leygardagur 28. juni 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 120 - 28. juni 2003
Nr. 120 - 28. juni 2003
9
Danski forsætisráð-
harrin gevur føroy-
ingum møguleikan at
yvirtaka flogvøllin
sum hann stendur.
Verða íløgur gjørdar,
so fer hetta at kosta
føroyingum í einari
møguligar yvirtøku
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Tónin og høvuðs boðskap-
urin er tann sami sum áður
hjá Anders Fogh Rasmus-
sen. Føroyingar skulu sjálv-
ir gera av, hvat hendir og
ikki við møguligum yvir-
tøkum í Føroyum.
Vilja føroyingar úr ríkis-
felagsskapinum, so er hetta
upp til føroyingar sjálvar,
ljóðar tað frá forsætisráð-
harranum.
Nýggja felags fráboðanin
hjá løgmanni og Anders
Fogh Rasmussen savnar
eina røð av yvirtøkum
undir einari lóg – men
innanfyri ríkisfelagsskapin.
Takið støðu
Ein møgulig yvirtøku er
flogvøllurin í Vágum. Sum
er eiga danir flogvøllin um-
vegis Statens Luftfartsvæ-
en.
Fyri stuttum var sokall-
aða Føroya nevndin á Fól-
katingi á vitjan í økinum
hjá nevndini. Tá søgdu
Aage Frandsen frá Socialis-
tisk Folkeparti og Søren
Søndergaard frá Enhedslis-
ten, at tað var skyldan hjá
dønum at hava ordan í sín-
um tingum í Føroyum, og
hetta merkir eisini flogvøll-
urin. Er tað neyðugt at gera
íløgur, so er tað júst tað, ið
danir eiga at syrgja fyri, so-
leiðis at flogvøllurin kann
virka eftir nútímans treyt-
um uttan undantak.
Men hesum er Anders
Fogh Rasmussen ikki heilt
samdur við andstøðulim-
irnar í.
– Teir báðar eru jú kendir
fyri ikki at kenna politiska
ábyrgd. Tað er jú lætt hjá
teimum at koma til Føroya
og siga tílíkt – teir skulu
ikki gjalda, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
Hvat fer so at henda við
flogvøllinum í Vágum?
– Eg havi givið landsstýr-
inum eitt gott tilboð:
Landsstýrið kann yvirtaka
flogvøllin fyri einki, soleið-
is sum hann stendur nú.
Skal danski staturin hin-
vegin ígongd við at gera
íløgur í flogvøllin. So meti
eg, at landsstýrið noyðist at
gjalda fyri at yvirtaka flog-
vøllin.
Tískil haldi eg, at føroy-
ingar eru best tæntir við at
yvitaka flogvøllin nú – og
so sjálvir gera tær neyðugu
íløgurnar, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
Sostatt ger danski forsæt-
isráðharrin púra greitt, hvør
støðan hjá honum til flog-
vøllin er.
Flogvøllurin er donsk
ogn – eins og so nógv ann-
að í Føroyum. Er tað ikki
skyldan hjá danska statin-
um at hava skil í sínum
tingum í Føroyum?
Jú, tað er rætt. Tí er tað
týdningarmesta eisini, at
føroyingar taka eina støðu
til, hvørt tit ynskja at yvir-
taka flogvøllin ella ikki.
Vilja
føroyingar
ikki
yvirtaka
flogvøllin,
so
mugu vit taka støðu til,
hvat er neyðugt at gera við
flogvøllin, sigur Anders
Fogh Rasmussen.
Forsætisráðharrin er ikki
í iva um, at tilboðið um at
yvirtaka flogvøllin fyri
einki, er eitt gott tilboð, og
hann heldur føroyingar eiga
at umhugsa, um ikki hetta
hevði verið ein gongd leið.
Løgmaður og forsætis-
ráðharrin hava prátað um
hetta. Men einki evstamark
er sett.
– Eg haldi, nú tit at seta
fokus á yvirtøkur og íløgur
í flogvøllin, at tit eiga at
taka eina greiðu støðu til,
um tit vilja ella ikki vilja
yvirtaka flogvøllin, sigur
Anders Fogh Rasmussen.
