Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 120 - 28. juni 2003 Nr. 120 - 28. juni 2003 21 Met í síðum hári Tær báðar systrarnar Wivika og Sheila hava enn ikki roynt at sitið í stólinum í hárfríðk- anarstovuni, hóast tær eru 11 og 13 ára gamlar. Tær eru ong- antíð kliptar og nú eru tær á veg í met- bøkurnar fyri sítt ómetaliga síða hár. Føroyska metbókin hevur váttað upptøku og so er bert at bíða eftir, hvat Guinnes metbókin sigur METSÍTT HÁR Dagfinn Olsen Í Trongisvági búgva systr- arnar Wivika og Sheila Tjaldrastein Strøm og tær hava eitt met, ið kanska er sjáldsamt. Eyðbjørg og Tórur Strøm hava nevniliga ta reglu heima við hús, at døtur teirra skulu ikki klippast, fyrr enn tær eru konfirmeraðar. Elsta døtt- urin, Eyðbritt, er 23 ár og hon hevði eisini langt hár, men nú er tað klipt. Í metbøkurnar Wivika er 13 ár og bíðar spent, til hon kanska skal klippast, men hon kann tó koma at bíða nakað enn. Tað er nevniliga so, at síða hárið eftir øllum at døma er met. Føroyska Metbókin, sum sigst koma út í ár, hevur játtað teimum upp- tøku og Eyðbritt hevur skrivað yngru systrarnar inn til Guinnes metbókina. Tað gjørdi hon ein dagin, hon sat á alnetinum og hugdi at metum og eftir øllum at døma er tað so, at Wivika og Sheila er systrar- nar við síðasta hárinum í kongaríkinum. Men nú bíða tey spent í Trongis- vági, um nakað verður at hoyra aftur frá heimskendu metbókini. 11 ára gamla Sheila hevur hár, ið er ein metur og 27 cm og 13 ára gamla Wivika hevur ein metur og 26cm. Hetta er mált frá miðum høvdi og niður, men hvørt tað er rætti hátturin at taka mál,vita tey ikki í Trongisvági. Systrarnar hava ongantíð verið hjá hárfríðkanar- kvinnu, men hárendarnir eru snøggaðir av og á vegna slit. Mamman, Eyðbjørg, slapp ikki sjálv at hava sítt hár tá hon var yngri, men hon metir vakrastu sjónina vera gentur við síðum hárið. - Høvdu tær grátið um høvuðpínu ella okkurt tílíkt, so høvdu vit sjálvandi klipt, men tað hevur ongantíð verið nakað, sigur Eyðbjørg, og tygara útsendi kann bert halda við í, at hárið er sera flott. Í stovuni hongur hesta- halin við hárinum hjá elstu systrini og væntandi koma tveir slíkir at hanga afturat, tá báðar tær yngru einaferð klippa sær. Strævið Men tað er ikki bara sum at siga tað, tá hárið gerst so sítt. Tað skal pleygast og hvønn mogun má mamman flætta, og farast má tíðliga upp. Tað er mamman, sum flættar. - Einaferð fekk pápi eina Barbidukku, sum hann skuldi venja seg at flætta, men tað gekk nokk ikki so væl, greiðir Sheila frá, meðan hon í skemti leggur hárið fleiri ferðir kring hálsin eins og hálsturri- klæð. Í øllum førum er pápin givin við royndunum at flætta og tað er mamman, sum tekur sær av tí. Tað kann vera trupult viðhvørt við so síðum hári, tí onkur má altíð vera til staðar, sum dugur at fáast við tað. Onkur av systr- unum hevur t.d. onkutíð verið á ferð við ferðalag og er komin aftur, har hárið ikki er greitt í eina viku. Og tá sær tað ikki tespiligt út. Tær yngru hava eisini verið uttanlandsferðir við Tvøroyrar Borðtennisfelag og hava í hesum høpi mong steyp at vísa á. Og hárið hevur ikki verið nøkur forðing. Hinvegin er tað so í svimjitímunum í skúlanum, at tað tekur eitt sindur av tíð við so síðum hári. - Tað er eitt stríð at vaska, so er tað balsam, og so seta upp í turban. Ofta siti eg ein tíma aftaná svimjitíman við handklæði á høvdinum, sigur Sheila. - Tað er gott at vit eru sloppin so væl, at vit hava ikki havt lús, hóast tær av og á hava verið í umfari, eru Wivika og mamman samdar um. - Tað eru fólk, sum koma við teimum løgnastu spurningum. T.d. um talan er