Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 97 — 26. MAI 1994 Møguleiki fyri hundraðvís av arbeidsplåssum: Hópur av oroyndum veiðimeguleikum — í so máta eru vit munandi betri fyri enn eitt nú danir, siga fakfeløg, arbeiðsgevarar og onnur í frågreiding Tað er neyvan ivi um, at tað finnast rættiliga nógvir nýggir vinnumøguleikar í Føroyum halda Føroya Ar- beiðarafelag, Føroya Fiski- mannafelag, Føroya Reið- arafelag, Føroya Arbeids- gevarafelag og Menningar- stovan, sum saman vid um- bodum fyri peningastovn- amar og skrivaranum i Endurreisingarnevndini hava gjørt eina frågreiding vid heitinum "Karmar fyri føroyskari vinnu". Men tær røttu fortreytir- nar skulu vera flagi. Møgu- leikamir liggja fyrst og fremst innan fiskivinnuna, sum verður grundarlagið fyri nýggjum vinnuligum arbeiðsplássum, verður sagt í frágreiðingini sum heldur, at í so máta er føroyska samfelagið betri fyri enn tað danska. Orsøkin til, at tey, sum hava skrivað frágreiðingini halda, at vit eru betri fyri enn danir er, at vit hava fleiri ressourcir enn danir, tí hóast nógv verður tosað um niðurfiskaðar stovnar undir Føroyum er greitt, at ein hópur av veidimøguleikum eru, sum enn ikki verða troyttir. Hildið verður, at lítil ivi er um, at verður rætt atborið, kunnu vit útvega hundraðvís av produktiv- um arbeiðsplássum. Hetta vildi beinanvegin sett gongd á samfelagið aftur, og vildi skundað undir onnur arbeiðspláss. Í frágreiðingini eru nevnd høkur dómi um nýggjar veiðir. tór.- Svartkjaftur - fiskam jøl/ konsum, virking umborð/á landi Svartkjafturin er tann størsti fiskastovnurin í føroyskum øki, og norðmenn veiða framvegis svartkjaft til mun hann ikki kann veiðast til virkingar, kann hann í hvussu er partar av árinum veiðast til fiskamjøls fram- leiðslu. Gulllaksur - fars/nýggjar framleiðslur t.d. saltfløk Mett verður, at her er møgu- leiki fyri øktari veiðu, og eisini fyri virðismiklari framleiðslu til saltingar. »Bert« skulu útvegast tær neyðugu maskinurnar. Havtaska við gørnum, féroyskur/altjóða sjógvur Henda veiðan er mestsum dottin niðurfyri. Men sagt verður, at spaniólar hava samstundis gjørt tað betri enn nakrantíð á »okkara leidum«. Svartkalvi vid gørnum, føroyskur sjógvur/ altjóða sjógvur Hetta er ein heilt nýggj veiða í okkara sjógki. Men mett verður, at í altjóða sjógvi við Canada skuldi verið eins góðir møguleikar fyri hesi veiðu sum undir Føroyum. Krabbi vid gørnum/ råsum Nakrar royndir eru gjørdar, men tær hava ikki verid nakad serliga systematisk- ar. Royndirnar eru strand- aðar viðv. måarknadarfør- ingini. Vit vita bert, at krabbar eru, sum ikki verða veiddir sum er. Stinglaksur Hetta fiskaslag verður í løt- uni selt feskt, men mett verður at møguleiki eisini er fyri víðari virking, sum kann geva meira arbeiði. Viðvíkjandi stinglaksi er tað áhugavert, at ta eru bert fá ár síðani, at stinglaksur varð koyrdur fyri borð aft- ur, tí hann kundi ikki nýtast. Í dag er hesin fiskur tann, sum mest verður goldið fyri á feskfiskamarknaðinum. Royndir eru gjørdar eftir búrfiski sum benda á, at møguleiki er hjá stórum trolarum at fáa eitt ískoyti til verandi veidimøguleikar, og skuldi hetta givið pláss fyri onkrum djúpvatnstrolara. Mynd: Kalmar Langasporl Nakað tað sama kann sigast her sum um stinglaks. Ymisk hávasleg, kjøtið, livur, skræða Undir Føroyum tykist nógv til av hávi á djúpum vatni. Summi av hesum håvasløg- um kunnu seljast lættari enn onnur. Men tað áhugaverda her er livurin, sum er ein stórur partur av vektini á hávi, og sum góður prísur fæst fyri. Summi av hesum Tíðindablaðið hávaslógum hava eisini eina skræðu, sum skuldi gjørt hana vælegnaða til at gera ymsar lutir burturúr, sum kundu verið seldir sum suvenir til tann økta streym- in av ferðafólki, sum er væntaður henda vegin í komandi árum. Hávur kann seljast í Europa og í