Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 120 - 28. juni 2003 Nr. 120 - 28. juni 2003 11 Hóast morð og dráp framhaldandi eru ger- andiskostur í Ísrael røkist okkurt tó fyri friði ella tí sum líkist vápnahvíld. Víðgondu pal- estinsku bólkarnir siga seg nú sinnaðar at leggja vápnini í einar tríggjar mánaðir, um Ísrael afturfyri heldur uppat at drepa leiðarar teirra. Nú eru vit so von við at vápnahvíldir halda bert í eina tíð, tí so torført er at fáa allar teir ymsu palestinsku bólkarnar at standa saman. Men sum tað ljóðar eru teir sinnaðir til at gera eina roynd. Hetta er gott fyri allar partar og um teir megna at halda tað teir lova kemur tað at liggja ómetaliga stórt trýst á ísraelsku stjórnini eitt nú at steðga nýggjum búset- ingum og at leggja niður tær, sum eru komnar í seinastuni. Vit vóna so inniliga, at palestinar megna sín part av avtaluni, tí tá er porturið fyri friði og eini semju veruliga latið upp. Tá eru ísraelar tvingaðir og verður helst øgiligt trýst lagt á teir uttanífrá at vísa vilja til semju við palestinar. Hetta má vísast í verki og sum sagt eiga búsetingarnar sum tað fyrsta at stegða. Og haraftrat mugu ísraelar so smátt fara undir at taka seg aftur av hertiknum landi. Tað næsta verður so at leggja lunnar undir tann palestinska statin, sum má og skal gerast veruleiki. Umheimurin við Europa og USA á odda má nú halda fast í ísraelar, soleiðis at Sharon ikki sleppur at koyra solospæl. Tí mugu teir víð- gongdu í Ísrael setast uppá pláss eins og hjá palestinum. Tað ber ikki til at hesir víð- gongdu, sum liggja langt til høgru fyri Sharon sleppa at brúka sín demokratiska rætt til at steðga friðarætlanini. Tá má eitt nýtt demokrati skipast so ella so ella má Arbeið- araflokkurin bjóða seg fram til at stýra saman við Likud. Tað stutta av tí langa er, at ultra- høgravendu smáflokkarnir í Ísrael mugu temjast eins væl og teir víðgongdu bólkarnir hjá palestinum. Megna hóvligu palestinarnir at stegða sínum heykum, so má og skal tann hóvligari parturin av ísraelsku stjórnini til at steðga sínum heykum. Tað er lykilin til frið í Ísrael, um so er at Hamar og Jihad ol. leggja vápnini. DAGSINS MEINING Sosialurin Vegamót? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Rækjuvinnan og almennur studningur Abraham Mikladal abraham@kallnet.fo Nú hoyrdu vit tað aftur, vit ið eru nóg gomul til at minnast 80’ini. Tað al- menna má traðka til og veita studning tí ein partur av fiskivinnuni er í kreppu Í 80’unum brúkti tað al- menna nærum eina milliard um árið til stuðul til fiski- vinnuna á landi og sjógvi. Og hóast hesa stóru upp- hædd vóru øll virki og skip skuldarbundin upp um háls og herðar. Tá so fiskiskapurin sveik, fór alt so ruddiliga av knóranum. Tað almenna mátti taka upp eftir gildið og átaka sær skuld upp á seks til sjey milliardir krónur. Nú hoyra vit aftur teir tá so, vælkendu tónarnar “At samfelagsvirðir eru í stór- um vanda”, “At rækjuvinn- an er í kreppu”, “At alt steðgar upp, um rækjuvinn- an ikki fær almennan pen- ing”, “At útrokningar vísa, at hundraðtals ársverk fara fyri skeytið, um einki verð- ur gjørt” o.s.fr. Men eru vit ikki júst so dánt komin úr planbúskap- inum inn í ein marknaðar- búskap?. Og eru fortreytir- nar í marknaðarbúskapin- um ikki, at vinnur mugu virka undir teimum til eina og hvørja tíð galdandi for- treytum? Hvat missa føroyingar og Føroyar, um rækjuflotin fer av knóranum? Allarhelst einki ella í øllum førum lítið og einki. So hvørt