Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NORÐOYASTEYNAN ”94 Ein vælhýrdur Hjørleif við urguna í Christi- anskirkjuni. Mynd jan Sjálvlærdur organistur Mangan verður havt fyri munni, at sálmasangurin í Christianskirkjuni gongur væl. Sangararnir eru góðir, urgan er bæði stór og kraft- armikil, og organisturin hevur hegni at leiða sangin. Hjørleif Waag Høgnesen hevur síðani 1969 verið or- ganistur. — Frida Petersen var or- ganistur. Hon helt fyri vid meg, at nå var hon gomul og trongdi til at verða loyst av, og sidani havi eg spælt. Hjørleif spælir bara eftir nótum. At lesa teir evur hann lært seg sjálvur. — Alfred Petersen, trú- boði, og vit vóru grannar á Vágsheygnum. Kona hans- ara Maria var lærarinnu- lærd. Hon dugdi at spæla upp á urgu, og mær stóð í boði at læra hjá henni. Kanska var eg har einar fimm tímar. Annars havi eg lisið mær tað til sjálvur. Hjørleif hevur eisini spælt í Emmaus, og sum 17 ára gamal fór hann undir krígnum at hava kór har. Tað datt niður fyri aftur onkuntíð, men frá seinna- partinum í sekstiårunum og fram til 1986 hevði hann tað Fimm ára gamal og elstur av fýra tá påpin forst land í Íslandi í mars mán- aði 1930. Millum teirra, sum fór- ust, var Jéen Magnus Høgnesen, sum var besti- maður. Tá var Hjørleif fimm ára gamal og elstur av fýra brødrum. Símun var trý, Róland var tvey og Hjalmar var hålvt ára gamal, tá Turid sat einkja. ligt umskifti. Sosiala trygðarnetið var ikki tá, sum tað er nú, og mamma royndi sum frægast at fáa okkum undan. Hon vask- stødugt. Síðani hava yngri kreftir tikið yvir. Hugurin og hegni at fáast við sang og nótar hava eftir gllum at dóma verið stór. Tað sást m.a. á, at í 1943 hevði Hjørleif eitt hefti klárt við 60 løgum til sangir, ið vanliga vórðu nýttir í Emm- aus. Hann hevði teknað all- ar upp, sett fleiri út og gjørt nøkur løg sjálvur. Bókin kom út í 1953. Johan Nielsen og kirkjan Meðan vit tosa um tæn- astuna í kirkjuni hugleiðir aði í skúlanum og hevði vistarhald. Hon var før at seyma, og tey evnini nýtti hon, 80 at síga til hon før. Eg var tætt knyttur at mammu mini, og tå eg í 1954 giftist við Torðgerð, sum hevur verið mær góð kona og hevur stuðlað í øllum ti, eg havi fingist við, fluttu vit inn í barna- heimið hjá mær á Vágs- heygnum, og har eru vit enn. stórbæra Hjørleif = um kirkjubygningin: — Tað eru neyvan fleir áskoðanir um, at kirkjan var stak væl eydnað. Tað var danski arkitekturin Kock, sum teknaði. Hann hevði gingið við hugsanini um kirkju av hasum slagn- um í mong ár og var ógvu- liga fegin um at fáa uppgáv- una. Hann mundi eisini vera fegin um úrslitið. Niels Juul Arge, klokkarin, segði mær eina ferð, at hann kom fram á arkitektin, sum sat á kórs- gáttini og hugdi seg um, meðan tárini runnu honum á kinn. Hjørleif hevur koyrt tey kongaligu, tá tey hava verið í Klaksvík. Fríðrik 9. koyrdi hann í 1959, 1963 og 1969, og seinni hevur tað verið drotningin. — Eg minnist frá 1959, at tá vóru vit triggir, sum fingu fortjenestemedaljuna og vóru umborð á Dannebrog eftir henni. Hinir vóru Eilif í Vági og Jens í Búðunum. Annars stendur tað ser- liga klárt í huganum, at tað var undir kongavitjanini í 1959, at Johan Nielsen, sum tå var prestur í Klaksvík, fekk lyfti frá Fríðriki 9. um, at ein millión krónur skuldu latast til nýggju kirkjuna í Klaksvík úr >Fondet for fædrelandets vel<, sum grunnurin nevndist, ið varð settur á stovn við fænum, danska fólkið eftir kríggið hevði latið sum gåvu til Christian 10., tí hann hevði verið ein so fyrimyndarlig- ur statsleiðari undir krígn- um. — Bygdin vaks nógv, og kirkjan var ov lítil. Jóhan Nielsen kendi hetta sum stóra uppgávu og legði nógva orku í at fáa fíggjar- ligt grundarlag til vega, greiðir Hjørleif frå. -nes Túrarnir til Oyrar eru perlur á livsleidini Tå Hjørleif Waag Høg- nesen hevði bilstød vóru tað fleiri fastar uppgåv- ur. Ein var sjúkrabiltæn- astan, sum hann rgkti frá 1947 og til fyrsti sjúkra- bilurin kom til Klaks- vikar i 1963. Ein onnur var at vera bilførari hjå teimum báðum politist- unum, sum vóru í Klaks- vík fyrrapartin av fimti årunum. Uppgåvan, ið Hjørleif sum bilførari hevur røkt drúgvastu tíðina, er koyringin av skúlabýrn- um út til Oyrar: —I 1952 lýsti Komm- unustyrid hetta leyst, og eg fekk tað. Tað vil siga, at tá hetta skúaárið er lið- ugt, havi eg koyrt í 42 ár. Onkur hevur spurt, um tað ikki er troyttandi fýra ferðir um dagin at fara út til Oyrar. Fyrru árini var tað seks dagar um vik- una, men síðani skúlarn- ir lótu aftur leygardag í sambandi við ol jukrepp- una í 1973 hevur tað ver- ið fimm ferðir. Eg havi altíð kent túr- amar út til Oyrar sum frálíkt brot á annað arb- eiði. Barnatalið var stórt — eg haldi, at tá tey vóru flest, vóru tey 17 — og tí kom eg í samband við fólkið har úti, sum var stak fryntligt. Tað hevur verið stutt- ligt at sita undir, tá børn- ini hava tosað innanhýs- is í bilinum, og á túrinum hevur tað verið áhuga- vert at fylgja við náttúr- uni, hvussu hon skiftir árið runt. Tað hevur ver- ið og er stór ábyrgd at koyra við skúlabórnum. Vegurin var smalur og vánaligur tey fyrru árini, men tíbetur hava vit ver- ið spard fyri nakað ilt. Eg havi hugsað tað soleiðis, at í hesum førinum, sum í so mongum ødrum, hevur tað verið meiri týdningarmikið at nýta skil heldur enn dirvi. Og lat meg so leggja afturat, at nøkur av teim- um kærastu minnunum í sambandi við koyring- ina út til Oyrar hava ver- ið gongutúrarnir út í Núp. Í Guds fríðu nátt- úru er mong bønin og tøkkin send honum, sum øllum valdar. -nes