leygardagur 28. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 120 - 28. juni 2003
Nr. 120 - 28. juni 2003
23
Fyrstu 60 milliónir
árini við serligum
denti á tíðarskeiðið, tá
ið menn fyrst nomu
land her í oyggjunum
og royndu at sættast
sum frægast. Soleiðis
stendur á tittulblaðn-
um til forkunnugu
Føroya krøniku eftir
Markus Jiménéz
BØKUR
Ingi Rasmussen
Fyri sløkum mánað síðan
hevði Markos Jiménéz lista-
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík. Samstundis bleiv
teknirøðin, Føroya krønika,
løgd fram fyri fjølmiðlum og
øðrum áhugaðum. Orsakað
av verkfallinum, ið tá var,
strandaði bókin í Danmark
og vóru bert fá eintøk at vísa
fram. Nú er bókin komin og
fæst til keyps í bóka-
handlunum kring landið.
Í formælinum sigur tekn-
arin, at teknirøðin fyrst og
fremst er eitt uppskot – ein
persónlig, ótilgjørd tulking
og kronologisk endursøgn
av tí, sum kanska hendi í
fornari tíð við serligum denti
á tíðarskeiðið, tá ið menn
fyrst nomu land og royndu at
sættast sum frægast.
60 milliónir ár
Upprunaliga hugskotið til
teknirøðina var at gera eina
stuttliga og keipukenda
lýsing av Føroya søgu og tí,
sum tá var. Líka frá landið
varð til og til dagin í dag.
– Óvitandi um, hvussu
umfatandi arbeiði kundi ger-
ast, í øllum førum um tú fert
í smálutirnar, fór eg fúsur og
ónervaður til verka. Ókey. Í
hesum hefti havi eg roynt at
lýst fyrstu 60 milliónir árini
upp til umleið ár 1000, tá ið
villu víkingarnir settu síni
ógloymandi spor í hesum
landinum. Ikki so galið, tá ið
eg sjálvur skal siga tað, sig-
ur rithøvundurin sjálvur um
bókina.
Kvæði og søga
Tað snýr seg um søgu og
mentanararv, ið er farandi og
komandi, sálina, seyðin og
øll hini, sum búðu her, og
næstu grannarnar. Teknirøð-
in er ein roynd at sameina
søguligan veruleika við
mytologisku, fantastisku og
løgnu hendingarnar, sum tú
kanst hóma í Føroyinga-
søgu.
Í bókini eru stuttligar og
keipukendar
tekningar.
Innihaldið fevnir m.a. um
uppruna, landnám, norrøna
búseting og fleiri kvæði og
sagnir eru við. Brestis
kvæði, sum Mikkjal á
Ryggi yrkti, og Sigmunds
kvæði yngra, sum Jens Chr.
Djurhuus yrkti, eru endur-
givin í fullari longd.
– Stuttligu myndirnar í
bókini gera, at bókin heilt
vist fangar áhugan hjá størri
børnum, ungum og vaksn-
um við. Og bókin kann heilt
vist eisini vera eitt íkast til
søgu- og kvæðaundirvísing-
ina í skúlunum, sigur Bóka-
deild Føroya Lærarafelags í
tíðindaskrivi.
Føroya krønika er 62 síð-
ur, innbundin í stíva permu.
Hon kostar 150 krónur.
Dánial Hoydal týddi tekstin
til føroyskt.
Á ársins longsta degi
kom tann fimta bókin
í røðini um Harry
Potter eftir J.K. Row-
ling út. Og harvið er
gandurin aftur slept-
ur leysur. Bókin hev-
ur aftur sligið met, og
ummælarar hava
givið seg yvir
POTTER-FEPUR
Ingi Rasmussen
Bókin »Harry Potter and
the Order of the Phoenix«
setti longu sølumet fyrsta
vikuskiftið, og eingin í
bókaverðini minnist nakað
líknandi. Bara í Bretlandi
bleiv bókin seld í 1,7 milli-
ónum eintøkum fyrstu 24
tímarnar. Bókahandilin á
internetinum,
Ama-
zon.com, seldi yvir eina
millión eintøk fyrsta dagin,
og allastaðni varð bókin
skrædd av hillini.