skipini fara undir hamaran, verða tey skuldarsanerað og keypt aftur av somu ella øðrum persónum fyri eina upp- hædd, ið er nógv lægri og lættari at forrenta, enn hon er í dag. Møguliga nøkur skip fara av landinum, men so verða onnur keypt inn í flotan í staðin. So leingi rækjur eru at fiska, verða íløgur gjørdar í skip at fiska tær. Mær vitandi hevur hug- urin til rækjuveiðu verið so stórur millum føroyingar, at tað hevur verið trupult hjá felagnum “Rækjuskip” at sannført landsstýrismannin í fiskivinnumálum um ikki at útskriva fleiri loyvir til rækjufiskiskap. Tað liggja nógvar umsóknir í Fiski- vinnumálaráðnum. So stúrið ikki - keyparar standa í kø at keypa, so hvørt rækjuskipini fara undir hamaran. Niðurstøðan er greið. Eingin steðgur kemur í rækjuveiðina, og vit fáa ein rakstarbetri rækjuflota. Fregnir uttast til høgru Kristian Magnussen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Oddagreinin í Fregnum í síðstu viku við yvirskriftini “Arbeiðarafjøldin mis- leidd” var ikki tespiligur lesnaður. Eitt er at odda- greinin partvís var eitt álop á Javnaðarflokkin, men tað sum verri er, var sjúkliga og hatska álopið á arbeið- arafjøldina, fakfeløg og fakfelagsleiðarar tess. Onki navn stóð undir oddagrein- ini, sum er sera ússaligt, tá man legst eftir navngivnum fólki á sera niðrandi hátt. Nakrar dagar áðrenn Fregn- ir kom út, møtti eg einum av føstu oddagreinsskrivar- unum á blaðnum, og hann gav mær, Javnaðarflokkin- um, arbeiðarafjøldini og leiðarum tess av grovfílini við somu sjónarmiðum og við somu dømun sum í oddagreinini. Hann kann tó neyvan hava skrivað odda- greinina, tí hann er m.a. kendur fyri sína mótsstøðu ímóti teimum í goyma seg aftan fyri dulnevni, ella hvussu? Tey, sum vilja fakfelags- rørsluni væl og allir demo- kratar eiga at lesa odda- greinina, um tey ikki longu hava lisið hana. Eg leggi ikki í at endurgeva úr henni, men hon sigur nakað um eina ótespiliga gongd í samfelagnum. Niðurstøðan í greinini var, at løgtingið átti at skerja valdið hjá demokratiskt valdum fak- felagsleiðslum, ið sambært dulnevnda høvundan, fremja undirgravandi virk- semi. Fregnir, ið má rokn- ast sum málgagn hjá full- veldisvonginum, eggjar so- statt sínum løgtingsumboð- um til at skerja einasta veruliga vápnið, ið ar- beiðsfólk eiga, demokrat- iska rættin at fara í verkfall. Arbeiðsfólki og øðrum skilafólki nýtist tíbetur ikki at lata seg villleiða av full- veldisblaðnum og slíkum, ið altið skíra stríðið hjá ar- beiðsfólki fyri betri korum fyri undirgravandi virk- semi. Arbeiðara- og fakfel- agsrørslan hevur frá byrjan av, gingið á odda í stríðnum fyri betri og rættvísum kor- um hjá fjøldini. Søgan um hvussu rørslan mentist og tann demokratiska sosial- istiska hugsjónin, vóru andaligi førningurin og drívmegin. Tann veruleikin er væl og virðiliga doku- menteraður og letur seg ikki redigera av Fregnum og tess spinndoktarum. Skulu vit tosa um at undirgrava, so eru tað júst slíkir, sum hesin feigi odda- greinsskrivarin, ið situr dulnevndur í skímaskoti, ið undirgrava demokratiið. Ágangurin á fakfeløg og vunnin rættindi, bæði rætt- indi á arbeiðsmarknaðinum og politisk rættindi, hevur altið verið stórur og verður ikki minni framyvir, sum oddagreinin í Fregnum ber boð um. Demokratisk rættindi, ið arbeiðsfólk og arbeiðara- flokkar hava stríðst seg til í felag, mugu tí eisini í fram- tíðini verjast og mennast í felag og enn er langt á mál og nógv at stríðast fyri, áðrenn vit øll m. a. hava javnbjóðis