mikudagur 25. mai 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 96 — 25. MAI 1994 Sida 13
GR,
Topp-uppgerð
i tómgongd
Gøtumenn skutu tríggjar ferðir á træverkið, og sandoy-
ingar kundu vera sera fegnir, at teir fingu annað stigið
1. deild, menn:
GI-B71 1-1 (0-0)
Ofta er tað soleiðis: Topp-
dysturin, ið øll vænta verd-
ur góður, vælspældur og
spennandi, gerst ein fusari
av tí aðru verð.
Hetta var eisini summa
summarum av fyrra hálv-
leiki og stórum parti av
seinna hálvleiki í dystinum í
Gøtu annan hvitusunnudag
millum GÍ og B71, ið undan
fimta leikumfarinum lógu
beint í hølunum á oddalið-
inum B36.
Liðini brúktu ein góðan
klokkutíma uppá at finna út
av hvørjum ødrum, og und-
an leiðslumálinum hjá B71 í
68. minutti var ikki tað heilt
stóra hent í dystinum — og
so als ikki í fyrra hálvleiki.
Sjálvandi ber ikki til at
kalla skot å tvørtræid fyri
einki, men royndin hjå John
Petersen, tá góður hålvur
tími var farin, var í hvussu
er ikki úrslit av gjøgnum-
gangandi frígjórdum álops-
spæli frá nøkrum av pørt-
unum.
Tað sama mátti eisini sig-
ast um møguleikan, tå ið
Magni Jarnskor fyri meira
ella minni opnum máli
skjeyt við síðuna av í 22.
minutti, eftir at John Peter-
sen hevði sent honum bóltin
beint fyri føturnar.
Heldur ikki skotið hjá Eli
Hentze úr góðum 20 metr-
um fimm minuttir undan
steðginum bar boð um tað
sama.
Vildu sleppa undan
at gera nakað býtt
Tað tóktist meira, sum
liðini bæði royndu at binda
um heilan fingur og royna at
sleppa undan at gera nakað
býtt, heldur enn at gera nak-
að so gott, at okkurt muna-
gott kundi spurst burturúr.
Men sum eisini roknast
kundi við, kom meira ferð
yvir seinna hálvleik, eftir at
fyrri hálvleikur var endaður
målleysur og gøtumenn
høvdu havt bóltin mest.
Nú tordu liðini betur, og
B71, ið serliga hevði verið
varið, legði út við fyrsta
veruliga gjøgnumspælin-
um, tå Torbjørn Jensen, Eli
Hentze og Rúni í Soylu
royndu at brodera seg fram í
brotsteigin hjá GÍ. Men tá
Rúni júst var komin so leys-
ur, at bert Jens Martin
Knudsen í GÍ-málinum
skuldi verið eftir, kom Jan-
us Rasmussen hjá GI sum
ein frelsandi eingil og takl-
aði, so tað álopið fór í vask-
ið og endaði við ongum.
Sama bragdið gjørdi Jan-
us eisini einaferð aftrat, tá
Eli Hentze sendi eina langa
sending av egnari vallar-
hálvu inn um GÍ-verjuna, so
Páll gjørdist púra leysur. Ta
ferðina taklaði Janus aftur í
evstu løtu, og heldur einki
spurdist burturúr.
Fyrrapartin av seinna
hálvleiki royndu sandoy-
ingar at gera burtur av sær,
og tað gav eisini úrslit í 68.
minutti, tá Torbjørn sendi
bóltin fyri føturnar á Rúna í
Soylu, so hann millum fleiri
Gl-arar fekk stungið annað
beinið fram og sent bóltin í
GI-målid úr høgru síðu og
dygst úti við handaru stong.
Hetta málið var úrslit av
góðum samanspæli fram
gjøgnum høgru síðu hjá
B71, og hóast GI kanska
hevði gjørt meira við tað
allan fyrra hálvleik, so var
tað ikki heilt óuppiborið, at
B71 nú kom á odda.
GÍ legði stórt trýst
á ta síðstu løtuna
Men eins uppiborið og
tað var fyri B71, var tað eis-
ini, at GÍ kom fyri seg eftir
hetta og fór at trýsta meira á
fyri at fáa javna út og helst
gott og væl tað.
Tveir minuttir eftir B71-
málið sendi Rúni Justinus-
sen bóltin á stongina, eftir at
Valdemar Novisci sløsadi
við at taka sær av einum
løttum bólti úti í brotsteig-
inum. Men hóast málið var
tómt, valdi Rúni av einari
ella aðrari løgnari grund at
medda eftir stongini — og
tað telur púra einki.
Sjey minuttir seinni tók
John Petersen og gjørði júst
tað sama, tá hann skjótt
snaraði sær á og smekkaði
eitt skot úr 18 metrum móti
málinum. Aftur hesaferð
varð stongin rakt, og heldur
ikki hetta taldi nakað, hóast
royndin var sera væl av-
greidd annars.
