Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

“Síða 14 = Nr. 98 — 27. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin | Fyrsti FM - kappróðurin verður í morgin: Klaksvíkingar royna seg Klaksvík, alt lá lamið av kreppuni, eisini tey ungu, sigur Martin Olsen. Eini háluthundrað ungfó Eftir Jústinus Eidesgaard Mynd: Harald Petersen Fyrsti kappróðurin í kappingini um føroya- meistaraheitið | verður hildin í Klaksvík í morgin. Norðoyarstevna er fyrsta stevnan á hvørjum sumri og tað hevur hon verið síðan stig varð tíkið til Norðoyarstevnu einaferð í tríatiárunum. Kappróðurin á Norðoyar- stevnu er altíð spennandi fyri róðrarfólkið og tey sum varða av. Vid hesum róðri- num fæst tíðum ein ábend- ing um hvussu ein bátur fer at liggja í komandi róðrum. Men róðrarfólk eru altíð varin við var gera ov av- gjørdar niðurstøður av úrs- litinum á Norðoyarstevnu. Nógv kann henda næstu tveir mánaðarnar, og í jøvn- um róðri eru bert brotpartar av sekundum sum skilja tann vinnandi frá næsta, triðja og onkuntíð fjórða bátinum. Tí eru manning- arnar oftast nøgdar, um tær eru frammanfyri midjuna f teirra bólki á Norðoyar- stevnu. Klaksvikingar fleiri manningar Klaksvikingar hava róð kapp i mong ár, men úrsl- itini hava ikki verið tey allarbestu í åttatiårunum. Nú er rættuligt lív komið aftur í kappróðrarneystin- um og hugurin at sita við árar er góður. 6. mars í fjør varð Klaks- víkar Róðrarfelag stovnað. Klaksvíkar | Kappróðrar- felag, sum hevur mong tíggjuár á baki, fór á húsa- gang og kommunan keypti ognimar hjá felagnum, millum annað neystið. Nýggja kappróðrarfelagið í Klaksvík leigar neystið frá kommununi og tað er ikki so bundið av dýrum húsa- útreiðslum sum undan- farna. Vit hava tosað við formannin í nýggja felag- num, Petur Martin Olsen og hann er bjartskygdur fyri kappróðri hjá klaksvíking- um í ár. — Vit hava í hvussu er gjørt tað íð gerast kann og manningarnar hava verið sera raskar av vant, sigur Petur Mrtin Olsen. — Teir einastu sum hava svíkt eitt sindur eru dreing- irnir. Tað hevur ikki eyd- nast okkum at manna nak- ran dreingjabát. Pr6vtøkur- nar í skúlunum órógva eitt sindur og dreingirnir hava ikki verið serliga hugaðir. Hjá teimum er tað annað sum dregur. Eg haldi ikki at fótbólturin órógvar so nógv in nú sum fyrr, sigur Petur Martin Olsen. — Vit luttaka við 10 man- nafarinum Klaksvíkingi, hann hevur nummarspjald- rið fýra á Norðoyarsteynu. Síðan manna vit áttamanna- farið Nevið Reyða. Hetta er gamli Havrenningur í Suð- uroy. Seksmannafarið Páll Fanngi er mannaður bæði við monnum og kvinnum og vit manna tvey fimm- mannafør. Gentur rógva við Fipuni Fagru og við Rituni. Ritan er år Hvannasundi og vit hava leigað hana, sigur Petur Martin Olsen. — Vit stovnaður sum sagt Kalksvíkar Róðrarfelag 6. mars í fjør og tá byrjaðu vit av nýggjum við kappróðri í Klaksvík. Eg haldi vit høvdu tann lægsta miðal- aldurin á manningunum í fjør. Í ár er hann eisini lágur. Genturnar liggja millum 14-15 ár. Kvinnurnar 16-17 ár. Dreingimir á seks- mannafarinum 18-20 og menninir á 10 manna- farinum millum 19-21 ár, sigur Petur Martin Olsen. Skólarnir hjálpa væl — Skúlarnir í Klaksvík stuðla væl kappróðrinum. Bæði Tekniski Skúlin og Sjófartsskúlin manna hvør sín bát. Tað eru næmingar á Tekniska skúla sum rógva við áttamannafarinum Nevinum Reyða. Næm- ingar á Sjófartsskúlanum manna tíggjumannafarið Klaksvíking, sigur Petur Martin Olsen. — Bátarnir hjá okkum eru heldur ikki so gamlir. Elstur er Klaksvíkingur, hann varð smíðaður í 1978. Hinir bátarnir eru smíðaðir í 1980-82. Vit avgjørdu í fjør at mála og umvæla ein bát um árið. Í ár hava vit um- vælt tveir, Nevið Reyða og Páll Fanga. Tað er drúgvt arbeiði at pussa bátarnar og síðan smyrja teir. Nú eru hesir bátar í góðum standi, sigur Petur Martin Olsen. Klaksvíkingar byrjaðu at rógva um mánaðarskiftið mars/apríl. Onkur manning hevur tó runnið síðan í februar. Klaksvíkar Róð- rarfelag hevur ætlanir um at skipa fyri venjingarlegum fyri róðrarfólki. Hetta verður tó ikki fyrr enn í komandi ári. Klaksvíksbátarnir hava luttikið á onkrari bygda- við seks manningum — Í ár hevur verið munandi lættari at fáa fó vaknað í Klaksvík og tað er ongin ivi um at hetta åvirkar ungdómin. Í fjør var ongin vón fyri nókrum í formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, Petur lk rógva kapp í Klaksvík í ár Ik enn í fjór. Hyrurin er betri, nú vinnulívið aftur er stevnu í ár og har hava teir fingið eina ábending um hvussu teir liggja í kapp- ingini. Áttamannafarið Nevið Reyða gjørdist num- mar tvey á Skålastevnuni. Kvinnurnar á Páll Fanga endaðu á triðjaplássinum, men tær lógu leingi á odda. Klaksvíkingur gjørdist nummar tvey. Her skal leggjast afturat, at bert try tiggjumannafør luttóku. Ein væl eynda stevna og ein væleydnaður róður er altíð bundin av vedrinum. Tað røkist fyri av veðrið verður gott um vikuskiftið. Okkurt árið hava bátarnir róð við grovum heglingi dansandi á baki inn undan Kunoyarnesi.