Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 97 — 26. MAI 1994 Tíðindablaðið CD GP 3. deild, menn: Næstbesta B36- Havnamenn í B36 gera rættiliga um seg f løtuni. Bæði í 1. deild og í 3. deild eru teir oddalið. Besta liðið hevur verið á odda alt kapp- ingarárið, og í vikuskift- inum kom næstbesta liðið upp í toppin, tá teir — kanska iðið eisini á odda Vunnu greiðan sigur á útivglli móti oddaliðnum higartil eitt sindur évæntad — vunnu dystirnar í stórum stíli. greiðan 3-0 sigur móti FS Vágum, sum annars hevdi vunnið teir undanfarnu fýra Í botninum vóru LÍF og EB/Streymur aftur kanón- fødi, og hóast okkurt av hin- um liðunum ikki er serliga væl fyri, so ber tað ikki til at ímynda sær annan niður- flytara enn leirvíkingar og teir í Sundalagnum. KHUF 11-1 (7-0) Talan var um i av fót- bóltsdysti. KÍ hevði full- komna yvirvág, og at LÍF fekk minkað til 1-9, tá tað restaði eitt korter komst meiri av, at allir klaksvík- ingamir vóru frammi og ætlaðu at skora. Teir spældu eisini so mik- ið nógv fyri áskoðarunum, at tað kostaði trinni mál. Tvey, tí teir vórðu dømdir rangstaddir á strikuni, og eitt, tí dómarin helt tað vera lítið ítróttarligt at leggja seg niður og stúta á sjálvari mállinjuni. FS Vágar-B36 0-3 (0-1) Attað ikki altid er bóltspæl- ið, ið telur í fótbólu, var hesin dysturin gott prógv um. Heimaliðið, ið undan hesum dystinum hevði buk- að mótstæðuliðini, hevði bóltin nógv mesta partin av tíðini, meðan gestirnir úr B36 hildu seg aftarlaga á vellinum — bert við Regini Arge frammi í spíssinum. Men hóast nógv spæl Marjun Mikke , uttast vinstrume gin, javnaði út fyri Skála móti EB, tá eitt korter var eftir. Vågskvinnur, ið eisini eru á myndini, spældu um vikuskiftið sín fyrsta dyst, og vunnu tær á kvinnunum úr Sumba Havnarkvinnurnar (Savnsmynd) lagt seg á odda HB og B36 hava higartil fingið besta startin í landskappingini hjá kvinn- unum við fullum stigatali fyri tveir dystir. Niðast liggja Sumba og KÍ, iðenn einki stig hava fingið. Og vágskvinnur hava nú fingið mannað liðið 1. deild, kvinnur: Landskappingin hjá kvinn- unum er nú av álvara farin í gongd, og á hvítusunnu varð annað umfar fingið frá hondini. Tendensurin gongur tann vegin, at havnarfelggini B36 og HB nú hava lagt seg í oddin við fullum stigatali, meðan VB og ÍF koma teimum á baki við tveimum stigum í part. EB og Skála fingu sítt fyrsta stig í part í dystinum teirra millum hesaferð, meðan Sumba og KÍ enn eiga fyrsta stigið til góðar. Vágskvinnur og eiðis- kvinnur hava spælt ein dyst minni enn hini liðini, og hann er útsettur, til kapp- ingin er komin í helvt og summarsteðgurin verður. Tað var eitt ivamál, um VB yvirhøvur fór at vera vid í ár, men nú hevur felagið kortini fingið mannað bæði eitt kvinnulið og gentur 14- 17 ár, so vónandi er mann- ingarkreppan í Vági av fyri hesaferð. Skála-EB 1-1 (0-1) Skálakvinnur og eiðis- kvinnur býttu stigini ímill- um sín hetta umfarið við at spæla javnleik 1-1. Gestirnir komu á odda í byrjanini av fyrra hálvleiki, tá Sigga Vesturdal royndi seg við langskoti, ið rakti báðar stengurnar, áðrenn tað fór um