Kortini lá tað í luftini, at
GÍ fyrr ella seinni mátti fáa
okkurt burtur úr trýstinum.
Hetta hendi so seint sum
seks minuttir fyri leiklok, tá
GI fekk hornaspark í vinstru
síðu, ið Henning sendi inn
fyri B71-málið. Símun Pet-
ur Justinussen, ið ar.nars var
á aftasta plássinum aftur
hesa ferð, var komin fram í
brotsteigin hjá gestunum,
og hann blakaði seg flatan
fram eftir rommum og setti
høvdid á hornasparksbólt-
in, ið slapp at spíla mesk-
arnar út — og so var javn-
leikur 1-1.
Sandoyingar vóru ikki so
glaðir fyri hornasparkið —
og als ikki fyri málið. Teir
i liggur og summar seg
2. deild, menn:
FS Vågar-VB 2-0 (1-0)
Fransmenn nýta orðini í
yvirskriftini — créme de
la créme — tá teir skulu
lýsa tað besta av tí besta,
og tað er tí eisini sera
væthóskandi orðing, um
toppdysturin í 2. deild
hetta umfarið millum FS
Vágar og VB skal lýsast
í fáum orðum.
Bæði vágamenn og
vágbingar gjørdu sítt
allarbesta fyri at fáa ein
dyst burturúr, ið skuldi
Allan dystin á tamb
var ferð yvir spælinum,
og tað var einki at fara
skeivur av, at hesin dyst-
urin eins væl kundi verið
millum tvey lið, ið kapp-
aðust um eitt pláss ovar-
laga í 1. deild. Men tað
er utopi, og í besta føri
eydnast báðum at sleppa
at royna seg har næsta
ár.
Heimaliðið, FS Vág-
ar, vann hendan dystin
við tveimum málum,
men við stórri hepni var
ikki órímiligt, at vág-
bingar eisini fingu bóltin
í málið hjá vertunum.
Hinvegin átti FS Vág-
ar helst tann munin, ið
kundi hómast í tí gjøgn-
umgangandi sera javna
dystinum. Málini fullu
eisin bæði tvey, tá tað
var ringast fyri VB.
Tað fyrra fekk felags-
liðið úr Vágunum beint
fyri hålvleik, tá Mikkjal
Danielsen var hægstur
eftir homaspark og fekk
bóltin beint fyri tærnar,
vildu vera við, at dómarin
átti at havt floyta fyri frí-
sparki áðrenn, tá ein GÍ-ari
koyrdi málverjan hjá teim-
um um koll. So hevði B71
fingið frispark og GI helst
hvørki hornaspark ella mål
Toppdystur
vid »créme
de la créme«
Bæði FS Vágar og VB vístu leyg-
ardagin taktir, ið eru heima-
oyrendi i bestu deildini
gjørdi Mikkjal eisini, og
so kundi FS Vågar fara
til hålvleik vid leidslu,
medan vågbingar måttu
tosa um offensivan tak-
tikk i steðginum.
Men tað høvdu vága-
menn eisini gjørt, ti frå
byrjan av í seinna hálv-
leiki royndu vertirnir at
leggja trýst á VB. Hetta
eydnaðist eisini at fáa
gjøgnumført í eitt korter
eila tjúgu minuttir, men
so fór orkan at ganga
undan, og VB kom væl
við og fekk yvirvág.
Vágbingar gjørdu tó
ein brølara, meðan teir
høvdu sína yvirvág, tí
heldur enn at brúka vit
og skil og royna at spæla
seg igjøgnum, sendu teir
í so nógvar vónleysar og
høgar bóltar fram til Egil
Steintórsson, ið íkki
fekk fatur á teimum.
Og so hendi tað, ið ikki
kundi verða verri fyri
VB: Vágamenninir fóru
í eitt skjótt álop tríggjar
minuttir fyri tíð og skor-
aðu.
Vinjard Guttesen fór
ígjógnum í høgru síðu og
smekkaði so flatt út til
Jens Erik Rasmussen, ið
fylgdi við honum, og
Jens Erik sveik ikki álit-
ið, men sendi bóltin í
meskarnar hjá Bjarna Jo-
hansen til 2-0.
Og soleiðis endaði eis-
ini hesin toppdysturin, ið
gav FS Vágum uppaftur
betur møguleikar at fáa
kjansin í bestu deildini
komandi ár...
(bj.)
burturúr.
Men ikki batti, og soleiðis
endaði dysturin við javn-
leiki 1-1. Og tað mundu ser-
liga sandoyingarnir fegnast
um — hóast alt!
bj.
Páll á Reynatúgvu, Jóan Petur Clementsen og
Ib Mohr Olsen fagnað Rúna í Soylu fyri
leiðslumálið, meðan Jens Martin Knudsen
Mynd: Emil Simonsen
——|— |