Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Týðandi landsstevna Í DAG heldur Føroya Javnaðarflokkur eyka- landsstevnu á Hotel Føroyum. Luttakararnir skulu góðtaka virkisskrånna. Síðani er valið komandi á skránni. VELJARAKANNINGARNAR eru ikki mjúkar við flokkin. Eitt er nú at gera hjá flokkinum og tað er at fara til val við góðum treysti. Hóast ágangurin móti flokkinum er ómetaliga stórur, eiga javnaðarfólk ikki at fella í fátt, tí flokkurin stendur fyri tí besta, sum finst í politikki. Tað er skiljandi, at nógvir floksstuðlar ikii eru nógdir við allan | FRÆLSI -— JA VNADUR — BRØDRALAG tr politikkin, sum rikin er, men hesir eiga ikki at gloyma, at flokkurin er tann einasti, sum miðvíst og ærliga hevur torað at tikið ábyrgd og harvið eisini torað at átikið sær ábyrgd av illa umtóktum men neyðugum avgerðum. FLOKKURIN er ikki feilfríur. Hann eigur eisini sín part av ábyrgdini av skeivum avgerðum, sum tiknar eru gjøgnum árini. Men hetta eigur ikki at fáa fólk at venda flokkinum bakið, nú tað kanska meira enn nakrantíð ræður um at verja borg. Ein flokkur eigur heldur ikki at vera vigaður út frá ávísum avgerðum hann hevur tikið í eini ER TOR. SO 0 En + krepputíð men meira út frá tí, sum hann grundleggjandi stendur fyri. Tí halda vit eisini, at flokkurin, tá avtornar, kortini fer at koma hampuliga væl frá valinum. TAÐ skal vera okkara vón, at floksleiðslan á fundinum í dag leggur upp til eitt sakligt valstríð, sum roynir at lýsa og finna loysnir fyri stóru og grundleggjandi trupulleikunum í samfelagnum. Eitt nú arbeiðloysinum, fráflytingini, støduni í fiskivinnuni, sethúsa- málinum og. Fortreytin fyri at fáa veljar- arnar at trúgva upp á flokkin er tann, at flokkurin - og tað serliga valdu umboð floksins og komandi valevni sjálvi trúgva upp á flokkin og tað hann stendur fyri. SOSIALURIN Undan landsstevnuni millum í heilt nýtt perspektiv. Kraboð úr Keypmannahavn, sum eru komin í kjalarvørrin- um av bankakrakkunum, hava gjørt okkara landsmenn hópin meira tilvitandi um statsrættar- ligu stødu Føroya. Vantandi innlit í viðurskiftini og popu- listiskur politikkur innan danska systurflokkin eru høv- Hetta er danski stuðulin til al- friðingina av hvali í Antarktis Í dag taka 12% av Føroya fólki undir við heimastýris- skipanini. Tað eru færri enn tey, ið ynskja loysing! Flokk- urin eigur at taka meininga- kanningarnar í álvara, tí um- framt stuttleiki hjá teimum klóku á Fróðskaparsetrinum, eru tær eisini málgagn hjá velj- arunum at gera vart við sina stóðu. Javnaðarflokkurin eigur eins og Føroya fólk at ásanna, at heimastýrislógin er passé. Fagrasta blaði í Føroya ségu, nevndi P. M. Dam, sáli, um skuldi hon javna korini hjá Og heimastýrislógin hevur verið frálík, men ikki fyrr enn í dag hevur hon verið roynd í sín- um lutum, og hon er fyri vist fallin. Ja, heimastýrislógin hevur verið so góð, at síðani vit í 1948 vórðu sendir apríl, hava færri og færri føroyingar sæð, hvørj- ar fylgjurnar fóru at verða fyri Føroya land. Men nú er mest sum í einum vent í holuni. Og nú má bara konstaterast, atheimastýrislógin var eitt fag- urt blað, sum eingin dugur var í, tá á stóð. Leiðarin fyri aspirantarnar í flokkinum hevur nevnt javnað- arflokkin ein livandi flokk, ið tekur stóðu til øll mál, ið stinga seg upp. Hann hevur saman- borið við sambandsflokkin, ið hevur havteina og somu