Bólturin hjá okkum
Síðani skjótt tvey ár sum
forsætisráðharrin
hevur
Føroya politikkurin hjá
Anders Fogh Rasmussen og
stjórn
hansara
verið
óbroyttur. Og tað sama er
galdandi nú.
Bólturin liggur hjá tykk-
um, ger Anders Fogh Ras-
mussen greitt. Og hetta
tykjast
eisini
føroysku
myndugleikar at vera á
einum máli.
Fyri
Anders
Fogh
Rasmussen er ríkisfelags-
skapurin ein felagsskapur
millum trý lond við eins
rættindum.
– Sum støðan er, so av-
gera tit sjálvi ferðina á yvir-
tøkuna – innanfyri ríkisfel-
agsskapin. Støðan er greið,
og nú fáa vit í Danmark at
síggja, hvat tit fara at gera,
sigur ein avkláraður Anders
Fogh Rasmussen at enda.
Fyrsta ferðin til
Suðuroynna var
hæddarpunktið við
vitjaninin í
Føroyum, heldur
forsætisráðharrin
VITJAN
Heri á Rógvi
Vitjanin hjá forsætisráð-
harrahjúnunum
í
Føroyum
varð
nógv
merkt av tí føroyska
veðurlagnum.
Mjørki
gjørdi, at flogfarið, tey
vóru við, ikki fekk sett
seg í Vágum. Nakrar
tímar sveimandi yvir
flogvøllin í Vágum og
eina
stutta
vitjan
í
Bergen
seinni,
lendi
Anders Fogh og frú
Anne-Metta Rasmussen
seint mikukvøldið.
Skráin við tí nógva
góða
matinum
varð
avlýst mikudagin, men
hósdagurin
fekk
eitt
innihald.
– Eg havi upplivað
hetta sum eina frálíka
vitjan. Vit høvdu eitt
sindur av trupulleikum
við at lenda fyrsta dagin,
men
vit
komu
so
sanniliga fyri okkum
aftur í góðveðrinum í
Suðuroy.
Sjálvur
havi
eg
ongantíð
vitjað
í
Suðuroynni, men eg havi
hoyrt nógv um oynna.
Móttøkan
kendist
ótrúliga væl, og eg eri
ógvuliga glaður fyri at
hava upplivað oynna og
fólkið,
sigur
Anders
Fogh Rasmussen, sum
sigur seg bara vera ernan
av,
at
Suðuroyggin
verður rópt fyri lítla Dan-
mark.
Góður tóni
Ikki bara veðrið og blíð-
skapurin í Suðuroynni
var sermerkt við vitjanini
hjá Anders Fogh og fylgi
– eisini tónin millum
danskar og føroyskar
myndugleikar er vorðin
betri.
– Hyggja vit eftir
vitjanini sum eina heild,
so er tað deiligt at
uppliva, at sambandið
millum Føroyar og Dan-
mark er vorðið so gott,
sum tað er nú. Eg merki
týðuliga, tá eg hitti
føroyingar
eins
politikarar, at vit hava
sett hol á eini positiva
gongd fyri báðar partar.
Nú er tað so upp til
tykkum sjálvi, hvat fer at
henda í framtíðini, sigur
Anders Fogh Rasmussen.
Sum vera man fingu
bæði forsætisráðharrin
og frú hópin av gávum í
Føroyum. Anne-Mette
Rasmussen
fekk
frá
Tvøroyar kommunu alt
silvurið til tey føroysku
klæðini.
Tað síðsta á skránni,
áðrenn tey settu seg í
bussin til flogvøllin var
at velja eina nýggja
troyggju frá Sirri til
forsætisráðharran.
Ikki er greitt, nær for-
sætisráðharrin og frú
koma aftur til landið. Á
hesum sinni var talan um
eina almenna vitjan, og
føroyingar fara mestur
heldur at síggja Anders
Fogh Rasmussen á einari
styttri arbeiðsvitjan fyrst
av øllum einaferð í
framtíðini.
Anders Fogh Rasmussen:
– Takið tit støðu til
flogvøllin
Eg haldi, nú tit at seta fokus á yvirtøkur og íløgur í flogvøllin, at tit eiga at taka eina greiðu
støðu til, um tit vilja ella ikki vilja yvirtaka flogvøllin, sigur Anders Fogh Rasmussen í samrøðu
við Sosialin
Mynd: Jens Kristian Vang.
