Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 97 — 26. MAI 1994 Sida 11 Lars Ole Boldreel. jardfrødi i DGU: Spentur at siggja hvat | er undir = N f fleiri år hevur verid tætt samarbeidi millum før- oyska jarðfréðissavnið og danska jardfrødisstovnin DGU. Ein liður í hesam samarbeiði er, at fólk frá DGU við jøvnum mill- umbili eru í Føroyum og arbeiða við uppgávum her. Best kend av hesum fólkum eru helst Morten Sparre Andersen og Steff- an Hultberg. Nú meðan umboð fyri oljuumsitingina herfyri vóru á kunningaferð í New Foundlandi og aðrastaðni við starvaðist Lars Ole Boldreel, jarðfréðingur á stovninum. Sosialurin tosaði við hann, áðrenn hann fór aftur til Danmarkar. Hann hevur serliga arbeitt við seismiskum uppgávum og hevur verið við í einum aljtóða projekti, sum kall- ast “Ocean Drilling Pro- jekt”. Talan er um eitt boriskip, sum ger kann- ingar kring allan heim. Teir hava borað djúpasta holið nakrantíð á jørdini. Tað er 2000 metrar undir havbotninum. Haraftrat hevur hann verið við seis - miska skipinum Pelagia, sum hevur gjørt kanningar við Føroyar. Hesar kann- ingar snúgva seg um hav- botnin og undirgrundina við Føroyar. Spentur Lars Ole Boldreel er sera spentur um, hvussu fer at gangast við teimum seis- misku kanningunum við Føroyar. Hann kennir sjálvur tær flestu kann- ingarnar, sum longu eru gjørdar. Eitt nú tær West- ern gjørdi í 1978. Lars Ole sigur, at tað verður spenn- aði at síggja, hvussu fer at ganga at sleppa niður gjøgnum basaltløgini við ti nyggjastu tøknifrødini. I kanningum, sum eru gjørdar higartil, hevur tað ikki eydnast koma niður gjøgnum basaltløgini. Nú hetta verdur roynt av ål- vara fyri fyrstu ferð verður spennandi at síggja årslitini. A DGU finst annars meginparturin av tí vitan, sum seismiskar kanningar gjørdar við Føroyar, hava givið. DGU hevur í sein- astuni fingið so fram- komna telduútgerð, at tað hevur eydnast at fáa eina rættiliga nýggja mynd av pørtum av føroysku undir- grundini burtur úr gomlum seismiskum kanningum, eitt nú teimum hjá Western frá 1978. Í løtuni skrivar ein Lars Ole Boldreel arbeiðis vanliga á DGU, men hann er eins spentur og føroyingar um seismisku kanningarnar. danskur kvinnuligur jarð- frødingur doktararitgerð nettup út frá hesum kann- ingum. Sum Sosialurin skilur tað fer hon í ritgerðini at kunna siga nakað um, antin løgini, sum eru bretsku megin miðlinjuna millum Før- oyar og Hetland, eisini eru føroysku megin. Lars Ole Boldreel sig- ur, at seismisku kanning- arnar, sum nú skulu gerast við Føroyar, hava ikki bert áhuga fyri oljufólk. Tær hava eisini sera stóran týdning fyri tað vísinda- liga arbeiðið hjá jarð- frødingum, eitt nú fyri at skilja alla jardfrødina her um leiðir betri. Tí er hann eisini sera fegin um, at kanningar eisini verða gjørdar í Lopra. Annars heldur danski jarðfréðingurin, at fyrireikingarnar í Føroyum í sambandi við oljukanningar, hava verið sera professionellar. -Her er gjørt eitt gott arbeiði. jan Tíðindaskriv frá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag: Fundur um politisku støduna Nú val er í hondum skip- ar Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag fyri po- litiskum fundi hósdagin 26. mai 1994 kl. 19.30 á Landsbókasavninum undir heitinum >Polit- iska stødan«. Helena Dam å Neystabø, løg- tingsmaður, greiðir frå, og politiskt orðaskifti verður. Nýval er útskrivað, og Føroya fólk skal aftur á val. Á hesum vali fer fólk- ið at endurreisa álitið á Løgtingid og sýna vilja til at taka fulla ábyrgd av landi og fólki. Maktasloysi verandi Løgtings verður í hesum døgum avdúkað í øllum Blindastovnur Føroya hevur opið måndag-friggjadag kl. 9—16. " Telefonir: 18222 09 19288. teimum ógrundaðu og útspillandi álopum, ser- liga frá javnaðarflokkin, á sjálvstýrisflokkin og leiðslu floksins um polit- iskt taktiskt spæl. Sjálvstýrisflokkurin ásannaði, at arbeidsføri løgtingsins var ikki nóg gott, nú samgongan ikki longur hevði ein meiri- luta aftan fyri seg, og sera avgerandi og truplar samráðingar standa fyri framman, og mælti flokkurin tí til at skriva út nýval sum skjótast. Hetta var ikki politisk- ur taktikkur — tvørturi- móti. Hetta var virðing fyri rætti fólksins til at tala. — HD — 1. PARTUR Í FØROYUM Treytað av nóg stórari luttøku verður í heyst aftur farið undir HD 1. part. HD 1. partur er ein grundleggjandi åstødilig innføring í læru- greinimar vinnubúskap, samfelagsbúskap, hagfrødi, vinnu- livsrætt og teld. Til at fara undir HD-lestur krevst i fyrsta lagi ein av hesum for- treytum, sum skulu skjalprógvast: Hægri handilsskúla-, Students-, HF- og HT-prógv ella hægri útbúgving. Eisini eru ávís onnur krøv galdandi í enskum, støddfrødi og roknskaparlæru. Skúlin kann greiða frá hesum. Nú ber eisini til at lesa HD 1. part sum stakgreinalestur, eina ella tvær lærugreinir um árið. Til ber eisini at lesa onkra einstaka lærugrein, sum tú kanska hevur brúk fyri í sambandi við arbeiðið. Undirvíst verður månakvøld og mikukvøld frå kl. 17.45— 21.00. Próvtoka verður í mai/juni 1996. Luttøkugjaldid er kr. 2.000,00 fyri hverja lestrarhálvu ella 4.000,00 kr. um árið. Stakgreinalestur hevur onnur gjøld. Ringið á skúlan 17177 mánadag-hósdag millum kl. 8.00 og 16.00, friggjadag millum kl. 8.00—13.00 og bidid um upplýs- ingartilfar og innskrivingarseðil. Eru tygum í iva um okkurt við HD 1. parti ber eisini til at ringja til skúlan. Umsóknarfreistin er til 22. juni. Sko NÆ FØROYA HANDILSSKULI Marknagilsvegur 77 - Postsmoga 177 110 Tórshavn - Tlf. 17177 - Fax. 13374 — |