leygardagur 28. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 120 - 28. juni 2003
Nr. 120 - 28. juni 2003
5
Felagsskúlin á
Oyrarbakka verður
útbygdur og
umvældur fyri 30
milliónir. Arbeiðið
skal vera liðugt um
eini tvey ár
SKÚLABYGGING
Edvard Joensen
Oyrarbakka:
Felagsskúlin á Oyrarbakka
skal umvælast og byggjast
út fyri einar 30 milliónir
krónur næstu tvey árini.
Felagsskúlin á Oyrar-
bakka gongur á 30. ári, og
tí er eyðsæð, at umvælingar
skulu gerast. Eisini ger
nýggja skúlalógin tað neyð-
ugt at gera útbyggingar fyri
at nøkta tey krøv, sum í dag
verða sett til skúlan, sigur
formaðurin í stýrinum fyri
Felagsskúlan á Oyrarbakka,
Sofus Debes Johannesen,
borgarstjóri í Gjáar Komm-
unu.
Skúlin skal umvælast fyri
helvtina av teirri upphædd,
sum ætlandi skal brúkast,
sigur Sofus Debes Jo-
hannesen. Fimleikarhøllin
og skiftirúmini skulu um-
vælast. Tær vanligu skúla-
stovurnar skulu víðkast frá
teimum verandi umleið 50
fermetrunum til at gerast út
móti 70 fermetrum hvør.
Og skúlin skal í aðrar mátar
tillagast skúlalógini, sigur
stýrisformaðurin.
– Í grundini skal skúlin
broytast, allur sum hann er,
sigur Sofus Debes Jo-
hannesen.
Økið norðan fyri verandi
høvuðsinngongd skal inni-
lokast allan vegin norður til
útbygningin, sum bygdur
varð aftur at gamla skúlan-
um í 1980. Í somu linju,
sum tann bygningurin.
Serhøli skulu byggjast,
greiðir Sofus Debes Jo-
hannesen frá. Stovur til tón-
leik og media skulu gerast.
Bókasavn og edv rúm skulu
vera í einum. Nýggj mat-
stova skal gerast, og umsit-
ingin skal eisini flytast om-
an í nýggja tilbygningin.
Eisini skal gerast eitt
felagshøli, sum ætlanin er
skal líkjast nakað Klingruni
í Norðurlandahúsinum ella
soleiðis á leið, sigur stýris-
formaðurin fyri Felags-
skúlan á Oyrarbakka.
Sofus Debes Johannesen
ásannar, at talan er um
nógvar pengar. Og teir
skulu so koma frá komm-
ununum, sum eiga Felags-
skúlan á Oyrarbakka. Tær
eru tær kommunurnar, sum
um hálvtannað ár í felag
fara at eita Sunda Komm-
una, saman við Eiðis
Kommunu og Hósvíkar
Kommunu.
Ein byginevnd er sett at
hava eftirlit við byggingini.
Í henni eru umboð fyri
kommunurnar og lærarar-
nar við Felagsskúlan.
Ætlandi skal farast undir
forprojektering nú beinan-
veg, sigur Sofus Johanne-
sen. Sjálv projekteringin og
helst útbjóðing eisini verð-
ur so væntandi einaferð í
heyst, og so skal sjálvt ar-
beiðið eftir ætlan byrja
komandi vár. Arbeiði skal
væntandi vera liðugt í
2005, sigur Sofus Debes
Johannesen, formaður í
stýrinum fyri Felagsskúlan
á Oyrarbakka.
Skúli fyri tíggjutals milliónir
Felagsskúlin á Oyrarbakka, sum er frá 1974, skal umvælast og byggjast út fyri 30 milliónir krónur
C
M
Y
K
5
4
RAGNAR MAGNUSSEN
Timbur- &
snikkaraarbeiði
t.d.
Umvælingar
Skifting av tøkum
Húsavørðsarbeiði
tel. 51 89 02
Í næstu viku verður
norðurlendsk dansi-
stevna hildin í Vág-
um. Tað er Vága
Dansifelag, sum fær
vitjan úr Danmark og
Noreg, og tiltøk verða
hildin ymsastaðni í
hesum sambandi
DANSISTEVNA
Edvard Joensen
Vágar:
Vága Dansifelag verður
vertur fyri norðurlendskari
dansistevnu, suum verður
hildin í døgunum annan til
sjeynda juli.
Dansararnir fara at halda
til í skúlanum á Giljanesi,
og tiltøk verða so ymsa-
staðni. Mest verður gjørt
burtur úr í Vágum, men
farið verður eisini av oynni,
og millum annað verður
dansað í Havn fríggjadagin
í næstu viku.
Vága Dansifelag er við í
einum vinasamstarvi við
dansifeløg úr hinum Norð-
urlondunum, og hava hesi
feløg upp á skift havt dans-
stevnur, har vitjað hevur
verið hjá hvørjum øðrum.
Vanliga hava øll Norður-
londini uttan Ísland verið
umboðað á hesum stevn-
um. Í ár barst tó bæði
finnum og svium frá at
luttaka. Kortini er gjørt av
at halda stevnuna í Vágum í
næstu viku. Eini 80 fólk
fara at luttka á stevnuni,
sum sjálvandi orsakað av
avboðunum verður ein av
teimum smærru. Vanliga
plaga meira enn stórhundr-
að fólk at vera við til slíkar
stevnur.
Stevnan verður sett á
Giljanesi fyrrapartin hós-
dagin av Jørgeni Niclasen,
løgtingsmanni fyri Vágar.
Seinnapartin
verður
dansað ymsastaðni í oynni.
Og soleiðis heldur stevnan
fram til inn í aðru viku, tá
fremmandu gestirnir fara
avstað aftur.
Útferðir verða gjørdar
við gestunum. Fríggjadagin
verður farið til Havnar, har
dansað fer at verða í gongu-
gøtuni og við SMS. Bæði
útlendingar og føroyingar
fara at dansa í Havn hendan
dagin.
Sunnukvøldið
verður
almenn framførsla á Gilja-
nesi, har bæði gestir og
vertir fara at sýna fram ta
skrá, sum tey hava vant til
hesa stevnuna.
Fyrireikararnir siga, at
fríggjakvøldið verður al-
mennur dansur í Sørvági,
sum Vága Dansifelag skip-
ar fyri. Har verður bæði
føroyskur og útlendskur
dansur á skránni.
Norðurlendsk dansistevna í Vágum
Vága Dansifelag veðru í
næstu viku vetur fyri
norðurlendskari dansistevnu
í Vágum. Millum annað fara
danskir fólkadansarar at
luttaka á stevnuni