leygardagur 28. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 120 - 28. juni 2003
C
M
Y
K
18
Nr. 120 - 28. juni 2003
19
Málturkur á Toftum
Væl upplagda HB skal
vitja á Svangaskarði,
har teir hava sera ilt
við at vinna málið hjá
mótstøðuliðunum
B68–HB
Jóannes Hansen
Tey fyrstu fimm umførini
var gongdin hjá B68 og HB
ikki so ólík. Bæði liðini
fingu góða úrtøku. Síðsta
vikuskifti
vísti
pílurin
hvønn sín veg. HB fekk fult
í Vági, har teir ikki høvdu
fingið so góða úrtøku síð-
ani 1991. B68 fekk einki á
heimavølli ímóti FS Vág-
um, sum frammanundan
hevði tapt allar fimm ferð-
irnar, sum teir høvdu verið
á Svangaskarði.
Tølini siga, at higartil
hevur einki verið at finnast
at verjuspælinum hjá B68.
Færri mál eru farin ígjøgn-
um hjá Alberti Sævarsson,
enn tað eru farin ígjøgnum
hjá nøkrum øðrum mál-
verja. Hesa ferð er Hans
Fróði Hansen, sum seinastu
vikurnar hevur verið sera
sannførandi, leikbannaður,
og tískil verður neyðugt við
broytingum í miðverjuni.
Tað er illa statt við álops-
partinum hjá B68. Í seks
royndum hava teir bara
fingið fimm mál. Eina ferð
hava teir skorað upp á
brotsspark, og tvær ferðir
hava mótstøðumenninir átt
síðsta fótin á. Tað vil siga,
at B68 menninir, sum plaga
at skjóta nógv mál, higartil
í ár bara hava fingið tvey
mál í gásareygum vanligum
spæli, og tey eru bæði skor-
að eftir hornaspark.
Einki er frætt um, at B68
hevur nakran jokara at seta
í álopið. Einasti nýggi mað-
urin hesa ferð er gamal
kenningur. Jákup Eli Olsen
hevur búð uttanlands síðsta
árið, men nú er hann fluttur
aftur til Føroya, og hann
verður í fjúrtan manna
liðnum hjá B68 í morgin.
Jón Rói saman við
vinmonnunum
Hjá HB stendur heilt væl
til. Bæði á støðutalvuni, har
teir eru fremstir, og hvat
fólki viðvíkur. At teir hava
nógv at vela ímillum sæst
aftur í, at tað ikki tykist
hava gjørt mun, at Jan C.
Dam, Kári Nielsen og Nicu
Dogaru, ið allir vóru fastir
menn fyrsta partin av kapp-
ingarárinum, framvegis eru
skaddir. Kári verður ikki
við fyrrenn eftir summar-
steðgin. Nicu hevur trupul-
leikar við knænum. Hann
hevur vant eitt sindur, men
enn er óvist, hvussu tað
verður við honum. Jan
venur við fullari ferð, men
teir rokna ikki við, at hann
verður við á Toftum.
Fyrr í vikuni sást Jón Rói
Jacobsen, sum er heima í
stuttari summarfrí, venja
saman við gomlu liðfeløg-
unum. Hetta setti beinan-
vegin ferð í søguna um, at
hann fer at spæla við vin-
monnunum
ímóti
B68.
Men tað fer hann sambært
okkara HB keldu ikki. Todi
Jónsson og Jákup Mikkel-
sen royndu í onkrari av
fyrstu summarfrítíðunum,
eftir at teir vóru farnir úr
Klaksvík, at hjálpa KÍ, men
tað hilnaðist einki serligt,
og hjá Jón Róa er tað iva-
leyst best at kobla frá, so-
leiðis at hann verður hundr-
að prosent um tvær vikur.
