leygardagur 28. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 28. juni 2003
15
Kapasiteturin í norsku fiski-og
alivinnuni ov stórur á øllum økjum
Norski fiskimálaráð-
harrin, Svein Lud-
vigsen, dregur somu
línu sum norsku
bankarnir, ið fíggja
fiskivinnuna. - Kapas-
iteturin er ov stórur á
øllum økjum, bæði
innan veiði, ídnað og
alivinnu. Neyðugt er
við tillaging til tær
umstøður, ið eru
NOREG
Vilmund Jacobsen
Tíðliga í juni hevði norski
fiskimálaráðharrin, Svein
Ludvigsen, fund við størstu
bankarnar í Noregi, sum
eru við í fíggingini av
norsku fiski-og alivinnuni.
Evnið á fundinum, sum var
á skrivstovuni hjá fiski-
málaráðharranum,
var
kreppan í norsku vinnuni.
- Likviditetsskipanir er
ikki loysnin, tí slíkar virka
kappingaravlagandi. Kapa-
siteturin er ov stórur á øll-
um økjum, bæði innan
veiði, ídnað og alivinnu.
Neyðugt
er
at
tillaga
kapasitetin til marknaðin.
Fiskivinnuni tørvar ikki
"hestakurar", og trupulleik-
arnir eru ikki eitt norður-
norskt
fyribrigdi,
men
fevna um alla norsku
strondina.
Norsku bankarnir halda,
at ein nýggj skipan fyri
flotan á nærleiðum hevði
verið eitt stig á røttu leiðini
hjá veiðiliðnum. Teir síggja
hetta sum eina tillaging til
rávørugrundarlagið, sum
longu er farin fram hjá
langfaraflotanum.
Samljóð
Áskoðaninar hjá bankunum
samsvara væl við málini í
politikkinum hjá Svein
Ludvigsen,
fiskimála-
ráðharra.
Eisini í spurninginum um
50 laksaloyvi, sum eru leys
at søkja, fær Svein stuðul
frá bankunum. Hesi loyvi
kosta teimum, sum vilja
keypa tey og fara undir al-
ing, 4-5 milj. krónur hvørt.
- Bankarnir søgdu, at teir
vilja ikki verða við til at
fíggja loyvir, har lønsemi
ikki er nóg gott. Hesa
áskoðan havi eg eisini. Er
grundarlag ikki fyri nýggj-
um loyvum, verða tey held-
ur ikki latin. Tað verður
eingin missur fyri nakran,
um óbrúktu laksaloyvini
ikki verða seld. Vil eingin
hava tey, verða tey stand-
andi óbrúkt, sigur fiski-
málaráðharrin.
Bankarnir samdir
Norska
fiskivinnuumsit-
ingin fer nú at viðgera tað,
sum bankarnir søgdu á
fundinum.
- Bankarnir rópa ikki upp
um kreppu, men teir við-
ganga, at norska fiski-og
alivinnan er í eini truplari
støðu, sigur Svein Ludvig-
sen, sum er talsmaður fyri
tillaging í norsku fiskivinn-
uni, bæði á sjógvi og landi.
Tað vóru teir stóru bank-
arnir í Noregi, sum eru
kendir í fiskivinnuhøpi,
sum hendan dagin í juni
fundaðust við Svein Lud-
vigsen, fiskimálaráðharra.
Bankarnir vóru samdir
um tær stóru linjurnar mót-
vegis vinnuni.
Norsku bankarnir eru samdir um, at kapasiteturin í norsku
fiski-og alivinnuni er ov stórur í mun til marknaðin. Ein av
bankunum, ið fundaðist við Svein Ludvigsen, fiskimála-
ráðharra, var Nordea
Soleiðis siga norð-
menn um gýtingina
hjá toski og upsa
norðanfyri. Men líka
so góð, sum tíðindini
eru um toskin og
upsan, eru tey til-
svarandi vánalig um
sildina. Norðmenn
hava nevniliga ikki
sæð eina verri gýting
hjá sildini síðan 1987.
