Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

við ein av gestunum 2. deild, menn: LÍF-NSÍ 4-2 (1-1) Eftir ollum at dóma hev- ur undirtippaða liðið úr Leirvik, ið bara tapti og taptu í venjingardystun- um undan kappingini, sett sær onnur mál, enn sað varð um tá. hvussu er hevur LÍF tíkið seg so væl saman og fingið so mikið góða gongd á, at liðið nú er millum tey allarfremstu í 2. deild, og saktans er millum kandidatarnar at flyta upp í deildina, har Og tað ger LÍF enntá, hóast nógvir av fyrrver- andi lyklaspælarunum eru burturi — teir flestu fluttir av landinum. Leygardagin var tað NSÍ, ið fekk toyggið frá LÍF, ið vann dystin 4-2, eftir at NSÍ tvær ferðir hevði megnað at javnað. Tíggju minuttir inn í dystin legði veteranurin Berg Vatnhamar heima- ið hann úr 30 metrum sendi víðari í handara málhorn. Næsta hálva tíman tók LÍF leiðsluna á vellinum og hevði alt spælið. Ein- ar seks ferðirnar sluppu leirvíkingar aftur á bak- linjuna at leggja innfyri, men ikki spurdist meira burturúr. So svaraði NSÍ bråd- liga aftur, tá tveir verju- spælarar hjá LÍF ikki samdust um, hver skuldi skjóta bóltin burtur. Tað Mikkelsen hjá NSÍ kom ímillum og smekkaði til, so bólturin endaði í mál- inum til 1-1. Hetta var tveir min- uttir fyri hálvleikssteðg- in, og beinanvegin í seinna hálvleiki royndi LÍF at yvinaka spælið Leirvíkingar við kós móti tindinum Síða 12 Nr. 96 — 25. MAI 1994 tre Of Jan Allan Miller, ið skjeyt tvey av teimum fýra málunum hjá HB í Gundadali, dystast her Mynd: Absalon Hansen aftur, og tað eydnaðist eisini í einar tíggju min- við máli, tá NSÍ-mál- verjin óneyðugt tók Langgaard og dómarin dømdi brotsspark. Tað setti Hjørleif Olsen í net- ið til 2-1. Men leiðslan hjá LÍF varð stokkut, tí tveir minuttir seinni javnaði Eddie Mikkelsen enn einaferð. Ur 35 metrum, staddur dygst úti við síðulinjuna í vinstru síðu smekkaði hann bóltin móti málinum, og hóast Tórfinn Hansen í LÍF- málinum toygdi seg av øllum alvi í leysari luft, hevði hann ongan kjans at forða fyri, at bólturin endaði í málinum. Hetta var eitt av teimum mál- unum, ið eru heilt sjáld- sama góð! Eftir hesa útjavning- ina emaðist NSÍ, og ta næstu løtuna høvdu upp- flytararnir úr Runavík yvirtakið, líka til tjúgu minuttir vóru eftir og LÍF aftur slapp at leggja seg á odda. Venjarin hjá LÍF, Jógvan Martin Olsen, ið júst heyði sett seg sjálv- an inn, fyri at fáa skil á, royndi seg við skoti, ið Rúni Joensen í NSÍ-mál- inum hálvbjargaði, men í aðru atløgu fekk John Olsen fatur á bóltinum, og hann skoraði til 3-2. Jógvan Martin Olsen legði eisini upp til 4-2 málið, iðkom fimm min- uttir seinni, tá hann sendi bóltin fyri fæturnar á John Olsen, ið aftur var effektivur og skoraði. "Nú fullu NSÍ-ararnir í fátt, og LÍF yvirtók rest- ina av dystinum við húð og hár, men fleiri mál komu tó íkki. (hj.) T íðindablaðið — men so skrædnaði Hóast HB heuði fleiri og stórri málkjansir enn liðið úr Sundalagnum, leik- aði javnt á í fyrra hálvleiki. Heimaliðið gjørdist meira og meira fjáltur- stungið, men tá so hol kom á í seinna, vann HB stórsigur á EB /Streymi 1. deild, menn: HB-EB/Streymur 4-0 (0-0) Tað var ikki tann stóri mun- urin á teimum báðum lið- unum í fyrra hálvleiki, ið møttust á vellinum í Gunda- dali annan hvitusunnudag — HB og EB/Streymi. Gestirnir kundu eins væl havt lagt seg á odda, sum HB gjørdi tað í byrjanini av seinna