Startrøðin til FM-
róðurin á jóansøku,
28. juni 2003
Leygardagin 28. juni fara 48 bátsmanningar at
rógva fjórða FM-róðurin, ið hesa ferð verður á
jóansøku á Tvøroyri. Startrøðin verður henda:
Fimmmannafør, dreingir
1
Kollur
2
Royndin Fríða
3
Tjaldrið
4
Havfrúgvin
5
Sílið
6
Blikur
7
Fípan Fagra 1G
8
Junkarin
9
Báran
Seksmannafør, kvinnur
1
Fortuna
2
Lómur 1G
3
Jarnbardur 1G
4
Gongurólvur 1G
5
Páll Fangi 1G
6
Fuglfirðingur 1G
7
Smyril 1G
Fimmmannafør, gentur
1
Hulda
2
Ørnin
3
Firvaldur
4
Drekin
5
Havfrúgvin 1G
6
Blikur 2G
7
Sílið 1G
8
Fípan Fagra
9
Junkarin
10
Kollur
11
Tjaldrið
Seksmannafør, menn
1
Hvessingur
2
Kollfirðingur
3
Sølmundur
4
Sundabáturin
5
Páll Fangi
6
Jarnbardur 1G
7
Smyril
8
Strálan
9
Gongurólvur
10
Lómur
11
Riddarin
12
Snopprikkur
Áttamannafør
1
Kvívíkingur
2
Argjabáturin
3
Ørvur
4
Knørrur 1G
5
Teistin
Tíggjumannafør
1
Havnarbáturin
2
Nólsoyingurin
3
Eysturoyingur
4
Vestmenningur
Klaksvíkingar ásanna,
at tað eftir avhølving-
ina í Gundadali verður
torført ímóti FS Vág-
um, sum tað gongur
rætta vegin hjá
KÍ–FS VÁGAR
Jóannes Hansen
Í Klaksvík hava tey ilt við
at finna rætta fótbóltshýrin,
eftir at flaggskipið hjá
teimum sunnudagin legði
rygg til 7–1 tap ímóti B36 í
Gundadali. Higartil í ár
hevur tað hilnast betri á
útivølli, enn tað hevur gjørt
á heimavølli, har tað í
tveimum royndum ikki
hevur eydnast at fingið fult.
KÍ plagar annars at eiga
stóran og tryggan skansa í
Klaksvík, men í løtuni er
tað
rættuliga
ivasamt,
hvussu tað er við hesum.
– Vit royna at vaska talv-
una reina, og sunnudagurin
fer at vísa, hvussu tað hev-
ur eydnast. Men tað er ikki
bara sum at siga tað at
koma í rætta hýrin, eftir at
tað hevur gingið, sum tað
gekk ímóti B36, siga teir í
Klaksvík.
Liðformaðurin hjá KÍ,
Allan Joensen, hevur ikki
vant nógv í síðstuni, tí hann
hevur verið skaðaplágaður.
Men í hesi vikuni hevur
hann aftur verið og vant, og
teir vóna, at hann verður
klárur í morgin. Jan Andr-
easen var burturfrá í tríggj-
ar vikur. Hann kom inn av
beinkinum í Gundadali
ímóti B36, og hann hevur
vant við í hesi vikuni.
Alexander
Djordjevic
hevur verið sera ódrúgvur
higartil í ár, og hann er
framvegis so mikið skadd-
ur, at hann ikki fer at spæla
ímóti FS Vágum. John Ry-
an, sum annars bara hevur
hugnað sær í 2. deild, hevur
tær síðstu vikurnar vant við
fullari ferð. Hann spældi
seinna hálvleik á Skála,
men hann var ikki við ímóti
B36. Um hann verður við í
morgin var ikki greitt, tá ið
vit høvdu samband við
Klaksvík. Nú eru trý ár síð-
ani, at John Ryan, sum er
29 ára gamal, síðst var
rættuliga í fremstu røð.
Klaksvíkingar rokna FS
Vágar sum sera torført
mótstøðulið. Men teir siga
seg ikki kenna nakað serligt
til mótstøðuliðið, sum teir
ikki hava spælt ímóti og
sæð higartil í ár.
Lagið er gott
Í Vágum er fótbóltsfepurin
rættuliga farin at gera um
seg. Hetta fyrsta fótbólts-
árið eftir at teir hava fingið
fast samband, eru teir farnir
at skipa fyri bussferðum til
í sambandi við útidystirnar,
og heimafylgjan hevur ikki
verið so lítil.
Sama fólkið verður við
FS Vágum, sum var við til
at vinna fyrsta sigurin nakr-
antíð á Svangaskarði. Tá
var Eyðfinn Fjalsbak, sum
legði so bragdliga fyri í vár,
ikki við. Hann er skaða-
plágaður og er farin til
skips. Teir rokna við, at
hann verður við aftur eftir
summarsteðgin.
Tað hevur ljóðað, at FS
Vágar skal fáa ein álops-
spælara afturat. Talan er um
stóran og sterkan brasiliu-
mann. Hann var á veg
henda vegin fyri tveimum
vikum síðani, men tá varð
hann sendur til hús aftur úr
Portugal,
tí
pappírini
skuldu ikki vera í lagi.
