Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 98 — 27. MAI 1994 Síða 17 Klaksvikin ætlar sær ikki at verða fjarstyrd úr hevuðsstaðnum! Tá Kósavirkið læt aftur minti Klaksvikin um ein spøkilsisby, men nú bragdar aftur, og fleiri hava vunnið sær munagóða úrtóku á hesum stóra arbeiðsplássi. Um Kósin kann yvirhalda sínar skyldur, so hava Norðoyggjar møguleikan at mennast uttan mun til, hvat hendir aðrastaðni í landinum sigur ein fyrrverandi bankamaður, sum Sosialurin hevur tosað við. Hann ynskir at verða óneyndur. Henda áheitan til klaksvík- ingar kemur frá fyrrverandi bankamanni, ið Sosialurin hevur havt samrødu við. Í hesi áhugaverðu samrødu nemir hann við støduna í Klaksvik og samanber hana vid onnur stød f landinum. Hann er sannførdur um at vinnulívið í Klaksvík hevur Arbieðsloysi og Otrygg- leiki er tað, ið eyðkennir flestøll pláss í landinum. Men í Klaksvík hómast eitt ávíst bjartskygni. Arbeiðs- loysið er í seinastuni fallið nakað í hesum áður so stolta fiskivinnubýi. Tað er tor- ført at samanbera støðuna í Havn og í Klaksvík, av tí at arbeiðsmarknaðurin í høv- uðsstaðnum er merktur av at í stóran mun er talan um ein fyrisitingar- og útbúgv- ingarbý. Í Klaksvík er tað fyrst og fremst primera vinnan, ið er grundarlagið undir flestu arbeiðspláss- unum. Tá virki og skip fara undir hamaran, rakar hetta sum ein búskaparlig tor- pedo. Tá Kósavirkið læt aftur minti Klaksvíkin um ein spøkilsisby, men nú bragd- ar aftur, og fleiri hava vunn- ið sær eina munagóða úr- tóku á hesum stóra arbeiðs- plássi. Vit hava spurt ein fyrrverandi | bankamann, hvussu hann sammetir stød- una í Klaksvík við onnur pláss í landinum. Uttan fyri Føroya Fiskavirking — Tad hevur eydnast klaks- víkingum at fáa Kósina aft- ur í gongd uttan at vera part- ur av Føroya Fiskavirking. Taðmunnu vera mong pláss í Føroyum, ið gvunda klaksvíkingum henda framíhjárætt. Í staðin fyri at veraein møguligur >profitt- depil« í einari stórari kon- cern, har allar týðandi av- gerðir verða tiknar sentralt (í Havn), so liggja leiðsla og allur avgerdarrættur hjá Kósini í Klaksvík. Avkastið hjá felagum verður liggj- andi í Klaksvík, og kann so- statt vera við til at konsoli- dera vinnulívið har norðuri í staðin fyri at enda í einari stórari grýtu í Havn, ið skal gjalda fyri undirskot hjá ødrum virkjum ella stórar niðurfyrstingar av gomlum »syndum« í føroyskum vinnulivi. Tad eru neyvan tvær meiningar um at Før- oya Fiskavirking ikki hevur fingið nóg lagaligar avtalur í sambandi við saneringina. Um Kósin kann yvirhalda sínar skyldur mótvegis kreditorunum, so hava Norðoyggjar møguleikan at mennast óansæð hvat hendir aðrastaðni í landin- um. — Hvussu metir tú um fíggjarliga grundarlagið undir Kósavirkinum? — Virkið er væl útgjørt, og stendur eftir míni metan ikki í so nógvum pengum. Stigtakaramir hava eisini fingið fleiri partacigarar at tekna partapening og hetta skapar breiðan áhuga og motivatión, ikki minst tá fakfeløg eru við. Arbeiðs- gevari og arbeiðstakari hava nú stór felags áhuga- mál, fyrst og fremst at varð- veita arbeiðspláss, tí tá ar- beiðsplássini eru horvin, tá hava allir partar á arbeiðs- marknaðinum tapt. Fyri nøkrum árum síðani vóru flakavirkini yvirhøvur mett sum almannakontór. Fiska- arbeiði varð litid virt og hetta er ein óhugnaligur hugburður fyri eina tjóð, har nærum allur útflutning- ur er fiskur og fiskaúrdrátt- ur. Í dag er stødan gørvísi, fólk eru takksom fyri ar- beiði. Hetta ger arbeiðsork- una meira støðuga og har- við meira effektiva og løn- andi fyri virkið. Ein broytt- ur hugburður á