Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 120 - 28. juni 2003 Nr. 120 - 28. juni 2003 3 Týsdagin byrjar Tórs- havnar Jazz-, fólka, og Bluesfestivalurin, sum í ár hevur 20 ár á baki. Øll árini hevur tað verið the grand old man, Brandur Øssursson, sum hev- ur skipað fyri. Fríggjadagin verður hann við í ungdóms- orkestri sínum frá 1950 á konsert í Til- haldinum JAZZFESTIVALUR Eirikur Lindenskov Hetta er triða árið, at dentur hevur verið lagdur á at, at tónleikurin eisini er niðri í miðbýnum. Eitt av serligu tiltøkunum hesaferð verður fríggjadag- in, tá ungdómsorkestrið hjá Brandi frá Keypmannahavn í 1950 fer at spæla í Til- haldinum í Havn. Hetta orkestrið kallaðist Irving Anckers Sekstet, og Brand- ur hevur savnað allar tón- leikararnar til hesa serligu jubileumskonsertina. Søgan um orkestrið byrj- aði tann 4. februar í 1950, tá seks næmingar á Øster- søgades Gymnasium á Øst- erbro í Keypmannahavn gjørdu av at stovna amatør- jazzbólkin. – Vit seks skúlafelagar spældu saman frá byrjan, og ljóðførini vóru piano, bass, trummur, sopransax, trompet og klarinet, greiðir Brandur Øssurson frá. Seinni varð sopransaxin skift út við eina tenorsax og leiðarin í orkestrinum, Irv- ing Ancker, sum spældi upp á klarinettina, fekk sær síð- ani eina altsax. – Irving Anckers Sekstet, sum orkestrið kom at eita, fekk skjótt vind í seglini og spældi umframt til skúla- veitslur og jazzkonsertir á okkara egna skúla eisini til skúlaveitslur á fleiri øðrum skúlum, so sum Aurehøj Gymnasium, har okkara egni Knud Heinesen var formaður í næmingaráð- num, greiðir Brandur frá. Teir spældu eisinni á skúl- unum í Birkerød, Gentofte og var annars við í fleiri barna- og ungdómssend- ingini Ugerevyen í tí, sum tá æt Statsradio. Irving Anckers Sekstet var fyrst í fimmtiárunum eisini fæst húsaorkestur í Borgernes Hus í Rosen- borggade, nærindis Nørre- port. Eftir soleiðis at hava spælt í eini tvey ár, varð bólkurin upploystur, og tríggir av limunum gjørdust professionellir tónleikarar, meðan hinir tríggir fóru í aðrar vinnur. Tá tað vóru liðin fimmti ár síðani at orkestrið varð stovnað, tók Irving Ancker stig til at savna gomlu manningina aftur eftir henda heldur langa steðg, og teir seks samdust um at byrja umaftur – bara til stuttleika. – Síðani hava vit hitst 14. hvønn dag í Musikkhandli- num hjá Ejvind Christen- sen á Jernbanepladsen í Lyngby, sum ikki bara legg- ur høli til, men eisini so mangt annað, sigur Brand- ur Øssursson. Tey, ið vilja hoyra henda gamla bólkin, kunnu leita sær í Tilhaldið í Havn kom- andi fríggjadag. Hesi 20 árini, Brandur hevur skipað fyri Jazzfesti- valinu, hava um 400 orkest- ur/solistar vitjað festivalin – tilsamans yvir 3.000 tón- leikarar. Men fer Brandur so at halda fram í 20 ár afturat? – Tað fáa vit at síggja, eg taki eitt ár í senn, sigur hann smílandi. Vit frætta meira um festi- valin í næstu viku. Tøkk Vit takka øllum tykkum, sum vístu okkum samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Oda Kjølbro Tórshavn doyði og varð jarðað. Ein serlig tøkk til heimahjálparar, Umlættingarheimið og til tykkum øll á Lágargarði, sum ansaðu og høvdu so stóra umsorgan um hana á tykkara serliga kærleiksfulla og vinarliga máta. Tit gera eitt dygdarverk og ongum nýtist at ótta elli um ein kemur á Lágargarð. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini, tøkk til brøðrasamkomuna við Birga Andreasen, Svenning av Lofti, Jóanes Poulsen, organisti og fleiri. Tit settu eitt vakurt minni um mammu okkara. Takk fyri kransar, blómur og gávu til Lágargarð. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Anders og Karin-Maria við familju Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Tamar Samson doyði og varð jarðaður. Jensa, Martin og Annelisa Jazzfestivalurin 20 ár …og Irving Anckers Sekstet í 2002. Brandur Øssurson var ein av teimum seks sum stovnaðu bólkin Irving Anckers Sekstet í 1950. Bólkurin var virkin í eini tvey ár. Í 2000 savnaðu teir bókin aftur, og fríggjadagin hevur hann konsert í Tilhaldinum í Havn. Irving Anckers Sekstet í 1950… Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápabeiggi, abbabeiggi og svágur Margeir Trønd Hansen vanliga nevndur Trøndur doyði og varð jarðaður. Takk fyri blómur og kransar og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jan, Sámal, Sigurð og Sólgerð v/ familjum Stór upplatingarveitsla SKRÁ FYRI 1. JULI 2003 KL. 9.00: KØTILBOÐ 1 Ferðaseðil t/r úr Føroyum til ein av hesum býum: Keypmannahavn ella Billund, kr. 100,- per bý Amsterdam, Athen, Barcelona, Bruxelles, Frankfurt, Kristiansand, London, Lissabon, München, Paris, Stockholm og Venedig, kr. 1.000,- per bý Tilsamans eru 14 ferðaseðlar tur/retur. Tað kann bert keypast ein ferðaseðil pr. persón. KL. 9.30: LUTAKAST 5 Ferðaseðlar Føroyar–Danmarkar tur/retur. Fá ein lutaseðil í handlinum. KL. 12 - 14 - 16: VINNINGARSKOT Kanónin verður skotin uttanfyri handilin. Nógvir góðir vinningar BALLÓNIR OG GÓÐGÆTI TIL BØRNINI GITA OG VINN Hvussu nógvir modell flúgvarir eru í glasbúrinum? Maersk Air letur upp í nýggjum hølum í Handilskjarnanum í Tórshavn Vit lata hurðarnar upp týsdagin tann 1. juli, kl. 9.00 við morgunkaffi, undirhaldi, kappingum og einari rúgvu av góðum tilboðum. Vit eru í veitsluhýri – kom við! UPPLATINGARTILBOÐ Danmark fyri Maersk Air-prísir. Verður selt frá týsdegnum 1.juli til fríggjadagin 4.juli. Ferðingartíðarskeið upp til 4 dagar. FØROYAR-KEYPMANNAHAVN kr. 1.595,- FØROYAR-BILLUND kr. 1.633,- Ferðingartíðarskeið upp til 14 dagar. FØROYAR-KEYPMANNAHAVN kr. 2.095,- FØROYAR-BILLUND kr. 2.133,- Heimferð í seinasta lagi tann 26. oktober 2003. Serstakar treytir og avmarkað av plássum eru. Hygg inn í okkara nýggja handil ella set teg í samband við tína ferðavinnuskrivstovu. Vitja eisini okkara nýggja handil á www.maersk-air.fo Handilskjarnin, 110 Tórshavn · Telefon 35 74 74 · Telefax 35 74 75 C M Y K 3 2