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
6
4
-
2
-
0
18
7
11
14
2 NSÍ
7
3
-
4
-
0
14
6
6
13
3 GÍ
7
3
-
2
-
2
12
10
2
11
4 KÍ
6
3
-
2
-
1
7
9
-2
11
5 B36
6
3
-
1
-
2
13
6
7
10
6 B68
6
2
-
3
-
1
5
4
1
9
7 EB/Streymur
7
2
-
3
-
2
11
13
-2
9
8 FS V
6
2
-
1
-
3
8
12
-4
7
9 VB
6
0
-
2
-
4
6
15
-9
2
10 Skála
7
0
-
0
-
7
2
14
-12
0
Leita eftir rætta hýrinum
Andrew av Fløtum fekk trý mál í sínum seinasta dysti, sum var móti VB. Toftamenn skulu
hinvegin reisa seg eftir lemjandi tapið móti FS Vágum
Heimaftur við gulli og silvuri
Mánadagin kemur
føroyska liðið heim-
aftur av Special
Olympics World
Summer Games 2003.
Tey 10 ítróttarfólkini
koma ikki tómhent
heimaftur, men hava
gjørt Føroyum heiður
við at vinna bæði gull
og silvur. Tað ætla ÍSB
og Javni ikki skal fara
stillisliga aftur við
borðinum, men skipa
fyri móttøku, bæði á
flogvøllinum og í ÍSB-
húsinum
SPECIAL OLYMPICS
Rúna Sivertsen
Í skrivandi løtu er ikki
greitt, hvussu endaliga
úrslitið hjá teimum 10
ítróttarfólkunum
verður,
sum hava verið við á
Special Olympics leikunum
í Írlandi.
Men ikki koma tey
heimaftur sum av torv-
heiðum, tí Durita Strøm
hevur vunnið tvey gullheið-
ursmerki í svimjing, og
Unn og Júst hava vunnið
silvur í borðtennis.
OL-liðið kemur heim-
aftur mánadagin seinna-
partin við flogfarinum og
lenda í Vágunum um fýra-
tíðina.
Tá fara foreldur og av-
varðandi, ÍSB og Javni at
skipa fyri móttøku við
fløggum og bannarum.
Eisisni fara tey at syngja,
"We are the champions".
Síðani verður farið til
Havnar við bussi,. Á Far-
støðini verða tey heintaði
og koyrd niðan í ÍSB- hús-
ið, har M’as Blues Band og
Ælabogin fara at spæla og
syngja saman við avvarð-
andi.
Ein sangur er yrktur til
heimkomuna. Egga frá ÍSB
fer at halda røðu, og rósur
verða handaðar liðnum.
Eisini verður smyrjibreyð
og cider at fáa, siga fyri-
skipararnir og bjóða øllum
at verða hjartaliga væl-
komin til hesa stóru løtu.
Tað verður sanniliga rómur, tá føroyska OL-liðið kemur heimaftur mánadagin úr Írlandi. Liðið megnaði at vinna bæði gull og silvur á Special Olympics World
Summer Games 2003. Myndin er tikin á flogvøllinum beint undan fráferðini tann 16. juni
(Mynd: Edvard Joensen)
Løgreglan kannar,
hvør í Føroyum var
sambandið hjá tí 28
ára gamla dananum,
sum varð tikin við 20
kilo av hassji mána-
dagin. Maðurin er
varðhaldsfongslaður í
fýra vikur, meðan
kanningar fara fram
RÚSEVNI
Ingi Rasmussen
Tollvaldið
gjørdi
eitt
ordans hál á Norrønu
mánadagin. Ein 28 ára
gamal dani varð kannaður
ávegis í land, og tað vísti
seg, at hann hevði smá 20
kilo av hassji í taskuni.
Í grundlógaravhoyringini
varð hann varðhaldsfongsl-
aður í fýra vikur, meðan
løgreglan kannar málið.
Tvær tær fyrstu vikurnar
skal hann sita avbyrgdur, so
hann ikki fær órógva kann-
ingararbeiðið
hjá
løg-
regluni.
Løgreglan er í ferð við at
finna útav, hvønn maðurin
hevði samband við í Før-
oyum, tí tað er eyðsæð, at
hann ikki er einsamallur
um so stórar nøgdir. Løg-
reglan eftirlýsir føroyska
sambandið, og hevur nakar
eina upplýsing, eru fólk
vælkomin at siga frá.
Hassjið hevði eitt virði á
hálva triðju millión krónur,
og tá so stórar nøgdir koma
í einum, er tað eitt tekin
um, at nýggir menn royna
at etablera seg á rúsevnis-
marknaðinum. Fleiri bak-
menn vóru settir fastir eftir
stóra rúsevnismálið, og tað
hevur givið pláss fyri
øðrum.
Sum skilst er tann 28 ára
gamli danin ikki ein kenn-
ingur
hjá
løgregluni
frammanundan. Hann kann
kortini vænta sær áralangan
dóm, tí talan er um so stóra
nøgd, sum ongantíð er
funnin á føroyskari jørð
áður.
Eftirlýsa føroyskar bakmenn
Fongurin var stórur, tá Norrøna mánadagin kom til landið
19