Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Ánnar av tvíburðunum hjá F København, Michael Johansen, hevur lagt Morten Nielsen hj yngby aftur um seg. Aftan fyri Morten Nielsen sæst Todi Jónsson, ið fær gott skoðsmál frå venjaranum Michael Schøfer TODI SKAL BYRJA Mynd: Jørgen Schiøttz INNI NÆSTU FERD Venjarin hjá Lyngby, Michael Schøfer, hevur ber rósandi orð at bera Toda Jónsson fyri fyrsta dystin í Superliguni:— Todi kom inn, tá vit vóru aftanfyri við trimum málum, og måtstødulidid legði seg aftur at verja. Hetta gav ikki mínum monnum so nógvar møguleikar, men Todi loysti sína uppgávu sum offensivur á miðjuni so væl, at hann byrjar inni sunnudagin móti AaB Alt talar fyri, at innsatsurin hjá Toda Jónsson í hansara fyrsta dysti í donsku Super- liguni — bestu fótbóltsdeild- ini í Danmark — var so mik- ið góður, at hann sleppur at royna seg aftur á besta liðn- um í teimum trimum dyst- unum, ið eftir eru. Ítróttar-Sosialurin tosaði fyrrapartin í gjár við venjar- an hjá Lyngby, Michael Scháfer, og hann tykist vera sera væl nøgdur við tað, Todi fekk avrikad, tå hann mánadagin í dystinum móti FC København fekk allan seinna hálvleik at vísa síni evni í. — Eg setti Toda inn sum offensivan miðvallarspæl- ara, og hesa uppgávu loysti hann til fulnar, sigur venjar- m. — Tad var sjálvandi ikki so lætt at koma inn, tá vit jú vóru aftanfyri við trimum málum, og m6tstødulidid legði seg aftur at verja. Tað gjørdi, at mínir menn ikki fingu so nógvar møguleikar at fáa gongd á spælið, men Todi loysti sína uppgávu so væl, sum eg kundi ynskt mær tað. Serliga, tá havt verður í huga, at hann er við fyri fyrstu ferð og ikki áður hevur roynt seg í avgerandi dysti í Superliguni, so haldi eg, at tað gekst honum sera væl. Michael Scháfer sigur, at nú tríggir dystir eru eftir, ætlar hann sær at fáa meira burtur úr Toda á superligu- liðnum: -Eg ætli mær at lata hann byrja inni í dystinum sunnu- dagin móti AaB, og kanska verður hann við í hinum dystunum, ið eftir eru, eis- ini, sigur Michael Scháfer. — Spælistílurin hjá Toda er sera krevjandi kropsliga, og tað kann vera, at hann hevur nakað eftir at fáa upp á pláss, tá tosað verður um formin, men eg ætli mær at lata hann royna seg frá byrj- an móti AaB, og so sleppur hann helst at royna seg so leingi sum hann orkar. Michael Scháfer sigur, at tað fyrst og fremst er inn- satsurin og góða spælið á næstbesta Lyngby-liðnum, ið hevur ført vid sær, at Todi er komin so langt sum at vera upp å tal i Superliguni. Á næstbesta liðnum hev- ur Todi verið ein av lykla- spælarunum, og eisini hev- ur hann javnan verið mill- um málskjuttarnar. — Men sum sagt, so hevur Todi enn nakað eftir at fáa upp á pláss, men eg ivist ikki í, at tað kemur, og eg rokni eisini við, at kanska um eitt ár er hann persónliga vorðin so væl fyri, sum hann kann, sigur vælnggdi venjarin. — Eg havi havt Toda við í venjingini saman við super- liguhópinum síðani í mars mánaði, og hann hevur alla tíðina gjørt stór framstig, serliga á kropsliga økinum, har hann hevur tikið seg sera nógv fram. Sáttmálaprát vil Michael Scháfer ikki siga so nógv um, og tað tykist hann halda standa eins nógv upp til Toda, ið sjálvur skal finna seg til rættis, um hann ætlar at røkja skúlan ella okkurt annað. Men lovandi sær út í løt- uni, og vónandi fer eisini at ganga væl hjá Toda allan dystin sunnudagin... hj. Nr. 97 — 26. MAI 1994 Sida 13 Gt Landsliðsvenjarin: Hyggur at hvussu tað gongur hjá útisetunum Av teimum 26 spælarunum, Allan Simonsen og Petur Simonsen — ávikavist venj- ari og hjálparvenjari hjá landsliðnum — hava tikið út til venjingina á Svanga- skarði fyrst í juni mánaði, hevur enn eingin givið av- boð, hóast teir hava fingið eina freist, ið er úti um fýra dagar, har teir skulu siga frá, um teir kunnu komaella Men Ítróttar-Sosialuriner í hvussu er vitandi um ein spælara millum teir úttiknu, ið í vast í, um hann skal geva avboð ella ikki. Tað er Har- ley Bertholdsen hjá Kl, ið hevur havt eina góða byrjan upp á kappingarárið. --Egiivisteitt sindur, tí tað verður helst torført at fara frá arbeiðinum, um ein end- ar millum teir hepnu, ið All- an Simonsen heldur vera nóg góðar til landsliðið, heldur hann. + Men eg havi so nakrar dagar enn at hugsa meg um í, so tað fari eg at gera, áðr- enn eg gevi nøkur sum helst boð. Hetta má hugsast væl ígjógnum, og hinvegin er tað óivað stuttligt at sleppa at venja undir leiðslu av ein- um sovorðnum manni sum Allani Simonsen. Allan Simonsen hevur ikki bert teir 26 higartil út- tiknu spælararnar í tonkun- um, tá talan er um landslið- ið, og hann fylgir eisini við, hvussu tað gongst føroying- unum í Danmark, Franka- ríki og Noregi. Javnan er hann í sam- bandi við venjarnar hjá spælarunum, og ikki er heilt óhugsandi, at hann kanska fer at síggja Toda, nú hann roynir seg í Superliguni. bj.