Sostatt tekur fimta bókin
við, har tær fýra fyrstu
sleptu, tí tær hava tilsamans
selt umleið 192 milliónir
bøkur um allan heim á
minst 55 málum í 200
londum.
Góða undirtøkan hoyrir
kanska gandaverðini til, og
uttan at siga ov nógv, so
eydnast tað aftur hesaferð
Harry at sleppa væl burtur
úr stríðnum ímóti myrkurs-
ins kreftum á Hogwarts,
skúlanum
fyri
ganda-
kynstur og galdralist.
15 og forelskaður
Í fimtu bókini er Harry
Potter 15 ára gamal og
gongur í fimta flokki í
Hogwarts. Hann hevur tvey
ár eftir av skúlagongdini,
áðrenn hann fær tað ganda-
kenda
studentsprógvið.
Men Harry er eingin nørd-
ur og hevur sum vanligt
ríkiligt annað enn skúla-
gongdina at hugsa um.
Tá enn ein keðilig summ-
arferia hjá Dudley og teim-
um í Privet-gøtuni nærkast
endanum, verður Harry
álopin av óndum verum.
Hann megnar tó at sleppa
undan við nøkrum væl
valdum gandaorðum og
gandastavinum. Tað førir
við sær, at hann verður
stevndur fyri Gandamála-
ráðið, tí hann hevur brúkt
gand í muglaraverðini.
Frammanundan
verður
hann kunnaður um Føniks-
skipanina, ið er eitt slag av
fregnartænastu, ið heldur
eyga við tí ónda Voldemort,
sum hevur ligið Harry eftir
lívinum, síðan hann varð
føddur.
Okkurt bendir á, at
Voldemort aftur er farin at
gera um seg, og tí verður
lagt upp til enn eina styrki-
roynd millum góðar og
óndar kreftir.
Hesaferð hevur Harry
eisini nýggjar kreftir í sær
sjálvum at stríðast ímóti, tí
hann er um at gerast vaks-
in. Tað snýr seg eisini um
pubertet, tann fyrsta kær-
leikan og um at stýra sínum
kenslum.
Eingin skriviótti
Nógv hevur verið tosað um
bókina, sum hevur verið
ávegis, og gitt hevur verið,
at bókin varð seinkað, tí
J.K. Rowling, sum so nógv-
ar mytur longu eru gjørdar
um, hevði fingið skriviótta
Stórt trýst hevur verið
lagt á Rowlings, tí tað er
næstan vónleyst at liva upp
til stóru krøvini, sum børn,
ung og vaksin um allan
heim leggja á hana. Tað sær
út til, at hon hevur vunnið á
óttanum. Í øllum førum
hava ummælarar nógvar
rósir til hennara fimtu bók.
Chicago Tribune skrivar,
at fimta bókin er nógv tann
besta, sum higartil er kom-
in út um Harry Potter. As-
sociated Press samanber
góðskuna í bókini við eina
plátu frá The Beatles, sum
yvirlivir í nógv ártíggju.
VG í Noregi sigur, at fimta
bókin gevur okkum uppaft-
ur meira av øllum tí, sum
Rowling higartil hevur
givið. Og BBC hevur sagt,
at bókin kann fanga øll –
ung sum gomul.
So er bara eftir at bíða
eftir føroysku týðingini,
sum Bergur Rasmussen er
settur at gera.
Enn ein magisk bók í pottinum
Føroya krønika
útkomin sum teknirøð
Bíðirøðirnar vóru langar allastaðni, tá fimta bókin um Harry Potter kom út kring allan heim
Mynd: Reuter
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út ein
hugtakandi gávukistil við
smáum bíbliusøgum.
Gávukistilin inniheldur
10 smáar, vakurt mynd-
prýddar bøkur. Jenny Fry
og Ruth Hooper endur-
søgdu søgurnar. Amy Tau-
sen týddi úr enskum.
Søgurnar eru helst mill-
um best dámdu og mest
lisnu søgurnar í Gamla
testamenti.
