Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 120 - 28. juni 2003 Nr. 120 - 28. juni 2003 7 Dýrdarveður og ríkiligt ferðalag í Suðuroy REPORTAGA Orð:Heri á Rógvi Myndir: Àki Bertholdsen & Heri á Rógvi Tað byrjaði einki serligt. Mjørkin vildi ikki loyva danska forsætisráðharran- um, Anders Fogh Rasmus- sen at lenda í Føroyum. Men forsætisráðharrin við fylgi lendu í Føroyum. Frá fyrsta fetinum á før- oyskari jørð gekk forsætis- ráðharrin runt við einum stórum smíli á varranum. Hetta er kanska ríkisfel- agsskapurin tá hann er best. Minnini frá einari óðari mannamúgvu uttan fyri Hotel Hafnia, tá hin Ras- mussen – Poul Nyrup – var í Føroyum sita enn í minn- inum. Men við Fogh eru øll so glað. Ì øllum førum alment. Á almennu vitjanini verður kanska ikki so nógv tosað um politisk álvarsmál, men sjálvt á hesum økjum tykist alt at rigga. Við er eisini hjúnafelagi forsætisráð- harrans, Anne-Mette Ras- mussen, sum setir sín fríska dám á vitjanina. Í heyst eru tvey ár liðin síðani, Anders Fogh Ras- mussen við sínari VK- stjórn tók við stjórnar- leiðsluni í Danmark. Og vaktarskiftið á brúnni í Danmark merkist skjótt í Føroyum. Stutt eftir, at hann hevur tikið við, kemur Anders Fogh Rasmussen á stutta arbeiðsvitjan til Før- oya. Innanfyri eitt lítið samdøgur fær hann allar flokkar at kenna seg sum sigursharrar. Produktið er ein felags yvirlýsing frá løgmanni og forsætisráð- harranum. Bólturin liggur á før- oysku hálvini, og øll kanna sær bitan. Í Suðuroy hendan góð- veðursdag í juni verður eis- ini ein felags yvirlýsing, sum vit rópa tað, undir- skrivað. Hesaferð snýr tað eisini aftur yvirtøkur, og ein nýggj semja um yvir- tøkuleist er í nánd. Avlýsa Tá forsætisráðharrin ikki lendur í Vágum fyrr enn seint mikudagin, so verður skráin fyri hendan dagin, sum millum annað innibar eina vitjan á Viðareiði og í Klaksvík, avlýst. Eisini stórfingni døgurðin í Múll- ers Pakhús má avlýsast. Løgmaður situr kortini við rokningum fyri lund- arnar á Viðareiði og døg- urðan í Havn. Trupult er ikki at lenda í Froðba. Hildið verður, at tað hóskar seg best at hava sum mest av skránni hjá forsætisráðharranum í Suð- uroynni, nú tað hevur verið á skránni. Sostatt verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran hjá bý- ráðnum á Tvøroyri eins og tíðindafundur verður hildin hjá kommunalu myndug- leikunum. Eftir at tyrlan hevur sett seg í Froðba heilsar forsæt- isráðharrin og Anfinn Kallsberg og hansara lívs- felagi, Berghild Kallsberg, upp á býráðslimirnar á Tvøroyri og ferðaleiðaran Ása Jacobsen. Fyrst skal tað formella politiska fáast upp á pláss. Løgmaður og forsætisráð- harrin hava ein fund saman, har bara teir báðir eru við. Ein nýggj felags fráboðan verður undirskrivað og latin almenninginum. Ikki tí. Hon er mestur gjørd áðr- enn, men við hesum fær dagurin eitt sindur meira tignarligt virði. Eitt slag av einari Tvør- oyar traktat velur borgar- stjórin at kalla fráboðanini, sum kann seta munandi meira ferð á yvirtøkurnar Við Fogh á ferð Frá Tvøroyar kommunu fingu Anne-Mette og Anders hvør sína føroyska troyggju. Og tey vóru skjótt at royna nýggju ullina. Suðuroyggin eigur nógvar góðar dansarar. Danski forsætisráðharrin hevði kortini eitt sindur trupult at finna stevið. Fogh på Færøerne: Fleiri støð, har forsætisráðharrin vitjaði, stóðu hópin av børnum og heilsaðu honum við Dannebrog og Merkinum. Hann gav sær eisini stundir til at práta eina løtu við tey. av málsøkjum í Føroyum. Kirkja og sjúkrahús À eini ferð kring Suður- oynna við løgmanni og for- sætisráðharri nýtist tær ikki at kenna teg einsamallan. Ferðalagið er stórt. Forsæt- isráðharrin hevur sítt lið av embætisfólki og trygdar- fólki. Tey minna øll um hvørt annað. Eins ílætin og eins verumáta. Fylgið, sum gongur runt á Tvøroyri, má væl telja eini tretivu fólk. Hvat gera tey øll, liggur í tonkunum. Skil skal vera á øllum, og alt