leygardagur 28. juni 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 120 - 28. juni 2003
Nr. 120 - 28. juni 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
18. juni fingu Dorte Krahl og Høgni Dalsgaard,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 3900 gr.
18. juni fingu Johanne Amanda, 5 ár, og Samuel Peter,
2 ár, ein beiggja. Hann var 52 cm langur og vigaði
3200 gr. Foreldur teirra eru Elisabeth og Flemming
Abrahamsen, Ålborg.
21. juni fingu Mirjam og Eli Joensen, Århus, eina
dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4300 gr.
22. juni fingu Margret og Jóhan David Joensen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3600 gr.
23. juni fingu Diana á Skúr og Aref T. Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3265 gr.
Brúdleyp
Í dag, 28. juni, kl. 14.00 giftast í Ebenezer, Anna
Maria av Reyni og Heini Ellingsgaard, bæði úr Tórs-
havn.
Veitslan verður fyri innbodnum kl. 18.30 í Páll-
stovu.
Í dag, 28. juni, giftast í Prestagarðinum á Ziskatrøð
Annika Vilhelm, Kunoy og Tummas Andreassen, Viðar-
eiði.
Opið hús verður í heimi teirra í Kunoy frá kl. 19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Í dag giftast í Nes kirkju, Joan Hansen, Nes og Jan
Skoralíð, Leirvík.
Veitslan verður fyri innbodnum á Muntra.
Í dag, 28. juni, kl. 15.00 giftast í Fløng kirkju, Tórun
Poulsen, Skipanes og Thomas Juul Andersen, Hede-
husene.
Veitslan verður fyri innbodnum á Stationsvej 18,
2640 Hedehusene.
Í dag, 28. juni, kl. 15.30 giftast í Bangsbo Strand
kirkju í Frederikshavn, Carina Johansen, Trongisvág-
ur og Per Mortensen, av Skælingi.
Brúdleypsadr.: Kalkværksvej 27, 9900 Frederiks-
havn.
Í dag, 28. juni, verða Barbara Olsen og Pætur S.
Rasmussen vígd í býráðshúsinum í Havn.
Tey, ið vilja gleðast saman við brúðarparinum, eru
vælkomin í heimið hjá Gladys og Per Olsen, Børku-
gøta 9, 100 Tórshavn. Opið hús millum kl. 15.00-
20.00.
Ingolf Olsen 60 ár
Mikudagin 25. juni fylti
kendi danski gittarleikarin
og sangarin Ingolf Olsen 60
ár. Ingolf er hálvur føroy-
ingur. Mamma hansara,
Kristianna, var úr Leynum,
dóttir Martinus í Leynum.
Hon fór niður til Danmark-
ar miðsskeiðis í tríatiár-
unum, giftist og búsettis í
Blågårdsgade á Nørrebro í
Keypmannahavn. Hon og
maðurin, Axel, fingu synir-
nar Ingolf og Robert.
Ingolf hevur rættuliga
gjørt vart við seg í Dan-
mark, fyrst og fremst tí at
hann gjørdi tað ógjørliga at
spæla inn nakað so ómod-
ernað sum sálmar hjá Bror-
son og Kingo. Hetta gav
honum tó eitt nærmast
fólksligt gjøgnumbrot.
Ingolf er gittarleikari,
hann spælir lutt, syngur, er
dosentur – og urgubyggjari.
Hann var í læru hjá Froben-
ius & Co frá 1960. Men
gittarin hevði tokka hans-
ara. Hann fór til Onglands
at lesa hjá heimsgitna Jul-
ian Bream. Og sum 20 ára
gamal fór hann undir um-
fatandi solistvirksemi, sum
fekk hann til París, har
hann í 1966 fekk eina stóra
virðisløn í Concour Inter-
nationale.
Samstundis menti hann
hina stóru síðuna av talenti
sínum. Hann debuteraði
sum sangari. Ingolf hevur
eina serliga rødd, sum eis-
ini týðum er at hoyra í bæði
í Danmarks Radio og í Út-
varpi Føroya, ikki minst tá
Janus velur løgini.
