fríggjadagur 27. mai 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 98 — 27. MAI 1994 Tíðindablaðið CD
86 åra gamla Fanny Petersen i Klaksvik:
Menn og kvinnur
eru so ymisk
- Kvinnan hevur høvudsåbyrgdina av, at menninir ikki vilja geva
valdið frá sær. Tær hava sjálvar spilt mannin og synirnar, sigur
86 ára gamla Fanny Petersen í Klaksvík
Ein teirra, sum áður hevði
nógv um at vera, tá norðoy-
arstevnan stóð fyri durum,
er Fanny Petersen.
Hon var við til at stovna
Klaksvíkar Husmeðrafelag
í 1951 og seinni Húsar-
haldsskúlan, men áðrenn
tað projektið kom so langt,
skipaði Hiusmødrafelagid
fyri ymsum tiltøkum á
nordoyarstevnu, til tess at
samla pening til Húsar-
- Í dag eri eg ikki so væl
gongd, og tí fari eg ikki á
norðoyarstevnu í ár, tó at
tað ikki skortar uppá tilboð
frá góðum grannum og vin-
um, sum bjóða sær at koyra
fyri meg, sigur Fanny Peter-
sen í telefonpráti við Sosi-
alin.
Brúktu Ikki so
nógvan pening
- Fyrr var ein heilt annar
andi yvir norðoyarstevnu-
ni, men hesin hvarv í gull-
árunum. Áður høvdu vit
ikki so nógvan pening, og
tað tú átti, mátti tú vita, hvat
tú skuldi brúka til, tí annars
var ikki nóg mikið eftir til
tað neyðuga.
- Minnst til, eg havi livað
fýra ættarlið. Í gomlum
døgum keyptu vit onki, um
vit ikki høvdu vissu fyri, at
vit áttu nóg mikið at gjalda
við.
Annars var tað ikki júst
peningur, sum setti dám á
stevnuna ella borgaði fyri
eini góðari stevnu. Vit
høvdu øll líka góð ráð at
taka lut í tí, sum fór fram
stevnudagarnar.
- Kortini vóru tey heima Fanny Petersen:- Fyrr var ein heilt annar andi yvir norðoyarsteynuna, men hesin hvarv í
við hús ikki so væl passað, gullárunum. Vit høvdu ikki so nógvan pening, og tað tú átti, mátti tú vita, hvat tú skuldi
sum vanligar dagar, tá vit í brúka til
Hismødrafelagnum skip-
aðu fyri tiltøkum.
- Vit seldu ballónir, mat,
ís og tílíkt, sum øll høvdu
ráð at keypa.
Tá var einki tivoli, sum eg
mikið av mati inni og rein
seingjarklæði, so vit kundu
taka væl móti gestunum.
Bara vera blíð
Onnur broyting er kanska
eisini, at meir verður drukk-
ið á norðoyarsetvnu enn áð-
ur. Tá drukku tey eisini,
men ikki tey ungu. Hetta
vant uppá seg í sekstiáru-
num, og hóast eg ikki havi
verið nógv úti seinastu ári-
ni, so síggi eg tey ungu
ganga við fløskum uttan
fyri vindeygað mítt. Tað
fjala tey ikki.
- Áður var tað soleiðis, at
vit vistu, hvør smakkaði sær
á, og at nøkur altid gingu úti
á gøtuni, meðan onnur sótu
inni og fingu sær ein lítlan.
- Tað var ein partur av
norðoyarstevnuni, og vit
lótu bara sum einki. Vit
hittust øll á midnåttarsam-
komuni heima í Vági, og
hóast onkur hevdi kenning,
so órógvaði tað ikki hini.
- Í ár fari eg ikki á midnått-
arsamkomuna, men mær
dámar væl at eygleiða fýr-
verkaríið á middnátt, sum
eg síggi úr stovuvindeyga-
num.
Fanny Petersen tosar um
góðar midnåttårrødur, sum
hava verið hildnar gjøgnum
Jéhan prestur skakaði
Serliga minnist hon Jóhan
Nielsen, prest sála, sum
einu ferðina tosaði um, at
føroyingar altíð hava verið
eitt trúgvandi fólk.
Hetta var í tíðini, tá á-
trúnabólkarnir í hvør sínum
lagi gjørdu nógv um seg í
Klaksvík. Tá var tað nærum
ikki loyvt at lesa blødini ella
aðrar bókmentir enn Bíbliu-
na.
Jóhan Nielsen skakaði ta
ferðina við at mæla fólki til
at lesa "Feðgar á Ferð" „eftir
Heðin Brú, um tey vildu
vita, hvussu trúgvandi før-
oyingar høvdu verið gjøgn-
um tíðirnar.