Frálík vitjan
Tey passaðu væl í Føroyum, Anne-Mette og Anders Fogh
Rasmussen. Her hjálpir Anne-Metta Anders við at finna tí
røttu troyggjuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrstu føroysku stjórn-
málafrøðingarnir
fingu handað prógv á
Setrinum fríggjadag-
in. Dagurin var sann-
ur hátíðardagur, og
Føroyar eru vorðnar
eina týdningarmikla
útbúgving ríkari, helt
ein ein nýklaktur
stjórnmálafrøðingur
fyri. Útbúgvingin
hevur ført til eitt nýtt
samstarv á Setrinum,
har uttansetursfólk
leggja leiðina fram
við at undirvísa
ÚTBÚGVING
Ingi Rasmussen
Tað
var
hátíðardámur
fríggjadagin á Gamla bóka-
savni á Debesartrøð, har
Fróðskaparsetrið nú heldur
til. Fyrstu føroysku stjórn-
málafrøðingarnir
fingu
prógv handað, og tað er ein
stórur dagur.
– Hetta kann metast sum
ein av varðunum í søguni
hjá Fróðskaparsetrinum og
Føroya landi. Hetta er ein
partur av at byggja land og
gera Føroyar eitt sindur
størri, segði Jóan Pauli
Joensen, fyrrverandi rektari
og núverandi leiðari fyri
Søgu- og samfelagsdeildina
á Setrinum.
Har vóru ongi kappar ella
hattar á nýklaktu stjórn-
málafrøðingunum,
men
Jóan Pauli Joensen bað hin-
vegin fólk um at gáa eftir,
hvar tey stóðu. Í grótbygn-
inginum, sum var eitt megn-
artak í 30-árunum. Har
høvdu nógv fólk gingið
millum ár og dag, og hann
helt fyri, at onkustaðni sita
Chr. Matras, Janus Djur-
huus og onnur smílast og
fegnast um tað, sum er
hent.
Bakkalaurusar
Nógv fólk vóru møtt at
uppliva stóru løtuna, tá átta
fólk fingu prógv handað.
Nú ein nýggj útbúgving
hevur sæð dagsins ljós á
føroyska universitetinum,
hava tey í trý ár verið
royndarfólk.
Spurningurin var havdur
á lofti, hvussu nýggja barn-
ið hjá Setrinum skal eita.
Tá farið varð í gongd fyri
trimum árum síðan, vóru
fólk varin, og kallaðu tað
eitt ársnám, sum so líðandi
kundi stykkjast saman til
eina útbúgving. Men tey
lesandi løgdu trýst á, og tað
endaði við, at eldsálirnar á
Setrinum
gjøgnumførdi
fyrstu útbúgvingina saman
við ágrýtnu næmingunum.
Næmingarnir kunnu nú
seta fýra bókstavir við sítt
navn. B.S.Sc. í stjórnmála-
frøði. Skal tað vera heilt
fínt, kunnu tey siga »bacca-
laureus socialis scientari-
um«. Jógvan Mørkøre, sum
er adjunktur í stjórnmála-
frøði, kundi ikki lata vera
við at hugsa um bakkaluar-
ar, sum er ein beint framm-
aná, og um so er, so er talan
um ein ordans bakkaluara
frá Setrinum til okkum øll.
Trilvandi byrjan
Byrjanin var kortini trilv-
andi, viðgekk Jógvan Mørk-
øre. Trupulleikar vóru við
hølum og lærarakreftum.
Næmingarnir hava ferðast
millum Søgu- og sam-
felagsdeildina, Reynshúsini
og Sjómansskúlan. Lærar-
arnir vóru ov fáir, men tað
eydnaðist at fáa góðar
uttanseturskreftir at taka
eitt dyggiligt tak. Og tað
gekk.
– Eitt gott samstarv er
komið í lag við fólk uttan
fyri Setrið, sum hava lagt
nógv í hesa útbúgvingina.
Vit vænta okkum nógv av
samstarvinum
frameftir,
sum byrjaði við hesari út-
búgvingini, og vónandi
heldur tað fram, segði
Jógvan Mørkøre, sum takk-
aði m.a. Gesti Hovgaard,
Hans Andrias Sølvará og
Herluf Sigvaldsson fyri
teirra ágrýtni.
