Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Millum okkara í dag standa nøkur, sum gjørdust pisur fyri 30, 40, 50 árum síðani. Tey eru ivaleyst á einum máli við okkum um, at samfelagið er nógv broytt. Siðbundna sam- felagið er í mangar mátar rykt upp við rót, har felags virði, normar, siðir og lívs- hættir eru broytt ella skift út. Í ein mun liva vit í eini virðisrelativistiskari og støðugt broytiligari tíð, og tískil er torført hjá ung- dóminum og nútíðarmenn- iskjanum at finna seg sjálvt, sítt grundarlag og leiðina til sína framtíðar- støðu bæði mentanarliga, arbeiðsliga og andaliga. Talan er í minni mun um, at hugburður og val av lívs- leið eru fastnegldir frá ætt- arliði til ættarlið ella eru tengdir at stætt ella kyni. Í ein mun er hetta ein fríger- ing, men ávísir vandar standast eisini av hesum. Jú fleiri valmøguleikar eru, jú størri er møguleikin at velja skeivt og villast á lívsins fjøltáttaða vegi, og kunnu vit enda sum støðuleysir zapparar. Vit pisur kunnu av álvara enda sum verulig- ir Homo Zapiens. Í dag standa nýklaktu pisurnar á einum vegamóti í lívinum, og í einum globaliseraðum og fleirtátt- aðum heimi eru vit partur av einum heimssamfelagi, sum hevur nýggjar og øðr- vísi avbjóðingar í útheim- inum, men samstundis hava vit eisini avgjørda ábyrgd fyri heimliga lokalsam- felagnum Føroyar. Tað ræð- ur um at finna eina javnvág millum globaliseringina og lokaliseringina, ta sokall- aðu glokaliseringina, har vit megna at taka lut í heimssamfelagnum uttan at gloyma heimligu røturnar, sum hevur gjørt okkum til tað, vit í dag eru. Hugsa globalt, virka lokalt. Uttan at vit geva okkum far um tað, er tað ein ovur- stórur framíhjárættur vit í dag hava samanborið við ungdóm kring allan heim. Vit ungu føroyingar eiga at minnast og vera takksamir fyri, at vit liva í einum væl- ferðarsamfelag, og hvussu gott vit hava tað samanbor- ið við stóran part av heim- inum. Í hesi løtu, meðan vit hátíðarhalda henda dag, líða milliónir av menniskj- um neyð á ymsan hátt. Meðan vit í dag kunnu fegnast um studentsprógvið í Føroyum ræður analfabet- isma í stórum pørtum av heiminum, har javnaldrar okkara ongan møguleika hava á útbúgvingarøkinum. Í øllum heiminum svølta 826 mió menniskju og hvønn dag doyggja 100.000 í hungri. Hvørt sjeynda sekund doyr eitt barn undir 10 ár av svølti, og kortini framleiðir heimurin tvær ferðir ta nøgd av mati, sum skal til fyri at breyðføða mannaættina. Taka vit lítla afrikanska landið Niger sum dømi, duga 86% av fólkinum yvir 15 ár ikki at lesa og skriva, 50% av børnunum svøltað, meðan 36% ikki skulu vænta at gerast eldri enn 40 ára gomul. Hetta eigur at geva okkum vesturlendsku luks- us zapparum eina ábyrgdar- kenslu fyri medmenniskj- um okkara, tí av honum, sum nógv verður givið, av honum eigur nógv at vera kraft. Vit standa í dag við lívsins vinnarakupong í hondini, og so stendur okk- um í boði, um vit vilja nýta hana bert til okkum sjálvi ella geva øðrum lut í eydnu okkara. Lat okkum ikki spyrja, hvat samfelagið kann gera fyri okkum, men heldur hvat vit kunnu gera fyri samfelagið. Í ofta idealist- iska og veruleikafjara tos- inum at vera við til at gera heimin til eitt betri stað, er hugburðurin ofta, at eg eri bert ein, eg geri so lítlan mun. Men heldur kann ein venda tí við og siga, at eg eri tó ein, og kann tí gera mun í gongdini at betra heimin. Eg, sum einstak- lingur, kann gera allan munin fyri onkran, og sam- einingin og loysnin av ovurstóra muninum og skríggjandi órættvísini í heiminum er tengdur at, hvat eg og tú gera. Vit hava øll ymsar førleikar á yms- um økjum, men vit eiga at stremba eftir at gera tað, sum vit kunnu, har, sum vit eru, við tí, sum vit hava. PISURØÐA Í HAVN Skrivað hava: Heini í Skorini, Janus Hentze í Stórustovu, Elisabeth Restorff Hansen og Jenny Johannesen. Røðari: Heini í Skorini – Tað er við blandaðum kenslum, vit í dag eru savn- að at minnast og gleðast um tey trý árini