- Minkingin er dram-
atisk, siga norðmenn
GÝTING
Vilmund Jacobsen
Norðmenn eru væl nøgdir
við gýtingina í ár, bæði hjá
toski og upsa. Yvirskriftir
sum "knallgode gytetall"
eru at síggja í norskum
bløðum.
Væleydnað
- Vit hava ongantíð sæð so
nógvan toskayngul síðan
1992, og haraftrat kemur, at
larvurnar eru fyrr klaktar í
ár enn vanligt.
Petter
Fossum,
sum
starvast hjá norska Hav-
granskingarstovninum,
ávarar tó ímóti at brúka
hesi tølini "blint", sum
hann tekur til.
- Hjá okkum granskarum
eru tølini í fyrsta lagi
áhugaverd við atliti til út-
rokningar
av
gýtingar-
stovninum hjá toski. Tølini
siga okkum, at gýtingin er
væl eydnað. Tó gongur tað
ikki altíð, sum roknað verð-
ur við. Onkuntíð hendir tað
øvuta.
Upsin
Petter sigur, at gýtingin hjá
upsanum hevur eisini verið
óvanliga góð í vár.
- Líkt er til, at gýtingin er
tvífalt so stór í ár sum sein-
asta ár, 4-5 ferðir størri enn
í 2001 og 500 ferðir størri
enn í 1997!
Størsti parturin av upsa-
ynglinum er at síggja
norðanfyri, og størst hevur
talið verið á Vesterål-bank-
anum. Vanliga er mest at
síggja á Halten-bankanum.
Bert 2,8% av upsaynglinum
er funnin sunnanfyri 62
stig. Síðan ár 2000 hevur
yngulin sunnanfyri verið
skiftandi, úr 17,7% upp í
66,8% av samlaðu nøgdini.
Petter sigur, at tað sama
er galdandi fyri upsan sum
fyri toskin.
- Eitt stórt tal av ynguli
merkir ikki neyðturviliga,
at gýtingarstovnurin verður
tilsvarandi stórur um eini 5-
7 ár. Men larvurnar siga
okkum, at tað er eitt "pot-
entiali" í stovninum.
Sildin
Men líka so góð, sum tíð-
indini eru um toskin og
upsan norðanfyri, eru tey
tilsvarandi
vánalig
um
sildina.
Norðmenn hava nevni-
liga ikki sæð eina verri gýt-
ing síðan 1987.
Afturgongdin í gýtingini
hjá sildini er dramatisk
árini 2002 til 2003, úr
27.100 miljardum ynguli
niður í 3.680 miljardir
yngul.
Avstraliu
menn
verja
koral-
rivini
AVSTRALIA
Vilmund Jacobsen
Avstralska stjórnin ætlar
at styrkja um verjuna av,
"Great Barrier Reef",
sum er størsta koralriv í
heiminum.
Í dag er umleið 5% av
rivinum
stongt
fyri
skipaferðslu og vinnu-
ligum fiskiskapi.
Nú ætla avstraliumenn
at økja um verjuna, so-
leiðis at 30% av rivinum
verður friðað.
Tað er eisini uppá tal
bert at lata granskarar við
serligum loyvi sleppa at
kanna tey 30%, sum
ætlanin er at friða.
Granskarar meta, at
Great Barrier Reef er
størsta livandi "organis-
man" á jørðini.
Tungur fiskireiðskapur
fer illa við koralrivunum
kring um høvini.
"Knallgode gytetall"
Nógv er gýtt av toska-og
upsaynguli í vár. Men við
sildini gongur verri
15
14
Nr. 120 - 28. juni 2003
MÓTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Tann 27. juni fer kendi før-
oyski sniðgevin Borgný
Dam Patursson at hava
mótaframsýning umborð á
Norrönu.
Borgný sum er kend fyri
síni tíðarleysu, sermerktu,
framúrskarandi snið, hevur
sniðgivið eina kolletión,
sum er serliga framleidd til
summarsiglingini hjá nýggju
Norrönu. Hvørt einasta
plagg er framleitt við hond
av Borgný.
