leygardagur 21. mai 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 Nr.95—21. MAI 1994
Dan Petersen, næstformadur javnadarfloksins:
Javnaðarflokkurin
og øll fakfeløgini
mugu standa saman
At spjada fakfelagsrørsluna yvir fleiri nyggjar flokkar er tann reini ørskapur.
Fakfeløgini og javnadarflokkurin byggja å nøkur felags grundleggjandi sjónarmið,
sum vit eiga at hjúkla um og verja.
Hóast tað er skiljandi, at fakfeløgini ikki taka undir við øllum ti politikki, sum
javnaðarflokkurin hevur kent seg noyddan at reka í fýra ár, so kann tað ikki vera
rætt at meta henda flokk bara út frá eini so avmarkadari og óvanligari tíð sum hesi pap Petersen, næstformaður javnaðarfloksins: -Javnað-
arflokkurin og fakfeløgini byggja á so grundleggjandi
sjónarmið og má samstarvið teirra millum ikki syndrast
seinastu árini.
Javnaðarflokkurin og fakfeløgini byggja á solidaritet og at vilja tryggja løn-
móttakaranum síni sjálvsógdu rættindi sigur Dan Petersen, næstformaður í javn-
adarflokkurin, sum inniliga heitir á fakfeløgini, um ikki at venda flokkinum bakið.
-Gera tey tað, er vandi fyri, at tey tá rudda slóð fyri einum borgarligum
landsstýri við sambandi og fólkaflokki. Og eftir tað vera fakfeløg bara eitt eiti.
Nú val er útskrivað til at
vera tan 7. juli hava vit
tosað við næstformannin í
javnaðarflokkinum, Dan
Petersen og spurt hann,
hverja viðmerking hann
hevur til eitt val í ótíð og
til støduna annars. Vit
hava eisini tosað við hann
um spurningin:
Týs
fakfelggini
javnaðarflokkurin.
Dan Petersen starvast
dagliga sum lærari. Hann
hevur síðani seinasta val
verið varamaður hjá Jørg-
en Thomsen, á tingi og
hevur hann sitid á tingi í
fleiri umførum. Hesi sein-
astu árini hevur hann
og
Lækna exam.
kosmetologur
M. Heinasonarg. 29
Tlf. 19118
fagin 24. mai 94
letur upp
VIDGERDARSTOVAN
hjá FIU
í Magnus Heinasonargetu 29
(har handilin VOGUE heldur til)
LATNGaR VÍ
LBOÐ
galdandi alla vikuna
Andlitsviðgerð
van. prísur 300,-
200,-
Aðrar viðgerðir:
Acne - Lita vippur 8 brýr - Brúðar
make-up 0.0.
Taki eisini skemm- |
andi hårvøkstur -
og skalt tú út eitt |
kvøld-komsoinnå |
gólvið og fá
make-up lagdan
fyr BERT 40, -
OPIÐ ER: |
Mánad.--hósdag |
kl. 9.00—17.30
Friggjadag:
kl. 9.00—19.00
Leygardag: |
kl. 9.00—14.00 |
eisini verið næstformadur
í flokkinum umframt at
hann er limur í starvs-
nevnd floksins, sum er
hægsti myndugleikin í
flokkinum.
Óheppið
Dan Petersen telist millum
teirra, sum halda tað vera
óheppið fyri allar flokkar,
at valið verður nú, tí tað
verður talan um feriutíð,
og tað fer at geva eina
skeiva mynd av fólka-
meiningini.
-Fyri okkara flokk er
tað sera spell, tí vit hava
strongt á at fáa eina
nýggja stýrisskipan og
helst verður tað uppskotið
so útsett eitt heilt skeið,
men nú fáa vit so at
síggja.
Dan Petersen heldur
eisini, at tað átti at verið
ein føroysk
javnaðarstjórn, sum sat
hinumegin borðið í august
og samráddist við eina
danska javnaðarstjórn, tá
blokkurin og meguliga
aðrir pengaspurningar
koma upp á tal. Sum
stødan er nú kann tað
henda seg, at vit als einki
stýri hava tá. Oftani hevur
gingið drúgv tíð at fáa
eina nýggja samgongu
eftir eitt val, og tað kann
vera ein sera ring stóða at
koma í.
Dan Petersen er sera
ónggdur við, at tað ikki
eydnaðist at bjarga ar-
beiðsloysistryggingini nú
innan eitt nýval. Hon
hongur framvegis í leysari
luft heldur hann.
-Tað er annars ómeta-
liga týdningarmikið, at
javnaðarflokkurin kemur
sterkur inn aftur á ting, tí
hann hevur tikið sær av
uppruddingini og lagt
nakrar linjur, sum mugu
haldast.
