Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 95 — 21. MAI 1994 Sida7 Tummas Arabo, landsstýrismaður Setrið átti ikki at lagt navn til slíka kanning -Tað er ómetaliga bíligt og grunt at fara út og spyrja fólk, um tað var rætt at bjarga bankunum og um hetta eigur at verða gjørt aftur fyrisíðani at útleggja úrslitið av kanningini sum at politikararnir eru ódemokratiskir, tí teir ikki hava gjórt, sum veljararin vil tað. Eg kundi sjálvandi farið út og spurt fólk, um vit skulu avtaka momsin, og tey flestu hóvdu helst svara játtandi. Skuldi eg harvið avtikið allan momsin spyr Tummas Arabo í sambandi við eina kanning, sum er gjórd av Fróðskaparsetrinum um avtalurnar við danir. Hann heldur ikki, at Fróðskaparsetur Føroya átti at lagt navn til hasa kanningina Nú um dagarnar kunn- gjørdi sjónvarpið kanning, sum samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt um stødutakan før- oyinga til avtalurnar, sum gjørdar eru millum Før- oyar og Danmark. Sam- bært hesi kanning er stórur partur av føroyingum sera ónggdur við hesar avtalur og ímóti at bankarnir verða bjargaðir enn eina ferð. Sera ónggdur Ein, sum er sera Gnøgdur við umrøddu kanning er landsstýrismaðurin Tummas Arabo. Hann sig- ur, at tað er ómetaliga bí- ligt at fara út á getuna og spyrja fólk, um tað var rætt at bjarga bankunum. -Tá eg einaferð setti henda spurningin til Jógv- an Mørkøre á Fróðskapar- setrinum fekk eg bara tað svarið, at hann mátti hava eina eykajáttan upp á 40.000 kr fyri at finna út av tí. Tummas Arabo sigur víðari, at tá ein slik stór avgerð sum hon at skula bjarga einum banka skal takast, sop verður ein altíð noyddur at meta um av- leiðingarnar. -Valið hjá okkum var antin eitt ar- beiðsloysi upp á 20% ella 60. Vit valdu 20%. Vit hildu tað ikki vera rætt at lata okkara peningaskipan fara og koyra landið út í eitt hóparbeiðsloysi. Atti Ikki at lagt navn til Landsstýrismaðurin heldur annars kanningina vera ómetaliga grunna. - Eg kundi sjálvandi farið út og spurt fólk, um vit ikki skulu avtaka momsin, og tá høvdu tey flestu helst svarað játtandi. Fróðskap- arsetur Føroya átti ikki at lagt navn til eina so grunna kanning. At gera sær sína egnu niðurstøður út frá hesum tilfarinum er eisini heilt burturvið heldur hann. Hvat viðvíkur úttalil- sunum hjá samfelagsfrød- inginum um, antin vit skulu bjarga bankunum enn einaferð clia ikki hev- ur Tummas Arabo hesa viðmerking: -Tá hann leggur upp til, at vit ikki eiga at bjarga bankunum enn einaferð, so er hetta sera vandamikil tala. Eg meini, at vit hava bundið okkum til at bjarga tí føroysku peningaskipanini, og tað fari eg at gera til eina og hvgrja tíð. Hvat munnu uppspararnir í bankunum fara at siga, um politikararnir nú fara at rópa upp um, at teir ætla sær ikki at bjarga bank- unum verður galið aftur spyr Tummas Arabo og heldur fram: -Eg haldi eisini, at tað er groft at hoyra Jógvan Mørkøre siga fyri opnum skermi, at politikarar eru ódemokratiskir, um teir ikki gera tað sum fólkið vil. ; Mugu taka ópoppu- lerar avgerðir eisini -Tað er eingin politikkur í søguni, síðani vit fingu Heimastýriskipanina, sum er vorðin so nógv góðtikin sum 80-arapolitikkurin. Politikararnir slongdu um seg við milliónum og øll vóru glað. Skulu vit fara aftur til tað? Tað vilja altíð vera tíðir, har tað er neyðugt at taka ópoppu- lerar avgerðir, avgerðir, sum øll ikki taka undir við her og nú. Men hetta er eisini ein av uppgávunum hjá politikarunum, sum mugu hugsa, hvat tænir landinum best upp á longri sikt. At vit so ikki hava dugað nóg væl at greiða fólki frá hesum er so ein annar spurningur. -Tí haldi eg, at út- talilsini og útleggingini av kanningini hjá samfelags- frødinginum er ábyrgdar- leys tala. Slíkt er rætt og slætt misbrúk av einum stovni sum Fróðskapar- setrið, sum so avgjørt ikki átti at lagt navn til slíkt. Tá so sami samfelags- frødingur sigur, at vit hava fingið eina monopolstødu við Fiskavirking, so er tað heldur ikki rætt. Vit hava fingið einar 35 uppkeyp- arar í landinum. Vit hava umsitið reglurnar so mikið liberalt, at einhvør føroy- ingur hevur kunnad selt fiskin, har hann hevur Tummas Arabo, lands- stýrismaður átalar kanningina, sum Jógv- an Mørkøre, samfel- agsfreðingur hevur staðið fyri viljað tað. Tað hevur ongantíð verið so hørd prískapping sum júst síð- ani Fiskavirking kom sig- ur Tummas Arabo í við- merkingini. jan Várkapping Í Vågunum 4. juni Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 31. mai á tlf. 32728 ella 32111 Vága Ríðingarfelag FÓLKAFUNDUR Á GØTUEIDI Um viðrar verður stórur fólkafundur á Getueiði 2. hvítusunnudag, kl. 17 Rødarar vera: Jógvan Fríðriksson, prestur Sverri Egholm, bókaverður Umframt felagssang spælir stórt hornorkestur við luttakarum úr Nes Sóknar Musikfelag, Fuglafjarð- ar Hornorkestri og Eiðis Ljómfelag undir leiðslu av Graeme Rudd. Annars verður høvi at keypa: Smurt breyð, pannukøkur, kaffi/ te og leskidrykkir - is 0.a. Grillpylsur (sum kunnu snerkjast å båli) Ein eyðsæð útferð fyri alt húskið. Lions Club Vælkomin! Eysturoy Frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Limafundur verður í | HOLUM FELAGSINS Á ARGJUM tyskvøldid 24. mai, kl. 20.00 | EVRILFOLMISKA STAÐAN Marita Petersen, løgmadur, og ting- menninir Jåkup Lindenskov og Vil- helm Johannesen luttaka | Nevndin Fuglafjørdur! Hesi nummør eru eftir frå leygardegnum 17/5 hjá skótunum: Hvítt Blátt 69515 31005 69541 31073 69739 Ring Tlf. 44632! Ford Sierra 1,6 LAZER biliga til sølu. Gev eitt bod. Lilla 74103 Grått 23221 Tlf. 12359