Fjareystri, men her krevst eitt miðvíst marknaðararbeiði. Hatton Bank, mora- fiskur, brosma, blálonga, hávur (línu veiða) Hatton Bank er altjóða sjógvur, sum tó hevur tann vansa, at har er veðurringt um veturin. Men har er nógvur fiskur. Summi av fiskasløgunum har er mark- naður fyri. Fyri onnur skal marknaður finnast. Men har er nóg mikið av fiskasløg- um, sum marknaður er fyri, so vit kunnu byrja eina mið- vísa línuveiðu har. Tað ber eisini til hjá >nýggjum< skipum at veiða á Hatton Bank á sumri, meðan veðrið er gott, og síðan undir Føroyum á djúpum vatni eftir hávi. Mett verður at her er eis- ini pláss fyri minst einum trolara afturat. Igulker, ymisk sløg millum oyggjar og til havs Framleiðsla er byrjað av drøbakk, sum helst ikki er so nógv til av, men sum tó kann geva nøkur arbeiðs- pláss. Hinvegin er nógv til av echinus, sum, í tann mun tað finst lønandi marknað- ur, kann geva fitt av ar- beiðsplássum. Onnur skeljadjór, jákupsskel, gággur, kúfiskur v.m. Verða allir hesir møguleik- ar troyttir, kunnu teir til- samans gerast eitt gott al- ternativ til tann neyðlíðandi útróðurin. Tunfiskaveiða Her kann vísast á, at japanar sigla hálva knøttin runt fyri at veiða tunfisk við línu, sum er ein reiðskapur, sum føroyingar eru serfrødingar f. Helst eiga vit her at fåa samstarv við Ld. japanarar. Kongafiskur i Irmingarhavinum Tad er semja um, at her er nógvur fiskur til. Eins og talan er um altjóða havgki. Og royndimar hjá íslend- ingum, m.a. við fyrrverandi »Polarborg I« vísa, at hetta ber til. Rækjur við Svalbard T.d. hava vit í 1993 nærum ongar rækjur veitt við Sval- bard og ongar í russiskum sjógvi. Vit hava møguleika at hava 7 skip í senn har, og hetta kundi givið ein hóp av arbeiðsplássum bæði til fiskimenn og ikki minst til fólk á landi, um rækjurnar vórðu uppskipaðar í Føroy- um. Meðan føroyingar als ikki hava fiskað við Sval- bard í seinastuni, hava norð- menn havt rokfiskiskap við Svalbard. sum benda á, at her er møgu- ligt hjá stórum trolarum at fáa eitt ískoyti til verandi veidumøguleikar, og skuldi hetta givið pláss fyri onkr- um djúpvatnstrolara. Sild og makrelur, partroling Tað er alt, sum bendir á, at sildin, sum fyrr var norðan- fyri, er við at taka seg upp aftur, og tí er eisini møgu- leiki her. Her kunnu øll skip nýtast, eisini lagdir trolarar. Umframt møguleikan fyri »vanliga« veiðu eftir ma- kreli, skuldi eisini verið møguleiki fyri veiðu við dorg, og kundi hetta verið eitt iskoyti til útróðurin. Upsi undir Føroyum Bert 32.000 tav einum TAC uppá 41.000t eru veidd. Tað sama er galdandi fyri kongafisk og onnur fiska- slóg. Vit veiddu í 1993 uml. 20.000 t minni enn fiski- frødingar mæltu til. Sjálv- sagt skulu vit ikki veiða ov nógv, men hinvegin mugu vit hava ein politikk, sum inniber, at vit troyta til- mæltu veiðurnar optimalt. Ótroyttar kvotur í fremmandum sjógvi Td. ídnaðarfiskur í Norð- sjónum og jákupsskel í Ba- rentshavinum. Innkeyp av fiski Taðer vanliga fatanin, at her kundi verið gjørt nógv meira, um fyritreytirnar vóru til staðar. Tað kann nevnast, at meira enn helvt- in av råvøruni hjá donskum flakavirkjum er innflutt úr útlandinum. Sama lutfall vildi gjørt undurverk í Før- oyum. Virking av klippfiski Norðmenn útflyta fyri uml. 2 mia. kr. árliga í klippfiski. Undanførslan fyri, at henda framleiðsla ikki er lønandi í Føroyum, er orkuprísurin í Føroyum í mun til í Noregi. Men út frá einum >margi- nalsjónarmiði<, t.v.s at tað má vera betri fyri SEV at fáa eitt sindur fyri sína avlops- orku enn als ikki at sleppa av við hana, má hetta vera ein trupulleiki, sum kann loysast. Eisini tá hugsað verður um avlopshitan á Sundi. Rognkelsi norðanfyri Tað sigst, at laksaskipini kundu koma í neyð av teim- um. Mett verður, at tey kunnu fiskast lønandi með- an tey hava rogn, og áðrenn tey fara móti landi at gýta. -—