hósdagur 26. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða 12 Nr. 97 — 26. MAI 1994
Jákup Reinert, fiskifróðingur:
— Tað vildi verið tað sama sum, at givið loyvi til at veitt eina
hýsukvotu vit eiga í Barentshavinum í føroyskum sjógvi, sigur
Jákup Reinert, Fiskirannsóknarstovan
Formaðurin í Fiskivinnu-
nevndini, Heine O. Hein-
esen, tjóðveldisflokkurin,
mælti í sjónvarpinum týs-
kveldið til, at toskakvotan,
uppá 1400 tons, á
Føroyabanka verður flutt
inná landgrunnin. Føroysk
skip fáa ongan tosk á Før-
oyabanka í løtuni. Hetta
hevði loyst bráðfeingis-
støduna hjá fiskiflotanum.
Toskaprisurin er góður í
løtun og toskur er at fáa á
landgrunninum.
Jákup Reinert, fiskifrød-
ingur heldur lítið um loysn-
ina hjá Heina O. Heinesen.
— Skulu vit hugsa um at
verja toskastovnin, so er
hetta eitt sera vánaligt
hugskot sum als ikki ber til.
Talan er um tveir sjálv-
støðugar fiskastovnar. Tað
einasta ein fær burturúr at
flyta kvotuna er, at trýstið á
toskastovnin á landgrun-
ninum gerst stórri. Tað vildi
verið tað sama sum at flutt
eina hýsu kvotu úr Barents-
havinum á føroyska land-
grunnin at verið veidd.
Føroyski hýsustovnurin
hevði verið verri fyri, með-
an hýsustovnurin í Barents-
havinum hvíldi seg, sigur
Jákup Reinert, fiskifrød-
ingur
Góð tekin í havinum
Bjartskygni hevur ikki
verið at hórna hjá føroysku
fiskifrødingunum nú í fleiri
ár, men nú byrja teir at fáa
vónina aftur.
— Viðurskiftini í sjónum
eru broytt til tað betra.
Meira gróður í sjónum nú
og eitt nú toskurin veksur
skjótari, hann vigar meira.
Men tilgongdin til stovnin
er enn ikki stór, vísa okkara
yvirlitstrolingar.
-Båtarnir hava fingið
meira tosk í ár enn í fjør,
men samanbera vit eitt mjø-
alár, so hava teir fingið
nógv minni. Tað er als ikki
ráðiligt at veiða meira tosk
enn ásettu kvoturnar. Á
Føroyabanka er kvotan ov
stór, sigur Jákup Reinert.
U A DC eitsøan
Láarvegur 14 - Tórshavæ-- Tlf 15828
ARBEIÐSHANDSKAR
til oft endamál — bæði á sjógvi og landi
—— 2
Jakup Reinert, fiskifrødingur
— Gróður kom aftur í hav-
ið kring Føroyar í 1990.
Hetta sást beinanvegin aftur
í veiuni hjá ídnaðarbátunum
í 1991, í 1992 kom nebba-
síldin aftur fyri seg. Vit
kunnu siga at føditilgongd-
in er munandi betri. Tí
skuldu útlitini verið ljósari
nú. Men ikki um vit geva
leyst og lata stovnarnar nið-
urfiskað heilt, so er einki
vunnið, sigur Jákup Rein-
ert.
— Yvirlitstrolingarnar hjá
Fax 15893
Magnusi Heinasyni sýna at
nógv er komið undan av
hýsuynglinum frá í fjør,
sigur Jákup Reinert.
— Vit eru í eini råvøru-
kreppu og eg ivist ikki í, at
vit høvdu kunna seinkað
hesi kreppu nakað, um
politikkararnir høvdu duga
sær hógv í åttatiårunum.
Tað loysir seg altíð at
drýggja fiskastovnamar í
longdini, sigur hann.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa Jákup Reinert at
koma við ábendingum um
hvat ICES fer at mæla til, at
føroyingar kunnu fiska
undir Føroyum komandi
árið. Men neyvan verður
toskakvotan minni enn
seinasta árið.
ICES fellur
dóm fríggjadagin
Týsdagin lýsti veiðueftir-
litið, at nú var toskakvotan
uppfiskað hjá øllum fórum
yvir 20 bruttotons. Tað ber
enn til hjá eitt nú trolar-
unum at veiða tosk, men teir
fáa ikki meir enn upsaprís
fyri hann. Upsaprísurin er
so lágur í løtuni, at ongin
trolari fær raksturin at bera
seg, bert við upsa.