strikuna til 1-0. Men hóast kanska ikki so øgiligur munur var á liðun- um, gjørdist hetta stórt sæð einasti málkjansurin hjá EB í dystinum. Skálakvinnur dugdu tó ikki serliga væl at gera sær dælt av sínum kjansum, og ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð fekk Marjun Mikkelsen javnað upp á beinleiðis frí- spark upp í trikantin. Hon fekk kjansin einaferð aftrat, tá tveir minuttir restaðu, men ta ferðina endaði bólt- urin við síðuna av málinum, og sigurin varð av ongum. VB-Sumba 2-1 (0-1) Vågskvinnur høvdu trup- ult við at finna seg til rættis í fyrsta dystinum. Tað merkt- ist, at tær ikki hava vant, og tað gjørdi Maibritt úr Hørg sær eisini dælt av beinan- vegin f dystinum, tå hon lyfti uppum VB-målverjan, so Sumba kom á odda 1-0. Men so við og við mentist VB-liðið og vann sær yvir- vág. Kortini eydnaðist ikki at fáa sett hol á fyrr enn í seinna hálvleiki. Fyrra málið kom eftir skot upp á mál. Bólturin kom út til Margreth August- inussen, og júst sum hon skuldi leggja hann, kom lið- felagin Rini Mørk storm- andi og smekkaði til. Bólt- urin endaði í málinum, og vágskvinnur kundu fegnast um útjavningina. Margreth fekk tó møgu- leikan at gera mál sjálv, tá hon jagstraði ein langan og høgan bólt heilt aftur til málverjan hjá sumbiar- kvinnunum, ið endaði við at missa bóltin í málið. IF-B36 1-4 (1-1) Havnarkvinnurnar vunnu dystin í Fuglafirði annan hvítusunnudag 4-1, so tær hava helst skelkað ÍF nak- að, nú liðini — umframt einaferð aftrat í landskapp- ingini — eisini skulu metast í steypafinaluni hjá kvinnun- um. Tað gjørdu liðini eisini í fjør, og tá vann B36. Heimaliðið legði hart út beinanvegin í dystinum, og við eitt sindur stórri hepni kundi ÍF verið komið á odda, men ikki gekst eftir vild. Hinvegin varð tað B36, ið fór framum, tá einir tjúgu minuttir vóru farnir. Hetta hendi eftir uppspæl gjøgn- um høgru síðu, tá bólturin varð spældur tvørturum til Eydis Reinert, ið smekkaði til fyrstu ferð — og hann sat í netinum. Tiggju minuttir seinni eydnaðist Duritu Eliassen at javna fyri ÍF. Álopið byrj- aði afturi hjá Maluni Han- sen, ið spældi Lindu Tofte- gaard, ið sendi Duritu av- stað í høgru síðu, og fór hon sjálv igjøgnum og skoraði. Í seinna hálvleiki skrædn- aði ÍF-verjan rættiliga, og innan fyri eitt stórt korter fekk B36 trý mál. Fyrst fór Eydis Reinert sjálv igjøgn- um og skoraði við hørðum skoti. Síðani gjørdist Bryn- hild Klein púra leys eftir at bólturin var komin innfyri, so hon bert skuldi seta fótin á, og at enda var tað Judith Joensen, ið blakaði seg fram og koyrdi bóltin í netið eftir flatt innlegg úr vinstru síðu. HB-KI 1-0 (1-0) Dysturin í Gundadali var ikki tann stóra upplivingin. Spælið var einki at rópa hurrá fyri, men munurin á liðunum var ikki sum í steypadystinum, ið HB vann 7-0. Munurin hesaferð var bert, at HB skoraði upp á sín besta málkjans. Einsamalla málið skjeyt Helga Ellingsgaard í fyrra hálvleiki eftir fríspæling frá Odu Andreassen. Bæði HB og KÍ høvdu hver sín upplagda kjans at fáa mál seinni, men mál- verjarnir stóðu seg sera væl og bjargaðu í báðum før- unum. hj.