mikudagur 25. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FR
Mikudagur 25. mai 1994
:
JE
- TODI JÓNSSON ER
NU Í SUPERLIGAINI
Var á Lyngby liðnum, sum annan
hvítusunnudag
ítróttarparkini
tapti 3-0 móti FC Keypmannahavn
Todi Jónsson skrivaði søgu,
tá hann frá fyrsta bríksli í 2.
hálvleiki kom inn á liðið hjá
Lyngby, sum leikti móti
grannunum úr FC Keyp-
mannahavn. Abraham
Hansen og Hendrik Thom-
sen hava spælt í 1. deild í
Danmark, men Todi Jóns-
son er fyrsti føroyingur,
sum er í fremstu rgð, síðani
superligain kom í 1991.
Dysturin varð leiktur í
ítróttarparkini, og 8.500
áskoðarar sóu FC Keyp-
mannahavn vinna 3-0 og
harvið styrkja um sína støðu
í oddinum. Øll málini vórðu
skotin í 1. hálvleiki, og
longu tá 10 minuttir vóru
leiktir var stødan 2-0.
- Tad vóru ikki meiri enn
10 minuttir leiktir, tå Mich-
ael Schåfer, venjarin hjå
okkum, gav mær bod um at
fara og hita upp. Tå var
stødan 2-0, og tað sá ikki
nakað serligt út. Tá hinir
fóru inn at hvíla seg, varð eg
biðin um at halda fram við
upphitingini, og so kom eg
inn á midvøllin i vinstru
síðu, greiðir Todi Jónsson
frá.
Og hjálpti tað nakað upp
á spælið?
— Tað broytti í hvussu so
er einki upp á úrslitið. FCK
vóru helst nøgdir, og vit
megnaðu ikki at skapa
spenning í. Tað var nógv
renning, leikferðin var
hægri, enn eg eri vanur við,
soeg var ógvuliga móður, tá
dysturin var liðgur, greiðir
Todi Jónsson frá.
Eftir dystin ynskti venjar-
in honum tillukku við fyrsta
dystinum í superligaini,
men um Todi verður á liðn-
um, tá teir komandi sunnu-
dag á heimavølli taka ímóti
AaB úr Álborg, dugir Todi
ikki at meta um:
— Tveir leikarar, sum hava
verið fastir á besta liðnum,
eru skaddir í løtuni. Í hvussu
so er annar teirra er klárur
aftur, men hann spælir ikki
á sama plássi, sum eg plagi
at gera, men nú fáa vit at
síggja, sigur sáttligi og aft-
urhildni klaksvikingurin,
sum ásannar, at tað er 6gvu-
liga nógv kapping um pláss-
ini á besta liðnum.
Gingið skjótt
Todi Jónsson hevur við
luttøkuni á hægsta stødi í
Danmark víst fyri ødrum
føroyskum leikarum, at tað
ber til at koma langt, um
orka verður nýtt at menna
dygdina. ;
Fyrrverandi Kl og B36-
arin er å ongan hått komin
til skorin klædi i Lyngby.
Hann vandi vid og spældi å
lægru lidunum hjå Lyngby
seinasta heyst, og tå farið
varð undir nýggja kapping-
arárið vóru ongar ábending-
ar um, at Todi skuldi leika á
besta liðnum. Hansara navn
var ikki millum tey 24, ið
vórðu kunngjørd sum evni
til besta liðið, og hann hevði
einki fingið at vita frå venj-
aranum um, at hann kundi
roknað við nøkrum betri.
— Tað hevur gingið skjótt
teir síðstu tveir mánaðarnar.
Tá farið varð undir lands-
kappingina 20. mars, var eg
ikki vísur í at eiga pláss á
liðnum í Danmarksseriuni,
og tað kom meiri enn so
fyri, at eg varð skiftur út í
U23 dystunum. Ein skaði
darvaði eisini, so eg sá ikki
serliga ljóst upp á fótbólts-
árið.
Men so fekk eg boð um at
venja við besta liðnum. Har
verður vant fimm ferð um
vikuna seinnapart klokkan
15, tað hevur verið hugaligt,
og eg havi kent tað menn-
andi.
Ment seg nógv
Góðar keldur siga, at tað
hevur gingið væl á Dan-
marksseriuliðnum, har
Todi hevur skorað fleiri
vikuskifti upp i slag og ikki
minni á U23 liðnum, har
Michael Scháfer hevur
ábyrgdina undir dystunum
og tískil sjálvur hevur sæð,
hvussu føroyingurin hevur
ment seg.
Roknaði tú við at fáa
møguleikan nú?
— Nei, eg varð kløkkur, tá
eg fríggjadagin varð biðin
at meta í ítróttarparkini 2.
hvítusunnudag. = Vanliga
verða 14 leikarar tíknir út,
og á taktikkfundinum fær
ein at vita, athann skal fara á
åskodaraplåssini at sita. Í
fyrstuni roknaði eg við, at
hetta fór at verða mítt pláss,
men tå eg sá, hverjir leikar-
ar annars vóru, so var ikki
óhugsandi, at møguleikin
fyri plássi á beinkinum fór
at vísa seg.
Todi Jónsson møtti til
venjingar seinnapartin í
gjár, og hann ætlar at gera
alt fyri at varðveita plássið.
Hvussu gert tú tað?
— Við at knýta nevnarnar
saman, leggja alla orku f
undir venjing og nyta MmØgu-
leikan f dysti, uttan mun til
hvørjum liði tað er á. Tað
kann væl vera, at eg verði
fluttur niður aftur á næst-
besta liðið, men so má bara
arbeiðast víðari, hóast
ynskidreymurin sjálvsagt er
at byrja inni á besta liðnum
hvørja ferð.
Framtíðin
Í Lyngby eru nógvir, sum
fáa pengar fyri at spæla fót-
bólt, men tað ger Todi ikki.
Hann hevur heldur íkki
fingið tilboð um sáttmála.
Hvat roknar tú við í
framtíðini?
— Tað veit eg ikki. Nú eru
trý umfør eftir, so verður
summarfrí og so skal Lyng-
by taka lut í Totocup, sum er
altjóða kapping fyri lið í Eu-
ropa. Í slíkum kappingum
plaga nýggir leikarar at fáa
møguleikan, og fái eg hann,
so taki eg av.
Hvorki Kl ella B36 fáa
gleði av Toda í summar.
Hann kemur ikki heim, og
hvussu tað verður við lands-
liðsvenjingini dugir hann
ikki at siga fløtuni. Enn hev-
ur hann einki hoyrt frá FSF
ella Allan Simonsen, men
hann heldur hetta vera
ógvuliga spennandi.
-hn-
Todi Jónsson — fyrsti
føroyingur í donsku
Superligaini
9
5
Á