Stórur spenningur er í
flotanum um hvat fer at
spyrjast burturúr ársfund-
inum hjá ICES, sum hevur
verið hildin í Keypmanna-
havn, síðan næstseinasta
mánadag. Fundurin endar
fríggjadagin. Hjalti í Jákup-
stovu, leiðari á Fiskirann-
sóknarstovuni, situr sum
eygleiðari við talurætti í
eini serfrødinganevnd und-
ir ICES. Hendan eitur
ACFM. Tað er hon sum ger
tilmælið sum ICES enda-
liga góðkennir. Hjalú í
Jákupstovu hevur tilmæli
um TAC, heildarveiðuna
undir Føroyum, næsta árið
við sær heimaftur í flog-
farinum. Tað verður hann,
sum kemur at greiða føroy-
sku myndugleikunum frá,
hvat ICES mælir til at
føroyngar kunnu veiða.
Føroyskir fiskimenn Ótt-
ast í dag ICES. Tí hesin
felagsskapur = knappliga
hevur fingið nógv at siga í
Føroyum, hann kemur ikki
bert við tilmælum, hann er
vorðin ein myndugleiki.
Føroya Løgting hevur góð-
kent í avtalu við donsku
stjórnina, at Ígroyingar
binda seg til at fylgja til-
mælunum frá ICES. Í dag
ber ikki longur til bert at
rista við høvdinum, tå ICES
hevur sett heildarveiðuna,
so síðan veiða víðari.
jústinus
Úr ferðslulógini:
Súkkla skal altid halda seg høgrumegin á teirri
farbreyt, ið liggur longst høgrumegin ferðslu-
leiðina. Súkkla má ikki koyra undir liðini á ødrum
akfari. Har rúmd er, kunnu tvær súkklur koyra lið
um lið, um tað er vandaleyst og ongum til ampa.
Súkkla, ið skal sneiða til vinstru, skal halda fram
heilttvørturum krossvegin og kann tástani fara at
sneiða, tá ið tað fær verið uttan ampa fyri hina
ferðsluna.
Súkklur kunnu yvirhála onnur akfør á hagru síðu.
Tá snarað verður til vinstru, mugu akfør ikki tarna
súkklum og prutlum sum koyra beint fram.
Bannað er atsúkkla á gongubreytum, uttan so at
annað er tilskilað av landsstýrinum. Súkkla skal
verða leidd tvørtur um gongubreyt Landsstýrið
kann seta reglur um ferðing hjá súkklum á gongu-
breytum. Í slíkum førum eigur greinligt mark at
vera millum tann partin av gongubreytini, sum
súkklur kunnu ferðast eftur, og tann partin, ið er
kannaður fólki til gongu.
Súkkla (og prutl) kunnu bert koyra eftir súkklu
breyt høgrumegin við vegin ferðsluleiðina, um
ikki annað er tilskilað við merking.
Tann, ið såkklar, skal hava báðar føtur á ástíg-
inum(pedalini), ogiðhvussu so er, aðra hondina á
stýrinum.
Barnyngri enn seks ár má ikki súkkla uttan saman
við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur at tí.
Súkkla má ikki flyta fleiri fólk, enn hon er ætlað til.
Tó kunnu tvey børn yngri enn seks ár verða havd
við á súkklu, um hon hevur serligt sæti, sum verjir
beinini móti hjólsnældunum. Tann, sum stýrir
súkkíuni, skal í slíkum føri vera fyltur 15 ár.
MI ikki er loyvt at súkkla so mikið ávirkaður av rús-
drekka, at tú ikki er førur fyri at koyra trygt.
Tann ið setir súkkluna frá sær, skal læsa hana,
uttan so at hon skal standa heilt stutt.
… Og vit og skil
Teðræður umathava bremsur, ljós og endurskin í
agi.
Súkklufólkið er veika liðið í ferðsluni, so ver altíð á
varðhaldi.
Vísið sjálvsálit í ferðsluni. men takið ikki óráð fyri.
Lesferðsluna av, fanga eyguni á bilførarunum, og
tá tú veitst, at tú ert sæddur styr so avstað.
Tað ringasta súkklufólkið kann gera, er atkrógva
seg burtur.
Vegurinkannstundumvera sosmalur, attryggast
er at taka eitt fult pláss á koyribreytini
Vidhvørt kann vera tryggast atfara upp á gongu-
breytina.
Vísið av. Men er vegurin ringur, kann vera trygg-
ast at hava báðar hendur á róðrinum.
Børn eigahelstikkiatsúkkla einsamall! í ferðsluni,
fyrr enn tey eru 10-11 ár.
Keypið eina góða súkklu, sum klárar brekkurnar.
Og haldið súkkluna í góðum standi.
Nýtið fallhjálm. Ringastu súkkluskðarnir raka
hevdið.
Og til bilførararnar : Gevið súkklunum gætur, tit
eru ikki einsamallir á vegnum.