Berlingarin skrivaði týs-
dagin, at røddin hjá Ingolfi
er serlig – bæði høg og
djúp, nátúrlig og affekter-
að. Eitt avbera gott amboð
til tey bæði tingini, hann
hevur áhuga fyri: Tónleik-
inum frá miðøldini, rene-
sansuni og barokkinum, og
tónleikinum úr 20. øld.
Faktiskt var tað í einum
verki hjá Antonio Bibalo,
hann í sínari tíð trein fram á
tí Jydsku Operaini.
Tá var hann partur av
navnframa ensamblenum,
Prisma, hjá Tamás Vetös,
og frá 1967 í Trio Mobile,
saman við Mogens Elle-
gård og Bent Lylloff. Sam-
an við Toke Lund Christ-
iansen og henrik Olsen tók
hann eisini stig til stovnan-
ina av Det Musikalske
Triumvirat, og hevur ann-
ars havt hundratals konsert-
ir av øllum handa slag.
Harumframt hevur Ingolf
spælt inn nógvar plátur –
m. a. við tónleiki hjá Bell-
man, Laub og Carl Nielsen,
umframt tær við Brorson
og Kingo. Eisini var hann
limur í teirri nevndini, ið
hevur staðið fyri nýggju
donsku sálmabókini, sum
fyri fáum døgum síðani
varð tikin í nýtslu.
Ingolf Olsen hevur síðani
1970 undirvíst við konserv-
atoriið í Keypmannahavn.
Nú hann er vorðin seksti,
gevst hann, og tað fer óivað
at geva honum meiri tíð at
syngja og spæla – og
kanska vit aftur síggja hann
á konsertferð í Føroyum…
Saaby Manhertha
Andreasen 85 ár
07.07.18 er Manhertha,
vanliga nevnd Hertha borin
í heim á Trøðni í Fuglafirði.
Foreldur
hennara
vóru
Anna og Albert Eldevig og
kann hon henda dag hátíð-
arhalda sín 85 ára føðingar-
dag.
Ein høgur aldur – ella
hvat?
Men Hertha kann í
hvussu er fegnast og vera
stolt yvir sítt verk sum
mamma, omma, langomma
og olduromma.
Henda mynd vísir týði-
liga hennara stoltleika yvir
lítla Tór, ið er fjórseinata
skot á stammuni.
Skotini hava verið nógv,
summi eru sprottin, nøkur
standa í blóma og onnur eru
við at falma.
Eg vil sum yngsta dóttir
hennara geva Herthu allan
heiður og virðing fyri henn-
ara stórsligna verk sum
mamma.
Hertha
hevur
klára og megna meir enn
flest onnur menniskju hava
uppliva ella kunna ímynda
sær.
Hennara kor hava ikki
altíð verið løtt, hóast tað,
hevur hon havt eginleika at
geva familju síni eina barl-
ast til orræði og stoltleika,
har tey kunnu heinta megi
og kraft at yvirliva tá ið
trupulleikar valda.
Tí hevur tú mamma uppi-
borið at fáa lov at hvíla, at
fáa lov til ikki at hava meir
at hugsa um ella hava um-
sorgan fyri, tí vóni eg at tú
hevur góð fólk kring teg, ið
passa og uppvarta teg, so
dagligdagur tín gerst lættur
og gevandi.
Hjartaliga tillukku við
degnum mamma.
Anna
Petur Even
Djurhuus norskur
konsul
Tann 16. juni var Petur
Even Djurhuus í Havn út-
nevndur norskur konsul í
Føroyum.
Petur Even er sonur
Bysse og Tórmóð Djurhuus
í Hoydølum. Hann er út-
búgvin løgfrøðingur frá
Universitetinum í Keyp-
mannahavn í 1988 og
starvast hjá Advokatfelag-
num yvir við Strond í
Havn.
Umframt advokatvirki
sítt, so er Petur Even eitt nú
nevndarlimur í Atlantic
Petroleum og í Føroya
Fiskavirking. Síðani 1998
hevur hann verið parnari í
Advokatfelagnum yvir við
Strond.
