leygardagur 28. mai 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Góð útlit á
Skipasmiðjuni Føroyar:
I arbeiði
— um tað gongst sum Bjarni
Joensen, stjórin á Skipa-
smiðjuni Føroyar, vónar og
roknar við
Bjarni Joensen, stjóri á
Skipasmiðjuni Føroyar er
enn einaferð komin heim
aftur av einum russlands-
túri, har hann hevur verið og
fyrireika seg til nýggjar
avbjóðingar. Og hann letur
væl at, hóast russiska laby-
rintin er tong at koma
fgjøgnum.
Ikki minst nå mong
politisk viðurskifti eru
broytt. Tað eru ikki longur
reiðaríini sjálvi, sum útflyta
fiskin, og tí verður ikki
longur talan um bítishandil.
Fisk fyri umvælingar. Nú
skal allur fiskur ístaðin
seljast gjøgnum russiskar
fiskasølur og bankar, og tað
krevur nógv fleiri for-
maliterar enn áður, men
Bjarni Joensen heldur, at
hetta fæst helst eisini upp á
pláss.
Færri men sterri
umbyggingar
Eisini er tann broyting
hend, at russar skrotta flestu
av teimum gomlu skipun-
um, og lata heldur stórri og
nýggjaru skipini umbyggja.
Hetta hevur við sær, at
skipasmiðjan á Skála kann
rokna við at fáa færri um-
vælingar, men heldur fleiri
umbyggingar. Talan kann
vera um rættiliga stór ar-
beiði. Nakað av umvæling-
um verða tó framyvir.
Spurdur um hví russar
velja júst føroyska skipa-
smiðju sigur Bjarni Joen-
sen, at høvudsorsøkirnar
eru dygd, kappingarføri i
prisi og so tað, at russisku
skipini kunnu fåa eina sera
fjøltåttada tænastu í Føroy-
um.
-Tað kunnu tey meira ella
minni eisini fáa aðrastaðni,
men so mugu vit bert royna
at vera enn betri. Vit mugu
reka ein miðvísan politikk
fyri at røkka mál, sigur
Bjarni Joensen.
Dupult so mong
i arbeiði
Í miðal hava arbeitt millum
100 og 130 mans á skipa-
smiðjuni, men Bjarni Joen-
sen roknar við, at møguleiki
skuldi verið at fingið enn
fleiri í arbeiði. Hann roknar
Nr. 99 — 28. MAI 1994
við, at nú í summar verður
heldur slakari við arbeiði,
men til heystar verður meira
aftur at gera. Bjarni Joensen
heldur ikki at tað skuldi
verið Omøguligt at fingið
arbeiði til dupult so mong
sum nú eru á skipasmiðjuni.
Eitt hóskiligt tal á fólki
heldur hann eigur at liggja
um 200. Og haraftrat verður
so arbeiði til nógvar undir-
arbeiðstakarar = umframt
onnur, sum á ein ella anan
hátt kunnu lata vøru ella
Síða 3
Tá russiski fiskimála-
ráðharrin var í Føroyum í
summar var hann
sjálvandi eisini og vitjaði
á Skipasmiðjuni Føroyar.
Bjarni Joensen sæst
høgrumegin á myndini.
Mynd: Kalmar
tænastur í samband við
virksemi hjá skipasmiðj-
uni.
tór.-
Maersk vildi ikki
flúgva sjuklingin
— hóast flogfarið heuði nóg mikið av plássi. Fleiri ferðafólk máttu tí
úr Atlantic-flogfarinum í Maersk, so fóroyska flogfarið fekk pláss
fyri sjúklinginum
Annan hvítusunnumorgun
skuldi ein sjúklingur av
Landssjúkrahúsinum send-
ast til Danmarkar við flog-
fari. Sjúklingurin var illa
fyri. Hann lá í resperator og
skuldi flytast í børu.
Við tveimum flogførum
við hálvum tíma millum
fráferðirnar skuldi ligið væl
fyri, men kortini vóru ikki
sért av trupulleikum at fáa
sjúklingin avstað.
Flogfarið hjá Atlantic var
fullsett, men í Maersk flog-
farinum var gott pláss. Tí
varð hildið tað vera mest
natúrligt, at Maersk flutti
sjúklingin.
Men so lætt gekk tað
Skrivstovan í
Deyvafelag Føroya
NO eng År hes :
Teleforn/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tlf. 0123 og bíð um 16928 elia 41792.
kortini ikki. Maersk vildi
ikki taka sjúklingin. Har var
einki at gera. Skuldi sjúk-
lingurin til Keypmanna-
havnar hendan dagin mátti
hann við Atlantic, men har
var einki pláss.
Tí var einki annað at gera
enn at heita á nøkur av
ferðafólkunum, sum skuldu
við føroyska flogfarinum
heldur at fara umborð i
Maersk, so pláss var fyri
børuni. Og so varð gjørt.
Eini tíggju ferðafólk skiftu
sostatt flogfar, og sjúk-
lingurin fekk pláss umborð
á Atlantic.
Maersk lætti klokkan
11.25 og Atlantic slakan
hálvan tíma seinri.
Undir hálvan prís
Heri Mortensen, stjóri í
Atlantic Airways sigur seg
ikki skilja hví Maersk ikki
vildi flyta sjúklingin tá um-
stóðurnar vóru so, at nóg
mikið av plássi var í danska
flogfarinum og føroyska
var fullsett.
Um tað beinleiðis var av
peningaligum ávum kann
hann ikki siga, men
óhugsandi er tó ikki, at tað
hevur nakað við pengar at
gera. Ein bera tekur pláss
fyri átta stólar, og kostar í
flutningi minni enn helvina
av tí teir átta stólarnir kosta.
Í hesum førinum kostaði tað
Atlantic pengar. Atlantic
fekk børuna meðan Maersk
fekk fyri tey tíggju ferða-
fólkini.
-Ikki tí,- ein sjúkraflut-
ningur skal ikki gerast upp í
pengum, og vit hava gott
samstarv við Landssjúkra-
húsið. Haraftrat skal altíð
vera møguleiki at fáa ein
sjúkling av landinum, men
Hóast nóg mikið av plássi
var í danska flogfarinum
var ikki møguligt at fáa
sjúklingin við. Ferðafólk
máttu tí úr Atlantic og í
Maersk ístaðin.
Savnsmynd: Kalmar
hvussu hevði nú verið um
vit bert høvdu danska flog-
farið, spyr Heri Mortensen.
tór.-