Grundtilfarið er seyða-
ullin, og hon kennir tann
aldargamla siðararvin, ið er
grundarlagið undir meir-
virkan av ullini. Men sam-
stundis torir hon sum nakar
annar at ganga nýggjar
leiðir. Kópaskinn, silki og
fagurlitt klæði, tað sum
sýnist ómøguligt at sam-
eina verður tvunnið saman,
og tað riggar, tá ið tað er
Borgný sum fæst við tað,
og tað er tað, ið gera hana
so sermerkta, eitt eindømi.
Tú sær, merkir, ja angar
góðskuna, andan og listar-
liga íblásturin í pløggum
hennara.
Aftanvert sølu og marknað-
arføringina stendur Diana
Borgnýardottir, dóttir Borg-
ný, hon hevur sum aðal-
setning at vera við til at
lyfta støðið á Føroyskum
klædnasniði, og vinna tí
pláss á altjóða marknaði-
num. Grundhugsjónin er
einføld: »Vit vilja æra tað
gamla,
hugkveikja
tað
nýggja, og nøkta allan tørv
og øll krøv til eina dygdar-
vøru, sum tað modernaða
menniskjað setur«. Við
hesum grundsetningi er
fyritøkan farin til verka,
vælvitandi at álítandi fram-
leiðslulið, saman við einum
sterkum sølu- og marknað-
arliði, eru hornasteinurin
aftanvert varðandi fram-
burð í virkseminum.
Uttan sera gott samstarv
við shop managerin Benny
Eidesgaard hevði hetta
neyvan komi í rættlag, hann
stendur fyri alt fyrireiking-
ararbiði til mótaframsýn-
ingina.
HEIMARØKT
Tíðindaskriv
Heimarøktin verður víðkað
til at fevna um samdøgurs-
røkt. Hendan ætlanin er
partur av stavnhaldinum
hjá sitandi samgongu, og
nú verður farið frá orði til
gerð.
Landsstýrismaðurin í al-
mannamálum, Páll á Reyna-
túgvu, hevur avgjørt at seta
á stovn samdøgursrøkt,
sum um stutta tíð verður
partur av teimum tilboðum,
ið verandi Heimarøkt kann
veita.
Umframt samdøgursrøkt-
ina verður økisterapi eisini
at finna millum tænastutil-
boðini hjá Heimarøktini í
næstum.
Samdøgursrøkt
Í dag kunnu okkara eldru
og onnur við tørvi á hjálp
fáa vitjan av Heimarøktini
um dagin og um kvøldið.
At eingin hjálp fæst um
náttina man vera til miklan
ampa fyri nógv fólk, bæði
tey eldru og teirra avvarð-
andi, sum mugu liva við til-
vitanini um, at næturnar
eru merktar av ótryggleika.
Við teirri komandi sam-
døgursrøktini vónar lands-
stýrismaðurin í almanna-
málum, at hesin ótryggleik-
in fæst burtur við tað, at
okkara eldru kunnu koma í
samband við fólk við
heilsu-útbúgving alt sam-
døgrið.
Samdøgursrøktin fer at
gera
umstøðurnar
hjá
heimabúgvandi eldri fólki
tryggari, og fer eisini at
geva teimum, sum hava
tørv á røkt alt samdøgrið,
ein møguleika at velja at
verða heima heldur enn at
vera á stovni.
Økisterapi
Økisterapi skal setast í verk
í teimum 6 heimarøktarøkj-
unum kring landið. Talan
verður um ergo- ella fysio-
terapeutar, sum fáa í upp-
gávu at skipa fyri uppvenj-
ing og framhaldandi at
røkja vunnan førleika hjá
teimum, sum einhvørs-
vegna tørva viðgerð, eftir-
viðgerð ella fyribyrgjandi
tiltøk. Ætlanin er eisini, at
økisterapeutarnir fáa týdn-
ingarmiklan leiklut í ný-
skipanini av hjálpartólaøki-
num.