hesum gki hevur nógv stórri tydning enn td. lønarnidurskurdur. At Kósin er uttan fyri Fiska- virking kann eisini ávirka - motivatióninia bæði hjá leiðslu og arbeiðsfólki. — Er tað hugsandi, at Klaksvíkin fer at blóma hó- ast onnur pláss í landinum møguliga koma at liggja í andaleypi? — Ja, so mikið er hent fyrr. Fyrst í 50-unum var stórt ar- beiðsloysi í Føroyum. Sjó- vinnubankin og bretskir rustikustar fóru av knóran- um og fólk í Føroyum flýddu annaðhvert av land- inum ella til Klaksvíkar. Kreppan í Føroyum bar ikki við í Klaksvík, tí har var ein skilabetri fløgupolitikkur fórður. Klaksvíkin hevur eina drúgva vinnulivssøgu og hetta sæst eisini aftur á ávísum varsemi, ein hevur ikki fyri ein og hvønn pris viljað brotið burtur úr nýggjum, og skapt sokallað »ævintyr«, ið hava kostað landskassanum dýrt. Fjar- leiðirnar og útróðurin hjá klaksvíkingum hava ikki verið dýr fyri landskassan — tvórturímóti. | Yvirhøvur hevur vinnulívið í Klaksvík sýnt stórri figgjarligt >rein- føri« enn aðrastaðni í land- inum. — Hvussu skal hetta skilj- ast? — Ja, alt skal ikki skerast yvir einkamb. Men tað hava ikki verið nakrir >Heyga- drangar< í Klaksvík. Tey flestu projektini har norðuri tola dagsins ljós hvat egin- peningi viðvíkur. — Hvønn týdning hevur tann lokali peningastovn- urin? — Norðoya Sparikassi hevur nógv stórri tydning enn tey flestu geva sær far um. Á sama hátt sum >Kós- in< er uttan fyri >fiskavirk- ingarmonopolið< í høvuds- staðnum, so er Norðoya Sparikassi uttan fyri >fíggj- armonopolini< í høvuds- staðnum. Stórbankin hevur síni áhugamál í Føroya Fiskavirking, og um bankin í stóran mun eisini skuldi fíggja ein kappingarneyta hjá Fiskavirking, so hevði hetta óivað ávirkað hug- burðin hjá bankanum mót- vegis einum slíkum virki. Ein lokalur peningastovnur hevur sjálvsagt áhuga í, at framburður er í økinum, har stovnurin virkar. Tá ar- beiðspláss verða skapt í primeru vinnuni, so ávirkar hetta beinan vegin se- kunderu vinnuna. Ein króna í umferð verður umsett fleiri ferðir og tað kemur eisini einum peningastovni til góðar, av tí at fólk verða betur fór fyri at yvirhalda sínar skyldur. Ein lagaligur rakstrarkredittur ella nakrar milliónir úr einum gávu- grunni hjá Sparikassanum kann vera ein góð forrætn- ing hjá Sparikassanum, tá hetta skapar framburð og á- virkar vinningsevnini hjá peningastovninum. Nidurstøda Stødan í landinum í dag er tann, at maktmonopolini í høvudsstadOnum, t.v.s. pen- ingastovnar og Fiskavirk- ing, avgera hvørji plåss f landinum skulu »yvirliva« og hvørji skulu avrættast. At Klaksvikin hevur ein lokal- an peningastovn og eitt væl útgjøórt virki, sum er uttan fyri Fiskavirking, er ein framíhjárættur, ið teir mugu halda fast við — og Klaks- víkin eigur at ansa sær, ikki at rætta maktmonopolunum í høvudsstadnum litlafingur — hetta er ikki ein spurning- ur um lokalpatriotismu, men um sunna fornuft, um eitt pláss ætlar at lívbjarga sær, uttan at verða fjarstýrt úr høvudsstaOnum. Jan Norðoya Sparikassi. — Hesin peningastovnur fær óivað størri og stórri týdning fyri menning í Norðoyggjum. Norðingar gera rætt í at sláa mann- garð um teirra egna pen- ingastovn, soleiðis at sleppast kann undan at fara til Havnar fyri at fáa sín fíggjar- og fløgu- politikk vigaðan, sigur fyrrverandi bankamaðurin Kósavirkið í Klaksvík. — Virkið er uttan fyri Før- oya Fiskavirking og verð- ur tí ikki fjarstýrt úr høvudsstadnum. Eitt møguligt rakstraravlop er við til at menna vinnuna á staðnum ístaðin fyri at enda í onkrum botnleysum saneringsholi í Havn, sigur fyrrverandi banka- maðurin