um nakra serliga vita- min, sigur Eyðbjørg. Og fólk venda sær við av og á fyri at síggja síða, flotta hárið. Tað er komið fyri, at onkur hevur havt hug at arga, men mest hava systrarnar fingið rós fyri flotta hárið og vinkonurnar hava eisini sagt, at tær fegnar vildu havt slíkt hár. Og so er myndatøka á skránni og fyri mynda- manninum verða flætturnar koyrdar upp eina løtu, fyri síðani at skula flættast aftur. Jú stríð er av, men vakurt er. Og at so metbøkurnar vísa áhuga ger tað ikki verri, so nú bíða tey spent í Trongisvági, til føroyska Met bókin kemur út og til eitt møguligt svar kemur frá metbókini hjá Guinnes. Hárið flákrar í vindinum í góðveðrinum hósdagin: Ein vøkur sjón og væl sæst, hvussu ómetaliga sítt hárið er Wivika og Sheila koma nokk í metbøkur við síða hárinum Poppbólkurin Take Off, sum er mann- aður við føroyskum og donskum tónleik- arum, gevur leygar- dagin sína fyrstu fløgu út. Fløgan hevur fingið navnið Blandað bomm fyri rest, og tónleikurn er svingandi popptónleikur Fløgan, sum kemur í búð- irnar leygardagin, er eins og ein av lekru blandaðu bommpakkunum. - Søt, svingandi, sveimandi, við ávísum súrum, stingandi broddi. Soleiðis siga teir í Take Off um fyrstu fløguna hjá teimum. Dropsini í Take Off eru: Hans Petur í Brekkunum: sangur, saxofon og key- board Ólavur Olsen: keyboard og trompet Jønne: guitar og kór Carl Johan »Charlie« Simonsen: trummur Morten K. Vestergaard: Bass Búgva niðri Hendan manning spælir fyri tað mesta niðri, men teir vóru tó heima í fjør- summar og spældu tá nógv í klubbunum í Havnini. Hóast teir ikki smæðast at spæla coverløg fyri dansi- pørunum, so servera teir í Take Off bert nýskrivaðan og sjálvskrivaðan tónleik á nýggju fløguni. Hans Petur eigur høvuðspartin av løg- unum, Ólavur fleiri, og Morten og Jønne eiga okk- urt hendinga. Tónleikurin hjá Take Off spennir ógvuliga víða. Og samanberingin við bland- aða bommpakkan er hvørki órímilig ella ótímilig. Take Off megna at sam- antvinna ráa spæligleði og tað strangt tilrættislagda: frá gittarum við skorpu, til dryppandi blásarar úr jarni, samansjóðað í stór fín arrangemangir. Vit hoyra tað lítla intima rúmið, og tær brestandi funkrútmurn- ar - alt á somu fløgu. Tónleikurin er bandaður og blandaður í Airplay stu- dio í Århus. Take Off hava sjálvir lagt tónleikin til rættis. Tøkningur var Árni Bergmann Johannsson. Leygarkvøldið verður dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, nú skúlarnir fara í summarfrí. Terji Rasmussen og hansara menn gera enda á skúlan- um hetta kvøldið Pisurnar eru farnar á flog. Eyðkendu húgvurnar hjá miðnámsskúlanæming- um, sum eru lidnir við sína útbúgving, eru at síggja allastaðni, og nú er tað at summarferian skal haldast. Fyrsta vikuskiftið eftir, at skúlarnir eru lidnir, plagar at verða hildið við serligum dansitiltøkum, og soleiðis er eisini í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði, har tað fer at ringja út leygarkvøldið. Terji Rasmussen fer at spæla til dans við bólki sín- um, og á skránni eru allir teir frálíku sangirnir, sum Terji hevur skrivað sjálvur og saman við øðrum. Her eru sangir, sum eru komnir út á útgávum sum Terji og Føstufressar, Frændur, Eyðun & Terji og Moirae. Í bólkinum hjá Terja spæla Rógvi á Rógvu, Magnus Johannesen, Hjalti Joensen og Pauli Magnus- sen. Dansurin í Mentanar- húsinum í Fuglafirði byrjar leygarkvøldið kl. 23.30, og bussar koyra í sambandi við tiltakið. Blandað bomm frá Take Off Take Off frá vinstru: Ólavur Olsen, Charlie Simonsen, Morten Vestergaard, Jønne og Hans Petur í Brekkunum Terji ger enda á skúlanum C M Y K 21 20