At Heimarøktin verður
styrkt við fysio- og ergo-
terapeutum, merkir eina
munandi betraða tænastu til
borgaran. Við hvørjum ein-
støkum brúkara í huga
skulu økisterapeutarnir betra
um møguleikarnar hjá fólki
at vera verðandi í egnum
heimi, tá heilsan bilar teim-
um. Eisini skulu økistera-
peutarnir virka sum mill-
umlið millum sjúkrahús og
heim, tá ein sjúklingur er
útskrivaður av sjúkrahúsi.
Tað slepst soleiðis undan
óneyðugt at leggja fólk inn
av nýggjum til eftirviðgerð.
Økisterapeutarnir geva ráð
og fyribyrgjandi viðgerð,
antin heima hjá sjúkling-
unum ella aðrastaðni í nær-
umhvørvinum.
Sum longst í
egnum heimi
Ynski hjá nógvum eldri
fólki um at vera sum longst
í egnum heimi er ein av or-
søkinum til, at landsstýris-
maðurin í almannamálum
hevur gjørt av at styrkja
tænastuútboðið frá Heima-
røktini við økisterapi og
samdøgursrøkt. »Summi av
okkara eldru halda seg
kanska ikki til at búgva fyri
seg sjálvi, og onnur kunnu
vera ov illa fyri likamliga
til at vera einsamøll undir
lonini. Við møguleika at
fáa røkt alt samdøgrið
verða umstøðurnar hjá teim-
um tryggari«, sigur Páll á
Reynatúgvu, landsstýris-
maður í almannamálum.
Lýsingarnar eftir starvs-
fólki koma í bløðini fyrst í
næstu viku, og so skuldi
ikki long tíð gingið, áðrenn
Heimarøktin fer í holt við
at veita hesi tilboð til allar
borgarar í Føroyum.
Fóstbræður konsert í
Norðurlandahúsinum
KONSERT
Tíðindaskriv
Konsert við kenda íslend-
ska manskórinum »Fóst-
bræður« verður í Norður-
landahúsinum leygardagin
5. juli 2003 klokkan 16:00.
Kórið »Fóstbræður« telist
millum kendastu íslendsku
manskórini. Kórið, sum er
stovnað í 1916, hevur havt
stóran týdning í íslendskum
tónleikalívi, sum telur fleiri
manskór, ið virka undir
høgum og strongum krøv-
um til. Sjálvt teir mest at-
finningarsomu ummælarar
vilja verða við, at kórið
»Fóstbræður« í samfull 85
ár ríkiligani hevur lokið
hesi krøv, hóast kórið, sum
telur 65 sangarar, byggir á
áhugavirksemi.
»Fóstbræður«, sum á
hvørjum ári hava konsertir í
Reykjavík og úti um landið,
hava givið út plátur og fløg-
ur og hava sungið í útvarpi
og sjónvarpi. Eisini hevur
kórið samstarvað við ís-
lendska Symfoniorkestrið
og íslendsku Operuna. Í
februar 2000 sungu »Fóst-
bræður« í Aida eftir Verdi,
har Symfoniorkestrið spældi
undir og Operakórið og al-
tjóða solistar eisini med-
virkaðu undir leiðslu av
Rico Saccani.
Kórið sang eisini "Codex
Calixtinus", sum byggir á
handrit úr 13. øld, ið varð
funnið í dómkirkjuni í
Santiego de Campostella í
Spaniu. Hetta verk varð
framført í seks av teim
kosnu evropeisku mentabý-
num í 2000.
»Fóstbræður« hava ferð-
ast víða í Evropa og Amer-
ika. Tríggjar ferðir hevur
kórið fingið altjóða virðis-
lønir, silvur í Llangollen í
Wales í 1972, bronsu í
Linderholzhausen í Týsk-
landi 1987 og gull í Prag
2001.
