fríggjadagur 27. mai 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 98 — 27. MAI 1994 Tíðindablaðið CD
Saman við saks-
inum í 55 ár
Saksurin gongur framvegis hjá fyrsta føroyskt útbúna hárskeranum
vík býr Eskild Norðbúð.
Hóast hann er farin um tey
sjeyti, so er hann framvegis
virkin sum hárskeri ella
harrafrisør, sum tað nú
verður nevnt.
— Ferðin er ikki hin sama,
sum hon var, tå-hon var upp
á tað mesta. Eg seti góða tíð
av til hvort viðskiftafólkið,
og um taðer neyðugt, so fari
eg við bilinum eftir eldru
kundunum og koyri teir til
hús aftur, tá klippingin er
liðug. og vit hava havt eitt
hugnaligt prát, greiðir Es-
kild barberurin, sum klaks-
víkingar plagdu at síga, frå.
Hann var fyrsti føroying-
urin, sum lærdi til hárskera
og rakara. Tað gjørði hann
hjá Valdemar Poulsen, sum
helt til, har DER nú er í
miðbýnum í Havnini. Val-
demar hevði lært í Dan-
mark, og Eskild fór í læru
hjá honum í 1939.
Hvussu bar tað til, at tú
fórt at læra til barber, fregn-
ast vit. Eskild dugir væl at
práta og greiða frá. Tey evn-
ini hava komið honum til
góða í klippistovuni, tá
nógv fólk sat og bíðaði, og
vit fáa aftur nú staðfest, at
hegnið at greiða frá er fram-
vegis í lagi:
— Eg átti ein mammu-
beiggja, sm æt Kristoffur i
Búðunum. Hann hevði í
eini tjúgu ár búð í Amerika
og kom heim aftur at búgva
umleið 1930. Hann hevði
verið inni hjá Valdemar
Poulsen, og hesin hevði
spurt, um hann kendi nakr-
an í Klaksvík, sum hevði
hug at læra.
Mammubeiggi visti, at eg
hevdi hug til handverk, og
tå hann kom nordur aftur,
hevdi hann å ordi vid meg
um at læra til barber. Hetta
var óhoyrt í Føroyum, men
morbróðir mundi frá Ame-
rika vita, at framtíð var í
hesum. Eg fór suður, og
mær dámdi væl frá fyrsta
degi. Nógv fólk kom inn,
td. nógvir av løgtings-
monnunum, sum komu at
raka sær, so har var nógv at
frætta ymsa staðni frá í
landinum.
Amboðini vóru ikki so
framkomin. Elverk var í
Havnini, men elmegin var
ógvuliga dýr, tí havnamenn
høvdu oljuriki& elverk á
Rundingi, og tað skuldi
gjaldast. Eg haldi, at prísur-
in fyri kilovatttíman í Havn-
ini var fleiri ferðir so høgur,
sum hann var í Klaksvík,
Teir hugna sær, abbin og abbasonurin - og gleða seg til Norðoyasteynu. Mynd jan
har vatnorka varð nýtt.
Hetta gjørdi, at elmegin
var nytt sum minst. Vit
høvdu ein kolfýrdan ovn,
og hann varð umframt til
hita eisini nýttur at hita vatn
til vask. Tað kundi vera
heitt inni, tá sólin stavaði
niður í takvindeyga, men vit
noyddust at hava ovnin
brennandi, tí vatnið skuldi
vera flott.
Drúgt at venja
klaksvíkingar
Tá Eskild var liðugur at
læra, fór hann norður aftur
til Klaksvíkar, og á bartals-
messu 1943, sama dag sum
løgtingsval var, varð
klippi- og rakistovan latin
upp í kjallaranum hjá Sí-
mun Andreassen ella Símun
hjá Hildu, sum búði í Ak-
ursmørk.
Valið var í samkomuhús-
inum, sum stóð omanfyri,
so tað nakað av fólkið bein-
anvegin. Men tað tók
drúgva tíð at venja klaks-
víkingar at koma til barber-
in í vanligari arbeiðstíð.
