leygardagur 28. juni 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 120 - 28. juni 2003
Fýra línuskip landa á Kósini
Fríggjadagin landaðu
línuskipini, Kvik og
Pison, á Kósini, og
mánadagin koma
Klakkur og Polar-
stjørnan. - Vit hava
keypt hýsu og upsa á
uppboðssølu, og tað
hevur verið fitt av ar-
beiði á flakavirkin-
um. Enn er tó lítil
gongd í saltfiskinum,
tí so lítil toskur hevur
verið á marknaðin-
um, sigur Egil
Johansen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin landaðu línu-
skipini, Kvik og Pison, á
Kósini í Klaksvík.
Egil Johansen sigur, at
Kvik, sum hendan túrin var
undir Íslandi, hevði eini
120.000 pund, meginpart-
urin brosma. Pison, sum
hevur roynt undir Føroyum,
hevði eini 100.000 pund,
harav meginparturin var
hýsa.
Línuskipini, Klakkur og
Polarstjørnan, koma ætl-
andi inn at landa mánadag-
in. Klakkur roynir norðan-
fyri, meðan Polarstjørnan
er á Føroya Banka.
Egil veit at siga, at skip-
ini høvdu ávikavist 60.000
og 50.000 pund miðskeiðis
í hesi vikuni.
- So, hetta verður ivaleyst
ein hampiligur túrur, tá ið
skipini koma inn at landa
mánadagin, sigur hann.
Fyrstu túrarnir
Hetta er at kalla fyrsti túrur
hjá fleiri av teimum størru
skipunum eftir verkfallið,
sum var á privata arbeiðs-
marknaðinum.
Onkur av bátunum hevur
verið á útlendska marknað-
inum og selt - eisini fyrsta
túrin eftir, at verkfallið var
av.
Egil sigur, at nøkur av
skipunum, sum plaga at
landa til virkið, eru ikki í
vinnu beint nú.
- Jákup B liggur; teir
skifta brúgv, og Núpur er
uttanlands,
har
ymiskt
verður gjørt við skipið,
sigur hann.
Lítil toskur
Á Kósini hava tey arbeitt
alla hesa vikuna.
- Vit hava keypt hýsu og
upsa á uppboðssølu, og tað
hevur verið fitt av arbeiði á
flakavirkinum. Enn er tó
lítil gongd í saltfiskinum, tí
enn hevur so lítil toskur
verið á marknaðinum, sigur
Egil Johansen.
120 fólk arbeiða hvønn dag í Vestmanna
Mikudagin landaðu
Vestmenningur og
Fram í Vestmanna.
Skipini vóru full
undir lúkurnar, men
upsin var rættiliga
smáttfallandi. Meira
enn helmingurin av
veiðini hjá
trolarunum var upsi 4
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á virkinum hjá Fiskavirk-
ing í Vestmanna hava tey
arbeitt at kalla hvønn dag,
síðan verkfallið var av.
Skipað hevur verið so-
leiðis fyri, at virkið hjá
Fiskavirking í Saltangará
hevur verið minni virkið
hesa tíðina, nú minni fiskur
er komin uppá land, og
hetta er so komið teimum
til góðar, sum arbeiða fisk í
Vestmanna.
120 fólk
Fiskavirkið í Vestmanna er
eitt portiónsvirki burtur av,
sum framleiðir portiónir úr
upsa.
Arbeitt verður við tvey-
skiftivakt burtur av, og
tilsamans arbeiða eini 120
fólk á virkinum.
Nakað av toski og øðrum
fiskasløgum kemur upp í
Vestmanna, tá ið skipini
landa, men hesin fiskurin
fer til onnur virki. Eitt nú
endar toskurin og longan á
saltfiskavirkinum
hjá
Fiskavirking á Toftum.
Full skip
Miðskeiðis í hesi vikuni
landaðu Vestmenningur og
Fram í Vestmanna. Skipini
vóru full undir lúkurnar.
Veiðan vá umleið 250.000
pund. Meginparturin av
veiðini var upsi, nøkur fá
tons toskur og eitt sløð av
øðrum fiskasløgum.
Upsin hjá trolarunum var
rættiliga smáttfallandi.
Á virkinum í Vestmanna
siga tey, at meira enn
helmingurin av veiðini hjá
skipunum var upsi 4, og tað
er rættiliga smáur fiskur.
- Upsin hevur eisini verið
rak nú eftir gýtingina í vár,
men hann er nú á veg upp-
eftir aftur í fiti.
Niðurfyri
Í Vestmanna vita tey ikki,
hvussu komandi vika fer at
roynast, men fríggjadagin
væntaðu tey, at nóg mikið
av fiski var niðurfyri til ein
part av mánadegnum.
- Vit vóna og vænta, at
onkur landing verður í
komandi viku eisini, siga
tey.
Umframt fiskin hjá Vest-
menningi og Fram, hevur
Fiskavirking í Vestmanna
eisini keypt nakað av fiski
frá P/F Beta í Saltangará.