á lívsleið okk- ara, sum nú eru at enda komin. Tíðin í egginum er lokin, og vit pisur eru klaktar, skulu úr reiðrinum í Hoydølum og á flog. Mitt í gleðini, róminum og há- tíðarhaldinum er talan eis- ini um sorgblídni, nú eitt so minningarríkt og mennandi skeið er at enda komið og lívsleiðir okkara skiljast. Ferð okkara inn í tað ókenda studentalívið byrj- aði í august 2000, og eitt nýtt kapitul í einum nýggj- um heimi stóð okkum fyri framman. Fjálturstungnir einstaklingar vóru bólkaðir í flokkar, og eftir trimum árum síggjast úrslitini so her í dag undir hvítum húgvum, ein væl saman- sjóðað eind, har vinarbond eru knýtt gjøgnum mangar góðar løtur, sum nú liva sum minni í hjørtum okk- ara. Tíðin í Hoydølum hevur sjálvsagt verið ymisk fyri okkum øll, fyri nøkur hevur hon verið torførari at koma ígjøgnum enn hjá øðrum, bæði sosialt og fakliga. Skúlin er ein stovnur, sum hevur eina av torførastu uppgávunum í samfelag- num, nevniliga at fáa fleiri hundrað næmingar at trív- ast og mennast. Hetta er ein sera trupul uppgáva, serliga fyri leiðslu skúlans, har tor- ført er at sleppa undan mis- tøkum. Men ofta duga vit næmingar ikki at virðis- meta arbeiði lærarans og leiðslunnar, og at síggja viðurskiftini frá teirra sjón- arhorni. Vit koma ofta ikki longur enn til ivasamar at- finningar og persónligt brigsl. Uppgávan gerst ikki lættari, tá havt verður í huga, hvussu mangir og ymiskir næmingarnir eru. Vit hava jú øll ymsa bak- grund, eginleikar, fortreytir og møguleikar. At hava átikið sær so kravmikla uppgávu fara vit í dag at takka skúlanum fyri. Uttan tykkum høvdu vit ikki stað- ið her í dag. Tá hetta er sagt, hava vit kortini nøkur uppskot skúla- num viðvíkjandi. Skipan skúlans skuldi verið endur- skoðað á ávísum økjum. Tá lærararnir eru grundarlagið undir góðsku skúlans, áttu krøvini mótvegis lærarum okkara at hækka og møgu- leikarnir gjørdir betri fyri einstaka læraran at menna og endurnýggja seg sjálvan. Eins og næmingurin støð- ugt skal roynast við próv- tøkum, royndum, uppgáv- um, stílum, roknistykkjum o.s.fr., skuldi nakað av tí sama verið galdandi fyri lærararnar eisini, so talan ikki gerst um fagliga stag- natión uttan at lærarin hev- ur møguleikan at eftirút- búgva seg og soleiðis fylgja við samfelagsligu broyting- unum. Samfelagið í dag sær jú ikki út sum tað gjørdi, tá fleiri av lærarum okkara tóku útbúgving. Í hesum nýggja heimi áttu møguleikar lærarans fyri fakligari endurnýggjan at verið eitt krav til frama fyri bæði lærara og næming. Hetta er tí eitt uppskot frá okkum pisum til leiðslu skúlans, yrkisfelag studenta- skúla og HF lærara og ikki minst Mentamálaráðnum. Hesi trý árini hava kortini verið eitt gleðiligt og mennandi tíðarskeið bæði á fakliga økinum, men ikki minst á sosiala økinum. Í eini vaksandi einstaklinga- gering í seinmodernaða samfelagnum hevur sterki felagsskapurin í Hoydølum staðið sum ein mótpolur móti hesum nútíðar ráki, og er hetta ein týdningarmikil dygd. Tað er nevniliga gjøgnum sosiala samskifti, vit eru vorðin ríkari, og í sosiologiskum høpi menna vit bert ein sjálvstøðugan samleika og gerast full- fíggjað menniskju í felags- skapi við onnur. Hetta hev- ur studentaskúlin lagt lunn- ar undir. – Í dag standa nýklaktu pisurnar á einum vegamóti í lívinum, og í einum globaliseraðum og fleirtáttaðum heimi eru vit partur av einum heimssamfelagi, sum hevur nýggjar og øðrvísi avbjóðingar í útheiminum, men samstundis hava vit eisini avgjørda ábyrgd fyri heimliga lokalsamfelagnum Føroyar. Tað ræður um at finna eina javnvág millum globaliseringina og lokaliseringina, ta sokallaðu glokaliseringina, har vit megna at taka lut í heimssamfelagnum uttan at gloyma heimligu røturnar, sum hevur gjørt okkum til tað, vit í dag eru. Hugsa globalt, virka lokalt segði Heini í Skorini í pisurøðuni í viðalundini í Havn hósdagin. Hugsa globalt og virka lokalt Nr. 120 - 28. juni 2003 25 25 24 Nr. 120 - 28. juni 2003 C M Y K 24