Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eitt stórt arbeiðspláss í Klaksvík í fimti- og sekstiårunum var bilstødin Auto. Tað serliga við bilstødini var, at ein maður átti allar bilarnar, sum koyrdu har. 69 ára gamli Hjørleif Waag Høgnesen hevur ikki verið tann, ið hevur verið mest frammi í samfelagnum. Í vikuni stukku vit inn á gólvið Auto og hjá honum at práta um tíðina við annars fjøltåttada lívið, hann hev- ur havt í Klaksvík og á Vágsheygnum, har hann framvegis býr og arbeiðir Tað er í sambandi við norð- oyastevnublaðið, at vit práta við Hjørleif, og hann heldur fyri, at stevnan hevur verið gott inntøkugrundar- lag hjá teimum, sum fáast við hýruvogvnskoyring. | — Tad var týdningarmikið á norðoyastevnu at syrgja fyri, at allir bilanir vóru tækir allar 24 tímarnar. Tí varð vaktarhald skipað um stevnuna. Men hvussu kom etta við bilkoyringini í lag, fregnast vit og lata Hjørleif greiða frá: - Egarbeiddi undir krígn- um og fyrstu árini eftir kríggið hjá Einar Waag, sum var mammubeiggi og gubbi mín. Hann átti vøru- vogn, sum eg koyrdi. Áhug- in fyri bilum vaks, og eg dugdi at síggja, at framtíð- armøguleikar vóru í bil- vinnuni. Eg hevði stórt ynski um at fáa min egna bil, og t gjørdu vit báðir eina avtalu, soleiðis at eg yvirtók bilin eftir ávíst áramál. Fyri tað rs * Tíðindablaðið * am Hjørleif koyrir framvegis skålabørnini. Her avmyndaður av Harald Petersen. koyrdi eg ókeypis fyri hann, samstundis sum eg vann pening við at koyra fyri onnur. Og í 1950 átti eg fyrsta bilin. Hjørleif sá bilin sum eitt vinnutól. Hann setti setur í bilin aftan og fór at koyra hýruvogn, samstundis sum bilurin var vøruvognur. Tað vóru pengar í hesi vinnuni. Tíðirnar í Føroy- um vóru vánaligar í Føroy- um í fimtiårunum, men tær vóru frægst í Klaksvík, har vinnuvirksemi øktist og til- flytingin var so stór, at fólkatalið eftir stuttari tíð tvífaldaðist. Bilatalið varð økt år um ár, og tá tað var hægst, átti Hjørleif sjey bilar og ein buss. - Í fyrstuni var talan um familjufyritøku, har alt gekk fyri seg heima við hús. Seinni innrættaðu vit bil- stød í kjallaranum við rúmi til teir, ið koyrdu, og konan, sum hevði ansað telefonini, fekk hjálp frá telefondam- um. Nógv skuldi til fyri at fáa einmansfyritóku at hanga saman, hvussu bar tú teg at? - Fíggjarliga partinum havi eg altid tíkið mær av sjálvur. Eg havi altíð sæð tað fyri tydningarmikid, ja alneyðugt, alla tíðina at hava fingurin á pulsinum og vita, hvar tú fleyt fíggjar- liga. Tí varð gjørt upp mán- að fyri mánað, og bilarnir, sum vóru skiftir annað og triðja hvørt ár vóru goldnir kontant, tí tað varð giørd ein reell avskriving, soleiðis at tá bilurin skuldi skiftast, so var peningurin tøkur. Tá w hevur vinnuligt virki so tætt uppi f tí pri vata, er ógvuliga týdningarmikið at hava hesi bæði tingini fullkomuliga atskild. Fam- iljan fekk tað, hon hevði brúk fyri, men restin fór í raksturin av virkinum. At fáa hetta at hanga sam- an fíggjarliga, at syrgja fyri at bílarnir vóru í góðum standi og at hava fólk til teir var tíðarkrevjandi, men tað hevur ikki kenst tungt. Mær hevur dámt tað ógvuliga væl, og tíðin er mnin av- stað, greiðir Hjørleif frå. Í eitt tólv ára skeið hevði hann busskoyring, og eina tíð vóru tveir bussar. — Hetta datt burtur í 1973. Tá var grundarlagið fyri busskoyringini burtur, og tað gekk aftur á við hýru- vognskoyringini. Tá gjørd- Hjørleif millum húsini og ein av mongu Morris-bil- unum, hann hevdi í fimti- árunum. Seinni skifti hann Morris útvið FordTaunus ist tað alt meiri vanligt, at fólk fekk sær bil sjálvi, so vit kunnu siga, at vælferðin beindi fyri góðu inntøkuni, sum hýruvognskoyringin hevði verið tá í meiri enn tjúgu ár. Verkstað og handil Niels Michael Jacobsen, sum var ættaður úr Heimi- stovu á Uppsølum, hevði í drúgt áramál handil á Vágs- heygnum. Konan var donsk og hon og synirnir báðir vóru flutt niður at búgva. Í 1963 flutti Niels Michael niður, og tá keypti Hjørleif krambúðina. — Tað var ikki fyri at reka handil, men heldur tí eg helt, at tad var neyðugt við meiri plássi til bilarnar. Vit gjørðu verkstað, sum arbeiddi upp á okkara bilar og annars var vanligur bilverkstaður. Men í 1973 fóru vit sjálvi at reka handilin. Tað vóru døtramar, sum skumpaðu undir, og tað var kanska heppið, tí tíðin hevur víst, at hýruvognstíðin var farin. — Eg havi havt nóg mikið at fara upp til hvønn dag, heilsan hevur verið góð, og hugurin at arbeiða er fram- vegis góður. Sjálvsagt fer kropsliga orkan at ganga undan, tá tú nærkast 70, men tá tú hevur egið virki ber til at halda á við at arbeiða so leingi orkan og hugurin eru har. Og tað kemur mær ikki til hugs at gevast, tá møgu- leikin fyri at arbeiða er har, sigur Hjørleif Waag Høgne- -nes