- Tað fall helst ikki í góða
jørð hjá øllum, men Jóhan
Nielsen dugdi so væl at siga
tað, sigur Fanny Petersen.
Ein avleiðing av tí ar-
beiði, sum limirnir í Klaks-
vikar Húsmeðrafelag ar-
beiddu fyri á norðoyar-
stevnu m.a. varð, at tær
fingu pening at keypa fel-
agshús fyri.
- Vit keyptu húsini fyri
200.000 krónur, og vit
noyddust sjálvar at skriva
undir sum ábyrgdarar. Tað
tordu vit ikki at siga fyri
monnunum beinanvegin,
sigur Fanny Petersen.
Vit høvdu tó framman-
undan gjørt figgjaruppskot,
so vit vistu, at vit fóru at
megna tað, sigur Fanny
Petersen.
Gentur skuldu læra
- Vit hildu tað vera sera um-
ráðandi at fáa sett ein hús-
arhaldsskúla á stovn, tí nógv
ungfólk fóru burtur, og tey
sum vóru eftir, høvdu als
einki at taka sær til í Klaks-
vík.
- Vit hildu eisini, at tað
var umráðandi, at ungar
gentur lærdu húsarhald,
gera mat og tílíkt, sum allar
fáa brúk fyri.
- Vit vóru nú ikki bara
húsligar, sigur Fanny Peter-
sen skemtandi í telefonini.
Vit stillaðu eisini ein
kvinnuflokk upp uttan-
flokka í 1958.
- Vit vóru so mikið nógv-
ar, at tað mundi bera til at fáa
eina kvinnu valda inn í bý-
ráðið, av tí at okkum tørvadi
at fáa avgerðarrætt í ymsum
málum, sum høvdu við fam-
ilju, skúla og tílíkt at gera.
- Tá vóru 240 limir í Hús-
mødrafelagnum, og tað
skuldi borið til, hildu vit.
Atkvøddu Ikki
fyri kvinnum
- Tá avtornaði fingu vit bert
17 atkvødur, sigur Fanny
Petersen.
- Tað var okkara egna
skyld, tí vit hildu ikki, at ta
var neyðugt hjá okkum at
føra valstríð ella at agitera
fyri okkara áhugamálum.
- Vit hildu bert, at kvinn-
urnar fóru at stuðla okkum,
og hugsaðu ikki um, at
menninir, tá kvinnurnar
komu heimaftur av fundi,
fingu tær at skifta meining.
- Í ár fingu vit javnstødu-
lógina. Hvat heldur tú um
tað?
- Egeri av tí áskoðan, at tú
altid skal síggja eitt mål frå
báðum síðum.
- Menn hava ov nógva
makt í dag, og kvinnan er so
undirbrotlig, men vit kunnu
ikki dylja, at stórur munur
er á kvinnum og monnum,
dreingjum og gentum.
Menninir ræðast at missa
valdið, nú kvinnurnar troka
seg framat, men tað hava vit
fyri so vítt sjálvar skyldina
av, tí vit hava spilt okkara
menn og synir soleiðis, at
teir halda seg hava rætt at
eiga maktina einsamallir.
Taka avgerðir í felag
- Tað er rætt, at kvinnurnar
skulu sleppa framat og hava
ávirkan á tað, sum fer fram í
samfelagnum. Tað skerst tó
ikki burtur, at maður og
kvinna eru so ymisk, at tú
ikki kanst gera tey eins.
Javnstóðulógin kann
misskiljast, og í ávísum før-
um vilja kvinnur sleppa
framat, bert fyri at fáa vald.
- Tað vilja menninir ikki,
og tað líkist ongum.
Grundgevingin hjá
monnunum er litað av fana-
tísmu og fundamentalismu,
og tað er júst hetta sum hev-
ur oyðilagt allan heimin í
øldir. Eg haldi, at bæði
kvinnur og menn skulu taka
avgerð um tað, sum skal
fremjast í samfelagnum, út
frá hver sínum sjónarhorni,
sigur Fanny Petersen.
Hóast hon nú er 86 ára
gomul, so er hon enn virkin
á sín hátt. Hon lesur blødini
og lurtar eftir útvarpi og
sjónvarpi, og fylgir eisini
við í poltikki.
- Eg havi livað so leingi,
so eg haldi meg til at gera
mínar niðurstøður, sigur
Fanny Petersen.
Dagny
KOMPASS
VER KENDUR
OG KENN ONNUR
KRING KNØTT IN
A
Umboðsstova:
Kunningartænastan
/ Kompass
P. O. Box 3058
Hoyviksvegur 78
110 Térshavn
Tlf. 18077 8 Fax: 19057