-Fólk eru bangin fyri
hópuppsagnum, sum
ávísir andstøduflokkar
hava boðað frá. Fólk eru
bangin fyri
lønarnidurskurdi, sum
onkur annar borgarligur
flokkur hevur boðað frá,
og fólk eru so eisini bang-
in fyri einum veldugum
sambandsflokki, sum fer
at koyra okkum sum eitt
danskt amt inn í ES.
Staðið við ábyrgd
-Men verður tað ikki eitt
sindur torført at fara til
val nú og at biðja fólk
velja javnaðarflokkin, tá
mong kenna seg illa hag-
reidd av júst javnaðar-
flokkinum seinastu árini?
-Í fyrstu syftu kann tað
tykjast soleiðis, men eg
kann minna á, at frá 1988
til 90 sótu allir hinir
flokkarnir uttan undantak
og royndu at stýra, men
tað bar teimum ikki til.
Hóast alt hava vit hildið út
í næstan fýra ár. Fyrst
smokkaði fólkaflokkurin
og nú hoknaði sjálvstýris-
flokkurin. Imeðan hevur
javnaðarflokkurin staðið
stinnur og tíkið tær ringu
avgerðirnar.
Hinir flokkarnir hava so
eisini havt so ilt av teim-
um 10 boðunum, sum
javnaðarflokkurin legði út
við til seinasta val. Eg
persónliga meinti hvert
eitt tað einasta av 10
boðunum, tí umstødurnar
tá vóru til at fremja hesi.
Høvdu vit frå 88 til 90
Tíðindablaðið (5771)
havt eitt arbeiðsdugnaligt'
stýri, so høvdu flestu av
hesum boðum eisini verið
gingin út.
Men síðani krakkaði
fiskaríið, bankarnir somu-
leiðis av fullkomiliga
åbyrdarleysum spekula-
tiónspolitikki. Kringum-
stødurnar gjørdu, at tad
bar ikki til at fylgja teim-
um lyftum, sum javnadar-
flokkurin gav undan val-
inum.
Dan Petersen visir eisini
á, at ein flokkur má og
skal hava nøkur endamál
at ganga eftir, ætlar hann
at stilla upp. Tey 10
boðini vóru góð men
umstødurnar gjørdu sum
sagt, at tað var émøguligt
at gjøgnumføra tey.
Solidaritet
Men hvat kann næstfor-
madurin f javnadarflokk-
inum lova veljarunum
skulu teir velja javnadar-
flokkin og ikki teir borg-
arligu!
-Javnaðarflokkurin
byggir upp á solidaritet.
Ikki upp á samband og
sjálvstýri og heldur íkki
upp á egoismuna.
Mótvegis teimum borg-
arligu er
javnaðarflokkurin ein
solidariskur flokkur,
meðan tann borgarligi
vongurin, bæði sambands-
flokkurin og fólkaflokk-
urin byggja á primitiva
egoismu, har einstakl-
ingurin skal skúgva hin til
viks. Hetta er tað
týdningarmesta lyftið vit
kunnu geva veljarunum,
og tað er so grundarlagið
fyri øllum politikkinum
hjå flokkinum.
Nordurlendsku
javnaðarflokkarnir
Besta dømid um, at javn-
aðarflokkurin er tann besti
LØGTINGS-
VALID 94
flokkurin er, at vit brúka
modellið hjá hinum
skandinaviskun javnaðar-
flokkunum. Tey skandi-
navisku londini standa
sum fyrimyndin í øllum
heiminum, og tað er besta
prógvið um, at javnaðar-
hugsjónin er tann besta.
Hetta hildu danir eisini í
30-unum, tó at arbeiðs-
loysið var heili 37%.
Í Svgríki, sum hevur
verið fyrimyndin bæði
búskaparliga, menni-
skjansliga og demokrat-
iskt, hevur javnadarflokk-
urin styrt meginpartin av
hesi øldini.
Dan Petersen heldur
ikki, at ein kann taka eitt
lítið brot burtur úr søguni
hjá einum flokki og siga,
at hatta var flokkurin.
Tað eru årslitini, sum eru
rokkin gjøgnum mong år,
sum telja.
-Hevur so einstakling-
urin einki at siga fyri
javnadarflokkin, tá tú
sígur, at flokkurin byggir
á solidaritet heldur enn
á egoismu?
-Jú so víst. Javnaðar-
flokkurin heldur at ein-
staklingurin skal mennast
so nógv sum hann hevur
hug til - bara tað ikki er
uppá “bekostning" av
»
7 4