Tað hevði verið vanligt, at
tey, ið kliptu, gjørðu tað um
kvøldarnar, og hugburðurin
var, at barberurin skuldi
arbeiða frá klokkan trý og
til út móti midnått.
Smátt um smátt broyttist
hetta, soleiðis at arbeitt var
frá klokkan átta og til
klokkan sjey.
— Leygarkvøld plagdu vit
at hava opið til klokkan
níggju, men seinni varð
leygardagurin bara viðfán-
ingur. Eg royndi at halda
fast við vanliga arbeiðstíð,
men tá skipsmenn komu
aftur um kvøldamar og
heittu á meg, og eg visti, at
teir tíðliga morgunin eftir
skuldu heim til familjuna í
útoyggjunum, so var eg
sjálvsagt lagaligur. Tað
kom meiri enn so fyri, at so
at siga øll manningin kom
eitt kveld, og tað var serliga
hugnaligt at práta við teir,
meðan teir bíðaðu eftir
hverjum ødrum.
Heim
og klippistova
Tá Símun hjá Hildu fór at |
handla í 1945, flutti Eskild í
kjallaran hjá Erik Lassen,
og trý ár seinni fóru tey í
þ
húsini við Sandin, og klippi- |
stovan flutti hagar, hon var ;
Ein altíð fryntligur og smílandi barberur. Her klippir
hann abbasoninum Júst. Mynd jan
til sonurin Anfinn gavst at
klippa.
— Vithgvdu eitt gott heim.
Konu fann eg heiman av
Sandi. Hon var komin til
Klaksvíkar at tæna hjá Do-
rius Hvidbro, tá vit vórðu
trúlovaði. Hon kom til per-
sónliga trúgv, meðan hon
tænti har, og hvussu stóran
týdning tað hevur havt fyri
meg og okkum øll, ber ikki
til at greiða frá. Tá Poulina
fór í 1990 var tað ómetaligur
saknur, sum ongin kann seta
seg inn í, sum ikki hevur
verið úti fyri slíkum missi.
— Vit høvdu eydnurikt liv
saman. Eg arbeiddi í klippi-
stovuni, har tað var nógv
fólk og mangan lívligt. Tos-
ið lagaði seg eftir tí, sum var
frammi, td. um seyð um
heystarnar, lembing um vár-
arnar, hoygging um summ-
arið, og tá tað var í Klaks-
vík, so var altíð fiskari og
serliga útróður og ikki at
gloyma fótbólturin uppii.
Og uppi á gekk Poulina og
syrgdi fyri mær og teimum
trimum dreingjunum og var
keldan til tann hugna, sum
bæði vit og øll tey, ið stukku
inn á gólvið, hava notið gott
av, minnist Eskild aftur á.
Góða tíðarskeiðið
Klaksvíkin vaks ógvuliga
nógv tíðarskeiðið eftir, at
Eskild var farin at klippa.
Og tað var nógv at gera.
- Kristoffur mammu-
beiggi fekk rætt, tá hann
longu í 1939 spáddi, at tað
var framtíð í klippingini. So
við og við vandi fólkið seg
til regluliga at røkja hár og
skegg. Men rakiarbeiðið
datt burtur, samstundis sum
meiri varð gjørt við hárið.
Besta tíðarskeiðið var
fram móti 1970, áðrenn
Beatlamir komu við langa
hárinum. Seinni fóru hár-
fríðkanarkonurnar at
klippa, tað høvdu tær gjørt
lítið við frammanundan,
men fyri klippistovuna
kendist tað ikki í so stóran
mun sum langa hárið.
Nøkur ár fekst Eskild lítið
við klipping. Heilsan var
einki at reypa av, og so
y'
Til BLADSØLURNAR
sosialdirin aftur
UTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frå á
tlf. 11820.
Uttanfyri vani. arbeiðstíð upplýsir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fáa fleiri blað.
Tiðindablaðið SOSIALURIN