Fríggjadagin landaðu tvey
línuskip á Kósini;
mánadagin koma aftur tvey
skip inn at landa. Hetta eru
fyrsti túrarnir hjá fleiri av
teimum størru skipunum
eftir verkfallið, ið var
120 fólk arbeiða upsa á portiónsvirkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna, og nóg mikið hevur verið at gjørt, síðan verkfallið var av
Nr. 120 • leygardagur • 28. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Jákup á Borg hevur
ikki vant í vikuni, men
teir í B36 vóna, at
hann verður førur fyri
at spæla ímóti NSÍ
B36–NSÍ
Jóannes Hansen
Tað eru tvey lið sum seinast
fingu fult, ið hittast í
Gundadali í morgin. B36 so
hølvaði KÍ av sunnudagin,
og mikukvøldið fekk NSÍ
øll stigini á Skála, har tað
tó í fyrra umfarinum gekk
rættuliga striltið hjá teim-
um í Runavík.
Í B36 er fótbóltslagið
sjálvandi sera gott, eftir at
teir vunnu 7–1 á KÍ. Eftir
rættuliga trilvandi fyrstu
umførini hava teir tvær tær
síðstu ferðirnar fingið seks
stig við málmuninum 11–2.
Tað ber neyvan til at
ímynda sær eina betri
gongd enn tað.
Takið hjá B36arunum er
tískil at halda bæði beinini
á jørðini.
– Tað er alneyðugt, um
vit skulu hugsa um at vinna
á NSÍ. Vit hava eina ferð
fyrr í ár vunnið 7–1 á KÍ.
Eftir tann sigurin hilnaðist
tað illa í landskappingini,
har vit taptu EB/Streymi og
B68 og akkurát vunnu 1–0
á Skála, minnast teir í B36
og vísa harvið á, hvussu
skjótt tað kann ganga
hvønn vegin í fótbólti.
Mikukvøldið skal B36
spæla útivdyst ímóti HB, og
tað hevði sjálvandi verið
rættuliga hugaligt hjá teim-
um at havt feskan sigur á
NSÍ í viðførinum, tá ið teir
skulu hitta grannarnar.
Fróði Clementsen var ikki
við ímóti KÍ, og tað er
rættuliga ivasamt, um hann
verður við ímóti NSÍ. Hann
hevur ikki vant í vikuni.
Jákup á Borg hevur heldur
ikki vant í vikuni. Hann
hevur trupulleikar við hæl-
inum. Um støðan í morgin
verður, sum hon var í gjár,
so verður hann ikki førur
fyri at spæla. Men teir vóna,
at hann verður so mikið
frægur, at hann kortini
verður førur fyri at spæla.
Kosta nógv
Í NSÍ hava teir ikki verið
heilt nøgdir við úrtøkuna
higartil í ár. NSÍ hevur ikki
tapt enn, men tað hevur
kostað teimum nógv stig, at
teir fýra ferðir eru farnir av
vøllinum við javnleiki. Eitt
nú mistu teir sigurin evstu
løtu síðsta sunnudag á Eiði.
Kári Hansen var á mið-
vøllinum á Skála miku-
kvøldið, men hann noyddist
at gevast fimm minuttir
undan steðginum, og tað er
ivasamt, um hann verður
førur fyri at spæla í morgin.
Harafturímóti er tað víst, at
Helgi L. Petersen ikki verð-
ur við ímóti B36. Hann skal
av landinum í próvtøkuør-
indum. At Helgi ikki verður
við kemur illa við hjá NSÍ.
Eftir eitt sindur ivasama
byrjan hevur tað gingið
rættuliga væl hjá Helga
síðstu ferðirnar. Eitt nú
skoraði hann tvey mál á
Skála mikukvøldið.
Christian Høgni Jacob-
sen hevur ikki verið hundr-
að prosent síðani 1–1 dyst-
in ímóti B68. Ta ferðina
noyddist hann at taka seg
aftur í 2. hálvleiki, og hann
hevur ikki vant við fullari
ferð síðani tá. Men tað er
rættuliga sannlíkt, at NSÍ í
morgin
fer
at
hava
Christian Høgna Jacobsen í
álopsplássinum, sum stend-
ur tómt, nú Helgi L. Peter-
sen verður burturstaddur.
Helgi ikki við í Gundadali
Um fuglfirðingar ikki
heilt skulu stinga av
frá hinum, so er neyð-
ugt hjá argjamonnum
at steðga sigursrøðini
hjá ÍF
2. DEILD
Jóannes Hansen
Higartil hevur einki verið at
rafla
um
í
næstbestu
deildini. Eftir at teir trý tey
seinastu árini ikki hava
verið serliga sannførandi i
2. deild, tykjast fuglfirðing-
ar at hava sett beina kós
ímóti bestu deildini, sum
teir fluttu niður úr í 1999.
Eftir seks tey fyrstu um-
førini hava teir átjan stig,
og teir eru sjey stig undan
næstu kappingarneytunum.
Millum kappingarneyt-
arnar er AB. Seinnapartin í
dag skal ÍF spæla á Argjum.
Fuglfirðingar skipa fyri
bussferð til Argir.
