Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Royna at læra av royndum hjá oyggjafólkum Nú um dagarnar komu føroyingar heimaftur av eini kunningarferð í New Foundlandi. Talan er um fólk, sum arbeiða í olju- fyrisitingini og limir í oljuráðleggingarneyndini. Martin Heinesen, leiðari á oljufyrisitingini sigur, at ferðin var sera áhugaverd og væleydnað. Tey sóu, hvussu fólkið í New Foundlandi hevur fyrireikað seg til eina oljuvinnu nú í skjótt 30 ár og hvussu tey nú leggja síðstu hond á verkið. Æt- lanin er at byrja fram- leiðslu í 1997. Martin Heinesen sigur, at vit hava nógv at læra av royndunum í New Found- landi, men harfyri er ikki sagt, at vit skulu bera okkum at júst sum teir hava gjørt tað. Her eru umstødurnar gørvísi og tí ber ikki til uttan víðari at samanbera okkara støðu við teirra. Eitt nú verður vinnan stýrd sentralt úr Kanada, meðan tann før- oyska liggur í Føroyum, nú undirgrundin er yvir- tíkin. New Foundland er partur av Kanada við av- markaðum sjálvstýri. Men undirgrundina eigur Kan- ada. Tad var i 60-unum, at seismiskar kanningar byrjaðu við New Foundland og í 70-unum fóru teir undir veruliga boringar. Hesar hava víst, at tað finnast stórar oljukeldur har, men m.a orsakað av tí nógva ísinum har um leiðir hava newfoundlendarar verið noyddir at finna heilt serliga loysnir fyri hetta økid, og tað hevur eisini eydnast teimum. Í løtuni arbeiða meira enn 3000 fólk við at gera klárt til at fara undir fyrstu framleiðsluna. Haraftrat finnast nógvir stovnar, sum arbeiða við oljuspurninginum. Saman- umtikið hevur New Foundland fyrireikað seg sera væl til eina komandi oljuvinnu. Ansað hevur verið eftir ikki at skunda eina gongd igjøgnum. Hugsað hevur alla tíðina I Í i ú Martin Heinesen, leiðari á oljufyrisitingini og ; Tina Hansen, skrivari, sum hava verið úti í heimi og kunnað seg við oljuspurningar verið um at fáa sum mest av arbeiði til fólkið í New Foundlandi. Falkaland og Føroyar Á ráðstevnuni í New Foundlandi vóru eisini luttakarar úr Falklands- oyggjunum. Martin Heinesen heldur tað hevur tydning, at vit ikki bara vita, hvussu tey stóru londini bera seg at í eini oljuvinnu. Tað er heilt náttúrligt, at vit sum oyggjaland hyggja eftir, hvussu tey hava borið seg at í New Foundlandi og hvat tey hugsa sær á Falk- landsoyggjunum. Stødan á Falklands- oyggjunum er tann, at teir har júst eru lidnir við tær fyrstu seismisku kanning- arnar. Hesar vísa, at umstødur er fyri at finna olju. Tað búgva bert 2000 fólk har og tí er neyðugt at fáa fólk uttanífrá til at gera tað mesta av arbeiðinum. Haraftrat er gkið eisini rættiliga óstabilt, tá hugsað verður úm, at oyggjarnar liggja nær Argentina, sum ferð eftir ferð hevur roynt at gera krav upp á tær. Tað er annarsLondon, sum avger, hvat skal henda í sambandi við eina møguliga komandi olju- vinnu å Falklandsoyggj- unum, men allar avgerdir, sum snúgva seg um Falkland skulu góðtakast av lokalfólkinum. Martin Heinesen held- ur, at kunningarferð teirra var sera gevandi og er ætlanin hjá oljuum- sitingini at halda fram við at útvega sær allar upplýsingar um oljuvinnu aðrastaðni og ikki minst í smáum oyggjasamfeløgum sum okkara. Í London og í Dublin Føroyska ferðalagið stegð- aði eisini á í London og í Dublin á ferðini. Í London varð vitjað inn á gólvið á høvudskrivstovuni hjá Western Geofysical, felagið, sum hevur fingið litið upp í hendi at gera seismiskar kanningar við Føroyar. Eisini varð vitjað í írska hevuðsstaðnum Dublin, har skipað var fyri eini jardfrødiligari rådstevnu um frålandavinnu og jardfrødi. Martin Heinesen visir å, at frar eru eisini farnir at visa oljuni ans. Teir hava longu avgjørt at gera kanningar å økjum, sum eisini føroyingar gera krav uppå. Her er talan um Hatton- og Rockalløkid. Lopra Nå eru tey so komin heimaftur og í heldur trongu hølunum í gomlu båtahøllini á Debesartrød, har Jóannes Rasmussen, sála hevði sína dagligu gongd og halgaði alt lív sítt at kanna føroysku jarðfréðina, heldur olju- umsitingin til. Tey hava havt úr at gera nú í longri tíð og serliga hesar sein- astu mánaðirnar, meðan arbeitt hevur verið við teimum seismisku kann- ingunum. Um nakrar fáar vikur koma so fyrstu fólkini frá Western til Føroya at gera fyrireikingar til tær fyrstu kanningarnar. Ætlanin er, at skipið Sea Star skal koma til Føroya um hålv- an juni. Skipið er í løtuni í Meðalhavinum. Martin Heinesen sigur, at farið verður fyrst til Suðuroyar at gera seismiskar kann- ingar í Lopra. Ætlanin er at fara undir hetta arbeiði skjótast til ber. Framkom- Tíðindablaðið skrivstovuni hjá Western í London in mátitól verður lorað fyri oynna. niður í boriholið í Lopra jan og síðani fer Sea Star at skjóta seismik á Lopransfirði og vestan SUÐURSTREYMOYAR SJÁLVSTÝRISFELAG skipar fyri Politiskum fundi Á LANDSBÓKASAVNINUM Í KVØLD, 26. mai, kl. 19.30 r —— | Evni: POLITISKA STØDAN | Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvstýrisfloksins, leggur fyri. Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag tee ALT til BAÐIRÚMIÐ - td. oe = HAFA »Silvia«: B 90 / H 69 / D 15 Øll við spegilshurðum uttan/innan og í ervaljós- inum, sum fæst til oll skápini, 110/220 V við jørð. ROTTU PRÍSIR & BESTA DYGD Vitjið framsýning okkara á Hálsi ella ringið og fáið tilfar sendandi VHS Alt tilfar til VATN HITAVERK SANITET Ek k Svend Krosstein Í rakavegur - Tlf. 14600