugt at gera framyvir. -Hevur tað verið baldrut at vera føroyingur seinastu árini hevði tað ikki verið mætari, ráddu borgarligu Jákup Lindenskov eigur mong sporð í ólavsókuskrúgonguni. Bæði sum ting- og landsstýrismaður , men á ólavsóku nú verður hann bert eygleiðari. Mynd: Kalmar flokkarnir. Tá var einki sum æt arbeiðsloysistrygging, og skerjingarnar høvdu verið nógv grefligari, sigur Jákup Lindenskov sum sigur seg harmast um, at fólk hava lyndi at gloyma, at vit hava eitt sera væl útbygt samfelag og tey mongu framstig, sum hend eru tey mongu seinastu árini tá Javnaðarflokkurin hevur havt høvudsåbyrgdina fyri landsins stýri. Jákup Lindenskov verður sjálvur ikki millum teirra, sum fara at mynda komandi løgting. Hesum hevur hann áður boðað frá. Jákup Lindenskov var fyrstu ferð valdur á ting í 1958 og heldur, at nú eiga nýggjar kreftir at koma framat. tór.- N