stevnu síðani 1906. Nútíðin krevur stødutakan! Flokkurin må siggja veru- leikan, sum hann veruliga er! Nyrup eigur at fåa bræv, har takkað verður fyri hesi 45 ár- ini! Sum Sundstein vildi sagt: Vit gera tað liðugt við danir. Vit mugu gera greitt, at donsk hjålandasøga er ein saga blott. Latið tað verða nýggju stóðu javnaðarfloksins! Flóvin Eidesgaard Frá Javnaðarfelag 2. og møguliga 3. uppstillingarfundur verdur å FRITIDARHEIMINUM Å GILJANESI månakvøldid 30.5., kl. 20 Øll javnadarhuga eru vælkomin! Nevndin Gera heldur upp vid Javnadarflokkin » - Tad er dundrandi skeivt at syndra vinstraveingin i førovsk- um politikki. - Tað er vegurin til eitt borgarligt landsstýri, og tå verdur arbeidaralønin å sama stødi, sum ALS-studin er i dag«, sigur Eirikur Lindenskov, formaður í SU m. a. í eini viðmerking Tekin eru í sól og mána um, at vit fáa eitt borgar- ligt landsstýri eftir valið 7. juli. Partvis tí at fólk eru 6nøgd við førda politikkin hjå Javnadarflokkinum. Men besta trygdin fyri einum borgarligum lands- styri er, at fakfelagsleidar- ar nú hava bjóðað Javnað- arflokkinum av - og so- leiðis syndra vinstraveing- in í føroyskum politikki. Vit í SU halda hetta vera dundrandi skeivt, og hava vit víst á hetta í sein- asta Bergmåli. Vit halda, at rættari er at gera upp við sín egna flokk, heldur enn at stovna nýggjar flokkar. Vit eru sannførd um, at javnaðarhugsjónini bagir einki. - Annað er, at ikki hevur borið til at fylgt henni, nú komið er til upp- takið frá marglætistíðini í 80'unum. Vit eru sjálvandi held- ur ikki nøgd við úrslitini, sum landsstýrið er komið til - men heldur enn at knasa Javnaðarflokkin, so vilja vit gera okkara ávirk- an galdandi, so vit fáa vent gongdini rætta vegin. Vit vilja fara til val við slagorðunum >ung ávirk- an< og gera vart við, at vit heldur vilja byggja upp, enn bróta niður. Ungdóm- urin eigur at fylkjast, og vísa í verki, at vit vilja aðrar leiðir, at tær, ið troyttar vóru í 80'unum. Fakfelagsleiðararnir, ið siga seg vera sviknar av „sínum egnu« (Javnadar- flokkinum) åttu heldur at gjørt tað sama sum vit - gjørt sína ávirkan galdandi innan flokkin. Tá stóðu vit nógv sterkari. So víst eiga vit at standa saman. Fakfelags- leiðararnir kunnu ikki vera so stein í ørviti, at teir halda, at tey fáa betri sømdir frá Sambands- og Fólkaflokkinum!!! Ein borgarlig sam- gonga fer at seta lønir nið- ur við lóg - 40%! Hetta merkir, at limirnir hjá Karl og Ingeborg fáa eina løn, ið svarar til arbeiðsloysis- stuðulin í dag. Hver klárar seg tá? Men ikki nóg mik- ið við ti! Arbeiðsloysis- stuðulin skal sjálvandi eis- ini 40% niður, og pensjón- imar eisini 40% niður, og dagpeningur eisini 40% niður, og útbúgvingarstuð- ulin eisini 40% niður... Hesin politikkur ber ikki til. Hesin politikkur førir til stórri sosialan 6- javna, hann førir til økta fólkaflyring, og hesin poli- tikkur førir til, at vit fáa ein kolonorman stættar- mun. Tað er júst hesum vit skulu mótarbeiða. Høvudsmålid hjá okk- um er at skapa eitt rættvís- ari samfelag, har samfel- agsvirðini verða býtt javn- ari millum fólkið... Eiríkur Lindenskov formaður í SU Heldur enn at knasa avnaðarflokkin vilja vit gera okkara ávirkan galdandi, so vit fáa vent gongdini rætta vegin. Vit vilja fara til val við slag- orðunum »ung åvirkan« og gera vart við, at vit heldur vilja byggja upp. enn bróta niður.