Stjórnmálafrøðingar hava
í høvuðsheitum verið um-
vegis tríggjar lærugreinar:
Føroyskan politikk, altjóða
politikk og løgfrøði. Sam-
bært Jógvan Mørkøre við-
ger stjórnmálafrøði bæði,
hvat politikkur eigur at
vera, og hvat hann í roynd
og veru er. Øðrumegin
verður tað góða samfelagið
viðgjørt. Hinumegin verður
viðgjørt, hvussu samfelag-
ið í veruleikanum sær út.
Millum annað verður hugt
eftir, hvør hevur vald, og
hvør átti at havt vald.
Lætta um tilgongd
Malan Marnersdóttir, rekt-
ari, handaði prógvini. Hon
viðgongur, at Fróðskapar-
setrið ikki kundi erpa sær
av umstøðunum, sum tey
hava bjóðað teimum fyrstu
lesandi til stjórnmálafrøði,
tí tey hava verið víða. Men
næstu árini hevur Setrið so
leigað høli á Sjómansskúla-
num, sum tey ráða yvir.
Víða hava tey eisini verið
reint fakliga, segði rektarin.
Tey hava viðgjørt viður-
skifti, sum hvønn dag eru at
hoyra í tíðindunum. Komm-
unusamanlegging, arbeiðs-
loysisskipan, valdsbýti í
samfelagnum og nýggja
politiska og vinnuliga elit-
an, eru millum evnini, sum
hava verið viðgjørd í rit-
gerðunum.
Nú tey fara undir víðari
lesnað, hava tey fingið eitt
gott prógv frá Setrinum.
– Hetta er ikki bara fyrstu
ferð, vit handa stjórnmála-
frøðingum prógv. Hetta er
eisini fyrstu ferð við handa
eitt sonevnt Diploma Supple-
mentum, sum er eitt ískoyti
til prógvið. Tað lýsir føroy-
sku skipanina og útbúgv-
ingina. Hetta verður gjørt
fyri at lætta um góðskriv-
ingartilgongdina, tá farið
verður út í heim á aðrar
lærustovnar, segði Malan
Marnersdóttir.
Føroyar ríkari
Oyvindur Brimnes er ein
teirra, sum hevur fingið
prógv. Hann heldur tað
hava verið trý spennandi og
strævin ár, har tað eisini
onkuntíð hevur verið ør-
kymlandi at vera royndar-
hara. Men tað góða vigaði
meira enn tað ringa.
– Vit hava havt stóra
gleði av nærleikanum á ein-
um so lítlum fakulteti. Lær-
arar hava stórt rós uppibor-
ið fyri at hava loftað okkum
hóast smáar umstøður og
fyri at hava givið okkum
eina fullgóða útbúgving,
segði Oyvindur Brimnes
vegna tey lesandi.
Útbúgvig er ein tann
besta íløgan, sum eitt land
ger, helt Oyvindur fyri, og
hevði hug at fílast á tær
umstøðurnar, sum Fróð-
skaparsetrið fær frá land-
inum. Samanborið við aðr-
ar smátjóðir eru tær 16
milliónir krónurnar, sum
Setrið fær játtað í ár, lítið av
miklum. Men við góðum
vilja frá politikarum og
vinnulívi átti at verið gjør-
ligt at hækkað støðið skjótt
í Føroyum.
Nú eru Føroyar so eina
týdningarmikla útbúgving
ríkari, endaði Oyvindur
Brimnes, tá prógvini vóru
handað.
Ordans bakkaluarar á Setrinum
Átta nýggir stjórnmálafrøðingar. Frá vinstru: Sólfinn Hansen, Anna Eikholm Joensen, Fríði B. Nielsen, Anna P. Leo Olsen, Beinir Guðjónsson, Rúni Rasmussen,
Oyvindur av Skarði og Hildur Eyðunsdóttir.
Mynd: Jens K. Vang
Føroyar eru ein týdningarmikla útbúgving ríkari,
segði Oyvindur Brimnes (vm), sum fríggjadagin
fekk BA-prógv í stjórnmálafrøði
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
9
8