Sámal Jacobsen
40 ár
Sunnudagin 29. juni fyllir
Sámal Jacobsen á Argjum
40 ár. Sámal er føddur og
uppvaksin í Havn, sonur
Beintu, f. Háberg, og Eiler
Jacobsen í Havn. Hann er
útbúgvin skipari og siglir
við skipum hjá pápa sínum.
Hann hevur siglt sum stýri-
maður og skipari á Sólborg
og siglir í dag sum skipari á
Krúnborg. Sámal er giftur
við Henriettu, f. Heinadótt-
ir Heinesen, dóttir Mariu, f.
Højsted, og Heina Heine-
sen á Argjum. Saman reka
tey eisini sólmiðstøðina
Sólborg á Argjum. Sámal
verður burturstaddur føð-
ingardagin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát
20.06
Esther Hvíthamar, Havn, ættað úr Sumba, 67 ár
23.06
Tummas Juul Joensen, Havn, ættaður úr Nólsoy, 83 ár
24.06
Lina Justinussen, Leirvík, ættað úr Fuglafirði, 91 ár
Dagurin
28. juni. Eleonora. Nú á døgum stendur í álmanakkanum
bara Karolina Amalia, sum er navnið á eini drotning, og
sum er komið inn í álmanakkan, eftir at teir í 17. øld
gjørdu av at seta føðingardagarnar kongum og drotning-
um við dagarnar í álmanakkanum. Men henda Karolina
Amalia er eingin halgikona heldur enn onnur konglig.
Fyrr stóð navnið Eleonora, men satt at siga vita vit einki
um, hvør ið hon var. Navnið er tað sama sum Helena.
29. juni. Pætursøka. Tíðliga í fornkirkjuni varð 29. juni
hildin til minnis um, at bæði Pætur og Paulus vórðu tiknir
av døgum henda dag, Pætur krossfestur við høvdinum
niðureftir helst í 64, og Paulus hálshøgdur helst í 67. Dag-
urin var so upprunaliga bæði ein pætursøka og ein páls-
messa. Men seinni varð avgjørt, at so mætir menn áttu at
havt hvør sín minnisdag, og Paulus fekk dagin eftir, 30.
juni, sum sín halgidag, og 29. juni er so bara pætursøka.
30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum
sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálvum. Ann-
ars var dagurin, sum nevnt omanfyri, eisini ein pálsmessa.
Ólavur Olsen
80 ár
20. juni fylti Ólavur Olsen í
Havn 80 ár. Ólavur er fugl-
firðingur,
sonur
Onnu
Kathrinu, f. Haraldsen, úr
Elduvík, og Jóhan Hendrik
Olsen, vanliga nevndur
Hendrik á Bug, ættaður úr
Gøtugjógv. Sum ungur kom
Ólavur til Havnar at ganga í
skúla, síðan fór hann til
Danmarkar, har hann gekk
á hægri handilsskúla. Heim
aftur komin fekk hann
skrivstovustarv í Fugla-
firði. Í 1949 giftist hann við
Odu, f. Gaard Hansen, úr
Havn, dóttir Andreu, f.
Gaard, ættað úr Fámjin, og
Óla Jákup Hansen, úr
Horni í Havn. Oda og Ólav-
ur búsettust í Fuglafirði og
fingu tríggjar synir, Hera,
Ova og Kára. Í 1957 flutti
familjan til Havnar at
búgva, tey keyptu eini rað-
hús í J.Paturssonargøtu.
Síðan 1972 hava tey búð í
Grønulíð í Havn. Ólavur ar-
beiddi eina tíð hjá grann-
skoðarunum Jógvan Sund-
stein og Paula Ellefsen.