skal fyrireik- ast, sjálvandi. Og fleiri teirra sleppa eisini at bera allar hesar gávurnar út í bussin. Frá kommunalu umsit- ingini í Tvøroyri gongur leiðin í kirkjuna, har Ási Jacobsen greiðir frá. Hann er royndur ferðaleiðari, og hann er eisini við í bussin- um og greiðir frá, tá forsæt- isráðharrin ferðast í bláa bussinum hjá bygdaleiðum runt í Suðuroynni. Eftir kirkjuna er túrurin komin til sjúkrahúsið á Tvøroyri. Hundraðogtjúgu milliónir stóra verkætlanin er eitt modernað sjúkrahús. Ronnie Midjord og Thyra Thorsteinsson vísa runt á sjúkrahúsinum. Heilsað verður upp á fleiri av sjúkl- ingunum. Onkur teirra hev- ur eisini glett seg til at fáa vitjan, og ein av bókunum hjá forsætisráðharranum liggur frammi hjá einum av sjúklingunum. Tað ger tað ikki verri, at forsætisráðharrin hevur konu sína Anne-Mette við. Sjálvur er forsætisráðharrin ótrúliga professionellur. Smílið hjá honum situr rimmarfast allatíðina. Hetta er ein maður, sum er vanur við at vera í sambandi við fólk og føra seg fram. Men á hina síðu hevur kona hansara nakað meira natúrligt yvir sær. Hon starvast til dagligt fulla tíð sum pedagogur á einum dagstovni í Holte. Men av og á noyðist ein avloysari at traðka til, tá hon skal á almennar vitjanir og tílíkt. Og setir avgjørt ein postiv- an dám á. Í skúlanum í Trongisvági bjóðar kommunan til ein frokost, sum tað verður rópt. Birgir Enni hevur gjørt ymsar fiskarættir, og turr grind og spik eru eisini á stóra sjálvtøkuborðinum. Býráðið hevur rættiliga spílað seg út. Dansarar frá Suðuroyar norðara dansi- felag kvøða nøkur ørindi. Eftir frokostin sleppur Fogh eisini við í ringin. Hann hevði eitt sindur torført við at koma á lagið, kunnu vit siga. Einki føroyskt borðhald uttan røður. Umframt borg- arstjóran heldur eisini Óla- vur Rasmussen, próstur, røðu sum fyrrverandi brævavinur hjá forsætisráð- harranum fyri 30 árum síð- ani. Hóast forsætisráðharr- in ikki minnist so nógv av tí, so er røðan hjá próstin- um bara skemtilig fyri for- sætisráðharran. Bæði Anders Fogh og Anne-Mette fáa føroyskar troyggjur í gávu. Eisini fær Anne-Mette alt silvurið til tey føroysku klæðini. Sverri Midjord handar eisini Anfinni Kallsberg ein fjallstav, sum hann heldur vera eina so symbolska gávu. Føroya gull Hetta er sjeyndu ferð, at Anders Fogh Rasmussen er í Føroyum. Men hann hev- ur kortini ognantíð áður verið í Suðuroynni – lítla Danmark, sum fleiri røðar- ar kalla tað. Umframt steðgin á Tvør- oyri verður eisini farið til Vágs. Her verður vitjað á Ullavirkinum og Sirri. Árni Brattaberg og kona hansara hava bygt sær eina hampu- liga stóra fyritøku við teirra ullavøran, sum eisini skuldu bróta upp úr nýggj- um eftir truplu kreppuárini í Vági. Greitt varð frá um ymiskt, og Anne-Mette fekk eisini eina troyggju, men Anders noyddist at bíða til næsta dag, áðrenn hann fekk sína í Havn. Eftir steðgin í Vági varð farið til Sumbiar og so til Skúvoy, men fyrst varð steðgað uppi á Heysti. Har tók borgarstjórin í Sumba ímóti, og Gunnar Poulsen greiddi eitt sindur frá um Beinisvørð og seinni Akra- berg. Seinni um kvøldið var døgurði í Havn. Fríggja- morgunin varð farið aftur til Danmarkar. Tann ætlaða tríggja daga vitjanin gekk ikki heilt eftir ætlan. Men í góðveðrinum í Suðuroy var tað ikki so galið at vera við Fogh á ferð. Løgmaður greiðir frá ymsum við Beinisvørð Árni Brattaberg stjóri í Ullavirkinum og Sirri greiddi frá, hvussu nøkur føroysk mótiklæði verða gjørd. Birgir Enni borðreiddi fyri ymsum fiskarættum og grind fyri forsætisráðharrahjúnunum. Tað var Tvøroyar kommuna, sum var vertur við »frokostin« í Ìtróttarhøllini í Trongisvági Hyrðin hjá føroyska fólkinum, løgmaður Anfinn Kallsberg, fekk ein fjallstav frá Tvøroyar kommunu, og hann hevði løgmaður sjálvandi við sær við uppi á Hesti. Her er Anfinn avmyndaður við Anders Fogh og Gunnar Poulsen, sum var ferðaleiðari uppi á Heysti C M Y K 7 6