Sumba er á stigatalvuni
undir liðini á AB. Sumbing-
ar halda jóansøku á Kross-
inum, har teir næstbestu hjá
B68 vitja. B68 er niðast í 2.
deild.
TB spælir í kvøld jóan-
søkudyst ímóti VB. Talan er
um teir bestu á Tvøroyri
ímóti teimum næstbestu úr
Vági. Fyri TB, sum er á
fjórða plássinum við tíggju
stigum, hevði tað kenst eyð-
mýkjandi at mist stig ímóti
næstbestu
vágbingunum.
Men støðutalvan vísir, at
VB eigur eitt gott 2. deildar-
lið. Teir hava – eins og TB
hevur tað – tíggju stig.
B71 liggur eitt sindur
tungt í sjónum. Teir skulu
vitja í Klaksvík, har 2.
deildarliðið ikki hevur verið
so
bragdligt,
sum
tað
onkuntíð hevur verið fyrsta
partin av kappingini. LÍF
fær vitjan av B36, sum held-
ur ikki hevur staðið seg so
væl, sum teir plaga at gera
undan summarfrítíðini.
Helgi L. Petersen NSÍ verður
ikki við í dystinum móti B36
í Gundadali sunnudagin.
Hinvegin er tað ivasamt, um
Fróði Clementsen klárur
aftur, eftir at hann sat
uttanfyri móti KÍ við einum
skaða
AB skal steðga ÍF
Felags fyri vágbingar
og skálamenn er, at
teir ikki hava fingið
mál, tá ið teir hava
spælt seg til upp-
lagdar møguleikar
VB–SKÁLA
Jóannes Hansen
Jóansøka er á Tvøroyri hetta
vikuskiftið. Ítróttarliga verð-
ur
størsti
spenningurin
sunnudagin ikki á Tvøroyri,
men í Vági, har Skála fer at
vitja. Enn er kappingin ikki
so gomul, at tað ber til at
tosa um lagnudystir og har-
við um, at tann, sum ikki fær
stig, er fokin. Men støðu-
talvan boðar frá, at tað hevur
rættuliga stóran týdning,
hvør fær stig á Vágseiði í
morgin.
Skálamenn eru framvegis
sørir. Teir hava einki stig,
og um teir tapa, so verður
VB fimm stig frammanfyri
teir. VB hevur tvey stig, og
um teir tapa, so verður
gloppið upp til áttanda
plássið so stórt, at tað ikki
fer at verða møguleiki at
vinna tað aftur í einum og
tveimum
dystum.
Ikki
minst eftir at EB/Streymur
og FS Vágar hesar seinastu
dagarnar hava fingið fult.
Felags fyri bæði VB og
Skála er, at leikliga avrikið
í seinastu royndunum á
heimavølli ímóti oddalið-
um hevur verið so mikið
gott, at teir harmast um, at
tað ikki eydnaðist at fáa
stig. VB trýsti HB, og vág-
bingar høvdu fleiri góðar
møguleikar – eitt nú mis-
nýttu teir brotsspark – men
tað var HB, sum vann 3–2
og harvið fór við øllum
stigunum.
Skála hevði mikukvøldið
vitjan av NSÍ, sum vann
3–1. Á Skála siga teir, at í 1.
hálvleiki høvdu teir fýra
púra upplagdar møguleikar,
sum teir einki fingu burtur-
úr, meðan NSÍ fekk tvey mál
burturúr einum møguleika!
Spurningurin er so, um
tað ber til at gera nakað fyri
at venda vánaligu úrtøkuni.
Eitt ivamál í part
Vágbingar hava ikki havt
ikki hildið seg havt nóg
stóra tyngd á beinkinum. Tí
høvdu teir seinast Jón Paula
Olsen, sum í fjør boðaði
frá, at hann fór at gevast í 1.
deild, á beinkinum. Venj-
ingarstøðan hjá honum er
ikki so galin, tí hann hevur
ábyrgdina av 2. deildar
liðnum.
Ivamálið hjá VB er heldur
í hinum endanum. Sera
týdningarmikli miðverjin,
Eyðun Jacobsen, er so mikið
plágaður av beinskaða, at
hann hevur vant lítið í
vikuni. Mikukvøldið varð
hann noyddur at gevast, og
hósdagin vandi hann ikki.
Á Skála er næstan sama
fólkið tókt, sum spældi ímóti
NSÍ mikukvøldið. Undan-
takið er Arnhold Berg, sum
er leikbannaður. Ímóti NSÍ
var Sveinur Justinussen ikki
við. Hann hevur ikki vant,
síðani
hann
ímóti
KÍ
noyddist at gevast orsaka av
fótliðsskaða, og tað er lítið
sannlíkt, at hann verður
tøkur í morgin. Íslendingur-
in Pétur Geir Svavarsson,
sum var á Skála og royndi
seg, er farin til hús aftur.
Mikukvøldið
var
Heini
Kristiansen í málinum. Í gjár
var ikki greitt, um tað verður
hann ella Eugen Voda, sum
fer at verja Skála málið á
Vágseiði.
Alt stendur upp á spæl í Vági
C
M
Y
K
17
16