Í
kistlinum
finnur tú søguna um Skap-
anina, Nóa ark, Jósef, Mós-
es og tornarunnin, Jónas,
Samson, David og Goliat,
Salomon, Dánjal í leyvu-
hellinum og søguna um, tá
ið Reyðahavið skilti seg.
Søgurnar eru lýstar og
myndprýddar yndisliga og
hugtakandi og eru serliga
ætlaðar at lesa fyri smá-
børnum. Í gávukistlinum
eru 10 bøkur við 28 síðum í
hvørjari. Gávukistilin kost-
ar 150 krónur.
Upprunaføroysk
barnabók, sum tekur
útgangsstøði í fólkum
við tilknýti til Føroya
fólkaháskúla, er
komin út. Guðrun
Gaard hevur skrivað
BØKUR
Ingi Rasmussen
Millum nógvu bøkurnar,
sum Bókadeild Føroya
Lærarafelag júst hevur giv-
ið út, er ein upprunaføroysk
barnabók. Hon hevur held-
ur sjáldsama tittulin »Um
svidnu Pussifelluna og
øvuta kúvingin«, og tað er
Guðrun Gaard, ið hevur
skrivað.
Søgan er um smágentuna
Guðrun, sum er forvitin og
droymandi. Á veg heim
ígjøgnum gøturnar í Havn,
fara Oscar og Guðrun inn í
Reyðukiosk at keypa tað
longsta bommið, sum er at
fáa. Meðan Oscar tosar við
eina konu, stendur knapp-
liga ein lítil maður framm-
an fyri Guðruni. Maðurin
er púra øvutur. Við honum
fer Guðrun í øvutu verð,
har hon leypir niður í eitt
gandaskrín, sum er sett við
skínandi kúvingi.
Bókin byggir partvíst á
veruligar persónar, sum eru
eyðkendir fyri tey, sum
minnast umhvørvi við Há-
skúlan. Millum annað er
ein av stovnarunum, Rasm-
us Rasmussen, sum er abbi
Guðruna, skemtiliga tekn-
aður av Bárði Oskarsyni.
Guðrun Gaard er cand.
mag í norðurlendskum bók-
mentum og starvast sum
lærari í Hoydølum. Hon
hevur áður skrivað og tekn-
að tríggjar bøkur um vættra-
parið Snøkil og Snáku.
Eisini hevur hon skrivað
plantubókina, Brobber.
Bárður Oskarsson, sum
hevur gingið á Skolen for
Billedkunst, hevur mynd-
prýtt bókina. Hann hevur
myndprýtt barnasøgur síð-
an 1986, seinast Margreta
og mjólkin, sum Bóka-
deildin gav út í fjør.
»Um svidnu Pussifelluna
og øvuta kúvingin« er 34
síður innbundin og kostar
95 krónur í bókabúðunum.
Hon hóskar væl til tey 3 til
7 ára gomlu.
»Opið hav« er fjórða og
seinasta bókin í røðini um
jødagenturnar, Steffi og
Nell, sum foreldrini sendu
til Svøríkis, eftir at nasist-
arnir vóru farnir at gera seg
inn á jødarnar í Wien.
Endiliga kemur várið
1945, og kríggið endar.
Steffi fær studentsprógv og
noyðist nú at velja, hvar
hon ætlar sær at vera. Skal
hon vera verandi í Svøríki
saman við lítlusystrini, skal
hon fara til Wien ella
kanska til Amerika at leita
eftir næstringum?
Valið gerst ikki lættari
hjá Steffi, tá ið Sven, henn-
ara fyrsti og stóri kærleiki,
kemur aftur. Kenslur, hon
helt vera deyðar, vakna upp
aftur av nýggjum.
Hjá Nelli er valið nógv
lættari. Hon vil helst vera
verandi í Svøríki hjá fostur-
foreldrum sínum. Men hvat
siga tey? Vilja tey hava
hana har? Kanska eigur
hon at vera
saman
við
Steffi
og
pápanum –
um hann er
á lívi.
Opið hav
er 218 síð-
ur, heft og
kostar 140
krónur.
Seinasta bókin um
jødagenturnar
Um svidnu Pussifelluna
og øvuta kúvingin
Gávukistil við smáum
bíbliusøgum
C
M
Y
K
23
22