rætt til arbeiði, útbúgving, bústað og til at liva og virka í heilsugóðum umhvørvi. – Nýggja avtalan um yvirtøkur er eitt hent skjal, men í veruleik- anum, hevur Anders Fogh Rasmussen ikki latið føroyingum nakað serligt, sigur Jóannes Eidesgaard TVØRASÁTTMÁLIN Áki Bertholdsen – Danski forsætisráðharrin hevur dugað meistarliga væl at trekt tenninar úr teimum mest víðgongdu føroyingunum á politiska loysingarvonginum. Jóannes Eidesgaard, for- maður í javnaðarflokkin- um, heldur, at avtalan um yvirtøkulógina, sum varð undirskrivað á Tvøroyri hósmorgunin, er eitt gott dømi um hetta. Men tað verður so langt frá, at hann fer at liggja í andvekri av, at Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen nú hava undir- skrivað eina ætlanarfráboð- an um at gera eina yvir- tøkulóg. – Tvørasáttmálin er uttan iva eitt hent skjal. Men í veruleikanum broytir hann ikki nógv og tað kann ikki sigast, at Anders Fogh Ras- mussen hevur givið føroy- ingum nakað serligt. – Tað einasta, hann hevur gjørt, er, at hann hevur fingið føroyingar at ásanna ein politiskan veruleika, sum í roynd og veru hevur verið galdandi heilt síðani 1948, tí yvirtøkuleisturin hevur galdandi líka síðani tá. – Og so megnaði hann eisini at kyrrað teir mest víðgongdu føroyingarnar, og tað gjørdi hann í ríkis- felagsskapinum. Avgera sjálvir Jóannes Eidesgaard sigur, at yvirtøkulógin verður ein endalig staðfesting av, at tað er Løgtingið, sum einsamalt ger av, hvørji málsøki skulu yvirtakast og, nær tey skulu yvirtak- ast. – Og hetta er í fullum samsvari við sjálvstýrislóg- ina hjá hjá javnaðarflokk- inum, tí eftir henni skuldi Løgtingið einsamalt hava evsta vald í spurningunum um yvirtøkur. Men formaður javnaðar- floksins sigur eisini, at í veruleikanum broytir Tvørasáttmálin ikki nakað stórvegis. Hann ger tó vart við at í gjáramorgunin hevði hann ikki lisið sáttmálan sjálvur, so hansara viðmerkingar eru bygdar á tað, hann hev- ur lisið og hoyrt í fjølmiðl- unum. – Eftir tvørasáttmálanum skulu føroyskir og danskir myndugleikar gera eina avtalu um, hvussu farast skal fram, tá ið málsøki skulu yvirtakast. Og grundarlagið undir tí avtaluni skal vera, at føroy- ingar skulu kunna yvirtaka øll málsøki, tá ið vit vilja. Hetta er tó ikki galdandi fyri tey málsøki, sum eru beinleiðis undir ríkinum, tað eru hernaðarmál, uttan- ríkispolitikk og statsborg- araskap. – Fyrr hava vit havt ein lista í heimastýrislógini sum sigur, hvørji mál, vit kunnu yvirtaka. Hetta verð- ur nú broytt so at vit fáa ein lista við nøkrum fáum málsøkjum, sum vit ikki kunnu yvirtaka. – Hetta verður uttan iva ein hent lóg hjá føroyingum at hava. Men vit mugu ásanna, at hon broytir ikki stórvegis, tí soleiðis hevur tað so at siga altíð verið í veruleikanum. Vit hava altíð kunna yvirtikið mál og vit hava eisini yvirtikið nógv mál, uttan nakað sum helst hóvasták, eisini máls- øki, sum vit hava skula samráðst við danir um. Telesamskiftið, havum- hvørvi og skipasýnið eru nøkur dømi, seinastu árini. – Tað hevur í ávísan mun eisini verið ein spurningur um politiskt handalag og tað er merkisvert, at einastu málsøki, sum vit hava havt trupulleikar av, eru tey, sum Høgni Hoydal, landsstýris- maður í lógarmálum, hevur umsitið, eitt nú fjølmiðla- ábyrgdarlógina. Trekt tenninar úr føroyingum Jóannes Eidesgaard sigur, at hendan yvirtókulógin er ein endalig staðfesting av, at ætlanin er at broyta ríkis- felagsskapin. – Men tað er umráðandi at gera vart við, at øll máls- øki vera