Seinni fekk hann starv sum
landsgrannskoðari. Hetta
starv røkti hann, til hann
legði frá sær fyri aldur, 67
ára gamal. Sum pensionist-
ur fær Ólavur tíðina at
ganga við at passa hús og
hava og svimja. Hann er al-
tíð hjá, tá Havnar Hornork-
estur spælir. Ólavur spældi
sjálvur sum ungur í Fugla-
fjarðar Hornorkestri, sum
trummusláari. Allir tríggir
synirnir spæla í Havnar
Hornorkestri. Óla Jákup
Hansen, verfaðirin, var ein
av stovnarunum av Havnar
Hornorkestri og spældi har.
So hesin áhugin at spæla
horn hjá yngru ættarlið-
unum kemur helst frá báð-
um familjunum.
Óli Simonsen
65 ár
Mánadagin 30. juni fyllir
Óli Simonsen í Saltangará
65 ár. Hann er sonur Jóhan
Esbern Simonsen úr Salt-
angará og Karolinu, f. Peter-
sen, av Selatrað.
Óli tók læraraprógv í
Havn í 1962, var lærari í
Runavík í 3 ár, í Keypmanna-
havn í 2 ár, aftur í Runavík
í 5 ár, í Kalundborg í 2 ár
og í Fuglafirði í 5 ár.
Í 1980 tók hann aftur við
starvi sum lærari í Runa-
vík, og nú fór hann inn á ta
leið, sum hann síðani hevur
gingið: at arbeiða við menn-
ingartarnaðum. Í 5 ár var
hann lærari í Runavík, part-
víst sum sjónráðgevari.
1985-88 starvaðist hann í
Lítla Skúla í Runavík, sum
er skúli fyri menningar-
tarnað. Síðani 1988 hevur
hann verið serlærari í Eyst-
uroynni og sjónráðgevari
fyri Føroyar.
Frá 1965-67 var Óli á
skeiði á Danmarks Lærer-
højskole í søgu, støddfrøði
og føroyskum. Hann var
aftur á skeiði í 1973-74 í
ráðgeving í at undirvísa
sjónbrekaðum. 1984-86 var
hann á skeiði fyri serlærar-
ar, sum Danmarks Lærer-
højskole skipaði fyri í Før-
oyum.
Óli Simonsen er giftur
við Mourentsu Petersen úr
Fuglafirði, børn teirra eru:
Lena, Hilmar, Ester og
Tóra.
Rosmunda Joensen
70 ár
Mikudagin 25. juni fylti
Rosmunda Joensen í Fugla-
firði 70 ár. Rosmunda er
fødd og uppvaksin í Fugla-
firði, hon er nummar trý í
røðini av teimum átta børn-
unum hjá Andreu, f. Daniel-
sen, og Christian Sofus
Eldevig í Fuglafirði. Hon
giftist í 1951 við Jacob
Oluf Joensen úr Fuglafirði,
sonur Hannu, f. Jacobsen,
og Andreas Joensen í
Fuglafirði. Tey giftust inn
til foreldrini hjá Jacob
Olufi. Rosmunda og Jacob
Oluf eiga fýra børn, tey
eru: Hanna, Ann-Elisabeth,
Sonja og Andras, ið eru tví-
burar.
Tá børnini vóru smá, og
Jacob Oluf sigldi, hevði
hon til arbeiði at gera trol
fyri Trolvirkið í Fuglafirði,
hetta arbeiðið gjørdi hon
heima, meðan hon passaði
børnini. Miðskeiðis í 60-
unum fekk Jacob Oluf starv
sum
umsjónarmaður
á
Havsbrún, hetta starv røkti
hann í 35 ár. Rosmunda og
Jacob Oluf hava altíð staðið
væl saman. Tá hann ar-
beiddi á Havsbrún, var tele-
fonin vanliga stilla heim til
teirra eftir arbeiðstíð, og
Rosmunda avgreiddi ofta
samtalurnar við skipini,
sum skuldu inn á Fugla-
fjørð at landa. Rosmunda
hevði í nógv ár handilin
»Aldan«, ið m.a. seldi út-
gerð til skip, saman við
beiggja sínum Sigurðjón,
sum annars fylti 60 ár,
sama dag sum Rosmunda
fylti 70. Hann býr í Grøn-
landi í dag. Tá tey góvust
við handlinum, fór Ros-
munda at arbeiða á flaka-
virkinum í Fuglafirði, har
hon var arbeiðsformaður í
fleiri ár. Seinni arbeiddi
hon nøkur á Toystovuni í
Fuglafirði. Sum yngri vóru
Rosmunda og Jacob Oluf
virkin í ítróttarfelagnum ÍF,
har tey t.d. syrgdu fyri út-
lendsku spælarunum, sum
komu til bygdina. Ros-
munda er virkin limur í
pensionistafelagnum
í
Fuglafirði, har hon eisini
situr í nevndini. Saman við
manninum
ferðast
hon
nógv uttanlanda. Annars
nýtur hon sína tíð til at
seyma, binda og brodera,
hon ger eisini ymiskt til
føroysk klæðir. Hon eigur 6
ommubørn og 3 lang-
ommubørn.