Síðani 1991 hevur Árni
Harðarson stjórna kórinum.
Árni er útbúgvin pianistur
og tónaskald á Royal Coll-
ege of Music í London árini
1978-83. Eftir lokna út-
búgving hevur hann verið
virkin í íslendskum tón-
leikalívi sum lærari, tóna-
skald og kórleiðari. Í løtuni
er hann leiðari á Tónleika-
skúlanum í Kópavogi.
Atgongumerki til kon-
sertina við íslendska mans-
kórinum
»Fóstbræður«,
sum verður í Norðurlanda-
húsinum leygardagin 5. juli
2003 klokkan 16:00, kosta
100,00 krónur.
Ein øðrvísi mótaframsýning
Kendi sangir og
kvæði á fløgu
FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Í gjár kom út forvitnislig
fløga á marknaðin.
Hetta er fløga við
nøkrum av fremstu tón-
leikarunum innan jazz-
tónleik í Føroyum, Finn-
landi og Danmark.
Maðurin aftan fyri pro-
jektið er Edvard Nyholm
Debess sum í fleiri førum
fyrr hevur havt vælhepn-
að samstarv við norður-
lendskar tónleikarar.
Edvard Nyholm De-
bess gjørdi m.a. í 2000
fløguna Debazz saman
við donskum tónleikar-
um.
Hendan nyggja fløgan
er eitt sindur øðrvísi enn
Debazz, tá tilfarið á
fløguni LÖG fyri allar-
størsta partin eru væl-
kendir føroyskir sangir
og kvæðir, sum vit øll
kunna syngja við á. Allir
sangirnir verða sungnir
av Malan Thomsen, sum
í nógv ár hevur verið við
til at ríka okkum um før-
oyska sangskattin. Tón-
leikarliga er fløgan á
høgum støði.
Til hesa fløga var
stovnað Nordic END
Quintet, sum, fyriuttan
Malan Thomsen og Ed-
vard Nyholm Debess er
manna av jazztónleikar-
unum av allarfremstu rók
í Danmark og Finnlandi.
Trummuspælari er dan-
ska legendan Alex Riel
og á saxofon og klaver
eru Eero Koivistoinen og
Seppo Kantonen, sum í
Finnlandi eru av mest
brúktu og ferðandi tón-
leikarar i landinum.
Tónleikurin er lagdur
tilrættis av Edvardi og
Seppo Kantonen, og gev-
ur hetta kendu føroysku
sangunum og kvæounum
eina heilt nýggja dimen-
sión. Teir hava lagt seg
eftir at tilrættaleggja
uttanum sangin, soleiðis
at lagið í størsta mun
verður varveitt sum tað
var.
Vit verða m.a. stillis-
liga førd gjøgnum »Tú
sangst eitt so vakurt.....«
og »Ein Firvaldur í góð-
um lag«, meðan vit í
»Flóvin Bænadiktsson«
og »Brúðarvísuni« kenna
stevið av føroyska dansi-
num, »Føroyar mín Móð-
ir« er her í einari sera
inniligari útgávu, og vit
verða rættuliga førd út á
hav við útgávuni av
»Aldan«. Fleiri føroyskir
sangir eru eisini á fløg-
uni, fyriuttan at Edvard
og Eero Koivistoien eis-
ini hava hvør sítt upp-
runalag við. Hetta er ein
sera forvitnislig fløga
sum, samstundis at vera
vælspæld, melodiøs og
sanglig, brýtur uppúr
nýggjum Ein góð bland-
ing!
Fløgan
LÖG
við
Nordic END Quintet
verður sum tann fyrsta
givin út á nýggja plátu-
felagnum Landing Duck
Records og verður at fáa
í handlunum um alt land-
ið.
Eisini er hon at fáa í
internethandlinum á
www.landingduck.com
Heimasíðan hjá Edvard
Nyholm Debess sjálvum
er á
www.debazz.com
Heimarøktin styrkjast við
samdøgursrøkt og økisterapi
C
M
Y
K
14