ikki yvirtikin á ólavsøku. – Tað verður altíð Løg- tingið, sum ger av, nær vit skulu yvirtaka eitt málsøki og tær avgerðirnar fara altíð at vera tiknar út frá teimum fíggjarligu um- støðunum. – Og sum búskaparligu útlitini eru nú, er tað ikki nógv sum talar fyri at tað eru umstøður fyri at gera tær mest kostnaðarmiklu yvirtøkurnar, eitt nú løg- reglu og rættarmál, sum kosta næstan 100 milliónir, sigur formaður javnaðar- floksins. Hann heldur, at ein stórur fyrimunur við hesi lógini er, at nú er ein stórur partur loystur av teimum stóru stríðsmálini, sum hava tært viðurskiftini ímillum føroy- ingar og danir. – Tað má sigast til rós fyri danska forsætisráð- harran, at hann hevur duga ómetaliga væl at slætta sjógv ímillum føroyingar og danir. Meistarliga hevur hann trekt tenninar úr teim- um mest víðgongdu føroy- ingunum - uttan í grundini at lata tað stóra afturfyri. – Tí sum hann sigur: Tað er ongin orsøk til at sparka eina opna hurð ígjøgnum. Yvirtøkur hava vit altíð kunna framt í tí veruliga politiska lívinum. Men nú so vit so pappír uppá, at tað og tað kann sjálvsagt vera hent, sigur Jóannes Eides- gaard. –Tað ber illa til at siga nakað um tvøra- sáttmálan, fyrrenn vit vita, hvat kemur at standa í tí endaligu yvirtøkulógini, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í sambandsflokkinum TVØRASÁTTMÁLIN Áki Bertholdsen – Vit mugu fáa meiri kjøt á. Lisbeth L. Petersen, for- kvinna í sambandsflokkin- um, sum er í andstøðu sig- ur, at enn ber illa til at hava nakra meining um fráboð- anarætlanina, sum Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg skrivaðu undir á Tvøroyri hósmorgunin. – Tvørasáttmálin er so ullintir, at tað ber illa til at hava eina greiða støðu til hann, sigur Lisbeth Peter- sen. Hon sigur, at tað, sum hevur tann stóra áhugan hjá sambandsflokkinum, er, hvat kemur at standa í teirri endaligu yvirtøkulógini. Hon sigur, at sambands- flokkurin heldur, at tað eru nøkur málsøki, sum føroy- ingar kunnu yvirtaka. – Men vit hava kortini sett eitt mark, tí vit halda framvegis, at tað eru nøkur mál, sum tað ikki er rætt at yvirtaka. – Eitt nú halda vit, at Føroyar eru so lítlar, at tað er ikki rætt at yvirtaka løgreglu og rættarmál, tí vit stúra fyri rættartrygdini, tá ið ein so fáment tjóð skal yvirtaka dómsvaldið, tí vit eru ov nær hvørjum øðrum. Lisbeth Petersen sigur, at tann fíggjarligi spurningur- in í yvirtøkunum kann eis- ini gerast eitt mark í sær sjálvum fyri, hvørjar yvirtøkur, sambandsflokk- urin vil taka undir við. – Higartil hevur danski boðskapurin verið, at tað, sum føroyingar yvirtaka, mugu vit sjálvi fíggja og tað verður eisini áhugavert at vita, hvat yvirtøkulógin fer at siga um tann spurn- ingin. – Tvørasáttmálin er ein ætlan. Fyri okkum verður málið áhugavert, tá ið vit kenna tað ítøkiliga inni- haldið í yvirtøkulógini, sum skal setast í gildi á Ólavsøku næsta ár. Hevur trekt tenninar úr mest víðgongdu føroyingunum Vit mugu fáa meiri kjøt á – Tvørasáttmálin er so ullintir, at tað ber ikki til at hava eina meining um hann, fyrrenn vit vita nágreiniliga, hvat kemur at standa í shjálvari lógini, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna sambandsfloksins – Tvørasáttmáliner eitt meistarligt, taktiskt trekk hjá Anders Fogh Rasmussen, tí hann hevur í grundini ikki latið føroyingum nakað. Men hann hevur so klárað at kyrt teir mest stríðshugaðu føroyingarnar- og tað gjørdi hann í ríkisfelagsskapinum, sigur Jóannes Eidesgaard C M Y K 11 10