Øll fáa vit okkara ásettu tíð á fold, summi longri, og
onnur styttri. Hetta seinra fekk mín góða vinkona
Synnøve.
Sjálvt um tað ikki er so lætt at festa nøkur orð á blað
so fari eg at royna kortini.
Vit komu at kennast sum smágentur í Árnafirði, og
hava alla tíðina síðani havt samband okkara millum.
Hon gekk eitt tíðarskeið á Húsarhaldsskúla í Klaks-
vík, og flutti seinni norður higar, saman við systir sín-
ari, at búgva. Eisini hevði hon arbeiði her norði, so tá
vóru túrarnir nógvir í tali á gátt á Stoksoyrvegnum, og
nógv komu á gátt hjá teimum báðum systrunum, og øll
kendu seg sum heima. Tað vóru minnisríkar løtur, sum
ongantíð verða gloymdar.
Synnøve flutti so til Havnar at búgva og hevði vaski-
arbeiði, og seinni fekk hon starv á fiskavirkið sum
eftirlitsfólk. Øll sum hon arbeiddu saman við, hildu
nógv av henni. Hon var trúføst og gjørdi sítt arbeiði til
fulnar.
Fyri nøkrum árum síðani fekk hon boð frá læknum
at lív hennara fór at broytast, og gjørdust túrarnir fleiri
í tali niður til Danmarkar á sjúkrahús. Kortini var hon
altíð tann sama, altíð í góðum lag. Altíð við einum
smíli, altíð positiv og smílandi .
Eg minnist, hvussu glað hon var, tá ið eg spurdi
hana, um hon vildi verða gumma at dóttir mínari Bjørt.
Ikki visti eg tá, at hon skuldi burtur her av foldum bert
góðan mánað seinni.
Vit fingu eitt stutt tíðarskeið saman við henni, men
eitt gott og minningarríkt tíðarskeið, sum altíð vil liva
í minninum.
Synnøve helt nógv av sínari familju, og vinum.
Hvørja ferð hon var niðri á sjúkrahúsi, var Maud systir
hennara við henni, og so var eisini tann síðsta túrin, tá
eisini onnur vóru við teimum .
Tað vóru nógv sum komu at siga Synnøve eitt síðsta
farvæl og fylgdu henni til siðsta hvíldarstaðin her á
fold.
Góðu tit, Stefani, Jógvan, Maud, Ólavur, Joan, og
Ásbjørn.
Gud styrki tykkum, og okkum øll.
Æra veri minnið um vinkonu mína Synnøve.
Vinkona tín Erna
Minningarorð
Synnøve Justinussen
Streymnes
f. 14.01.1976 - d. 24.03.2003
Uni Danielsen
grikskur konsul
Fyrr í vikuni var Uni Dan-
ielsen á grisku sendistovuni
í Keypmannahavn, har hann
formliga tók við starvinum
sum griskur konsul í Før-
oyum.
Hann tekur við eftir pápa
sín, Birgir Danielsen, sum
doyði fyri knøppum tveim-
um árum síðani.
Uni Danielsen er stjóri á
Flogfelag Føroya.
C
M
Y
K
13
12