hálvleiki, men tað var týðiligt, at teir ikki vóru nóg kaldir at sláa til, tá um- ráddi at fáa løn fyri kjans- irnar. HB legði hart út frá byrjan av og hevði eisini alt spælið fyrsta korterið. Millum ann- að kundi høvudsstadarlidid ta løtuna lagt seg á odda í dystinum, tá Rúni Nolsøe heldur enn at seta ein varis- ligan fót á bóltin, smekkaði til á yvirliggjaran. Bólturin stakk niður í vøllin og út aft- ur í spælið. Hesin hvøkkurin gjørdi nokk sítt til, at gestirnir úr Sundalagnum tók seg sam- an og bjóðaðu havnarmonn- unum meira av. Hetta førdi so aftur við sær, at spælið gjørdist heldur javnari, og munur sást ikki á liðunum. Eitt nú hevði Ingi Hansen eitt gott skot í fyrra hálv- leiki, og eisini aðrir smærri kjansir sóust undan steðgin- um. Seinni hálvleikur sá út til at byrja í sama stað, sum fyrr endaði , og so hvørt sum tíðin leið, gjørdist heimalið- ið meira og meira fjáltur- stungið, tí ikki gekk eftir vild. Men tá so HB fekk fyrsta málið, tá eitt korter minuttir var spælt, tóktist bera betur til, meðan sundalagsmenn fingu minni og minni burt- urúr. Hetta fyrsta málið hendi á tann hátt, at Jan Dam lyfti bóltin inn um verjuna hjá EB/Streymi, og har fekk Jan Allan Miiller fatur å bóltinum nakað nær bak- linjuni í vinstru síðu, og hann royndi seg við einum spískum skoti, ið legði HB á odda 1-0. Fimm minuttir seinni var tað Rúni Nolsøe, ið eftir eitt einmansavrik av einari driblikonsert staddur nakað úti í høgru síðu snaraði sær á inni í brotsteiginum hjá EB/Streymi og smekkaði til, so bólturin fór í málið til 2-0. So hvert sum seinni hálv- leikur leið, fekk HB meira og meira at siga, men kort- ini vóru sundalagsmenn ikki heilt fyri ongum, og menn sum Jákup Hansen, Høgni Djurhuus og Conrad Joensen høvdu sinar kjansir at skora, men uttan at teir dugdu at fáa burturúr, ella tí at Kaj Leo Johannesen í HB-málinum stóð sera væl, tá teir skuldu royna seg. Søkti gesta skútuna Tíggju minuttir fyri tíð søkti Jan Allan Miiller endaliga gestaskútuna, tá hann eftir góða fríspæling dróg einaferð við mótstóðu- manni hjá sær og slapp til skot, so bólturin sat í mesk- unum til 3-0. Í síðstu løtuni av dystin- um varð tað so Hans Tho- massen, ið slapp at gera vart við seg, tá hann við góðum eitt-tvey samanspæli vid Gunnar Mohr fór igjøgnum og smekkaði til úr vintru síðu til endaliga úrslitið 4-0. Hetta var á sín hátt ein heldur løgin sigur, tí einki bendi beinleiðis á fyrr í dystinum, at HB soleiðis fór at gera eitt hál, men tá fyrst hol kom á, tóktist alt at skrædna meira og meira hjá EB/Streymi, ið so hjartaliga hevði trongt til at havt onkr- ar royndar spælarar á liðn- um, ið kanska kundu verið meira avgjørdir, tá kjansirn- ir koma burtur úr ongum av og á. Framvegis hevur saman- setta liðið úr Sundalagnum bert fingið tvey stig í tveim- um dystum á heimavelli, meðan einki hevur verið at heinta á útivelli, og liðið er í løtuni niðast í bestu deildini. Hinvegin tryggjaði sigur- in sunnudagin HB eitt pláss heilt uppi í toppinum, bert ein sess niðan fyri argastu kappingarneytarnar, ið eru úr hinum felagnum í Havn. Nøkk so legið at hugsa sær, at HB, sum fyri bert einum tveimum umførum síðani lá á markinum at verða roknað millum niðurflytingarhóttu liðini, komandi umfar við sigri á B36 kann sleppa sær heilt upp á ovastu rókina at sita, um restin av dystunum tað umfarið fløska seg, so sum HB-arar vilja. (hj.)